23. okt. 2026
Uppstilling til nevndarval 2027.
Maskinmeistarafelagið hevur ársaðalfund 13. mars 2027.
Nevndarval: Til tess at limir, ið ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu velja við brævatkvøðu, ber til at seta fram uppskot til nevndarlimir og skulu tey vera felagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi:
15. desember 2026.
Tó kunnu uppskot til nevndarlimir eisini skjótast upp á sjálvum aðalfundinum.
Uppskot til nevndarlimir skulu sendast sum bræv til: Maskinmeistarafelagið, Grønlandsvegur 58, Postboks 3238, Fo-110 Tórshavn ella við at senda teldubræv til: mf@mf.fo
Limir hava rætt til at atkvøða við brævatkvøðu á felagnum 3 mánaðir undan aðalfundinum.