Formaðurin: Ikki óvæntað at málið um Glacy var slept.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum heldur tó ikki, at frágreiðingin hjá ákæruvaldinum er sannførandi
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er ikki ovfarin, nú ákæruvaldið hevur boðað frá, at málið um opna hekkuportrið hjá Galaxy 1. septembur í fjør, er slept.
Fyrradagin segði Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, at hóast at tað kundi staðfestast, at hekkuportrið á Galaxy var opið á túrinum til Suðuroyar 1. septembur í fjør, so kundi tað ikki prógvast, at portrið var opið við fráferð.
Men tað heldur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum ikki vera eina sannførandi frágreiðing.
Og Arnfinn Bech hevur ikki álit á, at logbókin hjá Galaxy er álítandi tann dagin, skipið sigldi við opnum hekkuportri.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her