Norðurlendskt samstarv um førleikar, tilbúgving og framtíðina hjá sjóvinnuni..
Maskinmeistarafelagið var 6.–8. oktober vertur fyri NMF-fundi í Klaksvík, har umboð fyri norðurlendsk fakfeløg hittust at umrøða felags avbjóðingar og møguleikar innan sjóvinnuna.
Á fundinum varð millum annað umrøtt, hvussu Norðurlond kunnu tryggja nóg mikið av væl útbúnum maritimum starvsfólkum í framtíðini. Stórur dentur varð lagdur á útbúgving, rekruttering, arbeiðskor, STCW-førleikar og týdningin av at varðveita fólk í sjóvinnuni.
Geopolitiska støðan og tilbúgving vóru eisini ovarlaga á skránni. Luttakararnir vóru samdir um, at skip og tonsatal í sjálvum sær ikki tryggja veitingartrygd. Uttan kvalifiserað fólk at reka skipini er eingin verulig maritim tilbúgving.
Eisini varð grøna orkuskiftið við nýggjum brennievnum sum hydrogen og ammoniak umrøtt. Her var boðskapurin greiður: nýggj tøkni má ikki verða sett í verk skjótari enn trygd, útbúgving og førleikar fylgja við.
Á øðrum fundardegi hevði føroyska fyritøkan Green IQ framløgu um eina praktiska loysn til reinsing og sundurskiljing av olju og vatni umborð á skipum. Framløgan var eitt gott dømi um, hvussu praktiskar royndir hjá maskinmeistarum kunnu gerast til ítøkiligar loysnir, sum betra um trygd, rakstur og umhvørvi.
Niðurstøða fyri fundin:
“Ein sterk sjóvinna krevur meira enn skip og nýggja tøkni. Hon krevur væl útbúgvin fólk við røttu førleikunum og góðum arbeiðskorum. Rekruttering byrjar við virðing fyri yrkinum, og tilbúgving byrjar við førleikum. Tí er norðurlendskt samstarv týdningarmiklari enn nakrantíð.”
Fundurin í Klaksvík staðfesti, at nógv av teimum stóru avbjóðingunum hjá sjóvinnuni eru felags fyri Norðurlond. Tí verður samstarvið í NMF framhaldandi ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Maskinmeistarafelagnum.