Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
03. jun. 2024

Fyrsti semingsfundur um SSL-sáttmálan.

Seinnapartin hevði Maskinmeistarafelagið sín fyrsta fund við semingsmenninar um ósemjuna millum Maskinmeistarafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um nýggja sáttmálan

Tað var fríggjadagin, at Maskinmeistarafelagið staðfesti, at tey komu ikki longur við samráðingunum um nýggja sáttmála fyri limir sínar, ið starvast hjá Strandfaraskipum Landsins (SSL).

Semingsstovnurin var biðin um at koma til hjálpar, og longu seinnapartin í dag hevði Maskinmeistarafelagið sín fyrsta fund við Terja Sigurðsson, semingsmann, og Fróða Sivertsen, varðasemingsmann.

Á fundinum lýsti Maskinmeistarafelagið ósemjuna úr sínum sjónarhorni. 1. Oktober í 2022 – fyri einum ári og átta mánaðum síðan – endaði sáttmálaskeiðið fyri verandi sáttmáka av røttum.


Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, Finnur Joensen, skrivstovuleiðari, Fróði Sivertsen, varðasemingsmaður, og Terje Sigurðsson, semingsmaður


Terje Sigurðsson, semingsmaður