Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum

Gamlar tíðargreinar.

Tíðargrein 23. (mai 2023)

Mai 2023

Góðu limir, hetta er mín fyrsta tíðargrein á heimasíðu felagsins, og fari eg í stóran mun at endurtaka nógv úr oddagreinini, sum eg hevði í seinasta Maskinmeistaranum – tí tann boðskapurin er háaktuellur, nú vit standa á gáttini at fara undir sáttmálasamráðingarnar.

Vit skulu sum fakfelag verja vunnin rættindi og stríðast fyri nýggjum rættindum, og í Føroyum smæðast hvørki ráðandi politikarar ella arbeiðsgevarar fyri at breggja sær av, at vit eru eitt nýmótans samfelag við skipaðum viðurskiftum á øllum mótum, og at vit tískil hava ein frælsan arbeiðsmarknað.

Men hyggja vit afturlítandi at samráðingunum á tí almenna føroyska arbeiðsmarknaðinum, so má eg tíverri staðfesta, at hevur lítið og onki frælsi verið at sæð, so langt eygað røkkur.

Tí arbeiðsgevararnir eru slopnir at smoyggja ein karm oman yvir øll sáttmálaøkini, tá sáttmálin við tað fyrsta felagið í røðini verður undirskrivaður, og síðan hevur tað bara verið ”take it or leave it” hjá hinum feløgunum.

At landsins stjórn nú heldur tað vera neyðugt at lyfta ávísar lønarbólkar einsæris upp í løn – uttan um karmar og uttan um sjálvar sáttmálasamráðingarnar – tað tulki eg sum eina klokkuklára ásannan av veruleikanum, nevniliga at hesin óvikandi karmurin hevur læst alt fast og sett samráðingarnar, ið skulu eitast at vera frælsar, í ófrælsi.

Eg vil tó staðiliga gera vart við, at tað eru altso ikki bara tey fáu feløgini á heilsu- og umsorganarøkjunum, ið samgongan ætlar at lyfta upp í løn, sum eru afturúrsigld lønarliga her heima. Vit maskinmeistarar eru tað í hvussu er eisini – og tað, so tað stendur eftir.

Ikki tí, vit unna útvaldu yrkjunum tað væl, ið við beinleiðis politiskari hjálp fáa eitt lønarlyft nú. Tær krónurnar fara vit ikki at berjast um, men eg haldi, at vit so sanniliga eisini høvdu havt uppiborið somu sømiligu viðferð frá landsins leiðslu.

Vit maskinmeistarar fáa onga hjálp frá Løgtingi og landsstýri at lyfta lønarstøðið, so vit mugu royna sum frægast sjálvir. Í hvussu er ætli eg at gera alt tað, eg eri mentur, at benda sáttmálasamráðingarnar inn aftur á frælsu leiðina.

Og frælsar samráðingar merkja millum annað, at tað má og skal bera til at samráða seg til batar, har tað er eyðsýndur tørvur á tí, uttan at vera bundin niður av einum karmi, sum annar parturin einsamallur dikterar.

Fyri at fáa eitt gott úrslit er tað umráðandi, at fyrireikingararbeiðið er gott, og tí havi eg saman við nýggja skrivstovuleiðaranum gjørt nógv burtur úr at hitta okkara limir. Tað hevur næstan ikki verið dagur hesar seinastu vikurnar, at vit ikki hava verið úti á arbeiðsplássum og tosa við álitisfólk og limir annars – ella umboð fyri arbeiðspláss eru komin á gátt hjá okkum í Maskinmeistarafelagnum at tosa um tingini.

Tað eru jú maskinmeistararnir úti á teimum ymisku arbeiðsplássunum, ið best vita, hvat tørvurin er, og teir eru tí eisini teir hvassastu at seta orð á krøvini, sum vit nú eru í holtur við at gera klár at handa mótpartinum.

Formaður og nevnd fara at samráðast í felag, men leikluturin hjá tykkum limum er eisini sera týdningarmikil, tí okkara styrki liggur í tykkara undirtøku og stuðli.

Arnfinn Bech

Tíðargrein 22. (november 2022)

29. november 2022

Kunning og stutt sagt.

Formansskifti:

Nú undanfarni formaðurin valdi at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, komi eg uttan tó á nakran hátt at hava haft ætlanir um hettar, at sita í formansstólinum.

Sitandi nevnd mátti finna eina loysn nú vit máttu hava ein nýggja forman og tá næstformanninum av ymiskum orsøkum barst frá at átaka sær hesa uppgávu, jattaði eg at taka við hesi avbjóðing.  

Sambært viðtøkunum felagsins kundi formaðurin sum loysti undanfarna formann av, sita sum formaður í restina av skeiðnum hjá fráfarandi formanni, tað vil siga inntil 2024; men vit í nevndini vóru skjótt samdir um, og hettar var eisini tað eg sjálvur vildi hava nú um eg tók við sum formaður, at rættast er, at limirnir í felagnum sluppu at velja sín formann og tí hava vit formansval í úrtíð og nevndarval á komandi aðalfund sum verður í mars mánað 2023. 

Freistin at stilla upp til nevndarval og formansval er 15. desembur 2022.

Fakfelagsarbeiði hevur altíð haft mín áhuga og av somu orsøk havi eg eisini verið í nevndini fyri maskinmeistarafelagið eitt annað tíðarskeið undan hesari setuni.

Síðan eg var í nevndini á fyrsta sinni og til nú, eru nógvar broytingar farnar fram og millum annað eru viðtøkurnar broyttar soleiðis, at vit nú hava ein formann í fulltíðarstarvi, og eg haldi sjálvur at tað er gott fyri felagið.

Spurningar, sum ein fær sum formaður:

Nú eg havi siti sum formaður eina tíð, fái eg av og til spurningin um, hví ein skal verða limur í Maskinmeistarafelagnum og hvat fær ein sum limur burturúr tí.

Til hettar kann svarast millum annað í stuttum soleiðis.

Hví vera limur í fakfelagnum:

Fyrimunir við, at vera limir í Maskinmeistarafelagnum eru nógvir! Fyrst og fremst umboðar Maskinmeistarafelagið limir sínar soleiðis:

Vit gera sáttmálar og avtalur soleiðis, at limunum altíð er tryggja skipaði viðurskifti viðvíkjandi setan, uppsøgn, løn, pensión, arbeiðstíð, sjúku o. a.

Felagið hevur sáttmálar við øll arbeiðsgevara- og reiðarafeløg í Føroyum – bæði á privata, almenna og kommunala arbeiðsmarknaðinum.

Felagið luttekur í útbúgvingarráðnum og øðrum viðkomandi ráðum og nevndum.

Felagið luttekur í norðurlendskum maskinmeistarafeløgum NMF og altjóða samstørvum so sum ITF.

Somuleiðis fært tú sum limur:

  • Vegleiðingar í samband við starvsetan, starvsavtalur, uppsøgn, sjúku og arbeiðskaðar.
  • Løgfrøðiliga hjálp og vegleiðing um ósemja skuldi komi fyri.
  • Hjálp og vegleiðing í samband við lønarsamráðingar og flokking av størvum.
  • Pensiónsavtalu við samlagstrygging íroknaðari.

Samlagstryggingin gevur millum annað dekning í samband við:

  • Deyða
  • Tá hjúnafelags doyr
  • Ávísar hættisligar sjúkur
  • Tá brúk er fyri hoyritóli.
     

Tí sigi eg, kom og ver ein partur av Maskinmeistarafelagnum, har tú verður ein partur av og fart ávirkan á felagið og tíni arbeiðsviðurskifti.

Og sjálvandi, fleiri limir vit eru, sterkari stendur felagið í samráðingarstøðu o. s. v. 

Vit maskinmeistarar, sum altíð hava okkurt at práta um og serliga á tekniska økinum, mugu heldur Ikki gloyma tað fakliga umhvørvið, ið ein fær, við at vera limur.

Søgan sigur okkum, at tað eru fakfeløgini, sum hava í teirra ótroyttiliga arbeiði fyri limum sínum gjørt, at vit eru so væl tryggjaði á arbeiðmarknaðinum sum vit nú eru í dag.

Fakfelagssøgan er long og áhugaverd at lesa og vísur hon okkum, hvussu nógv limirnir í fakfelagsrørslum hava lagt fyri, fyri at fáa okkum allar hesar fyrimunir sum vit hava í okkara nú so væl skipaðu viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum.

Avtalan við Lív um okkara Samlagstrygging.

Nú avtalan við Lív gongur út í januar 2023 hava fleiri fundir verið við umboð fyri Lív, Maskinmeistarafelagið og umboð fyri Navigatørfelagið.

Eftir fleiri fundir eru vit nú komnir á mál fyri okkara part og gongur alt sum ætlað, verður skrivað undir í desembur mánaða.

Samráðingar.

Lagt var upp til at man fór at fáa ein ordiligan elddóp í starvinum sum formaður, nú nógvar samráðingar skuldu byrja 1 oktobur.

