Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum

Ofta settir spurningar.

Nýtt Starv

Gevið gætur - nýtt starv!

Spyr teg fyri áðrenn tú sigur ja-takk til starvið.

Tað hendur alt ov ofta at limir ikki venda sær til Maskinmeistarafelagið áðrenn setanarsáttmálin verður undirskrivaður. Úrslitið kann vera, at løn og treytir ikki eru á tí støði ein kann vænta, samanborið við aðrar starvsfelagar. Maskinmeistarafelagið er av teirri áskoðan at sáttmálar eru minumunssáttmálar. Tað merkir at, tá man samráðist um nýggja starvssetan, hevur Maskinmeistari møguleikan fyri, at krevja betri starvssetanarviðurskifti enn minimunssáttmálin ásetur.

Tað tekur nógva tíð og orku at fáa rætta feilásetingar í eitt nú lønarstigi v.m.

Vend tær til felagið

Tí eigur limur í Maskinmeistarafelagnum altíð at venda sær til felagið við fyrispurningi um innplasering í lønarstiga áðrenn limur undirskrivar ein setanarsáttmála.

Ring til formannin á tlf.: 217718 ella felagið á tlf.: 314718 ella skriva t-post við fyrispurningi hesum viðvíkjandi til: mf@mf.fo

Sjúka og skaði

Maskinmeistarar við føroyskum fiskiskipum. Rættindi í samband við sjúku ella skaða.

Tá maskinmeistari gerst sjúkur ella skaddur

Maskinmeistari við føroyskum fiskiskipi, sum verður óarbeiðsførur vegna sjúku ella skaða, hevur rætt til sjúkradagpening og tá skal umsókn sendast til Almannaverkið.

Umsóknarfreist

Freistin til lata inn umsókn um dagpening í samband við sjúku og skaða er í seinasta lagi 60 dagar aftaná fyrsta fráverudag. Kemur umsóknin inn seinni, verður dagpeningur veittur frá tí degi, umsóknin er móttikin. Tó kann, um serligar orsøkir tala fyri tí, víkjast frá 60 daga freistini. Sum serligar orsøkir er at rokna uttanífrá komandi hending, sum umsøkjarin ikki hevur ræði á og sum í avgerandi mun hevur forðað fyri, at umsóknin verður latin inn rættstundis.
Umsóknarbløð eru at finna her

Rætturin til dagpening

§ 7. Tann, ið seinastu 13 vikurnar undan sjúkrafráveruni hevur verið í løntum arbeiði í minst 120 tímar tilsamans, hevur rætt til dagpening frá 1. fráverudegi. Lægri tímatal kann í serligum førum brúkast um tað verður prógvað, at starvssetanin skuldi halda fram. Sí meira um rættin til dagpening á av.fo

Veitingargrundarlag

Dagpeningur verður í høvuðsheitum veittur í mun til inntøku seinastu fimm vikurnar undan fráveru. Arbeiðsgevarin eigur at greiða frá, um arbeiðsumstøðurnar í hesum tíðarskeiði eru ávirkaðar av serligum viðurskiftum. Um serlig viðurskifti eru, kann annað umboðandi grundarlag gevast, saman við frágreiðing um hetta. Persónur, ið vildi havt rætt til gjald úr ALS, um hann ikki gjørdust óarbeiðsførur, kann hava rætt til dagpening.

Ískoyti frá reiðara. Sáttmálin § 22, stk. 15

Verður ámynstraður skipari ella manning óarbeiðsførur, orsakað av arbeiðsskaða, sum er arbeiðsskaði sambært arbeiðsskaðatryggingingarlógini, hevur reiðari skyldu at rinda munin millum dagpeningaveitingina smb. grein 9, stk. 2 í dagpeningalógini og minstuløn sambært kunngerð um inntøkutrygd. Gjaldsskyldan hjá reiðara stendur við, inntil skipari ella manning aftur er førur fyri at arbeiða, tó í mesta lagi í 30 dagar.

Læknaváttan

Í samband við dagpeningaumsókn er læknaváttan neyðug. Í samband við skaða í arbeiði eigur Vanlukkutryggingin altíð at verða fráboðað.

Aldursmark

Rætt til dagpening hava persónar frá tí degi, teir eru vorðnir 16 ára gamlir. Hesin rættur dettur burtur frá tí 1. í mánaðinum eftir, at viðkomandi hevur fingið tillutað hægstu fyritíðarpensjón, fólkapensjón ella er fyltur 70 ár.

Ein nýggj skipan er eisini, at dagpeningur verður goldin til tey, hvørs børn ella hjúnarfelagi gerast álvarsliga sjúk, um tað av lækna verður mett neyðugt, at persónurin er um tann sjúka. 
Umsóknarbløð til sjúkradagpening kunnu heintast her

Við sjúku longri enn 140 dagar

Hjá teimum, sum eru sjúk longri enn 140 dagar, eru møguleikarnir forsorgarskipanin, avlamispensjón ella framskundað fólkapensjón. Her eiga fólk at venda sær til Almannaverkið og hennara deildir.

Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn

Grunnurin kann veita fíggjarligan stuðul til sjófólk, sum er vorðið óarbeiðsført av sjúku, og sum ikki kann fáa nøktandi fíggjarligan stuðul aðrastaðni.
Umsókn kann útfyllast her
Eisini ber til at heinta umsóknarblað í PDF formati niðanfyri.

