Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum

Lógir.

Navn felagsins er Maskinmeistarafelagið við heimstaði í Tórshavn. Felagið er óheft av politikki.

§ 1. Endamál og navn felagsins
  1. At røkja áhugamál maskinmeistaranna.
  2. At stuðla skeiðvirksemi, sum kemur limunum til góðar á tøkniligum og yrkisligum økjum, og í samarbeiði við Maskinmeistaraskúlan at veita næmingunum kunnleika um kor maskinmeista­ranna og arbeiðið felagsins.
  3. Navn felagsins er Maskinmeistarafelagið við heimstaði í Tórshavn. Felagið er óheft av politikki

 

§ 2. Nevnd felagsins

Stk.1. Ein 5-mannanevnd stýrir felagnum. Vanligu nevndarlimir sita 2 ár í senn, meðan valskeiðið hjá  formanninum frá 2012 at rokna er 3 ár.
Formaðurin og hinir 4 nevndarlimirnir verða valdir á aðalfundinum soleiðis:

1. ár standa 2 nevndarlimir og formaðurin fyri vali,

2. ár standa 2 nevndarlimir fyri vali og

3. ár standa 2 nevndarlimir fyri vali.

Sum lið í einari skiftisskipan verður formaðurin, sum valdur verður í 2011, tó valdur fyri eitt ár, og frá 2012 verður formaðurin valdur fyri 3 ár og skal taka við fulltíðarstarvi sambært ásetingunum niðanfyri.

Valdur formaður játtar at taka við starvinum sum fulltíðarsettur formaður felagsins. Formaðurin verður løntur sambært lønartalvuni fyri maskinmeistarar, sum starvast hjá tí almenna á landi, íroknað eftirløn. Harumframt fær formaðurin viðbót.

Nevndin ásetur lønarstig og viðbótarstig.

Tá formaður fer frá, so hevur hann rætt til løn í 3 mánaðir frá fráfaringardegnum at rokna, og skal hetta tíðarskeið verða tøkur at ráðgeva nýggja formanninum.

Eisini verða valdir 2 tiltakslimir. Hesir sita 1 ár í senn.

Val av formanni og nevndarlimum/tiltakslimum skal fara fram skrivliga.

Uppskot til formansvalevni skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 15. desember árið fyri formaðurin stendur fyri vali. Um einki uppskot til formansvalevni er latið nevndini innan nevndu freist, so kann nevndin útseta uppstillingarfreistina í 8 dagar.

Fráboðan um hvørjir eru í uppskoti sum formansvalevni skal standa í lýsingini av ársaðalfundinum sambært § 13, stk. 5.

Nevndin skipar seg við næstformanni.

Verður nevndarlimur valdur til formann, tekur fyrst valdi tiltakslimur sæti í nevndini.

Formaðurin og minst 2 av hinum nevndarlimunum skulu hava staðið maskinmeistaraprógv.

Stk. 2. Formaðurin samskipar alt arbeiði í felagnum. Nevndarlimir býta sáttmálaøkini millum sín.

Stk. 3. Nevndin hevur ábyrgd av ognum felagsins. Formaðurin skrivar undir fyri felagið.

At keypa, selja og veðseta fastar ognir, umframt at gera leigusáttmálar krevst nevndarsamtykt og at formaðurin og ein nevndarlimur skrivar undir hetta skjal.

Stk. 4. Nevndin hevur heimild at seta fyristøðufólk og løna tí at standa fyri dagligu umsitingini av felag­num undir leiðslu formansins. Starvsøkið hjá fyristøðufólkinum verður ásett eftir einari gjølligari fyriskipan, sum nevndin ásetur í einari reglugerð.

Fyristøðufólkið nýtist ikki at vera nevndarlimur ella maskinmeistari.

Stk. 5. Nevndin kann leggja tær heimildir, sum tað hevur eftir hesi lóg, tó undantikið heimildirnar í § 2, stk. 3, 2. pkt., og uppgávurnar hjá formanninum til fyristøðufólkið, um tað verður gjørt skrivligt, og tá ið fleirtalið av nevndarlimunum eru fyri tí. 

Stk. 6. Nevndin arbeiðir limanna vegna, og bert nevndin hevur rætt til at siga upp sáttmálar og gera avráðingar um lønar- og setanartreytir.

Sáttmálasamráðingar verða fyriskipaðar av nevndarliminum fyri viðkomandi sáttmálaøki saman við formanninum og fyristøðufólkinum, eisini íroknað at viðgera sáttmálar við onnur verkafeløg viðvíkjandi limaflytan og samarbeiðsreglugerðum. Endaliga samráðingarúrslitið skal nevndin góðkenna.

Stk. 7. Nevndin hevur fund eftir tørvi, tó í minsta lagi eina ferð um mánaðin. Fyristøðufólkið er skri­vari hjá nevndini. Nevndin er viðtøkufør, tá ið meirilutin av nevndarlimunum er møttur á fundi.

