Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum

Felagið.

Maskinmeistarafelagið er felag fyri maskinmeistarar og maskinistar.

Umleið 1100 limir eru í felagnum.

Felagið hevur sáttmálar við reiðarafeløg, arbeiðsgevarafeløg
og almennar arbeiðisgevarar bæði innan sjóvinnu og á landi.

Felagið samstarvar harafturat við onnur fakfeløg og við stovnar, fyritøkur og myndugleikar har maskinmeistarar hava síni áhugamál.

Maskinmeistarafelagið er partur av NMF (Nordic Engineer Officer´s Federation) sum er áhugafelagið fyri 30.000 maskinmeistara úr øllum norðurlondum. Endamálið við NMF er sameint styrkja og stuðla limalond í sáttmálasamráðingum fyri at tryggja arbeiðsviðurskifti og lønarlag í norðurlondum. Aftrat hesum arbeiðir NMF miðvíst við at viðmæla altjóða lóggávu á maritima økinum.

Maskinmeistarafelagið er eisini partur av FMU (Faroes Maritime  Union) sum er eitt paraply felag fyri øll sjógvfakfeløgini í Føroyum. Endamálið  við FMU er at tryggja at arbeiðsumstøður og løn hjá útlendskum sjófólkið umborð á Føroyskum FAS skipum.

Maskinmeistarafelagið er sjálstøðugur limur í ITF (International transport Workers Federation). ITF er talurør fyri 18,5 miljónum  arbeiðarar á transport økinum og hevur limafeløg í 150 londum.