Sáttmálarnir við SEV, KAF,Vørn,Jákup Sverra, Strandfaraskip Landsins og alment settar á landi eru uppsagdir til 1. oktobur 2022 og tí  skuldu hesar samráðingar byrjað 1 oktobur. Vit fyngu at vita, at vit vóru ikki fremst í køðini til at byrja samráðingar og skuldu tí fáða boð aftur tá okkara tørn var.

Sum øllum kunnugt, bleiv val útskrivað til 8. desembur og í tí sambandi fingu vit boð um, at allar samráðingar vórðu niðurlagdar inntil nýtt landstýrið hevði tikið við.

Sakarmál og gerðarættur:

Vit hava eisini í tíðarskeiðinum sum er farið, arbeitt við nøkrum sakarmálum, sum øll hava við sáttmálatulkingar at gera. Eitt gerðarættarmál er avsluttað og niðurstøðan í hesum málið, lýsir ein trupulleika sum vit mugu taka við okkum til komandi samráðingar fyri fiskiskip. 

Aðalfundur komandi:

Aðalfundurin verur í fyrsta kvartali 2023, freistin at stilla upp til nevndina og til forman er tann 15 desembur, hettar verðu líst í einum av komandi døgunum.

Limir kunnu koma á skrivstovuna at greiða brævatkvøður fram til sjálvan aðalfundin.
Stillast kann eisini upp á sjálvum aðalfundinum.

Eisini eru limir vælkomnir at senda uppskot um lógarbroytingar inn til aðalfundin at taka støðu til. Hesi skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 14 dagar innan sjálvan fundin.

NMF fundur:

Vit vóru á NMF fundi í Stockholm í døgunum 24 – 25 oktobur. Áhugaverdur fundur og sera kunnandi viðvíkjand hvussu onnur norðurlendsk Maskinmeistarafeløg arbeiða. Øll feløgini høvdu sína frágreiðing um hvussu hevur gingist teimum síðan seinasta NMF fund. Tosa var um hvat í rørir seg í ITF, her var nógv tosa um STCW sátmálar og anna í tí sambandinum.

Eitt innlegg var um Polarkode har tosað var, millum annað um alla útgerðina sum skal vera umborð og førleikakrøvini hjá manning tá siglt verður í hesum økinum. Tosa varð um, at meira undirvísing skuldi verið á vinnuháskúlum um hettar.

Eisini varð tosað um alternativar orkukeldur til skip. Her høvdu danska, norska, finska og svenska skipaeftirlitini síni áhugaverd innlegg um evnið.

Tá tað Føroyska skipaeftirlitinum barst frá at møta á fundinum, hevði formaðurin í Maskinmeistarafelagnum eitt innlegg um hettar evnið og somuleiðis var eisini hjá Íslendarum.

Næsti fundur verður komandi mars mánað.

Vh. Tummas Eli Joensen, formaður.

Tíðargrein 21. (januar 2022)

19. januar 2022

Góðu tit øll

Fyrst av øllum vil eg ynskja tykkum eitt gott nýttár, og takka fyri tað farna.

Her er ein samanumtøka av nøkrum av tí, sum er fyrifarist síðani síðstu  tíðargrein.

Tann 27. september handaðu vit krøvini til nýggjan sáttmála við GE (fyrrverandi APK) fyri størri rækjutrolarar í Grønlandi. Tað eru í løtuni eini 8 skip, sum eru umfataði av hesum sáttmálanum, sum ikki er dagførdur síðani ársbyrjan 2006.

Avtalað var samstundis at vit skuldu hittast til samráðingar í Keypmannahavn 18.-20. oktober.

Tað var ein viðtøkufør nevnd, sum saman við skrivstovuleiðaranum sum mannaði okkara samráðingartoymi, tá vit sunnudagin 17. oktober, settu kósina ímóti danska høvuðsstaðnum.

Orsøkin til at vit vóru so væl mannaðir var tann, at vit skuldu kunna taka støðu til tey ymisku tingini undir sjálvum samráðingunum, og soleiðis koma so nær sum gjørligt einari semju á sjálvum fundunum, nú tað loksins eftir at hava roynt í áravís, tað var eydnast okkum at fáa teir til samráðingarborðið.

Niðurkomnir fingu vit tó tey boð, at Karsten Lyberth-Klausen umsitingarleiðari hjá Grønlands Erhverv og samráðingarleiðarin hjá teimum, sum var maðurin sum allar fyrireikingarnar vóru gjørdar saman við, var innlagdur á Hvidovre Hospital.

Soleiðis var samráðingartoymið hjá teimum skert niður til at umfata Henrik Leth nevndarformann í Polar Seafood og Søren Brandt reiðara á Markus.

Vit avgjørdu at hava samráðingarnar allíkavæl, og hittust so mánamorgunin 18. oktober í Industriens Hus.

Samráðst var so hendan dagin og dagin eftir, og fingu vit komið nokkso væl rundanum krøvini. Tó so gjørdi tað samráðingarnar sera truplar, at maðurin sum hevði endaliga orðið at siga hjá teimum, ikki kundi vera við, tí alt mátti gerast við fyrivarni.

Tó so, tað vit samráddu okkum til var ein ávegis semja, sum á mangan hátt umfataði somu tingini, sum vit høvdu gjørt avtalu við Polar Seafood um í samráðingunum, sum vóru avsluttaðar áðrenn Ólavsøku 2021.

Nú, vit skriva 2022, er Karsten Lyberth-Klausen komin fyri seg aftur, og er samskiftið tikið uppaftur. Men tykist tað at vera meira ella minni at taka samráðingarnar upp av nýggjum. Soleiðis eru fleiri av teimum tingunum sum vit hildu okkum hava fingið eina semju um, ikki tikin við, og standa vit meira ella minni aftur á “scratch”.

Vit hava gjørt vart við hettar og hava víst á fundarfrásøgnina, sum vit gjørdu undir samráðingarforløbinum. Vónandi fer at eydnast at fáa hettar á beint, soleiðis at vit í leypi av várinum kunnu gera eina semju, sum er í tráð vit tað samráðingarúrslit vit komu til, sum so kann vera galdandi frá, eitt nú 1. apríl 2022 at rokna.

Fyrstu viku í november vóru so skrivstovuleiðarin og eg á NMF fundi í Reykjavík. Talan er um fund har formenn og sektariatið hjá øllum teimum norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum hittast at umrøða ymiskt av felags áhuga. Høvuðsevnið hesaferð var umleggingin til grønar framdriftsmegiskeldur hjá skipum, við atliti til maskinmanningina og trygdina.

Eisini høvdu vit høvi at vitja eitt stórt orkuverk sum forsýnar meginpartin av høvuðsstaðarøkinum við hita og ravmagni. Verkið er sermerkt á tann hátt, at teir har arbeiða við at tyrva CO2 útlátið í undirgrundini.

Vit hava eisini í tíðarskeiðinum sum er farið, arbeitt við nøkrum sakarmálum, sum øll hava við sáttmálatulkingar at gera.  Vit fingu avslutta eitt, beint eftir ársskiftið, við at gera semju við reiðaran.

Hini málini koyra enn og er okkurt av teimum komið hartil, at tað er sent Fasta Gerðarrættinum.

Fyrst í árinum gjørdu vit avtalu við MEST um setanarviðurskifti hjá maskinmeistarum sum eru knýttir at sleiparum felagsins. Talan er um eina seravtalu fyri hesi parttíðarstørvini, har tað eru fleiri meistarar sum eru í einari vaktarskipan, og verða løntir við einari sokallaðari “flat rate” tímaløn.

Vit eru sera fegnir um at hava fingið hesa avtaluna í lag og vóna, at hon sum tíðin líðir, kann útbyggjast at umfata heiltíðarsettar maskinmeistarar í størvum hjá MEST.

Eisini hava vit seinastu tíðina fingið flokkað nøkur størv, eitt nú hjá Tórshavnar Kommunu og Glasir.

Hóast tað er sera trupult at fáa lønirnar flokkaðar heilt har uppi, sum vit í veruleikanum meina, at tær eiga at liggja, so haldi eg at vit við at vera við í hesum tilgongdunum, hava fingið hála lønirnar fleiri lønarstig rætta vegin.

Um vit hinvegin ikki valdu at luttaka, so kann hin sáttmálaparturin, sum í hesum førum eru ávikavist Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum, flokka tey av sínum eintingum, og so er heilt víst at tær vóru á væl lægri støði.

Aðalfundurin verur á Hotel Hafnia tann 19. mars kl. 14, og tá ið freistin at stilla upp til nevndina var úti 15. desember, vóru tað tveir kandidatar sum bjóðaðu seg fram til nevndina. Talan er um Rógva K. Hansen og Ólavur J. Østerø. Limir kunnu koma á skrivstovuna at greiða brævatkvøður fram til sjálvan aðalfundin.
Stillast kann eisini upp á sjálvum aðalfundinum.

Eisini eru limir vælkomnir at senda uppskot um lógarbroytingar inn til aðalfundin at taka støðu til. Hesi skulu vera felagnum í hendi  í seinasta lagi 14 dagar innan sjálvan fundin.

Í samband við 80 ára dagin sum var í fjør, hava vit avgjørt at bjóða aðalfundarluttaskarunum til eitt borðhald eftir sjálvan fundin, har borðreitt verur við øllum góðum.