Stk. 8. Nevndin skipar sjálvt fyri arbeiði sínum við teimum treytum, sum henda lóg ásetur

§ 3. Limir felagsins

Limir felagsins kunnu vera:

  1. Virknir limir.
  2. Hvílandi limir.
  3. Junior-limir.
  4. Óvirknir limir.
  5. Heiðurslimir.
§ 4. Virknir limir

Stk. 1. Fyri at gerast virkin limur krevst, at umsøkjarin hevur staðið maskinmeistaraprógv ella maskinistprógv. Persónar við aðrari útbúgving, sum kann metast at vera innanfyri sama fakøki og sum starvast í maskintænastu, kunnu eisini gerast virknir limir.
Um ivi stingur seg upp um umsøkjari lúkar frammanfyri nevndu treytir, so tekur nevndin avgerð.

Stk. 2. Áðrenn stuðul kann verða veittur, skal viðkomandi hava verið virkin limur í felagnum í minst 3 mánaðir.

Stk. 3. Flyting úr øðrum yrkisfelag í Maskinmeistarafelagið kann verða loyvt, um hann lúkar trey­tirnar í stk. 1.

§ 5. Hvílandi limarættur

Stk. 1. Hvílandi limir eru limir, sum ikki longur lúka treytirnar nevndar í § 4, stk. 1, og kunna hesir limir bara eftir meting nevndarinnar krevja stuðul frá felagnum.

Stk. 2. Virknir limir, sum fyribils taka við starvi, sum kemur undir annað yrkisfelag, og sum Ma­skinmeistarafelagið ikki hevur avtalu við, kunnu søkja um hvílandi limaskap.

Stk. 3. Hvílandi limir hava ikki atkvøðurætt á aðalfundi, men kunnu møta á fundum, sum felagið stendur fyri.

§ 6. Junior-limir.

Stk. 1. Fyri at gerast junior-limur krevst at umsøkjarin lesur til maskinmeistara.

Stk. 2. Junior-limir kunna møta á fundum felagsins, men hava ikki atkvøðurætt.

Stk. 3. Junior-limir gjalda sama limagjald sum hvílandi limir.

Stk. 4. Junior-limir gerast virknir limir, tá ið teir taka við maskinmeistarastarvi

§ 7. Óvirknir limir

Stk. 1. Óvirknir limir kunna teir maskinmeistarar gerast, sum eru farnir úr teirra starvi og sum hava fylt 67 ár.

Stk. 2. Óvirknir limir kunna eisini tey gerast, sum hava starv, ið liggja maskinmeistarastættinum nær.

Stk. 3. Óvirknir limir hava rætt at møta á fundum felagsins, men hava ikki atkvøðurætt.

Stk. 4. Óvirknir limir gjalda eitt árligt limagjald uppá 100 kr.

§ 8. Heiðurslimir

Nevndin kann útnevna fólk, sum hava virkað til gagns fyri maskinmeistarastættin, til heiðurslimir.

Heiðurslimir gjalda ikki limagjald, men hava fullan limarætt, um so er, at teir samstundis eru virknir limir.

Heiðurslimir, sum ikki samstundis eru virknir limir, hava limarættindi sum óvirknir limir.

§ 9. Siga seg burtur úr felagnum

Stk. 1. Áðrenn limur kann fara úr felagnum, má hann hava goldið limagjaldið til tann dag, hann fer.

Stk. 2. Limur kann við 1 mánaða freist skrivliga siga seg úr felagnum innan 1. í komandi mánað.

Stk. 3. Limur kann ikki fara úr felagnum, meðan sáttmálasamráðingar ella arbeiðsósemjur eru.

§ 10. Verða limir koyrdir úr felagnum

Stk. 1. Koma 5 limir skrivliga til nevndina við grundaðari klagu um atburð hjá einum felagslimi, og hesin at­burður eftir ætlan nevndarinnar tykist vera soleiðis, at limurin, stendur hann í felagnum, skaðar umdømi felagsins, skal nevndin leggja klaguna fram á fyrsta aðalfundi, har hann fær høvi at føra fram sak sína.

Stk. 2. Uppskot um at koyra limin úr felagnum, skal avgreiðast við skrivligari atkvøðugreiðslu. Eru 2/3 av atkvøðunum fyri, at limurin skal verða koyrdur úr felagnum, er tað samtykt.

