Ein av fremstu uppgávum felagsins er at samráðast um sáttmálar og avtalur vegna limirnar. Stór orka verður løgd í hetta arbeiði, tí úrslitini hava so stóra ávirkan á gerandisdag limanna - bæði nú og framyvir. Tá ið samráðingar eru, samstarvar nevndin við maskinmeistarar innan viðkomandi sáttmálaøki og hetta kann hava stóran týdning fyri úrslitið av samráðingunum.
Niðanfyri eru sáttmálarnir, ið Maskinmeistarafelagið hevur gjørt. Um tú hevur spurningar er tú væl komin at ringja til okkum á tlf. 31 47 18.
Fastlønaravtala
Grønlendsk skip
Privat virkir á landi
Land og kommunur
Handilsskip
Fremmand skip undir FAS
Maskinmeistarar í Grønlandi
SPEKT Hevur gjørt eina kanning fyri Maskinmeistarafelagið av skattaviðurskiftum hjá maskinmeistarum, sum sigla í Grønlandi.
Samdøgursfrádráttur
Vit skulu skoyta upp í hesa frágreiðing hjá SPEKT, at um persónar umframt inntøkuna í Grønlandi, hava skattainntøku í Føroyum, so er loyvt at draga frá samdøgursfrádrátt kr. 300 í samband við hesa ársuppgerð.