Nú fríggjadagin 21. januar eri eg so boðin oman á Vinnuháskúlan at handa virðisløn til onkran at teimum maskinmeistarum sum fáa prógvið handa.

Hettar er ein sera hugaligur høgtíðsdagur, sum eg altíð gleði meg til, og hvør veit, kanska man ikki kann bara sær fyri at bera fram eina kvøðu til hesar nýggju maskinmeistararnar.

Fyri framman liggur eitt ár við nógvum samráðingum.

Tann 1. apríl gongur sáttmálin við Føroya Reiðarafelag út, og 1. juni eru tað so sáttmálin við privat settar á landi sum skal endurnýggjast. Út á heystið, ella rættari 1. oktober er so útgongudato fyri allar teir almennu sáttmálarnar og 1. mars komandi ár er tað so sáttmálin við Reiðaríið fyri Handilsskip sum stendur fyri tørni.

Sostatt verur talan um eitt sera umfatandi og intenst samráðingarár, har vit fara at gera alt til at limir okkara fáa so væl burturúr sum á nakran hátt gjørligt.

Við hesum fari eg at takka fyri hesaferð, og ynskja tykkum alt tað besta.

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 20. (oktober 2021)

1. oktober 2021

Góðu tit øll

Beint fyri Ólavsøku vóru umboð fyri Maskinmeistarafelagið, Grønlands Erhverv og Polar Seafood á fundi í Keypmannahavn. Fundurin var ein liður í drúgva arbeiðinum at fáa endurnýggja sáttmálan millum MF og Polar Seafood.

Hettar arbeiði hevur gingið fyri seg í áleið tvey ár, og hevur ein long røð av fundum verið. Summir í fysiskum formi, men størstiparturin í besta Corona mode, yvir netið.

Tað er eingin loyna, at talan hevur verið um sera truplar samráðingar, har partarnir báðir grunda á ósemju, hava haft løgfrøðingar inni fyri at royna at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum.

Eisini bleiv ein gerðarætttur útnevndur, við umboðum fyri báðar partarnar, fyri at fáa loyst Gordiska knútin.

Í hesum sambandi hittust umboðini í Keypmannahavn í august 2020, hvør við sínum gerðarættarumboði fyri at lýsa málið nærri. Okkara umboð var Páll Nielsen advokatur, og teirra var Jacob Skude Rasmussen.

Endin á hesum fundinum var tó tann, at partarnir settu sær fyri enn einaferð at finna semju.

Frá okkara síðu var orsøkin tann, at vit fingu gjørt eina sokallaða processrisiko av málinum, og vóru tað avgjørt ting sum talaðu fyri at vit skjótt kundu koma at missa meira fyri minni í einum gerðararættarmáli.

Eftir hettar samskiftu vit nógv yvir netið, tó uttan at nakað nevnivert kom burturúr.

Tríggjar ferðir varð eisini avtala gjørd um at hittast, men orsakað av Corona, blivu allir hesir fundir avlýstir.

Tá vit skrivaðu 21. juli 2021, hepnaðist tað endiliga, og var fundur hildin í Industriens Hus í Keypmannahavn.

Vit settu tveir dagar av til hesar samráðingar, og møtti Maskinmeistarafelagið við viðtøkuførari nevnd, umframt skrivstovuleiðaran. Polar Seafood var umboðað av nevndarformanninum Henrik Leth, fíggjarleiðaranum Henrig Krog og stjóranum í Grønlands Erhverv Karsten Lybert-Klausen.

Endin av fundunum var, at vit komu ásamt um eitt semjuskjal, sum skal liggja til grund fyri nýggjum sáttmála.

Hesin sáttmálin kemur partvíst í gildi í september 2021, tá nýggju lønarsatsirnir koma í gildi, og so aftur í januar 2022, tá nýggjur avrokningarháttur og restin av broytingunum taka við. Hesar eri fylgjandi:

  1. Avroknað verður fyri eina útmynstring, áleið 2 mdr. hvørja ferð.
  2. Minsti forvinningurin er tvær ferðir acontohýruna. Um tað ikki eyðnast at avreiða fyri hesa upphædd íútmynstringartíðarskeiðinum, verður supplera upp til hana.
  3. Tað sum verður avreitt fyri yvir hesa upphædd, verur flutt inn á aðra sokallaða bonuskonto.
  4. Verftshýra, svarandi til acontohýruna, verður løgd afturat partsfiskarínum á bonuskontoðini.Hýra fyri sigling millum havnir, svarandi til verftshýruna, verður somuleiðis løgd afturat partsfiskarínum.
  5. Um skipið fer til royndarfiskiskap, skal lønin avtalast innan farið verður avstað.
  6. Kostpeningurin hækkar frá 105 kr/dg til 120 kr/dag.
     

Við semjuni fylgir ein loysn uppá tað sum vit upprunaliga vóru ósamdir um, nevniliga útistandandi løn fyri 2018. Avtalan byggir á eitt kompromis har Polar Seafood átekur sær at rinda ½ av teirri upphædd, sum vit gjørdu krav uppá .

Eitt annað sum er partur av semjuni er, at Polar Seafood skal fáa gjørt avrokningarnar meira gjøgnumskygdar, soleiðis at hesi tingini eru løtt at útgreina, so at ein leypandi avrokning fyri avrokning, kann síggja status á bonuskontoðini.

Sum heild haldi eg at úrslitið er á einari leið. Harumframt meti eg at vit við broytingunum hava fingið ein sáttmála, sum er munandi lættari at tolka, og at tað átti at veri størri sannlíkindir fyri at umgangast líknandi trætur, sum vit her hava haft í eftirtíðini.

So skjótt sum alt, tað verður seg avrokningarmodel og kompensatiónsavtala v. m. er endaliga komi uppá pláss, koma vit at kunngera semjuna og nýggja sáttmálan.

Vit fara aftur til Danmarkar í næstum. Hesaferð eru ørindini at fáa endurnýggja gamla APK, ella rættari komandi GE-sáttmálan, sum er frá 2006.

Tað hevur ligið í kortunum, at hesin sáttmálin í stóran mun skuldi byggja á ta semju, sum stóðst í Polar Seafood samráðingunum, og var tað ein fyritreyt at ein semja fekst í lag um hendan, innan fari var víðari við APK/GE samráðingunum.

Annars hevur tað veri rímiligur aktivitetur síðani summarferiuna. Eitt nú hava vit fingið veruligt lív í Felagsskapin FMU, sum er eitt felag, sum øll manningarfeløgini vara av í felag, og hvørs endamál er at fáa gjørt avtalur við reiðarí um útlendska manning umborð á FAS skipum.

Tað hevur verið soleiðis at hettar frammanundan hevur verið gjørt annaðhvørt í Noregi ella Ísland, sum so hevur ført við sær at allar avgerðir rundanum hesi viðurskiftini hava verið tikin uttan um føroysku manningarfeløgini.

Nú hava vit loksins gjørt semju um, at tað eru vit sum framyvir góðkenna hesar avtalurnar, og soleiðis eisini hava møguleika at kunna taka avgerðir í hesum viðurskiftunum.

Vit hava inntil víðari gjørt 3 avtalur, og fara uttan iva at gera fleiri sum tíðin líðir.

Av øðrum tingum kann nevnast, at vit hava brúkt fitt av orku uppá at fáa greiðu á fleiri tvístøðum, har arbeiðsgevari og arbeiðstakarar hava verið ósamdir. Okkurt av hesum málum er loyst við semju. Í øðrum føri verur arbeitt við at gera semju, okkurt er lagt fyri Fasta Gerðarrættin og okkurt annað er ávegis hagar.

Annars eru vit so smátt farnir í gongd við at fyrireika okkum til sáttmálasamráðingar aftur, har vit leggja fyri aftur til várs.

Allir uttan tann eini sáttmálin á Føroyska arbeiðsmarknaðinum ganga út komandi ár, so har verur nokk at taka sær av.

Við hesum verur ynskt tykkum eitt gott heyst.

Vh. Ólavur Gunnarsson, formaður

Tíðargrein 19. (mai 2021)

12. mai 2021

 
Góðu tit øll

So eru vit komin væl inn í mai mánað og hóast veturin hevur ilt við at sleppa takinum, so fer sólin og varmin at taka meira og meira yvir.

Hesin fyrsti parturin av árinum hevur eisini havt sítt virksemi við sær.
Vit høvdu millum annað sáttmálarnar við Reiðaríið fyri Handilsskip, hvørs útgongu dato var 1.mars, at fara í holt við.
Manningarfeløgini, tað verður seg Føroya skipara- og navigatørfelag, Føroya Fiskimannafelag og vit Maskinmeistarafelagið, høvdu nakrar fundir í januar fyri at avstemma krøvini, og tóktist tað at vera meiriluti fyri at taka upp felagsamráðingar.

Týsdagin 9. februar bleiv soleiðis lagt til brots við at fáa sáttmálarnar undir land.
Longu eftir fyrsta fundin vísti tað seg, at tey krøv sum Føroya Fiskimannafelag hevði, als ikki sampakkaðu við okkara krøv, og bleiv avgjørt at skekla teir burturúr samráðingunum.

