Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
16. mai 2018

KUNNING.

Vísandi til aktuellu støðuna hjá fiskiflotanum, har Føroya Reiðarafelag hevur gjørt greitt at kvotukeyp á uppboðssølu, eftir teirra uppfatan er góðkendur frádráttur av søluvirðinum.

Avgerðin er tikin við støði í einum gerðarrættardómi frá 2013, har Fiskimannafelagið tapti sakarmál móti Føroya Reiðarafelag/Felagnum Nótaskip, vegna ávís reiðarí.

Maskinmeistarafelagið hevur, síðan hettar kom fram, verið aktivt at finna útav hvussu málið kann loysast soleiðis, at manningin ikki kemur at hefta fyri hesum gjaldinum.

Vit høvdu ávíst fundarvirksemi fríggjadagin, eins og tað var fitt av telefonvirksemi í vikuskiftinum.
Í gjár høvdu manningarfeløgini felags fund saman við løgfrøðingi, fyri at lýsa støðuna frá tí sjónarhorninum, og er Føroya Reiðarafelag boðsent til fundar seinni í vikuni, fyri at hoyra teirra sjónarmið, andlit til andlits.

Í verandi løtu, hava vit ikki sæð nakra avrokning har tað framgongur, at Reiðarafelagið hevur gjørt álvara av tí, teir frambóru fríggjadagin.

Vit ásanna, at støðan er álvarslig, og fara vit at gera alt vit kunnu, at forða fyri at manningarnar koma at bera kostnaðin av kvotukeypi, og harvið fáa ein sera ógvusligan lønarniðurskurð.