Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
20. nov. 2023

Uppstilling til nevndarval 2024.

Maskinmeistarafelagið hevur ársaðalfund í mars 2024.

Nærri verður lýst um aðalfundin seinni.

Nevndarval: Til tess at limir, ið ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu velja við brævatkvøðu, ber til at seta fram uppskot til nevndarlimir og skulu tey vera felagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi:

15. desember 2023

Tó kunnu uppskot til nevndarlimir eisini skjótast upp á sjálvum aðalfundinum.

Uppskot til nevndarlimir kunnu sendast sum bræv til: Maskinmeistarafelagið, Grønlandsvegur 58, Postboks 3238, Fo-110 Tórshavn ella við at senda teldubræv til: mf@mf.fo