03. okt. 2023
Føroyar verður vertur fyri NMF fundi.
Meginfelagið fyri norðurlendsku maskinmeistarafeløgini NMF, hevur í døgunum 3. - 4. okt. 2023 fund í Føroyum.
Fundurin verður hildin á Hotel Hafnia og eru umboð úr øllum norðanlondum til staðar á fundinum.
Umframt kunning um landana viðurskifti, vera onnur viðurskifti eisini tikin upp til viðgerðar. Eitt nú lønarlag og limaviðurskifti v.m.
Luttakaralond eru: Ísland, Finland, Svøríki, Norra, Danmark og sjálvandi Føroyar.
Leinkja til NMF er her