Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
15. mar. 2023

Formansfrágreiðing til aðalfundin 11. mars 2023.

Inngangur

Fyrst av øllum vil eg bjóða tykkum øllum, hjartaliga vælkomin á aðalfundin hjá Maskinmeistarafelagnum her á Hotel Hafnia.

Í desember mánað komu tey syrgiligu boð, at nevndarlimur okkara Poul Heri Selfoss andaðist bert 34 ára gamal.

Vit fara tí at byrja fund okkara við at halda tøgn í eitt minutt til minnis um Poul Hera Selfoss.

--

Nú er ein tíð liðin, síðan eg av heilt serligum orsøkum tók við sum formaður í Maskinmeistarafelagnum tann 1. september 2022, og má eg siga, at tíðin síðan tá hevur verið sera spennandi, hendingarrík og ikki minst lærurík fyri meg persónliga.

Sum tit øll vita, valdi Ólavur at taka við øðrum starvi og fór tí frá í ótíð; hetta stillaði nevndina í eina støðu, sum mátti loysast so ella so.

Nevndin og vit øll vistu, at felagið skuldi ígjøgnum drúgvar samráðingar í oktober, so alneyðugt var at bera skjótt at, og tað var eisini í huganum at hava onkran at føra hetta víðari, sum hevði verið við til slikt áður.

Valið stóð tí ímillum:

- at hava eyka aðalfund og velja ein nýggjan formann.
- velja ein formann fyri restina av formanskeiðinum hjá Ólavi ella
- sum eg sjálvur vildi tað, ein ið skuldi sita til komandi aðalfund.

Eg helt, at ein formaður í felagnum skuldi vera ein, sum er valdur av limunum, og tí bleiv uppskot 3 valt.

Onkur mátti so taka sær av formanssessinum til komandi aðalfund, og tá næstformanninum barst frá, og eg kundi laga míni arbeiðisviðurskifti soleiðis, at tað bar til at røkja formansstarvið eisini, bleiv tað til, at eg eftir áheitan játtaði at taka við sum formaður við treytum, sum vóru, at øll viðurskifti vórðu at rokna, sum um eg var ein valdur, fulltíðarsettur formaður.

Á nevndarfundi tann 16. august bleiv eg so valdur av nevndini til fulltíðarsettan formann fram til komandi aðalfund, og annars varð eg frítt stillaður, hvussu eg skipaði arbeiðið – eisini við atliti at at vera til staðar á skrivstovuni.

Eyðbjørn Larsen advokatur metti, at omanfyri nevnda tilgongd til formansskiftið ikki er í andsøgn við galdandi lóg fyri Maskinmeistarafelagið.

Eg havi so fyri tað mesta verið á skrivstovuni hjá felagnum og tikið mær av øllum uppgávunum, sum ein formaður ger.

Og eg má siga, at tað hevur verið mær ein fragd at arbeitt saman við øllum hesu sera fittu fólkunum, ið ein javnan hittir á kontórinum.

Uppstilling

Eg var leingi ivasamur um, hvørt eg skuldi stilla upp til formann til núverandi aðalfund, tí eg havi eitt gott starv framanundan. Eg bíðaði til seinastu freist og stillaði so upp, tí eingin annar stillaði upp, hettar var fyrrapart á degi 15/12, men seinnapartin sama dag fingu vit ein teldupost, har Arnfinn Bech bjóðaði seg fram sum formansvalevni – mann kann siga, at ”mission completed”, eg siti sum formaður til tann 11. mars, og so tekur ein av limunum ”valdur formaður” við.  Eg gjørdi tí av, tá eitt sindur av tíð var fráliðin, at taka meg aftur sum formansvalevni.

So eftir hendan fundin eitur formaðurin Arnfinn Bech, og eg fari í hesum sambandi at ynskja honum til lukku við starvinum og heita á hann um at røkja starvið við størstu virðing og eyðmjúkleika mótvegis øllum samstarvsfeløgum.

Samráðingar

FMR (Fíggjarmálaráðið) og KAF (Kommunala Arbeiðsgevarafelagið) 

Vit hava ikki færri enn fýra sáttmálar við FMR, hesir eru fyri alment settar maskinmeistarar á landi, har eitt nú maskinmeistarar eru á Arbeiðseftirlitinum, sjúkrahúsunum og hjá Landsverki, og teir við  Strandfaraskip Landsins, Vørn og Jákup Sverra.

Hesir gingu út 1. oktober í 2022, og eitt tað fyrsta, ið eg sum formaður saman við restini av nevndini fór í holt við, var at gera klárt til hesar samráðingarnar.

Tá 1. oktober kom, vóru vit klárir, og onkur feløg vóru kallað til samráðingar, og vit skuldu so koma, eftir at hesi feløgini vóru liðug.

