Obligatorisk samlagstrygging samtykt í Maskinmeistarafelagnum.
Allir limir fáa nú trygging uttan krav um heilsuupplýsingar Maskinmeistarafelagið hevur á aðalfundi 14. mars samtykt at gera samlagstryggingina obligatoriska fyri allar limir. Uppskotið varð samtykt við stórum meiriluta, og nýggja skipanin kemur í gildi 1. juli 2026. Við broytingini verða allir limir sjálvvirkandi fevndir av samlagstryggingini, uttan at lata heilsuupplýsingar. Higartil hevur verið kravt, at limir svaraðu fleiri heilsuspurningum fyri at kunna tekna trygging.
Á aðalfundinum legði nevndin fram uppskotið, og í tí sambandi greiddi Jan Jacobsen, stjóri hjá Lív, frá nýggju skipanini. Eftir kjak og spurningar frá limunum varð málið lagt til atkvøðugreiðslu, har greið undirtøka var fyri uppskotinum.
Arnfinn bech formaður og Jan Jacobsen Stjóri í Lív undurskriva nýggju avtalu um samlagtrygging tann 25. Mars 2025
Formaðurin í felagnum Arnfinn Bech fegnast um úrslitið:
– Hetta er ein stór og týðandi framgongd fyri okkara limir. Við hesi skipan tryggja vit, at øll fáa somu trygd, uttan mun til heilsustøðu, og tað styrkir um felagsskapin, sigur hann.
Ein av høvuðsbroytingunum er, at tryggingin einans fevnir um tann einstaka limin. Maki og samlivari verða sostatt ikki fevnd av skipanini. Samstundis er skipanin við gjaldsundantøku galdandi í upp til trý ár, um arbeiðsførið verður mist.
Limir hava tó framvegis møguleika at tekna eyka trygging, um teir ynskja hægri tryggingarupphæddir enn tað, sum er í standardavtaluni.
Broytingin fær serliga týdning fyri teir limir, ið ikki frammanundan hava eftirløn ella samlagstrygging hjá Lív. Hesir skulu framyvir tekna obligatorisku samlagstryggingina hjá felagnum. Samstundis verður staðfest, at broytingin ikki ávirkar, hvar limir velja at hava sína eftirløn, sum framvegis er eitt frítt val.
Maskinmeistarafelagið fer nú at senda út nærri kunning til limirnar um nýggju skipanina. Limir eru sjálvandi eisini vælkomnir at venda sær til felagið, um spurningar eru.