Talan var um sera truplar samráðingar, har mótparturin kravdi ásetingar um longda útmynstring og heimildir at gera avtalur við manningar um frávik í sáttmálanum undir serligum umstøðum, sum eitt nú hesari korona tíðini. Alt krøv sum vit blankt vístu frá okkum.
Samráðingarnar hildu so fram 15., 18., og 19. februar.
Mikudagin 24. februar bleiv so semja gjørd um 2 ára sáttmálar.

Semjan bygdi á ein lønarkarm uppá 3,3 %. Harumframt fekk viðbótin til einameistarar eitt lift uppá 232 kr um mánaðin og yvirtíðarsatsurin bleiv øktur frá 15 % til 20 %.
Samanumtikið var talan um eitt nøkulunda úrslit, serliga umstøðurnar tiknar í betraktning.

Aðalfundur felagsins var hildin á Hotel Hilton 13. mars, og umleið 30 limir luttóku.
Á skránni var m. a. formansval, men orsakað av at bert sitandi formaður bjóðaði seg fram, var hettar av ongum. Hinvegin var stríðsval til nevndina har Tummas Eli Høj Joensen, umframt nevndarlimirnar Regin Olsen og Berit Hovsgarð bjóðaðu seg fram. Endin var at Regin og Tummas Eli blivu valdir.

Nevndin hevur síðani skipað seg við næstformanni og hesum málsøkjabýtum:

  • Ólavur Gunnarsson, formaður og samskipari av øllum málsøkjum, umframt norðurlendskt/altjóða arbeiði
  • Regin Olsen, næstformaður við málsøkjunum: SEV og IRF
  • John Højsted, nevndarlimur við málsøkinum: Fiskiskip
  • Jóhan Mørkøre, nevndarlimur við málsøkinum: Handilsflotin, FAS og FMU
  • Tummas Eli Høj Joensen, nevndarlimur við málsøkjunum:  Almenn størv á sjónum og privat og alment lønt á landi.

Ætlanin hevði verið at hava eitt veruligt borðhald við fleirrættaðaðari matskrá, undirhaldi vm. Men eftir at hava ráðført okkum við avvarðandi myndugleikar, bleiv hettar ikki av nøkrum.
Talan var tí hinvegin um ein av teimum meira siðbundnu fundunum við ábitið aftaná.
Sum heild var talan um ein fínan aðalfund, men har tað avgjørt hevði verið pláss fyri fleiri luttakarum.

Vanliga hava vit fundir við hini norðurlendsku maskinmeistarafeløgini tvær ferðir um árið, ávikavist um várið og heystið, har vit skiftivís eru vertir. Grundað á serligu umstøðurnar har Korona farsóttin hevur gjørt tað vónleyst at ferðast millum londini, blivu hesir fundirnir avlýstir í 2020. Eftir at hava umrøtt støðuna var avgjørt ikki at avlýsa hesaferð, men í staðin at halda fundin á “netinum”. Mánadagin 11. apríl var so hesin fundurin hildin. Talan var sum heild um ein fínan fund, har øll londini hvør sær høvdu eina framløgu, fyri síðani at taka ymist relevant evnir upp at venda. Hóast fundurin sum heild var fínur, so kann hann langt frá javnmetast við teir vanligur siðbundnum fundirnar, har man veruliga hevur høvi at møtast og soleiðis eisini fær røkt tær relatiónirnar, sum sera oftani hava víst seg at verða gagnligar.

Tað er eisini blivið til nakrar virkisvitjanir í tí, sum farið er av árinum. 14. apríl var eg soleiðis og vitjaði á Bakkafrosti á Glyvrum. Talan var bæði um eina arbeiðsvitjan fyri at umrøða okkurt ávíst mál, men harumframt var eisini talan um eina av hesum vitjanum, har ymisk generell viðurskiftir verða umrødd. Talan var um eina góða og gevandi vitjan, har eg hevði høvi at heilsa uppá nógv fólk bæði í leiðsluni umframt limir hjá okkum.
Í framhaldi av hesum, vóru eg og næstformaðurin og vitjaði á smoltstøðini hjá Bakkafrost á Strond tann 4. mai. Talan er um størstu smoltstøð yvirhøvur og stendur hon fyri bróðurpartinum av smoltframleiðsluni hjá Bakkafrost. Vit fingu eina framløgu frá leiðaranum Rógva Jacobsen og síðani blivu vit vístir runt av Rógva og tekniska leiðaranum Hans Peturi Lamhauge. Sera áhugavert var at síggja sjálva prosessina frá rogni og til fiskurin er klárur at seta út. Og ikki minst hvussu nógv er gjørt burturúr fyri at alt skal verða so burðardygt sum yvirhøvur gjørligt.

11. mai vóru eg og skrivstovuleiðarin so og vitjaðu eitt av teimum rættiliga stóru og skjótast veksandi reiðaríunum her heima. Talan var um Navigare sum nú er staðsett í Søldarfirði, og við sínum 14 skipum veruliga eru ein av teimum stóru aktørunum í júst hesum segmentinum. Bara í ár hava teir økt flotan við ikki minni enn trimum skipum. Hav Norlandia og Hav Vestlandia komu í flotan fyrr í ár, ímeðan nýggjasta farið Hav Alda bleiv yvirtikið á sama degi vit vitjaðu. Ein sólskinssøga innan shipping vinnuna í Føroyum má man bara staðfesta.

Tað er eingin loyna at tað hava verið avbjóðingar at fáa føroyska deksmanning til øll hesi skipini, og hevur tað leingi verið arbeitt við at fáa loyst trupulleikan, soleiðis at dekkið kann mannast við sjófólkið við øðrum nationaliteti.
Tað vóru hesi viðurskiftini sum vóru høvuðsorsøkin til at vit høvdu biðið um fundin. Talan var um ein fínan fund, har hesi viðurskiftini blivu lýst, fyri at kanna nærri hvussu hesin trupulleikin kann loysast.

Eri í holt við at gerða avtalur um fleiri slíkar vitjanir í nærmastu framtíð, og eru avtalur um vitjanir á Biogassverkinum Førka og Brennistøðini hjá KOB við at koma undir land.

Um onkur av tykkum kundi hugsa sær at fingið meg at komi á vitjan, so er bara at seta seg í samband við meg, so vit kunnu finna eitt tíðspunkt.

Árið  higartil hevur annars verið merkt av óvanliga nógvum limamálum. Fleiri av hesum hava vit fingið loyst, men tó so hongur okkurt eftir, sum vit hava verið noyddir at fáa okkum løgfrøðisliga hjálp til at loysa. Tá tað er komi hartil, so vita vit av royndum at tingini taka tíð, og soleiðis verður tað heilt víst eisini í hesum førunum.

Vit eru annars blivnir partur av einum Sjóvinnuforumi kalla Blue Faroe Islands, sum hevur til endamáls at kasta ljós á tað maritima økið. Við at fara inn á heimasíðuna hjá okkum, finna tit undir slóðir leinkjur til Heimasíðu, Facebook profil, Linkedin profil, umframt You Tube innsløg hjá hesum foruminum.

Nú summarið er fari at nærkast, og koppsetingarnar veruliga eru farnar at taka dik á seg, sýnist man at kunna hóma ljósi hinumegin tunnilin, soleiðis at man kann síggja fram til at tíðirnar fara at normalisera seg aftur. Eg sum øll onnur gleði meg til at so verður.

Við hesum fari eg at takka fyri meg á hesum sinni og fari at ynskja tykkum alt tað besta.

Vinarliga

Ólavur Gunnarsson. Formaður

Tíðargrein 18. (desember 2020)

23. desember 2020

 
Góðu tit øll.

So fer árinum at líða, og má sigast, at talan hevur verið um eitt sera atypiskt og avbjóðandi ár.

Korona farsóttin hevur so avgjørt sett síni fingramerkir á so at siga alt og øll, og harundir eisini virksemi hjá felagnum. Nógv fundarvirksemi sum vanliga plagar at verða í størri forumum, eru flutt á skíggjarnar yvir ymisk forrit, sum eitt nú Teams.

Vit vóru tíðliga úti, og longu í apríl mána hildu vit okkara fyrsta nevndarfund á Teams, og hava vit síðani hildið fleiri slíkar. Ikki kann sigast annað enn at hettar hevur eydnast sera væl sum ein neyðloysn.

Seinastu tíðina hava vit tó valt at fara aftur til vanliga formin, tí uttan at taka nakað frá skýggjunum, so skal týdningurin av at hittast ikki undirmetast á nakran hátt.

Eisini hava vit haft annað virksemi á skíggjanum í heyst, eitt nú sáttmálasamráðingar við okkara sáttmálapartar í Grønlandi.

Vit skuldu eftir ætlanini hittast í Keypmannahavn fyri endaliga at fáa undirskriva nýggjan sáttmála dagarnar 5.-7. september, men bleiv fundurin avlýstur stutt innan hann skuldi vera. Avtala bleiv síðani at hava fundin 12. november, men enn einaferð bleiv hann útsettur. Fyri at alt arbeiði sum gjørt var ikki skuldi fara fyri skeyti, bleiv so avtalað, at royna at hava samráðingarnar yvir Teams í staðin.

