Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
18. jun. 2026

Semja undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið.

Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava gjørt semju um nýggjan tvey ára sáttmála

Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru komin ásamt um nýggjan tvey ára sáttmála fyri Maskinmeistarar í vinnu á landi. Talan er um sama lønarkarm sum í semjuni við arbeiðarafeløgini 1. mai í ár. Semjan hevur við sær, at lønin hjá Maskinmeistarum í vinnu á landi hækkar 3,95% 1. juni 2026 og 4,00% 1. juni 2027.

Sáttmálin og lønartalva verða dagførd í næstum.

Alvi Hjelm, ráðgevi í Vinnuhúsinum og Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum undirskrivað semju.