30. apr. 2026
Sáttmálin við Reiðarafelagið er longdur..
Sáttmálin við Reiðarafelagið fyri fiskiskip er longdur til fríggjadagin 15. mai á midnátt
Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri fiskiskip hava í kvøld gjørt av at leingja sáttmálan millum partarnar til fríggjadagin 15. mai á midnátt.
Feløgini hava tørv á at kanna nøkur viðurskifti nærri og eru partarnir í ítøkiligum samráðingum.