Nevndin fekk fullan stuðul til broytingar.
Uppmøtingin á aðalfundinum hjá Maskinmeistarafelagnum var góð. Aðalfundurin samtykti at lata lægsta aldur fyri óvirknar limir fylgja fólkapensjónsaldrinum, at tekna kravda samlagstrygging fyri allar limir og at dagføra limagjaldið. Andrass H. Poulsen og Rói S. Patursson eru nýggir tiltakslimir
Hóast rættiliga fitt var á skránni, gekk tað væl at avgreiða aðalfundin hjá Maskinmeistarafelagnum á Hotel Hilton í Havn leygardagin. Tað gekk eisini hampuliga skjótt, og ein orsøk til tað mundi vera, at ongar broytingar skuldu gerast í sjálvari nevndini og formansskapinum.
Fyrsta trý ára formansskeiðið hjá Arnfinni Bech rann annars út í ár, so hann stóð fyri vali, men tá freistin at stilla upp var úti 15. desember, var hann einasta formansvalevni. Tískil var longu tá greitt, at hann kann halda fram sum formaður næstu trý árini.
Ongin bjóðaði Arnfinni Bech av um formanssessin
Magni G. Joensen og Rógvi K. Hansen stóðu fyri vali til nevndina og høvdu boðað frá, at teir tóku við afturvali. Ongin annar hevði boðað frá uppstilling, áðrenn freistin fyri uppstilling áðrenn aðalfundin var úti 15. desember, men tað ber tó til at stilla upp til nevndina á sjálvum aðalfundinum. Leygardagin var tað tó ongin annar, sum bjóðaði seg fram, so teir báðir blivur eisini afturvaldir uttan atkvøðugreiðslu.
Magni G. Joensen (myndin) og Rógvi K. Hansen blivu afturvaldir í nevndina uttan mótvalevni. Rógvi siglir og kundi ikki vera við á aðalfundinum hesa ferð
Nýggir tiltakslimir
Tveir nýggir tiltakslimir blivu tó valdir í staðin fyri Mortan Sólheim Thomsen og Ólav J. Østerø, sum hava verið tiltakslimir hetta seinasta árið. Mortan hevði ikki bjóðað seg fram aftur, og var heldur ikki til staðar á aðalfundinum, men Ólavur stillaði upp aftur og aftur at honum Andrass H. Poulsen og Rói S. Patursson. Tá av tornaði, var Rói fyrstvaldi tiltakslimur og Andrass næstvaldi.
Atkvøðast skuldi eisini um onnur týðandi mál. Í tveimum teirra var neyðugt at broyta viðtøkurnar.
Annað av hesum málunum snúið seg um at broyta verandi sjálvbodnu samlagstrygging hjá LÍV til eina nýggja kravda samlagstrygging fyri allar virknu limir felagsins og juniorlimirnar. Ein stórur fyrimunur við kravdu samlagstryggingini er, at tryggingartakarin ikki longur verður kravdur eftir heilsuupplýsingum.
Jan Jakobsen, stjóri í LÍV, greiddi frá um nýggju kravdu samlagstryggingina
Hitt málið snúið seg um at lata aldursmarkið fyri óvirknar limir fylgja fólkapensjónsaldrinum. Higartil hava viðtøkurnar ásett, at maskinmeistarar skuldu hava fylt 67 ár fyri at gerast óvirknir limir. Broytingin leggur upp fyri komandi broytingum í fólkapensjónsaldrinum.
Bíligur limaskapur
Bæði uppskotini blivu samtykt við stórum meiriluta, og tað bleiv nevndaruppskotið um at dagføra limagjaldið eisini. Síðan 2000 hevur minsta limagjaldið verið óbroytt 240 krónur um mánaðin ella 2.880 krónur um árið. Aðalfundurin samtykti at prístalsjavna gjaldið, so tað frameftir verður 3.600 krónur um árið. Samstundis verða virknir limir og limir yvir 60 ár javnsettir, so at teir allir rinda sama minstagjald. Fyri aðrar limir verður limagjaldið framvegis eitt prosent av lønini.
Arnfinn Bech segði, at hóast tað kundi verið ynskiligt, at limagjaldið var sama fasta krónutalið fyri allar limir, so var tað ikki fíggjarliga ráðiligt. Hann legði tó dent á, at Maskinmeistarafelagið við sínum limagjaldi upp á bara eitt prosent, hevði tað bíligasta limagjaldið av øllum fakfeløgum í landinum.
Seinastu nógvu árini hevur verið vanligt at enda aðalfundin við, at felagið bjóðaði ein bita við onkrum drekkandi afturvið, men í ár var meira gjørt burturúr. Skipað var fyri veitsluborðhaldi á Hilton, sum tað var neyðugt at tekna seg til frammanundan, og nógvir limir tóku av hesum høvinum at hitta starvsbrøður til hugnaliga samveru.
Sjúrður Heinesen, sum var skrivstovuleiðari í Maskinmeistarafelagnum í sløk 25 ár, var boðin við í veitsluna, har hann helt eina forvitnisliga og stuttliga røðu
Næstu dagarnar fara partar av formansfrágreiðingini at verða viðgjørdir her.