Eftirløn og tryggjing

Eftirløn

Kunning um eftirløn og samlagstrygging er at finna í hesum faldara

Eftirlønargjøld skulu flytast til LÍV á konto nr. 9181 - 478.898.4

P-tal skal upplýsast í samband við inngjald av eftirløn.
Limir skulu sjálvir avtala við eftirlønarfelagið um hvussu eftirlønin skal samansetast.

Eftirlønarsatsir - Sáttmáli millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjamálaráðið

Fíggjarmálaráðið: Alment settir á landi - 01.10.2015: 15 %
Fíggjarmálaráðið: Havstovan - 01.10.2013: 15 %
Fíggjarmálaráðið: Strandfaraskip Landsins - 01.10.2016: 14,50 %
Føroya Arbeiðsgevarafelag: Privat settir á landi - 01.06.2014: 15 %
Kommunala Arbeiðsgevarafelag:  SEV og IRF - 01.10.2015: 15 %
Reiðarafelagið fyri Handilsskip: 01.03.2019: 11,25 %
Føroya Reiðarafelag: Fiskiskip - Kr. 50,- pr. dag og harafturat egingjald

 Lógarkravd eftirløn

frá 1. januar 2023: 9 prosent
frá 1. januar 2024:  10 prosent
frá 1. januar 2025:  11 prosent
frá 1. januar 2026:  12 prosent

Samlagstrygging

Maskinmeistarafelagið hevur, saman við Føroya Skipara- og Navigatørfelag, avtalu við LÍV um samlagstrygging. Allir virknir limir felagsins kunnu vera við í hesari trygging.

Gjald

Tryggingargjaldið hjá teimum, sum hava eftirlønarskipan hjá LÍV, verður drigið frá inngjaldinum til eftirløn.

Limir, sum ikki hava eftirløn hjá LÍV, skulu gera avtalu við LÍV um at rinda tryggingargjaldið kr. 350 um mánaðin.

Tryggingarupphæddir (galdandi frá 1. januar 2018)

Um limur doyr:

  • kr. 800.000,-
  • Høvuðsupphæddin lækkar frá 51-ára aldri við kr 25.000 (hvørt ár):
    til upphæddin er kr. 400.000

Um hjúnafelagi/sambúgvi doyr:

  • Hálv høvuðsupphædd

Um limur fær hættisliga sjúku:

kr. 150.000,-

Um barn hjá limi fær hættisliga sjúku:

kr. 150.000,-

Hoyritól

Fær limur játtað hoyritól frá Almannaverkinum, gevur hetta samstundis rætt til eitt útgjald frá tryggingini. Útgoldið verður sambært játtan frá Almannaverkinum og rokning frá veitaranum. Almannaverkið rindar í mun til teirra lógarheimild, meðan tryggingin síðani rindar upp til veruliga kostnaðin, tó í mesta lagi kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið sær.

Tryggingin er galdandi til limur er 67 ár

Hættisligt sjúka

Umsóknarblað til hættisliga sjúku kann heintast her

Leiðbeining

Ynskist nærri leiðbeining ert tú vælkomin at seta teg í samband við LÍV ella Maskinmeistarafelagið.

Telefon hjá Lív: 31 11 11
Telefon hjá Maskinmeistarafelagnum: 31 47 18

Heilsuváttan (Bláa bók)

Viðvíkjandi gjaldi fyri læknakanning í samband við Bláu bók er fylgjandi ásett í "Kunngerð nr. 131 frá 28. desember 2010 um læknakanning fyri sjófólk":


§ 18.

Arbeiðsgevarin ber útreiðslurnar hjá viðkomandi sjófólki fyri læknakanningar sambært § 4. Sjófólkið rindar til sjóvinnulæknan fyri læknakanningina, og fær síðani gjaldið endurrindað frá arbeiðsgevaranum. Um sjófólkið ikki hevur nakran arbeiðsgevara, tá ið læknakanningin verður gjørd, fær viðkomandi útreiðslurnar fyri læknakanningina endurrindaðar frá tí fyrsta arbeiðsgevaranum, sum setir viðkomandi í starv, har krav er um gilt heilsuprógv, sbr. tó stk. 2. 


Stk. 2.

Treytin fyri fáa endurrindan frá arbeiðsgevaranum eftir stk. 1 er tó, at sjófólkið í minsta lagi hevur verið í hálvt ár við einum skipi hjá arbeiðsgevaranum, og at sjófólkið kann útflýggja frumritið av kvittanini fyri, at viðkomandi hevur rindað fyri læknaváttanina. 

Stk. 3.
Sjóvinnustýrið rindar fyri læknakanningar í sambandi við, at Sjóvinnustýrið í samráð við Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu krevur, at gjøllari kanning skal fara fram hjá serlækna, sbr. § 10, og tá ið Sjóvinnustýrið krevur gjøllari kanning hjá serlækna eftir § 15, stk. 5. 

Stk. 4.

Sjóvinnustýrið rindar fyri læknakanningarnar sambært stk. 3, tá ið Sjóvinnustýrið hevur móttikið kanningarúrslitið. 

Stk. 5.

Samsýningin fyri læknakanningar, sum verða framdar í Føroyum, verður ásett sambært avtalu millum Reiðarafeløgini og Kommunulæknafelag Føroya.