13. jan. 2023
Tvey valevni til formanssessin.
Tað er nú greitt, at tvey valevni eru til formanssessin í Maskinmeistarafelagnum.
Teir uppstillaðu eru:
- Tummas Eli Høj Joensen, sum er verandi formaður, og
- Arnfinn Bech, sum starvast hjá Strandfaraskipum landsins.
Til nevndarval eru hesir uppstillaðir:
- Regin Meyer Olsen, Klaksvík
- Mortan Sólheim Thomsen, Klaksvík
- Arnfinn Bech, Tvøroyri
Brævatkvøður
Fram til aðalfundin, sum verður í mars mánað, ber til at atkvøða við brævatkvøðu á skrivstovu felagsins á Grønlandsvegi 58.
Opið er mánadag til fríggjadag frá kl 9 til kl 13.