Stk. 3. Hevur limur tikið við starvi á sjógvi ella landi, har felagið hevur sýtt maskinmeistara at taka við starvi, ella hann noktar at akta avgerðir felagsins í lønar- ella arbeiðssáttmálum, hevur nevndin rætt til at koyra hann úr felagnum, aftaná at málið hevur verið til viðgerðar á nevndarfundi, og har 2/3 av hjástøddu nevndarlimum atkvøða fyri tí. Limur, sum koyrdur verður úr felagnum, kann krevja, at avgerð nevndarinnar verður løgd fyri aðalfundin til avgerðar. Aðalfundurin tekur avgerð um limaskapin við 2/3 atkvøðumeiriluta.

§ 11. Limagjald

Stk. 1. Limagjaldið fyri allar limir verður ásett á aðalfundinum.

Stk. 2. Nevndin hevur rætt til, fyri limirnar, at gera avtalu við avvarðandi lønútgjaldara um, at hann tekur limagjaldið burtur av mánaðarlønini/hýruni.

§ 12. Limagjaldið ikki goldið

Stk. 1. Limur, sum er í eftirstøðu við limagjaldi sínum, missir limarætt sín.

Stk. 2. Nevndini er loyvt at krevja limagjaldið, sum ikki er goldið tann dag, limur missir limarætt sín, í rættinum, og hann ber í hesum sambandi allar útreiðslur sjálvur.

§ 13. Aðalfundur

Stk. 1. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.

Stk. 2. Atkvøðurætt hava bert virknir limir, ið hava goldið limagjaldið fyri hálvárið frammanundan, aðalfundurin verður hildin.

Stk. 3. Nevndin skipar fyri, at virknir limir, sum eru burturstaddir, ella av aðrari orsøk ikki kunnu møta á aðalfundinum kunna atkvøða við brævatkvøðu, teir seinastu 3 mánaðirnar undan aðalfundinum um nevndarval.

Uppskot til nevndarlimir skulu skrivliga verða felagnum í hendi í seinasta lagi 15. desember. Tó kunna uppskot til nevndarlimir skjótast upp á sjálvum aðalfundinum. Atkvøðuseðlarnir verða upptaldir á aðalfundinum.

Stk. 4. Vil limur hava uppskot sett fram á aðalfundi, skal nevndin hava tað í hendi í minsta lagi 14 dagar undan aðalfundinum, so tað kann verða gjørt teimum felagslimum kunnugt, sum hesa tíðina koma á skrivstovu felagsins.

Roknskapur felagsins skal eisini liggja frammi á skrivstovu felagsins 14 dagar undan aðalfundinum.

Stk. 5. Ársaðalfundurin verður hildin í Tórshavn í fyrsta ársfjórðingi á hvørjum ári. Fráboðað verður í seinasta lagi 14 dagar frammanundan í bløðum og útvarpi.

Stk. 6. Ársaðalfundurin verður hildin við hesari skrá:

  1. Val av fundarstjóra.
  2. Frágreiðing formansins.
  3. Leggja fram roknskap til góðkenningar.
  4. Uppskot um lógarbroytingar.
  5. Val av formanni, nevndarlimum og tiltakslimum.
  6. Ásetan av limagjøldum
  7. Velja skrásettan grannskoðara.
  8. Ymiskt.

Stk. 7. Bert limir felagsins, sum hava atkvøðurætt, kunna verða valdir sum formaður og nevndarlimur/ til­takslimur í felagnum.

Formaður verður (frá 2012 at rokna) valdur fryri 3 ár í senn og nevndarlimir verða valdir fyri 2 ár í senn samsvarandi § 2, stk. 1.

Umframt nevndarlimirnar verða 2 tiltakslimir valdir, sum sita 1 ár í senn.

Val av formanni/ nevndarlimum fer fram skrivliga.

Stk. 8. Aðalfundurin velur eisini skrásettan grannskoðara fyri eitt tvey-áraskeið.

Stk. 9. Eykaaðalfundur verður lýstur, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt, ella um 10 % av limunum skrivliga krevja mál viðgjørt soleiðis, sum samstundis verður fráboðað.

Stk. 10. Lógarbroyting kann bert verða gjørd á aðalfundi. Lógarbroyting skal fyri at fáa gildi verða samtykt við í minsta lagi 2/3 av greiddum atkvøðum.

Uppskot til lógarbroytingar skulu vera boðað limunum og skulu liggja frammi á skrivstovu felag­sins í minsta lagi 14 dagar undan aðalfundinum.

§ 14. Verður felagið avtikið

Bert aðalfundur felagins kann taka avgerð um at taka felagið av.

Fyri at samtykkja felagið avtikið, skulu í minsta lagi 30 % av limum felagsins vera møttir á fundi, og skulu í minsta lagi 2/3 atkvøða fyri avtøkuni.

Ognir felagsins skulu eftir avgerð aðalfundsins latast til eitt hvørt endamál maskinmeistarastættini til frama.

Uppskot um at taka felagið av skal verða sent øllum limum felagsins í minsta lagi 6 mánaðir undan aðalfundinum.

Viðtiki tann

Viðtikið á aðalfundi tann 21. mars 1992.

