Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
31. jan. 2023

Minningarorð um Poul Hera Selfoss.

Tað var ein sannur hvøkkur fyri okkum í Maskinmeistarafelagnum beint fyri nýggjár at frætta, at Poul Heri Selfoss, nevndarlimur okkara, brádliga var deyður 29. desember bara 34 ára gamal.

Minningarorð um Poul Hera Selfoss

Tað var ein sannur hvøkkur fyri okkum í Maskinmeistarafelagnum beint fyri nýggjár at frætta, at Poul Heri Selfoss, nevndarlimur okkara, brádliga var deyður 29. desember bara 34 ára gamal.

Eg kom at kenna Poul Hera ígjøgnum Maskinmeistarafelagið. Eg hitti hann á aðalfundinum í 2021, tá eg sjálvur bleiv valdur í nevndina, og hann stillaði upp sum tiltakslimur og bleiv valdur. Á aðalfundinum í fjør hitti eg hann aftur, og tá bleiv hann fyrstvaldur sum tiltakslimur, og var tí við á onkrum nevndarfundum. Men tá Ólavur Gunnarsson vegna nýtt leiðarastarv legði frá sær sum formaður seinni í fjør, og eg tók við sum formaður, fekk Poul Heri fast sæti í nevndini.

Hann var sera blíðlyntur, fyrikomandi og lættur at  koma í prát við, og tí var eisini lætt at koma at kenna Poul Hera, hóast mær bert untist at kenna hann í alt ov stutta tíð.

Tá nevndin umskipaði seg eftir formansskiftið, yvirtók Poul Heri míni ábyrgdarøki í nevndini, sum vóru Handilsskip, FAS og FMU, og hann røkti hesi til lítar.

Í øllum nevndararbeiðinum var hann nærlagdur og málsøkin og vísti altíð ein vilja at finna loysnir – alt eginleikar, sum eru sera góðir at hava, tá nevndararbeiði skal gerðast í einum felag sum Maskinmeistarafelagnum, ið fevnir so vítt, tá tað ræður um starvsøki og sáttmálar hjá limunum.

Poul Heri arbeiddi hjá Look North í Klaksvík, har hann og familjan búðu, og tað var altíð spennandi at hoyra hann greiða frá sínum arbeiði og framleiðslunihar. Ein merkti beinanvegin, at hann brendi fyri sínum arbeiði og sínum arbeiðsplássi. Eisini er mær sagt, at vóru teknisk ivamál á arbeiðsplássinum, so var Poul Heri ein tann besti at loysa slíkar uppgávur.

Sum heilt ungur var Poul Heri aktivur í ítrótti í Miðvágs Bóltfelag, MB, í barndómsbygdini Miðvági. Mínar royndir eru, at ítróttarfólk ofta hava serligar og góðar arbeiðseginleikar í øðrum virksemi enn bara ítrótti. At hetta eisini galt Poul Hera, sóu vit allir í nevndini, har alt arbeiðið hjá honum var merkt av ágrýtni og eldhuga.

Vit í Maskinmeistarafelagnum hava mist ein góðan nevndarlim og ein góðan við.

Vit vóru til jarðarferina og fingu eisini har at hoyra, at Poul Heri var eitt gott og arbeiðssamt menniskja og fyri arbeiðspláss sítt ein góður maður.

Ikki minni fingu vit at hoyra, at Poul Heri var ein stak góður og stuðlandi pápi og maður.

Vit í Maskinmeistarafelagnum hava ta djúpastu samkenslu við tykkum øllum, Susan og børnini Elspa Mia og Jónhard, og mátti Várharra troysta og styrkt tykkum í tykkara stóra sakni og sorg eftir missin av ein góðum pápa og manni.

Við hesum vilja vit í Maskinmeistarafelagnum lýsa frið yvir tey góðu minnini, sum vit hava um skilamannin Poul Hera Selfoss.

Vegna nevnd og umsiting í Maskinmeistarafelagnum

Tummas Eli Høj Joensen, formaður