Fastlønarsáttmáli Páll og Bjarni 09.01.2012
Semja millum tað almenna og MF
Semingsroyndin millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið, sum byrjaði fríggjadagin kl. 16, endaði við, at partarnir undirskrivaðu semju leygarkvøldið.
Semjan kann lesast
her
jólamynd 23.12.2011
Gleðilig jól
Maskinmeistarafelagið ynskir øllum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Skrivstovan verður stongd millum jól og nýggjár og letur upp aftur mánadagin 2. januar.
  Páll
Páll Hansen stillar upp til formansval

Jákup Jacobsen
Jákup Jacobsen stillar upp til formansval

16.12.2011

Stríðsval um formanssessin!

Nú er greitt, at tað verður kapping um sessin sum formaður í Maskinmeistarafelagnum komandi 3 árini.

Verandi formaður Páll Hansen hevur boðað frá, at hann stillar upp aftur og Jákup Jacobsen hevur boðað frá, at hann eisini stillar upp til formansvalið.

Páll Hansen hevur í nógv ár starvast hjá SEV og seinastu 5 árini hevur hann eisini verið formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Jákup Jacobsen hevur verið maskinmeistari við Tjaldrinum í nógv ár og hevur eisini fingist við ymiskt virksemi á landi seinastu árini.

Til nevndarvalið hava sitandi nevndarlimir Jóan Petur Patursson og John Højsted boðað frá, at teir taka við afturvali. Tiltakslimurin Jón Johansen hevur  eisini boðað frá, at hann stillar upp aftur til nevndarval.


Esvagt skip



01.12.2011
Maskinmeistarar við donskum skipum
Kallað verður saman til fundar fyri maskinmeistarar við donskum skipum, sum hava framtøkumegi undir 3000 kW.
Fundurin verður mánadagin 12. desember kl. 13 í hølum felagsins Grønlandsvegur 58
Til viðgerðar vera sáttmálaviðurskifti.


Sandgrevstur 01.12.2011
Sáttmáli undirskrivaður
Tann 30. november varð sáttmáli undirskrivaður millum P/F Sandgrevstur og Maskinmeistarafelagið.
Sáttmálin kann lesast her


29.11.2011
Ársaðalfundur

Aðalfundur 2012

Maskinmeistarafelagið hevur aðalfund í mars mánaða 2012. Nærri verður lýst seinni.

Nevndarval
Til tess, at virknir limir, ið ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu velja við brævatkvøðu, ber til at seta fram uppskot til nevndarlimir og skulu tey vera felagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi 15. desember 2011.
Tó kunnu uppskot til nevndarlimir eisini skjótast upp á sjálvum aðalfundinum.

Formansval
Á komandi aðalfundi verður formansval á skránni.
Uppskot til formansvalevni skulu vera nevndini í hendi áðrenn 15. desember 2011.
Formaðurin verður í fastløntum starvi eftir komandi aðalfund og formansskeiðið verður 3 ár.
Fastlønarsáttmáli Páll og Bjarni 25.11.2011
Fíggjarmálaráðið ynskir lønarniðurskurð
Fyrsti samráðingarfundur millum FMR og MF, eftir at nýggja landsstýrið er skipað, varð í morgun.
Á fundinum varð m. a. upplýst, at Fíggjarmálaráðið vil hava lønirnar lækkaðar afturfyri, at skattalætti verður veittur.
Næsti samráðingarfundur verður 6. desember.
Mótmæli 18.11.2011
Fara ikki í mótmælisgongu
Maskinmeistarafelagið hevur boðað politisku ungmannafeløgunum frá, at felagið er politiskt óheft og fer tí ikki at luttaka í politiskum mótmælistiltaki, sum ætlanir eru um at skipa fyri.
 
Frakt og Sandsølan 03.11.2011
Sáttmáli undirskrivaður
Tann 26. oktober varð sáttmáli undirskrivaður millum Sp/f Frakt og Sandsøluna og Maskinmeistarafelagið.
Sáttmálin kann lesast
her

 
Mið og Magn 11-2011. Parma
10.10.2011

Mið og Magn nr. 11 komið
Brot úr innihaldinum:
  • Norsk skip hála FAS niður
  • Gráa flaggið um at gerast hvítt
  • Komandi maskinmeistaraútbúgving
  • Nær kemur toskurin fyri seg?
  • Fundur um sjóvinnumál í Gøteborg
  • Saeborg kom til Føroya 24. sept.
Til høgru kann blaðið lesast í PDF

Fastlønarsáttmáli Páll og Bjarni 23.09.2011
Samráðingar byrjaðar
Mikudagin var fyrsti samráðingarfundur millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið.



Gøteborg 1
Gøteborg 2

22.09.2011
Fundur við sjóvinnustjórar
Í samband við at norðurlendsku samtøkini fyri yvirmannafeløg høvdu sínar regluligu fundir í Gøteborg, var tann 15. september skipað fyri einum felagsfundi har eisini teir norðurlendsku sjóvinnustjórarnar luttóku.
Her vóru viðgjørd ymisk mál, sum høvdu felags áhuga.
Les frágreiðing her





NMF. Gøteborg sept 2011 22.09.2011
NMF fundur 
NMF sum er samtøka av norðurlendskum maskinmeistarafeløgum hevði fund í Gøteborg í døgunum 14. - 16 september.



Høgaberg 08.08.2011
Nýggj avtala fyri Høgaberg
Tann 2. august var avtalan fyri Høgaberg endurskoðað og broytt nakað.
Nýggja avtalan kann lesast her


Mið og Magn 10-3 20.07.2011
Mið og Magn nr. 10 komið

Brot úr innihaldsyvirliti:
  • Mugu varðveita skjóta vegin upp á brúnna
  • Føroyskt hentleikaflagg
  • 53 prógv handað á Vinnuháskúlanum
  • Heðin Mortensen í brennideplinum
  • Makrelsemjan slóðar fyri tilfeingisgjald
  • Røkt ætlar at fleirfalda vindorkuframleiðsluna
Til høgru kann blaðið heintast í PDF
Summar 2011
Summarfrí
Frá mánadegi 18. juli og tríggjar vikur fram verður skrivstovan stongd vegna summarfrí.
Opið verður aftur mánadagin tann 8. august.

RFF-semja 2011 29.06.2011
Semja millum Reiðarafelagið fyri Farmaskip og manningarfeløgini
Um hálvgum tveytíðina í nátt varð semja undirskrivað millum Reiðarafelagið fyri Farmaskip og manningarfeløgini,
Semjan kann lesast her
Høgaberg 16.06.2011
Avtala fyri Høgaberg
Í gjár var avtala undirskrivað fyri manning við Høgaberg.
Skipið fer partvís at fiska og at taka ímóti makreli sum móðurskip.
Avtalan kann lesast her
FAG 10.06.2011 10.06.2011
Semja um sáttmálan fyri maskinmeistarar á landi
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið skrivaðu fríggjadagin 10. juni undir nýggjan sáttmála.
Les meira her

ITF. London 03.06.2011-1
ITF. London 03.06.2011-2
06.06.2011
Fundur hjá ITF
Tann 3. juni var fundur hjá ITF í London millum umboð frá ITF og norsk, svensk og føroysk manningarfeløg.
Fundurin var fingin í lag í samband við, at norska sjómannafelagið hevur í hyggju at fáa ITF at lýsa FAS lyst sum hentleikaflagg.
Feløgini skulu hittast aftur í oktober og í november verður greitt, um FAS verður lýst sum hentleikaflagg ella ikki.



 

Blív limur

mið og magn

maskinmesteren

 

 


Design: Stephanssons Hús