Heiðurslimir.
Limir sum hava virkað til gagns fyri maskinmeistarastættin.
-
Vilhelm Nielsen, Heiðurslimur í 1962
Vilhelm Nielsen, føddur 1. novembur 1892 í Jyllandi, deyður 25. desembur 1970 í Tórshavn. Maskinmeistari úr København. Heiðurslimur í Føroya Maskinistfelag 1962.
-
Danial P Samuelsen (Danial Í Horni), Heiðurslimur í 1964
Daniel P. Samuelsen (Dánjal í Horni), føddur í Tórshavn tann 8. apríl 1869. Dánjal arbeiddi sum ungur á fabrikkini hjá Østrøm í Havn. Síðani sigldi hann við eingilskmonnum.
Tá hann kom heim aftur, sigldi hann við gamla Smirli hjá Mortensen. Frá 1907 til 1928 var hann maskinmeistari við Ruth. Eftir at Ruth varð løgd, arbeiddi hann eina tíð í Meiarínum, fór síðan við hvalabátum norðuri við Air.
Seinastu ferð, hann var burtur, var við Isafold, har hann var 2. meistari saman við soninum, Carl Niklas Samuelsen (Carl í Horni), sum var 1. meistari.
Í 1951 varð Dánjal í Horni gjørdur til heiðurslim í felagnum. Dánjal í Horni doyði 30. mai 1964, 95 ára gamal.
-
Carl Niclas Samuelsen (Carl í Horni), Heiðuslimur í 1966
Carl Niclas Samuelsen, føddur í Tórshavn tann 3. oktober 1901. Hann var í smiðjulæru í Askhams smiðju og arbeiddi eisini í Københavns Flydedok. Í 1925 tók hann prógv frá Københavns Maskinmesterskole, og í 1926 fekk hann installatørprógv frá sama skúla.
Hann sigldi í nógv ár hjá Skipafelagnum og arbeiddi eisini uttanlands hjá Myren. Seinni starvaðist hann á Elverkinum á Rundingi, var við trolarum og at enda á Tórshavnar Skipasmiðju.
Í 1935 giftist Carl við Mallu (f. Poulsen) Samuelsen, og tey búsettust í Havn. Tey fingu trý børn: Beintu, fødd í 1936, Elinborg, fødd í 1942, og Sjúrð, føddur í 1947.
Í 1941 var hann ein av stovnarunum av felagnum og varð fyrsti formaður tess, umframt varaformaður frá 1941 til 1945. Í 1966 varð hann gjørdur til heiðurslim í felagnum.
Carl í Horni doyði 5. oktober 1985 á Tvøroyri.
Í 1997 gjørdi Kringvarpið samrøðu við einkju Carls, Mallu Samuelsen, sum var frammarlaga í føroyskum kvinnumálum og varð fyrsta valda kvinna í Tórshavnar býráð og seinni eisini í Føroya Løgtingi. Í sending 2 greiðir Malla frá arbeiðslívinum hjá Carl og um stovnanina av Maskinmeistarafelagnum.
-
Jógvan Elias Jacobsen, Heiðurslimur í 1971
Jógvan Elias Jacobsen, føddur í Kvívík 8. mai 1898. Fór ungur til skips og var við ymsum føroyskum sluppum. 1923 fór hann á Haslev Håndværkerhøjskole og eftir tað á Horsens Håndværkerskole. Frammanundan hevði hann verið í smiðjuni hjá Harald Joensen í Miðvági og fór aftur hagar, tá ið hann kom aftur úr Danmark.
1927 meistari við Trónda, seinni við Hjørdis. 1938 við Tór I og var við honum, tá ið hann varð søktur 10. desembur 1940. 1940 við Tór II og var við honum, til hann varð søktur 1. apríl 1944. Tá bjargaðust bara 3 mans, og hann var ein, men tá fekk hann mein fyri lívið. Aftan á seinna heimsbardaga sigldi hann við Torfinni, Tórhalli, Gullfinni og Gøtu Trónda.
Jógvan Elias varð gjørdur heiðurslimur felagsins í 1971. Hann doyði 6. august 1980.
-
Sigmund Hoydal, Heiðurslimur í 1981
Sigmund Hoydal er føddur 2. august 1914. Í smiðjulæru hjá Wenzel Petersen, Tórshavn. 1936/37 á handverkaraskúla í Haslev. 1937/38 arbeitt á Ørstedværket, København. 1937/38 kvøldskúla í Københavns Maskinskole og tók 1. part. 1939 2. part á Københavns Maskinskole. 1940 installatørprógv frá Københavns Maskinskole. 1940/42 arbeitt á H. C. Ørstedværket. 1943/45 arbeitt á Svanemølleværket. 1945 settur sum maskinmeistari á Tórshavnar elverki. Limur í Føroya Maskinistfelag 1947.
Sat sum skrivari og kassameistari 1948-74.
Heiðurslimur felagsins 1981.