Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
02. okt. 2026

Altjóða samstarv skal styrkja trygd, rættindi og fakligar førleikar á innansigling.

Maskinmeistarafelagið hevur luttikið á ITF Inland Navigation Conference í Panama City 1.–2. oktober 2026. Ráðstevnan savnaði fakfeløg og serfrøðingar úr fleiri londum at viðgera arbeiðsumstøður, trygd, útbúgving, fakligar førleikar og framtíðina hjá teimum, sum arbeiða á áum, vøtnum, kanalum og øðrum innansiglingarleiðum.

Ráðstevnan varð hildin undir heitinum Moving the World Forward, og eitt týðiligt høvuðsevni var, at tøknilig trygd og góð arbeiðskor ikki kunnu síggjast sum hvør sítt mál. Tryggari sigling krevur bæði væl útbúgvið fólk, nøktandi manning, hvíld, skipað arbeiðsviðurskifti og greiðar reglur.

Hetta samsvarar eisini við niðurstøðurnar frá ILO-arbeiðinum um innansigling. Har verður millum annað víst á avbjóðingar við veikum lógarverki, manglandi sømiligum arbeiðskorum, førleikatørvi og trygdarváða í sambandi við grøna og nýggja tøkni. Samstundis verður sosial samrøða millum fakfeløg, arbeiðsgevarar og myndugleikar mett sum eitt týðandi amboð til at betra arbeiðskorini.

Útbúgving og faklig viðurkenning

Eitt evni, sum hevur serligan áhuga fyri Maskinmeistarafelagið, er útbúgving og faklig viðurkenning.

Á ráðstevnuni varð skotið upp at styrkja regionalt samstarv um útbúgving, førleikakrøv og góðkenning av fakligum førleikum. Dentur varð lagdur á trygd, tilbúgving, fyribyrging av møði, nýggja tøkni og rættindi hjá starvsfólkum.

Endamálið er ikki at lækka verandi krøv, men heldur at tryggja greiðar og gjøgnumskygdar skipanir, har fakligir førleikar kunnu viðurkennast, samstundis sum høg trygdar- og útbúgvingarkrøv verða varðveitt.

Hetta er eisini viðkomandi í einum føroyskum høpi. Maskinmeistarar og onnur tøkniliga útbúgvin sjófólk arbeiða í einum alt meira altjóðagjørdum arbeiðsmarknaði, og tí hevur tað stóran týdning, at útbúgving, førleikar og faklig ábyrgd verða viðurkend og vard.

Stórur munur á reglum kring heimin

Ein framløga um ferjusigling vísti, hvussu ymiskar skipanirnar eru frá landi til land.

Australia varð nevnt sum dømi um, at tað ber til at savna eitt sundurbýtt regluverk í eina felags skipan. Áðrenn 2013 vóru átta ymiskar skipanir fyri innanlands vinnulig før, meðan landið síðani fór yvir til eina samlaða tjóðarskipan.

Samanberingar við lond í Asia vístu samstundis, hvussu stórur munur kann vera á krøvum og eftirliti.

Boðskapurin var greiður: felags og bindandi minstukrøv kunnu hava stóran týdning fyri bæði ferðafólk og manning. Hetta snýr seg ikki bara um sjálvt farið. Manningartal, arbeiðstíð, hvíld, løn, útbúgving og arbeiðsumhvørvi hava beinleiðis samband við trygdina.

ILO og tørvurin á sterkari altjóða verju

ILO hevur í fleiri ár arbeitt við viðurskiftunum hjá teimum, sum starvast í innansigling. Á ráðstevnuni varð víst á tørvin á samstarvi millum lond, serliga tá somu áir og siglingarleiðir ganga tvørtur um landamørk.

ILO hevur millum annað mælt til betri trygd og heilsuvernd, sterkari eftirlit, sosiala trygd, sosiala samrøðu og átøk móti førleikatrotinum í vinnuni.

Arbeiðstíð er framvegis eitt týðandi evni. ILO vísir á, at samstarv millum lond, sum hava felags áir og vatnleiðir, kann vera serliga týdningarmikið fyri at fyribyrgja vánaligum arbeiðskorum og tryggja betri verju av starvsfólkunum.

Panamakanalin var eitt av høvuðsevnunum á ráðstevnuni. Framløgan vísti á sambandi millum arbeiðstíð, hvíld, manning og trygd.

Kvinnur skulu hava størri leiklut

Ráðstevnan samtykti eisini eitt uppskot um Women’s Participation, Leadership and Safety in Inland Navigation.

Endamálið er at fáa fleiri kvinnur inn í vinnuna – bæði í operativ, tøknilig og leiðandi størv – og samstundis tryggja eitt arbeiðsumhvørvi uttan mismun, harðskap og happing.

Arbeiðast skal eisini við leiðslumenning, fakfelagsligari luttøku og betri møguleikum hjá ungum kvinnum at velja sær eina framtíð í vinnuni.

Panama setti karm um ráðstevnuna Jackeline Muñoz de Cedeño, arbeiðs- og arbeiðsmarknaðarráðharri í Panama (Ministra de Trabajo y Desarrollo Laboral), var umboð fyri panamensku stjórnina í sambandi við ráðstevnuna. Hennara luttøka gav fundinum eina týðiliga almenna og politiska tyngd og undirstrikaði týdningin av sosialum dialogi, sømuligum arbeiðskorum og samstarvi millum myndugleikar, arbeiðsgevarar og fakfeløg.

Felags avbjóðingar krevja felags loysnir

Ráðstevnan vísti eisini, hvussu ymisk arbeiðsviðurskiftini eru kring heimin.

Í Suðuramerika varð serligur dentur lagdur á Paraguay–Paraná vatnleiðina og Amazonas. Har verður arbeitt við at styrkja fakfelagsliga skipan, arbeiðsvernd og samstarv tvørtur um landamørk.

Í Evropa verður arbeitt við einum felags ITF/ETF átaki innan vaksandi river-cruise vinnuna. Málið er millum annað at styrkja fakfelagsliga umboðan og økja um útbreiðsluna av kollektivum sáttmálum.

Arbeiðsætlanin hjá ITF fyri 2024–2029 leggur eisini dent á rættindi, javnstøðu, arbeiðstrygd, framtíðar førleikar og burðardygga flutningsvinnu.

Maskinmeistarafelagið er partur av ITF

Maskinmeistarafelagið er limur í International Transport Workers’ Federation (ITF), og tí er tað týdningarmikið hjá felagnum at vera við, har altjóða mál fyri arbeiðskor, trygd og fakligar førleikar verða viðgjørd.

Hóast føroysk viðurskifti á nógvum økjum eru øðrvísi enn tey, sum vórðu lýst úr øðrum pørtum av heiminum, eru fleiri av høvuðsevnunum tey somu: trygg manning, faklig útbúgving, hvíld, arbeiðsumhvørvi, kollektivir sáttmálar og virðing fyri fakligum førleikum.

Fyri Maskinmeistarafelagið er altjóða samstarvið tí eisini ein møguleiki at fylgja gongdini, ávirka menningina og tryggja, at sjónarmiðini hjá maskinmeistarum og øðrum tøkniligum fakbólkum verða hoyrd, tá framtíðar krøv til sjóvinnu og innansigling verða myndað.

Fleiri myndir.