Kunngerð: Aðalfundur verður 14. mars 2026 á Hotel Hilton.
Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður leygardagin tann 14. mars kl. 14.00. á Hotel Hilton.
Skráin er sambært lógini:
- Val av fundarstjóra.
- Frágreiðing formansins.
- Leggja fram roknskap felagsins.
- Uppskot til lógarbroytingar.
- Obligatorisk samlagstrygging fyri allar limir.
- Regulering av pensjónsaldri.
- Broytan av ásetingum um limasløg.
- Val av formanni, nevndarlimum og tiltakslimum.
- Ásetan av limagjøldum.
- Dagføra limagjaldið
- Velja Skrásettan grannskoðara.
- Ymiskt.
Tá freistin fyri uppstilling til formans- og nevndarval var úti tann 15. desember 2025, hevði bert verandi formaður Arnfinnur Bech stillað upp til formansvalið. Sostatt heldur núverandi formaður Arnfinn Bech áfram sum formaður komandi 3 árini.
Til nevndarval hava sitandi nevndarlimir Magni G. Joensen og Rógvi K. Hansen boða frá, at teir taka við afturvali.
Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu greiða brævatkvøðu á skrivstovu felagsins Grønlandsvegur 58, Fo-100 Tórshavn.
Uppskot til nevndarlimir kunnu skjótast upp á aðalfundinum.
Møgulig uppskot til viðgerðar á aðalfundinum, skulu vera felagnum í hendi 14 dagar undan aðalfundinum.
Aftaná aðalfundin verður limaveitsla. Tilmelding til limaveitsluna skal sendast til: mf@mf.fo ella kann boðast frá luttøku við at ringja til felagið á tlf.: 314718 í seinasta lagi 9. mars.
Nevndin.