Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
03. nov. 2023

Samhugaverkfallið avlýst.

Fasti Gerðarrættur hevur í dag gjørt av, at samhugaverkfallið, sum var lýst at koma í gildi 2. novembur á midnátt, er eitt óheimilað stríðsstig. Tí hevur Maskinmeistarafelagið sent Fíggjarmálaráðnum hesa fráboðan um avlýsing av samhugaverkfallinum:

"Maskinmeistarafelagið skal við hesum boða frá, at samhugaverkfallið, ið felagið lýsti í gjár, 2. novembur 2023, at koma í gildið hóskvøldið 2. novembur 2023 á midnátt galdandi til fríggjakvøldið 3. novembur 2023 á midnátt, er avlýst.

Felagið hevur biði sínar limir um at taka arbeiðið uppaftur.

Arnfinn Bech, formaður"