§ 13, stk. 3 broytt á aðalfundi 26. mars 1994.

§ 1, pkt.2, § 7, § 13, stk.. 3, § 13 stk. 6-10 broytt á aðalfundi 30. mars 1996.

§ 2, stk. 1, § 13, stk. 3, § 13, stk. 6 broytt og § 15 strikað á aðalfundi 25. mars 2000

§ 2, stk. 1, § 4, stk. 1, § 4, stk. 2 broytt og § 4, stk. 4 strikað á aðalfundi 16. mars 2002

§ 2, stk. 1 og § 13, stk. 7 broytt á aðalfundi 13. mars 2004

Orðið ”stýri” í øllum formum og samansetingum broytt til ”nevnd” á aðalfundi 8. mars 2008

§ 4, stk. 1 broytt á aðalfundi 06. mars 2010

§ 2, stk. 1, § 2, stk. 4, § 2, stk. 5, § 2, stk. 6 og § 13, stk. 7 broytt á aðalfundi 19. mars 2011

Tekstur í § 2, stk. 1, petti 8 broyttur frá ”áðrenn 15. desember til ”í seinasta lagi 15. desember”á aðalfundi 7. mars 2015

Viðtøkur fyri stuðulsgrunn Maskinmeistarafelagssins.

§ 1. Navn og bústaður

Navn grunnsins er »Stuðulsgrunnur Maskinmeistarafelagsins« við heimstaði í Tórshavn

§ 2. Endamál

Endamál grunnsins er at veita stuðul til limir í lógligum verkfalli. Grunnurin kann eisini veita hjálp ella stuðul til limir ella teirra avvarðandi, ið av eini hvørji orsøk eru komin serliga illa fyri fíggjarliga.

§ 3. Stovnsfæ grunnsins

Stovnsfæ grunnsins er við byrjanini kr. 50.000,-. Peningur grunsins skal standa í tryggum føroyskum peningastovni til hægstu innlánsrentu og/ella í tryggum virðirsbrøvum, sum geva meira avkast.

Limir felagsins gjalda 10 % av limagjaldinum til stuðulsgrunnin.

Grunnurin tekur eisini móti gávum uttanífrá.

§ 4. Nevndin

Grunnurin verður stýrdur av tí til eina og hvørja tíð valdu nevnd fyri Maskinmeistarafelagið, og verður teknaður av formanninum ella tveimum nevndarlimum. Nevndin er viðtøkufør, tá í minsta lagi 3 av teimum 5 nevndarlimunum eru møttir.

§ 5. Útgjald úr grunninum

Nevndin tekur allar avgerðir um upphædd og útgjaldingarhátt úr grunninum til limir í lógligum verkfalli. Hjálp og stuðul til annað endamál verður bert veittur eftir umsókn og tá nevndin metir, at nóg gott grundarlag er fyri hesi veiting.

§ 6. Fundir og gerðabók

Grunnurin er regluliga á skránni fyri nevndarfundirnar hjá Maskinmeistarafelagnum 2 ferðir um árið og førir nevndin gerðabók yvir virksemi grunnsins.

§ 7. Rokniskapur og grannskoðan

Roknskaparár grunnsins er álmanakkaárið. Roknskapur grunnsins verður á hvørjum ári grannskoðaður saman við roknskapi felagsins og lagdur fram á ársaðalfundinum til góðkenningar.

§ 8. Broytingar í viðtøkunum.

Broytingar í hesum viðtøkum kunnu bert gerast við góðkenning av aðalfundi felagsins. Nevndin kann taka stig til, at grunnurin verður avtikin, men slík avgerð skal góðkennast av aðalfundinum. Verður grunnurin avtikin, fellir peningurin, ið stendur í grunninum, til Maskinmeistarafelagið.

 

Einmælt viðtikið á aðalfundi tann 13.05.1995.

§ 3, pkt. 2 broytt á aðalfundi 25. mars 2000

§ 3, stk. 2 broytt á aðalfundi 24. mars 2001

§ 3, stk. 2 broytt á aðalfundi 8. apríl 2006

Orðið ”stýri” í øllum formum og samansetingum broytt til ”nevnd” á aðalfundi 8. mars 2008

§ 3, stk. 2 broytt á aðalfundi 12. mars 2016

Viðtikið tann

Einmælt viðtikið á aðalfundi tann 13.05.1995.

§ 3, pkt. 2 broytt á aðalfundi 25. mars 2000

§ 3, stk. 2 broytt á aðalfundi 24. mars 2001

§ 3, stk. 2 broytt á aðalfundi 8. apríl 2006

Orðið ”stýri” í øllum formum og samansetingum broytt til ”nevnd” á aðalfundi 8. mars 2008

§ 3, stk. 2 broytt á aðalfundi 12. mars 2016