Hettar hevur eydnast í ávísan mun, men tó skal tað ikki verða nøkur loyna, at tað tykist at verða sera lætt at fara skeivur av hvørjum øðrum við hesum samráðingarháttinum.

Aftaná seinasta fundin hava vit soleiðis valt at biðja um eitt “time out”, og vóna at kunna hittast til veruligar samráðingar so skjótt sum gjørligt, soleiðis at vit kunnu fáa greiðu á hesum viðurskiftunum, og endurnýggja hesar sáttmálarnar.

Vísandi til vitjanir, so hevur tað, hóast truplu umstøðurnar, eydnast at verið á nøkrum vitjanum. Eitt nú umborð á nýggja havrannsóknarskipinum Jákupi Sverra, har maskinstjórin Jónsvein Joensen tók ímóti og vísti runt.
Ikki kann sigast annað enn talan er um eitt sera væl útgjørt og nútímans far, sum vónandi fer at tæna bæði væl og leingi.

Eisini havi eg vitja umborð á Erlu Kongsdóttir, stutt eftir at hon var komin til landi. Her var tað Sigmar Hansen maskinstjóri sum vísti runt, og má somuleiðis sigast at hettar skipið á mangan hátt brýtur upp úr nýggjum. Tað skal verða mín vón at hon fer at prógva sítt virði, hóast heldur óhepna startin hon hevur fingið. Livst so spyrst.

Meiningin var eisini at fara at vitja á nýggja biogassverkinum Førka, sum má sigast at vera eitt nýbrot innan varandi orku her heima, men er hendan vitjanin útsett til eftir ársskiftið.

Tíðliga komandi ár fara vit so í eldin aftur. Tann 1. mars skulu vit hava nýggjan sáttmálar við Reiðaríið Fyri Handilsskip.
Talan er um tríggjar ymiskar sáttmálar, ein fyri vanlig handilsskip, ein fyri størri skip í frálandavinnu og ein fyri smærri skip í hesari vinnuni.

Í verandi løtu eru vit við at seta orð á krøvini, soleiðis at vit eru væl fyrireikaðir, tá lagt verður til brots. Tað sum hevur verið avbjóðandi í hesari vinnuni er, at norska krónan er fallin so nógv í virði, og hevur hettar viðført eitt versnandi kappingarføri hvat ið okkara lønarlagi viðvíkir. Eitt nú valdu tvey skip at siga manningunum upp, og flagga yvir til norskt flagg.

Sera óheppið fyri okkara framúrskarandi sjófólk í hesum størvum, men hettar eru tíverri treytirnar, tá ið tú ert í einari altjóða vinnu, har kappingin verður máld á øllum parametrum.

Eitt, sum tó hevur eyðmerkt føroyingin, er tann fantastiski eginleikin at tillaga seg broyttum viðurskiftum, og soleiðis at vera skjótur at fóta sær aftur. Vónandi kemur tað eisini til sjóndar í hesum føri.

Okkara fiskifloti hevur eisini verið hart raktur av hesar ólukku Coronu farsóttini og er tað enn. Bæði við at manningar ella einstaklingar, eru tvungin í sóttarhald, men ikki minni orsaka av stórum falli i fiskaprísum. Hettar hevur viðført at hýrurnar eru falnar markant. Hendan støðan er slett ikki haldbar og um vend ikki kemur í innan leingi, er ilt at yvirskoða avleiðingarnar fyri reiðaríini og manningarnar.

Formansskeiðið sum er farið at halla, hevur á mangan hátt verið ein læriprocess hjá mær, og haldi eg at man er komin meira á lagi sum tíðin hevur liðið. Hvussu ein hevur roynst sum formaður fari eg at lata tykkum døma um, men eg havi roynt at gera mítt besta, og havi lagt alla mína orku í at gera mítt arbeiði til lítar.

Hvussu er og ikki, so havi eg valt at bjóða meg fram til enn eitt skeið, og tá nú eingin annar meldaði seg á banan, komi eg at halda fram sum formaður komandi trý árini frá komandi aðalfundi at rokna.  Eg eri spentur uppá avbjóðingina, og vónandi komi eg ikki til at skuffa tykkum.

Eg vil takka fyri eitt sera øðrvísi og í mangar mátar avbjóðandi ár, og skal tað vera mín størsta vón at  tað komandi, verður meira líkt einum vanligum ári.

 Við hesum  fari eg at ynskja tykkum og tykkara eini gleðilig jól og eitt gott og eydnuberandi nýttár.

Vinarliga

Ólavur Gunnarsson. Formaður
 

Tíðargrein 17. (august 2020)

17. august 2020

 
Góðu tit øll.

Nú er heldur langt liðið síðani seinastu tíðargrein, men her er hon so loksins.

Hóast trupla støðu vegna hesa ólukku sóttina, er tað eydnast at koma á mál við fleiri av sáttmálunum.

Fyrstur var sáttmálin við Føroya Reiðarafelag, sum gekk út 1. apríl. Ásannandi at tað ikki bar til at koma á mál til ásetta tíðspunktið, hittust partarnir 19. mars, har sáttmálin bleiv framlongdur til 1. mai.

Tann 16. apríl blivu so samráðingarnar tiknar uppaftur. Fundur var eisini 23. apríl, har avrátt bleiv at leingja enn einaferð, hesaferð til 20. mai.

Fundir vóru síðani hildnir 7.-14.-18.-19. og 20. mai, men støðan var fullkomiliga fastløst, og endaði fundurin 20. mai við, at semingsstovnurin bleiv boðsendur.

Fari var so undir seming og fríggjakvøldið 29. mai bleiv loksins eitt semingsuppskot lagt fyri partarnar, sum fingu skotbrá til á middegi dagin eftir at svara uppá. Tað vísti seg, at báðir partar tóku undir við uppskotinum, og bleiv ein 2 ára sáttmáli undirskrivaður.

Á tí almenna arbeiðsmarknaðinum kom eisini glið á langt um leingi, og 4. juni blivu samráðingarnar við KAF tiknar uppaftur, aftaná drúgvan steðg, men nú við heilt øðrum fyritreytum, har tey løgdu nýtt samráðingarupplegg fyri dagin. Sama støða var eisini tá ið samráðingarnar við FMR blivu uppafturtiknar 16. juni.

Fundir blivu hildnir javnt og samt fram til 6. Juni, tá ið semja var undirskrivað við FMR, tveir dagar seinni, tann 8. juli komu vit ásamt um at skriva undir við KAF. Í báðum førum var talan um 3 ára sáttmálar, har lønarhækkingin var 2,56 % fyrsta árið, 2,05 % næsta og 1,25 % síðsta árið. Harumframt blivu onkrar aðrar justeringar gjørdar.

Samanumtikið - serliga sæð út frá støðuni í samfelagnum - var talan um úrslit, sum vit kundu liva við.

Vísandi til samráðingarnar við FMR, so bleiv sáttmálin við Magnus Heinason útbygdur til eisini at umfata nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverra, sum fer í drift í næstum. Hinvegin bleiv Vørn sáttmálin skeklaður burturúr samráðingunum, tí vit mettu ikki, at vit kundu gera semju fyrrenn lønin, sum Tænastumannafelagið hevur samráðingarrættin til, er komið uppá pláss. Soleiðis verða hesar samráðingarnar tiknar uppaftur seinni.

Sáttmálin við FAG gekk út 1. juni, men grunda á støðuna, og allar tær samráðingar sum vit høvdu gongd í, bleiv sáttmálin longdur í 3 mánaðir til 1. september.

Skøtil verður settur á tær samráðingarnar fríggjadagin 21. august, og vóna vit at til ber, at fáa tær avgreiddar í vikuni eftir.

Leygardagin 23. mai eydnaðist tað loksins at fáa avgreitt aðalfundin, sum upprunaliga skuldi havt verið í mars mánað.

Fundurin bleiv hildin í Smæruni við teimum tilmælum, sum heilsumyndugleikarnir hava lagt fyri dagin.

Tað møttu áleið 30 limir á fundinum, sum á allan hátt eydnaðist væl, sæð út frá íkomnu støðuni.

Aðalfundur verður aftur í mars komandi ár, og verður tá -  millum annað - formansval á skránni. So um onkur har úti gongur við einum formanni í búkinum, so er ikki at halda seg aftur. Í so fall má havast í huga, at uppstillingarfreistin til formansval er 15. desember.

Av øðrum virksemi sum hevur verið á breddanum í seinastuni, kann nevnast fundur við Polar Seafood um sáttmálan har. Í hesum sambandi vóru eg , skrivstovuleiðarin Sjúrður og løgfrøðingurin Páll Nielsen í Keypmannahavn dagarnar 3.-5. august og fundaðust. Talan var um góðan fund soleiðis, at tað nú loksins sæst ein endi á tí ósemjuni, sum hevur verið um tulking av hesum sáttmálanum í longri tíð.

Tann semjan sum helst verður gjørd í næstum fer at gera tað møguligt at endurnýggja hendan sáttmálan, og helst eisini at gera tað møguligt at fáa dagført tann gamla sáttmála við táverandi APK, og núverandi GE, sum ikki er endurnýggjaður síðani 2006.

