Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
24. okt. 2023

Nevndarlimur óttast Russlands-Politikkin.

Mortan Sólheim Thomsen, nevndarlimur í Maskinmeistarafelagnum, finst harðliga at føroysku revsitiltøkunum mótvegis Russlandi, sum hann heldur vera meiningsleys. Tey raka nógvar maskinmeistarar, og ger politiski myndugleikin av ikki at leingja fiskiveiðuavtaluna við Russland, er tað ein vanlukka fyri limirnar í Maskinmeistarafelagnum og øll, ið onkursvegna eru bundin av gongdini í okkara fjarfiskiskapi, heldur hann.

Sí videobrot her

- Eg eri nývaldur nevndarlimur, og tá eg stillaði upp, agiteraði eg júst fyri at verja samstarvið við russar og ikki minst 46 ára gomlu fiskiveiðuavtaluna, sum vit hava við Russland. Tí vit eru ikki í kríggi við nakran, og vit hava onga orsøk at revsa Russland fyri nakað sum helst.

- Hinvegin hevur fiskiveiðuavtalan og samstarvið annars við Russland so sera nógv at týða fyri føroysk sjófólk, virksemi á landi og alt samfelagið. Og sanniliga eisini fyri okkum maskinmeistarar. Um vit bara taka Barentshavið, so hava okkurt um 250 føroyskir fiskimenn sítt livibreyð har, og av teimum eru oman fyri 30 limir í Maskinmeistarafelagnum.

Tað sigur Mortan Sólheim Thomsen, nevndarlimur í Maskinmeistarafelagnum, nú tað er greitt, at avgerðin hjá landsstýrinum viðvíkjandi Russlands-sáttmálanum verður kunngjørd fyrsta dagin.

Stúran og vón

Huglagið er skiftandi, nú hann bíðar, viðgongur hann – stúran ta einu løtuna og vón og góðar væntanir ta næstu.

- Eg má siga, at soleiðis sum henda samgongan higartil hevur borið seg at í sambandi við kríggið ímillum Russland og Ukraina, so er orsøk at stúra fyri, hvat tað verður fyri ein avgerð, sum løgmaður fer at fráboða. Men tað er loyvt at vóna, og eg vóni, at vit og skil fara at sigra, og at landsins leiðsla syrgir fyri, at vit fara til samráðingarborðið við tí fyri eyga at leingja avtaluna og fáa sum mest burturúr henni, sigur Mortan Sólheim Thomsen.

- Samstundis vil eg heita á løgmann og landsstýrismannin í uttanríkismálum um at taka øll revsitiltøkini, sum longu eru sett í verk mótvegis Russlandi, av, leggur hann afturat.

Hysterí og øsing

Mortan Sólheim Thomsen heldur, at landsins leiðsla í alt ov stóran mun liggur undir fyri tí hysteríi og øsing, sum ein smalur, men mælskur og máttmikil bólkur av politikarum og lobbyistum vekir millum fólk.

- Sama hvat ein heldur um kríggið, ella um ein er í parti við hesum ella hasum, so revsa vit bara okkum sjálv við hasum revsiátøkunum. Hevði tað so verið tað, at tað var fyri at standa saman við grannalondunum ella teimum, vit siga okkum vera sameind við, men tað er tað jú ikki. Tí hesi sokallaðu sameindu standa í hvussu er ikki við okkara lið í so máta, men handla framvegis við fullari ferð við Russland, annaðhvørt beinleiðis ella ígjøgnum millumlið, og tað er eitt nú galdandi fyri bæði Danmark og Noreg, sigur hann.

Tápulig revsiátøk

Hann heldur eisini, at revsiátøkini í nógvum førum eru so tápulig, at tey í sær sjálvum prógva, at tey eru sett í verk uttan mál og mið og bara tí, at onkur, sum landsins leiðsla óttast og liggur undi fyri, hevur trýst hana til tað.

- Tak eitt nú listan yvir vørur, sum vit hava sett bann ímóti at flyta út til Russlands; har standa millum annað skídraktir, golfbóltar, kjarnorkureaktorar og útgerð til tubbaksframleiðslu, bara fyri at nevna nakrar vørur. Eg veit væl, at hatta helst er ein vørulisti hjá ES, sum landsstýrið hevur kopierað, men at sovorðið tvass verður sett í verk vísir bara, hvussu høpisleyst alt rundan um revsitiltøkini er, sigur Mortan Sólheim Thomsen.