Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum

Sjúka ella skaði.

Maskinmeistarar við føroyskum fiskiskipum. Rættindi í samband við sjúku ella skaða.

Tá maskinmeistari gerst sjúkur ella skaddur

Maskinmeistari við føroyskum fiskiskipi, sum verður óarbeiðsførur vegna sjúku ella skaða, hevur rætt til sjúkradagpening og tá skal umsókn sendast til Almannaverkið.

Umsóknarfreist

Freistin til lata inn umsókn um dagpening í samband við sjúku og skaða er í seinasta lagi 60 dagar aftaná fyrsta fráverudag. Kemur umsóknin inn seinni, verður dagpeningur veittur frá tí degi, umsóknin er móttikin. Tó kann, um serligar orsøkir tala fyri tí, víkjast frá 60 daga freistini. Sum serligar orsøkir er at rokna uttanífrá komandi hending, sum umsøkjarin ikki hevur ræði á og sum í avgerandi mun hevur forðað fyri, at umsóknin verður latin inn rættstundis.
Umsóknarbløð eru at finna her

Rætturin til dagpening

§ 7. Tann, ið seinastu 13 vikurnar undan sjúkrafráveruni hevur verið í løntum arbeiði í minst 120 tímar tilsamans, hevur rætt til dagpening frá 1. fráverudegi. Lægri tímatal kann í serligum førum brúkast um tað verður prógvað, at starvssetanin skuldi halda fram. Sí meira um rættin til dagpening á av.fo

Veitingargrundarlag

Dagpeningur verður í høvuðsheitum veittur í mun til inntøku seinastu fimm vikurnar undan fráveru. Arbeiðsgevarin eigur at greiða frá, um arbeiðsumstøðurnar í hesum tíðarskeiði eru ávirkaðar av serligum viðurskiftum. Um serlig viðurskifti eru, kann annað umboðandi grundarlag gevast, saman við frágreiðing um hetta. Persónur, ið vildi havt rætt til gjald úr ALS, um hann ikki gjørdust óarbeiðsførur, kann hava rætt til dagpening.

Ískoyti frá reiðara. Sáttmálin § 22, stk. 15

Verður ámynstraður skipari ella manning óarbeiðsførur, orsakað av arbeiðsskaða, sum er arbeiðsskaði sambært arbeiðsskaðatryggingingarlógini, hevur reiðari skyldu at rinda munin millum dagpeningaveitingina smb. grein 9, stk. 2 í dagpeningalógini og minstuløn sambært kunngerð um inntøkutrygd. Gjaldsskyldan hjá reiðara stendur við, inntil skipari ella manning aftur er førur fyri at arbeiða, tó í mesta lagi í 30 dagar.

Læknaváttan

Í samband við dagpeningaumsókn er læknaváttan neyðug. Í samband við skaða í arbeiði eigur Vanlukkutryggingin altíð at verða fráboðað.

Aldursmark

Rætt til dagpening hava persónar frá tí degi, teir eru vorðnir 16 ára gamlir. Hesin rættur dettur burtur frá tí 1. í mánaðinum eftir, at viðkomandi hevur fingið tillutað hægstu fyritíðarpensjón, fólkapensjón ella er fyltur 70 ár.

Ein nýggj skipan er eisini, at dagpeningur verður goldin til tey, hvørs børn ella hjúnarfelagi gerast álvarsliga sjúk, um tað av lækna verður mett neyðugt, at persónurin er um tann sjúka. 
Umsóknarbløð til sjúkradagpening kunnu heintast her

Við sjúku longri enn 140 dagar

Hjá teimum, sum eru sjúk longri enn 140 dagar, eru møguleikarnir forsorgarskipanin, avlamispensjón ella framskundað fólkapensjón. Her eiga fólk at venda sær til Almannaverkið og hennara deildir.

Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn

Grunnurin kann veita fíggjarligan stuðul til sjófólk, sum er vorðið óarbeiðsført av sjúku, og sum ikki kann fáa nøktandi fíggjarligan stuðul aðrastaðni.
Umsókn kann útfyllast her
Eisini ber til at heinta umsóknarblað í PDF formati niðanfyri.