Maskinmeistarar fingu prógv.
8 Maskinmeistarar fingu handað prógv á Vinnuháskúlanum í dag
Á hugnaligari samkomu á Vinnuháskúlanum í dag fingu átta maskinmeistarar handað prógv. Hesir eru nú lidnir við sína útbúgving og eru klárir til nýggjar avbjóðingar.
Hátíðarløtan á Vinnuháskúlanum savnaði lesandi, familju, starvsfólk, umboð úr fakfeløgum og vinnuni til eina hugnaliga samkomu.
Hátíðarhaldið byrjaði við, at stjórin á Vinnuháskúlanum bjóðaði vælkomin. Eftir hetta var prógvahandan og síðani vórðu virðislønir latnar.
Hátíðarhaldið helt fram við røðum og sangi, har millum annað landsstýrismaðurin í Mentamálum Bárður á Lakjuni helt røðu.
Somuleiðis helt næstformaðurin í Maskinmeistarafelagnum eina góða og viðkomandi røðu, har hann vísti á stóra týdningin av útbúgvingunum og ynskti nýútbúnu Maskinmeistarunum alt tað besta á teirra leið.
Mynd: Regin M. Olsen, næstformaður, handar Dávid á Marknagili ídnisgávu frá Maskinmeistarafelagnum.
Maskinmeistararnir eru:
Dávid á Marknagili
Eiler Ludvig Jacobsen
Ísakur Eyðunsson Olsen
Jan í Nesinum
Meinhard Mikkelsen
Petur Ovi Jógvansson Mørkøre
Rani Isaksen
Sigurð Fríði Fróðason
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Rani Isaksen fekk eitt ur frá Skansi Offshore
Petur Ovi Jógvansson Mørkøre fekk ein grindaknív frá S.E.V.
Dávid á Marknagili fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagnum
Maskinmeistarafelagið ynskir øllum teimum nýútbúnu maskinmeistarunum hjartaliga til lukku við prógvunum og alt tað besta í framtíðini.
Í sambandi við hátíðarløtuna nýtti Maskinmeistarafelagið høvið at bjóða øllum maskinmeistarum til kunnandi fund hósdagin 25.06.2026 kl. 17.00.
Á skránni verður millum annað kunning um ymisk sáttmála-, fakfelags- og tryggingarviðurskifti.
Okkurt ábit verður at fáa.
