Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
30. sep. 2026

Trygd og arbeiðskor á breddanum í Panama.

Trygd, manning og arbeiðskor vóru á skránni á fiskivinnuráðstevnuni hjá ITF í Panama 29. og 30. september 2026. Evnini fevndu bæði um gerandisdagin umborð og altjóða samstarvið um rættindi hjá fiskimonnum.

Maskinmeistarafelagið er sjálvstøðugur limur í ITF, International Transport Workers’ Federation, sum er ein altjóða fakfelagssamgonga innan flutningsvinnuna. MF er sostatt partur av einum fakfelagsligum samstarvi, sum røkkur tvørtur um landamørk.

Á ráðstevnuni vóru arbeiðs- og hvíldartíð, nøktandi manning og fyribyrging av møði og vanlukkum millum evnini. Í upplegginum til dagførda manningarstevnu hjá ITF varð dentur lagdur á, at manningin skal vera nøktandi til tryggan rakstur bæði á sjónum og í havn. Arbeiðið við stevnuni heldur fram.

Fyri maskinmeistarar eru eisini evnini um larm, ristingar, verndarútgerð og váðameting viðkomandi. Hesi vóru partur av trygdar- og heilsutilfarinum saman við upplæring, sálarligari heilsu og fyribyrging av happing og ágangi umborð.

Eisini var ábyrgdin fyri arbeiðskorunum gjøgnum alla veitingarketuna á breddanum. Framløgurnar vístu á samstarv við fyritøkur um arbeiðsumhvørvi, fakfelagslig rættindi og viðurskiftini, tá manning verður sett í starv.

 

Fleiri myndir.