Annars hava limir okkara, bæði á sjógvi og landi, eisini verið raktir av sóttini.

Á sjónum hava vit í einstøkum førum gjørt avtalu um longda útmynstring á onkrum skipum í frálandavinnuni. Eisini hava vit sæð, at skip hava siglt heilt til Føroyar at skifta manning, grunda á krav um sóttarhald um farast skuldi við flogfari.

Vit hava eisini upplivað, at okkara limir ikki eru slopnir avstað, orsaka av at teir eru settir í sóttarhald. Talan hevur millum annað verið um onkran sum ikki er sloppin við flakatrolara, sum er burtur í longri tíðarskeið, grunda á, at hann var í sóttarhaldi, tá í skipið fór avstað. Her finst eingin skipan, sum í slíkum føri loftar inntøkumissinum hjá viðkomandi, og hevur hann, hóast hann missur inntøku í mánaðir, bert rætt til dagpening í tíðarskeiðinum sóttarhaldið varir.

Fleiri av arbeiðsplássunum á landi eru eisini merkt av støðuni, eitt nú hava SEV og LSH broytt arbeiðsgongdir fyri í mestan mun at byrgja uppfyri at smittan ikki fekk gróðrarbotn har.

Samanumtikið hevur talan verið um eitt heldur baldrut og øðrvísi ár.

Vónandi fer hettar at hasa av, soleiðis at vit fáa ein meira vanligan gerandisdag aftur, við øllum tí, sum hartil hoyrir.

Við hesum vil eg ynskja tykkum framhaldandi gott summar.

Vinarliga

Ólavur Gunnarsson. formaður

Tìðargrein 16. (mars 2020)

18. mars 2020

 
Góðu tit

Støðan er serlig og óunnulig. Miðlarnir eru fullir av døprum søgum, og samfelagið tykist í stóran mun at vera sett á standby. Gøturnar sum helst skuldu verða fullar av lívið, nú várið er komið, eru menniskjatómar. Hettar er mest at samanlíkna við ein marrudreym, og man vónar at vakna til ein annan veruleika.

Tað er í støðum sum hesari at vit mugu standa saman, og hjálpa har vit kunnu. Bæði við at fylgja teimum tilmælum sum verða givin, og við at rætta út eina hjálpandi hond út til onkran, sum er illa staddur.

Nú vit skriva 18. mars skuldi, um alt vildi væl til, bert resta 10 dagar í, til at aðalfundur felagsins skuldi veri á Hotel Hafnia. Alt var klárt, høli við tí sum hartil hoyrir var bílagt, gestarøðari fingin til vega og formannsfrágreiðingin manglaði bara at verða fínpussað. Men so vendi alt á einum tallerki, vegna hesa ólukku Korona sóttina sum herjar í løtuni.

Eins og flestu onnur valdu vit at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum og útsettu fundin í óbestemta tíð. Vónandi gongur ikki alt ov leingi, til alt normaliserar seg aftur, og til ber at samla fólk á vanligan hátt.

Tað er ikki bara aðalfundurin sum er raktur av íkomnu støðuni. Ikki tykkum at siga, so hava sáttmálasamráðingarnar gingið sera seint, og nú tá ið tað endiliga var eydnast at sleppa framat, bleiv alt avblást, og soleiðis standa vit nú aftur í bíðistøðu.

Tað var tann 24. februar at vit settu skjøtul á samráðingarnar, og lagt var fyri við við KAF sáttmálanum, sum er fyri  maskinmeistarar settir á SEV og IRF. Á fyrsta fundinum sum í høvuðusheitinum snúði seg um at handa og gjøgnumganga krøvini, bleiv eisini ein fundarrøð uppá 3 fundir avtalað. Hesir fundir vóru settir at verða 11., 18. og 23. mars.  Av hesum náddu vit bert tann eina innan partarnir samdust um at útseta vegna íkomnu støðuna.

Tann 5. mars var so tørnið komið til Fíggjarmálaráði og teir hartil hoyrandi sáttmálarnir, sum eru fyri Alment settar á landi, Strandfaraskip Landsins, Vørn og Magnus Heinason. Partarnir hittust í Portugálinum í Tinganesi, har krøvini vóru handaði og gjøgnumgingin. Eins og hjá KAF avtalaðu vit víðari forløbið, har ein fundarøð bleiv avtalað. Hesir fundir skuldu verða 19. og 24. mars umframt 3. apríl. Hettar blívur nú sjálvandi av ongum, sum landi liggur, og er einki at gera, uttan at bíða til vit hava riðið sóttarstormin av okkum.

Vit vóru eisini komnir í gongd við samráðingarnar við Føroya Reiðarafelag um limirnir í fiskiflotanum. Her hava manningarfeløgini sparrað nógv uppundir samráðingarnar, fyri at vita um finnast kundi eitt felags stev. Endin var at semja var um, at feløgini skuldu fara til samráðingar saman. Her hittust partarnir 20. februar til at fyrireika samráðingarnar, og bleiv avtalað, at handa krøvini 6. mars.  Soleiðis møttust partarnir í hølunum hjá FSN, har krøvini blivu handaði og gjøgnumgingin.  Avtalaðir blivu fundir 11. og 19. mars. Vit høvdu fundin 11. mars. Í høvuðsheitinum var tað íkomna støðan, og hvat gerast skuldi sum bleiv umrøtt. Endin var at partarnir samdust um at útseta.

Ásannandi at, sum landi liggur, verður tað vónleyst at koma á mál innan 1. apríl, tá ið verandi sáttmáli gpngur út, koma partarnir saman 19. mars at skriva undir eina leingjan av sáttmálanum í ein mánað fram til 1.mai.

Ilt er at siga í hvønn mun okkara limaskari verður raktur av íkomnu støðuni. Men fer hon at vara leingi, so verður helst ringt at sleppa heilt undan.

Eg havi verið í samband við Føroya Arbeiðsgevarafelag og Reiðaríið fyri Handilskip og tað tykist ikki, sum okkara starvsøkir verða hart rakt, í hvussu so er ikki, sum støðan er í løtuni. Hvat tað kann útvikla seg til um long tíð gongur, er ilt á spáa um, men vónandi kemur tað ikki hartil.

Var eisini í samband við Føroya Reiðarafelag fyri at hoyra, um útlitini í fiskiflotanum. Boðini vóru, at fiskiflotin fyri ein stóran part í vinnu enn, men tað eru tekin um, at marknaðurin er við at steðga upp fyri onkur ávis fiskasløg. Á størru virkjunum, sum arbeiða upsa eru útlitini hampilig enn, tey kunnu arbeiða nógv inn á goymslu, men um útflutningurin steðgar upp, kemur arbeiði her eisini at steðga upp.

Á almenna arbeiðsmarknaðinum er full drift á, hettar hóast serskipanir at fyribyrgja smittuvandanum eru settar í verk. Hesin skarin er allur fastløntur og er sostatt ikki í sama vanda fyri at líða inntøkumiss, sum tey privat settu.

Vit fylgja gongdini konstant, og so hvørt sum okkurt nýtt kemur undan kavi, sum onkursvegna kann koma at hava avleiðingar fyri limir okkara, verður hettar lagt út á heimasíðuna.

Í verandi løtu liggur kunning frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu um, hvussu sjófólk skal fyrihalda seg umborð, fyri at minka um smittuvandan, bæði fyri seg og onnur. Kunning er eisini um, at sjófólk við fiskiskipum hava rætt til at fáa sjúkradagpening um viðkomandi ikki sleppur avstað vegna sóttarhald. Í hesum sambandi er eisini ein leinkja til umsóknarblað um sjúkradagpening løgd út har.

Av øðrum tingum hevur tað eisini verið heilt fitt av aktiviteti. Eitt nú hevur SSL fingið eitt nýtt skip inn í flotan, og her vóru vit innkallaðir at bólka Hasfjord sum ferjan eitur. Við góðari argumentatión eyðnaðist tað okkum at fáa skipið í bólk ll, sum er bólkurin, har Teistin og Ternan eru.

Eisini hava vit brúkt orku uppá eitt mál við Polar Seafood, har ósemja er um sáttmálatulking um avrokningar. Vit samdust herfyri um at leggja málið fyri ein gerðarrætt, sum skuldi setast at loysa knútin. Hesin gerðarætturin er samansettur av trimum limum, har hvør partur velur ein lim, og so semjast hesir um tann 3 limin sum eisini verður formaður.

Vit hava valt Páll Nielsen at umboða okkum, og hava síðani nakað fyri jól tilskorið málið saman við honum, soleiðis at tað nú er við at verða klárt at taka upp til dóms.

Nú tíðin tykist ófrættakend, og vit øll onkursvegna liva í óvissuni um, hvussu hettar man fara at spæla av, fari eg at heita á tykkum um vinarliga at taka atlit, tað verður seg bæði persónlig og samfelagslig, soleiðis at vit øll koma so snikkaleys sum gjørligt ígjøgnum hettar.

 Annars vil eg ynskja tykkum alt tað besta.

Vinarliga

Ólavur Gunnarsson formaður.