Tíðin gongur, og vit frætta einki; men knappliga var órógv á tí politiska økinum, og val bleiv útskrivað. Hettar merkti so, at ongar samráðingar skuldu byrja, fyrrenn eitt landstýrisfólk var sett á fíggjarøkinum. Seinni var forðingin, at 37 tímar arbeiðsvika skuldi gjøgnumførast við øllum, sum tí hoyrir til, og tí mátti eg saman við nevndini bara staðfesta, at alt stóð í stað í løtuni. Møguliga verður okkurt í apríl mánað.

Samráðingar í árinum, sum fór

Samráðingar millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Reiðarafelag

Samráðingar millum Føroya Reiðarafelag og Maskinmeistarafelag byrjaðu tann 3. mars 2022.
Partarnir handaðu síni krøv tann 3. mars, og dagin eftir var næsti fundur.

Manningarfeløgini høvdu hesaferð avtalað ikki at samráðast saman, men eftir eftir ynski frá Føroya Reiðarafelag varð tó skipað fyri einum felags fundi tann 17. mars 2022.

Samráðingarnar vóru so felagssamráðingar frá hesum fundinum at rokna.

Hesar samráðingar gingu tó ongan veg, og endaðu tær við, at ein semja var gjørd tann 23. apríl 2022 um at leingja henda sáttmálan við einum ári til tann 1. apríl 2023, og semja varð eisini um at skriva eitt protokollat, ið hevði við landingarútreiðslur gera.

Privat virki á landi, FAG (Føroya Arbeiðsgevarafelag)

Her er talan um privat settar maskinmeistarar á landi, og gjørdist her, samanborið við aðrar sáttmálasamráðingar, vit høvdu í farna ári, talan um rættiliga skjótar og effektivar samráðingar.

Krøvini blivu handað 14. mai, og longu 17. juni 2022 samdust partarnir um at skriva undir nýggjan tvey ára sáttmála við einari lønarhækking uppá 3,80 prosent fyrra árið og 4,04 prosent seinna árið.

Semjan byggir á sama karm, sum bleiv lagdur, tá FAG og Føroya Arbeiðarafelag gjørdu semju herfyri.

Lønarhækkingin er 3,80 prosent 1. juni 2022 og 4,04 prosent 1. juni 2023.

Harumframt eru aðrar broytingar gjørdar. Eitt nú er lønartalvan longd við seks stigum, ásetingin um yvirtíðargjald er nágreinað, og ásetingin um avloysing í hægri starvi stytt við tveimum døgum, úr fimm niður í tríggjar dagar.

Nýggj áseting um eginavtalur er eisini við í semjuni.

RFH (Reiðarafelagið fyri Handilskip)

Á hesum økinum hava vit eisini havt samráðingar og eru nýliga komnir á mál; hetta tók langa tíð, og nógv var togað aftur og fram.

MF, FSN og FF stóðu frá byrjan av saman um, at vit skuldu hava bæði ámynstringardagin og avmynstringardagin at rokna sum +dagar. MF, FSN og FF meina, at hetta kom uppá pláss í seinastu samráðingum, men tað er tíverri staðfest av feløgunum, at RFH ikki hevur sama forstáðilsi fyri hesum, teir vísa hesum blankt aftur. Vit høvdu við í okkara uppleggi til samráðingar at fáa tekstin í sáttmálanum skrivaðan um, so eingin ivi skuldi verða um tulkingina. FSN hevði hetta sum krav til samráðingarnar og FF tað sama. Feløgini fóru so til samráðingar við tí í hyggju at fáa hetta loyst hesa ferð. Tá tosað varð um at halda uppá hetta sum felags krav, legði MF, áðrenn samráðingarnar byrjaðu, dent á, at vit ikki fóru í arbeiðssteðg fyri at fáa hendan tulkingarspurningin uppá pláss; tí tulking hoyrir til í einum gerðarrætti, so vit skuldu standa saman, til tað kom at mørkum, ella rættari sagt, at bert arbeiðsteðgur var eftir at brúka fyri at fáa hettar uppá pláss. FSN hevði ikki sagt sáttmálan upp og kundi tí ikki fara í arbeiðsteðg, og so vóru vit, FF og MF, eftir í samráðingarhølunum. Feløgini bæði valdu so at gera semju um tað, sum vit vóru samd um.

Og sáttmálin gav so fyri okkum:

Lønarhækkingin er 3,8 prosent fyrra árið, 4,05 prosent seinna árið, og yvirtíðarsatsurin bleiv broyttur frá at vera 20 prosent til at vera 25 prosent.

Eisini komu tænastuskip í alivinnuni, sum eru skrásett undir FAS, undir frálandasáttmálan, og hetta merkir eina heilt stóra hækking í grundlønini hjá okkara limum í hesi vinnuni.