Tíðargrein 15. (desember 2019)

24. desember 2019

 
Góðu tit

16. desember fingu vit tey tungu boð at skrivstovukvinnan hjá okkum Eydna Bernhardson andaðist. Eydna starvaðist í mong ár sum skrivstovufólk hjá felagnum. Eydna var sera fitt og fyrikomandi, altíð klár við tí góða orðinum. Hon var álítandi, arbeiðsom og hennara partur lá aldrin eftir. Hon var so nemm at verða saman við og tú føldi teg altíð væl til passar í hennara selskapi. Hon var eisini sera kreativ, og sást hettar serliga aftur innan málningalistina, har hon var sera virkin, men treyðugt so, tað lá eisini ræði fyri hvat í yrking viðvíkti.

Eydna Bernhardson bleiv fyri góðum tveimum árum síðani rakt av herviligari sjúku, og hóast drúgva viðgerð mátti hon at enda geva skarvin yvir.

 Vit vóru og vitjaðu hana í heimi hennara fyri 3 vikum síðani, og hóast merkt av sjúku, var lagi avbera gott, og vartaði hon okkum upp við kaffi og køkum. Práti gekk eisini lystiliga bæði um leyst og fast, og var talan um eina serliga hugnaliga løtu.

 Tað seinastu tíðina gekk tað skjótt niður av bakka, og mánadagin 16. desember orkaði likami ikki longur, og so var seinasti sjógvurin rógvin.

 Eydna fór til gravar úr einari stúgvandi fullari Havnar kirkju, fríggjadagin 20.desember. Ann Dahl Hansen, prestur hugleiddi um Eydnu, og var tað sera kenslubori og rørandi at líða á, ikki minst tá hon frambar eina seinastu heilsan sum Eydna sjálv hevði biði hana um at gera við jarðarferðina. Jú tað er heilt víst at Eydna fer at verða nógv saknað her úti á felagnum og tankar okkara eru hjá teimum, sum eftir henni sita.

 

Og so til formansins tíðargrein 15.

Hóast tað ikki eydnaðist okkum at koma til samráðingarborðið áðrenn jólahøgtíðina, so hevur tað verið nokk at taka sær til á øðrum økjum.

 Sum sagt í seinastu tíðargrein, so var ætlanin at fara til Suðuroyar við Lív tiltakinum, og var hesin fundurin hildin 26. november á Miðnám í Hovi. Tað møttu gott og væl 20 fólk á fundinum. Nógvir spurningar vóru til framløguna, og vísur hettar greitt at brúk er fyri slíkum tiltøkum.

Eisini vóru vit við í fyriskipanina av einum rímiliga vælvitjaðum limatiltaki í Smæruni, har vit saman við hinum manningarfeløgunum settu Sjófeingi á breddan. Har vóru frammløgur frá øllum formonnunum, umframt Eivindi Jacobsen. Aftaná var pallborðskjak millum Jacob Vestergaard, Høgna Hoydal og Aksel Johannessen. Møguleiki var hjá áhoyrarum at seta spurningar, og vóru tað ikki so fá sum nýttu hettar høvi. Talan bleiv um ein lívligan, og til tíðir harðan fund, har brotasjógvarnir gingu høgt. Men tó ikki verri enn so, at menn  kundu tosa sinniliga saman tá tiltaki var av.

 Vísandi til lógaruppskotið um sjófeingi, sum nú er endaliga samtykt, so lótu vit eitt umfatandi hoyringskriv inn. Øll viðurskiftini sum vit umrøddu í hoyringskrivinum, vóru við atlitið til hvørji árin broytingarnar kundu hava á manningarviðurskiftini. Vit vóru boðin í Vinnunevndina at umrøða hesi viðurskifti, og haldi eg at talan var um sera góðan og konstruktiva hoyring, har vit veruliga komu til orðanna.

 Í samband við nýggju lógina um sjófeingi, so fyriliggur eitt lógaruppskot um at tillaga tilfeingisgjøldini. Nú uppboðssølurnar eru farnar í søguna, skulu tilfeingisgjøldini kompensera fyri tí sum landskassin annars skuldi fingið inn við uppboðsølunum. Í hesum sambandi vóru vit innkallaðir í Fíggjarnevndina til skundhoyringar. Vælvitandi hvat var undir uppsigling, so høvdu vit gjørt okkara forarbeiði, og høvdu útrokningar við, sum vístu á, at fyriliggjandi uppskot ikki var til frama fyri manningarnar, við tað at tær koma at luttaka í størri mun enn í verðandi løtu.

Nú vit standa á gáttuni til eitt nýtt og uttan iva hendingaríkt ár, kann ikki sigast annað enn at vit hava nógv á skránni. Vit skulu í holt við samráðingarnar sum skjótast, og tað er eingin ivi um at hesar verða bæði harðar og drúgvar. Vit vóna at sleppa undan veruligari konflikt, men um tað er tað sum skal til, so taka vit tað við.

 Eisini skulu vit hava nýggjar samráðingar við Føroya Reiðarafelag nú sáttmálin gongur út 1. apríl. Hettar kann enn einafer gerðast ein tungur burður, nú lógin um sjófeingi aftur er broytt, men eisini tí at vit skylda teimum sum slett ikki komu í betraktning seinast okkurt.

1. juni gongur so sáttmálin við FAG, fyri limir okkara í privatu vinnuni á landi, út. Her skulu vit so eisini í eldin at fáa ein nýggjan til høldar. Her er talan um minimunsáttmála, men vit fara at gera okkara allarbest fyri at røkka einum góðum og nøktandi úrsliti.

 Aðalfundur felagsins verður í mars. Helst verður fundurin á Hotel Hafnia 14. ella 21. mars. Tað standa tveir nevndarlimir fyri vali. Talan er um John Højsted og Jóhan Mørkøre, sum báðir bjóða seg fram til eitt nýtt tørn. Onnur vælevni kunnu saktans skjótast upp á sjálvum aðalfundinum, so tað er ikki at halda seg aftur. Eisini eru uppskot til møguligar lógarbroytingar vælkomin, og skulu hesi verða felagnum í hendi í minsta lagi 14 dagar undan aðalfundinum.

 Fari at enda við at ynskja tykkum og familju tykkara eini Gleðilig Jól og eitt framúr gott nýttár.

Vinarliga

Ólavur Gunnarsson formaður.

Tíðargrein 14. (november 2019)

7. november 2019

 
Hervið formansins tíðargrein 14.

Sáttmálarnir hjá okkum á almenna arbeiðsmarknaðinum gingu, sum flestum kunnugt, út 1. oktober.
Vit høvdu sett okkum fyri, at hesaferð skuldu sáttmálarnir ikki fara út um útgongudagseting áðrenn nýggjur fyrilá. Men so kom politikkur í vegin, har val bleiv útskrivað til 3. august, og gekk tað langt inn í september, áðrenn vit høvdu eitt nýtt stýri, so her gjørdist ikki nógv.

Vit vóru gott nokk í samband við samráðingartoymini hjá bæði FMR og KAF um miðjan september fyri at lodda dýpið, men bóru tey seg undan at fara í gongd við teirri grundgeving, at tað til eina og hvørja tíð var Fíggjarmálaráðharrin sum endaliga skuldi blástempla nýggja sáttmálan, og so nyttaði tað lítið, at vit høvdu brúkt nógva tí og orku uppá nakað, sum møguliga bleiv vrakað, soleiðis at vit máttu fara undir nýggjar samráðingar.

Eftir at nýtt stýrið hevði tikið við seinast í september, settu vit okkum so í samband við tey aftur og hóast tónin var positivur, so segði Jan Mortensen, samráðingarleiðari hjá FMR, at teir helst vildu hava tey heilt stóru feløgini, tað verði seg Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og Sjúkarøktarfrøðingafelagið, avgreidd fyrst og eftir hettar vóru vit vælkomnir at seta skjøtul á samráðingarnar. Vit vóru forstáðiligir, og eftirlíkaðu ynskinum frá teimum.

Her kann sigast, at eg veit, at tað hava verið fleiri samráðingarumfør millum FMR og Starvsmannafelagið og at Lærarafelagið eisini er komið í gongd. Hvussu hesar samráðingarnar ganga, er ilt at siga, tí partarnir halda kortini tætt at kroppinum, men tó hoyrist runt umkring, at talan er um harðar samráðingar grundað á, at partarnir standa langt frá hvørjum øðrum. Soleiðis bendir alt á, at her verður talan um drúgvar samráðingar, sum gott kunnu enda úrslitaleysar.

Hvat KAF viðvíkur, so eru samráðingar byrjaðar við Føroya Handverkarafelag og Heilsuhjálparafelagið. Vit hava eisini lagt bilett inn og verður kravhandan í komandi ella í aðru viku. Her havi eg lati mær fortalt, at fjarstøðan ímillum partarnar er stór. Karmurin sum var lagdur fyri dagin av fyrrverðandi Fíggjarmálaráði, har tey sum gjørdu 3 ára sáttmála fingu í minsta lagi 2,56 % seinasta árið, sýnist veruliga at verða tódnaður markant.