Norðurlenskt samstarv NMF

Her er talan um norðurlenkst samstarv, har vit regluliga sparra við hini maskinmeistarafeløgini, og eg haldi, at hetta netverkið hevur stóran týdning fyri allar partar. Túrurin, sum eg var við á, var í Stokkholm, og eg má siga, at hetta var gevandi. Formaðurin í MF hevði eitt lítið innslag um komandi orkuskipanir umborð á skipum, og hvussu langt hesar skipanir eru komnar, og hvussu stóran týdning tær hava fyri umhvørvið.

LÍV

Her hava verið nógvir fundir, og endaðu vit við at skriva undir nýggja avtalu í desember 2022. Vil mann blíva limur í tryggingini eftir 1/1-2023, er neyðugt at útfylla eitt spurnarskema við átta spurningum fyri at blíva ein partur av hesi trygging.

Og gjaldið fór frá at vera 300 krónur til at vera 350 krónur, hetta tí at undirskotið tíverri hevur verið alt ov stórt í longri tíð; men tíbetur, flatar tann kurvan út so tað verður kanska balansi í aftur, tá ein tíð er fráliðin.

Eg vil her heita á tykkum um at tryggja tykkum, at tit eru partur av einari slíkari trygging, tí mann veit ongantíð, hvat nornan spinnur á okkara lagnutráð.

Útbúgving av maskinmeistarum

Seinasta árið eru 32 maskinmeistarar komnir út av Vinnuháskúlanum, ávikavist í juni 2022 og nú í januar 2023. Formaðurin var sum vanligt til staðar á hesum hátíðarhaldunum, har hann handaði heiðursgávu og helt røðu.

Heimasíðan

Sjøtul er settur á at fáa eina aðra og kanska meira tíðarhóskandi heimasíðu. Vit hava heinta tilboð inn, men eru so ikki enn komnir til nakra niðurstøðu um, hvat valið skal verða.

Eisini er tað at siga, at hettar nýtist ikki at gerast í skundi, tí heimasíðan, sum er, virkar væl.

Skrivstovuarbeiðið

Arbeiðið á skrivstovuni hevur gingið sera væl, fólkini á kontórinum eru góð at samstarva við og so sera dugnalig til uppgávurnar, so tað ger gerandisdagin sera hugaligan.

Vit hava havt onkur limamál í farna ári, har ymiskar útleggingar hava verið av somu søk, hetta hevur skapt spentar støður, sum hava gjørt, at felagið er komið uppí. Við felagnum sum millummanni hevur tað í nøkrum førum borið til at finna semjur, og onkur mál eru tíverri, har ikki er komið á mál enn; vónandi loysast hesi, uttan at neyðugt verður at fara víðari við málunum.

Hvat tí peningaliga viðvíkur, er felagið væl konsoliderað, sum roknskapurin eisini vísir, og við verðandi virksemi hongur raksturin væl og virðiliga saman.

Tað er umráðandi at hava nakað at standa ímóti við, og haldi eg, at vit eru rímiliga væl fyri at takla avbjóðingar, um tað skuldi gjørst neyðugt.

Hvat limatali viðvíkur, so tykist talið at vera støðugt og kanska økjandi. Soleiðis vóru tað 765 skrásettir limir pr. 23 februar 2023, harav 597 virknir og 168 hvílandi limir.

Eitt, sum gleðiligt er, er, at tað ikki er so sjáldan, at limir vitja á skrivstovuni, onkuntíð eftir avtalu, har viðkomandi vil umrøða okkurt saman við okkum, men eisini tá onkur leggur leiðina framvið til eitt óformelt maskinmeistaraprát. Hettar havi eg hildið vera sera gagnligt, og fær mann á henda hátt eisini lodda dýpið, hvussu støðan er innan fakið.

Samanumtikið tykist tað liggja í kortunum, at eftirspurningurin eftir maskinmeistarum bara fer at vaksa, serliga við tað, at eyguni veruliga eru latin upp fyri hesum fjøltáttaða multitaskaranum, og hvat hann kann brúkast til. Soleiðis er hann alt meira vanligur at síggja á nýggjum starvsøkjum her á landi, eitt nú innan prosjektleiðslu og á størri verkætlanum.

Takk fyri tíðina

At enda vil eg takka fyri, at tit lýddu á. Um so er, at tit kundu hugsað tykkum at fingið nágreinað okkurt meira, so eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við felagið, so vit kunnu avtala ein fund um tykkara viðurskifti.

Endamálið hjá felagnum er sjálvandi, sum altíð, at styrkja og verja rættindi og kor hjá limum okkara, og í hesum føri verður tað ein partvíst nýggj nevnd og nýggjur formaður, sum fara at taka sær av hesum.

Eg vil at enda hjartaliga takka nevnd, starvsfólki og limum felagsins fyri tað álit, ið varð sýnt mær, nú eg havi sitið sum fyribilsformaður síðan 1 september 2022, og starvstíðin fer altíð at hava eitt serligt pláss í mínum hjarta og minni.

Takk fyri og framhaldandi góðan fund øll somul.

Vinarliga
Tummas Eli Høj Joensen