Vit hava lagt stóra orku í at fyrireika okkum væl til hesar samráðingarnar, og hava brúkt nógva tíð uppá at orða krøvini. Í hesari tilgongd hava vit samskift við nógvar limir hjá okkum úti á teimum ymisku arbeiðsplássunum, sum eru fevnd av hesum sáttmálum, fyri at lodda dýpið.
Eg kann nevna, at vit hava samskift við umboð fyri bæði SEV og IRF viðvíkjandi KAF sáttmálanum, og við umboð fyri Fjarhitafelagið, Landsverk, SSL, LSH, Arbeiðseftirlitið og Vørn v. m. viðvíkjandi sáttmálunum við FMR. Soleiðis hava vit niðurfelt eina breiða viftu av krøvum, fyri at allir starvsbólkarnir kunnu kenna seg aftur. Nøkur av krøvunum eru avgjørt kardinalpunktir, meðan onnur ikki hava sama týdning. Tó er einki av hesum har, bara fyri at vera har.

Vit eru sjálvandi altráir at koma í gongd, men samstundis varnir ikki at fara alt ov skjótt fram. Vónandi náa vit væl fram á leið innan ársskifti, men sum orðatakið sigur, tað eru mangir leikir í longum talvi, og soleiðis er neyðugt at geva samráðingunum ta tíð, sum krevst.

Vit hava eisini haft fitt av øðrum virksemi nú í heyst, bæði her heima og í Danmark.
Her heima havi eg eitt nú verið á kunningarferð við pensiónsfelagnum LÍV, har teir eldru í limaskaranum fingu kunning um teirra eftirlønar- og tryggingarviðurskiftir. Fundir blivu hildnir í Leirvík og Tórshavn. Meiningin var eisini at hava ein fund í miðnámsskúlanum í Hovi, men av ymiskum orsøkum, bleiv hesin útsettur og verður hann vónandi í leypi av hesum mánaðinum.
Sum heild var talan um hampiliga góða uppmøting, hóast tað avgjørt var pláss fyri fleiri. Umboði fyri LÍV hevði eina sera einfalda og greiða framløgu um hesi viðurskiftini, har møguleiki var at seta spurningar so hvørt, og vóru tað ikki so fá sum tóku av møguleikanum. Niðurstøðan av fundunum var heilt víst, at tey møttu fingu eitt gott innlit í hesi viðurskiftini, sum annars kunnu tykjast trupul at seta seg inn í.

Dagarnar 7. - 9. oktober var stórur partur av nevndini í Keypmannahavn til 100 ára hald hjá norðurlendsku samtøkuni av maskinmeistarafeløgum NMF og á hálvárliga NMF fundinum.
100 ára haldið bleiv hildið í stásiligu hølunum hjá Danske Rederier. Har vóru fleiri maskinrelateraðar framløgur frá ymiskum aktørum og ímillum hesi var stjórin á Sjóvinnustýrinum Hans Jóhannisi á Brúgv.
Døgurði fyri luttakandi fjøldini var síðani um kvøldi.
Dagin eftir var so hálvárligi fundurin hjá NMF, sum var hildin í hølunum hjá Maskinmestrenes Forening. Fundurin var sum altíð áhugaverdur og viðkomandi, har øll londini høvdu sína framløgu, við einari støðulýsing av, hvat rørir seg í hesari vinnuni í teimum ymisku londunum.

Vit vóru eisini í Keypmannahavn í arbeiðsørindum 20. og 21. oktober. Hettar var við tí fyri eyga at fáa enda á sáttmálaósemju, sum er uppstaðin við sáttmálamótpart okkara á ávísum grønlendskum skipum. Endamálið var eisini at fáa endurnýggja ein annan grønlendskan sáttmála av eldri dato.
Fundirnir gingu sum heild væl, men tað spurdist ikki nøkur semja burturúr. Avgjørt var hinvegin at fáa sett ein gerðarrætt við trimum limum at taka støðu í málinum. Hettar arbeiði er fari í gongd og verða limirnir valdir í nærmastu framtíð. Eftir at gerðarrætturin er mannaður, hevur hann 3 vikur at koma við einum úrskurði og skuldi hettar sostatt verið komi upp á pláss innan ársskiftið. Við tað, at sáttmálin har trætan var, grípur nógv inn í tann sum skuldi dagførast, bleiv tað arbeiði parkera til trætan endaliga er loyst.
Sum sagt var samráðingarandin góður, og vóna vit eisini at fáa hettar uppá pláss innan ársskifti.

Sum eg nevndi fyrr í greinini, havi eg eisini verið á fleiri vitjanum í hesum tíðarskeiðinum, serliga hevur talan verið um vitjanir á føroyskum arbeiðsplássum, tað verði seg skip, virkir og stovnar. Eisini var eg umborð á Grønlendska nýbygninginum Polar Nattoralik, tá hesin lá á havnini. Ikki eiti á skip og er tað hugaligt at síggja tað álit, sum verður víst okkara framúrskarandi yvirmonnum, sum mannaðu bæði maskinu og brúgv á hesum stásiliga farinum.

Hettar er so nakað av tí, sum er fyrifarist síðani seinastu tíðargrein.

Fari við hesum at ynskja tykkum alt tað besta.

Vinarliga Ólavur Gunnarsson formaður.
 

Tíðargrein 13. (august 2019)

23. august 2019

 
Hervið formansins tíðargrein 13.

So er summarferian væl og virðiliga farin afturum, og arbeiði koyrir aftur við fullari ferð.
Av góðum grundum hevur tíðarskeiði síðani seinastu tíðargrein verið merkt av at tað hevur verið feriutíð, men tó hevur tað verið nakað av aktiviteti.

Innan farið var í feriu tann 27. juni, var prógvahandan á Vinnuháskúlanum har 17 maskinmeistarar fingu prógv. Sum vanligt var eg við til hátíðarhaldið, har eg helt talu, og handaði virðisløn. Hettar er altíð ein hugaligur dagur við veruligum hátíðardámi.

Annars eru vit farnir í holt við at lata okkum í til komandi sáttmálasamráðingar.
Innan farið var í summarfrí, uppsøgdu vit allar sáttmálarnar við Fíggjamálaráðið umframt sáttmálan við KAF.
Arbeiðið við at orða krøv til hesar sáttmálasamráðingar var tá longu langt síðani fari ígongd, og hevur verið hildið áfram, síðani eg kom aftur á skrivstovuna beint áðrenn Ólavsøku.
Krøvini eru ikki endaliga orðað, men tó eru tey við at taka skap.
Var í samband við FMR fyrr í hesi vikuni fyri at lodda dýpið, um nær teir eru klárir til samráðingar, og eru boðini haðani, at teir einki fáa gjørt fyrr enn valið er yvirstaðið, og nýtt landsstýri, við hartil hoyrandi fíggjarmálaráðharra, hevur tikið við. Teir vóna at hetta verður um hálvan september, ella í ringasta føri í seinnu helvt av september mánað.
Vit hava gjørt okkara støðu greiða um at vit ikki fara at góðtaka, at tað gongur so rúm tíð sum seinast at fáa sáttmálarnar uppá pláss, og vónandi er hesin boðskapurin seyraður inn hjá teimum sum skulu sita hinumegin borið.

Vit hava eisini arbeitt við øðrum uppgávum eftir summarferiuna. Eitt nú, eru vit í holt við at fáa endurnýggja sáttmála við maskinmeistarar sum sigla á Grønlenskum kjøli. Talan er um gamla APK-sáttmálan, sum er dagfestur í 2005. Hóast vit áhaldandi hava roynt at fáa hetta í lag í fleiri ár, so hevur tað ikki eydnast grunda á at mótparturin, sum nú er Grønlands Erhverv, ikki hevur víst hesum áhuga.
Nú er støðan tó broytt, og hava vit endiliga fingið hol ígjøgnum. Tað hevur soleiðis verið samskifti ímillum partarnar. Ætlanin er at samráðast yvir mail, til komið er hartil, at partarnir hava nærkast hvørjum øðrum so mikið nógv, at restin av samráðingunum kann fáast uppá pláss á einum fundi, sum allarhelst verður í Danmark í leypi av heystinum.
Í hesari tilgongdini hava vit sjálvandi haft maskinmeistarar, sum sigla undir hesum sáttmálanum, inni á gólvinum, umframt at vit hava samskift við teir yvir mail og telefon.

Eisini havi eg verið á onkrari vitjan í tíðarskeiðinum síðani seinastu tíðargrein. Beint áðrenn summarferiuna var eg á Landssjúkrahúsinum og vitjaði maskinmeistarar har, og 14. august var eg og vitjaði maskinmeistararnir umborð á Polar Nanoq, meðan skipið landaði í Kollafirði.
Í báðum føri var talan um hugaliga og gevandi vitjan, har eg slapp at síggja og umrøða arbeiðsviðurskiftini hjá teimum.

Hettar var so nakað av tíð, sum tikist hevur verið við seinastu vikurnar.

Alt tað besta til tykkum.

Vinarliga Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 12. (juni 2019)

14. juni 2019

 
Hervið formansins tíðargrein 12.

So er enn eitt hendingaríkt tíðarskeið farið afturum.
Hettar tíðarskeiði var tó meira merkt av tiltøkum og fundarvirksemið, heldur enn sáttmálasamráðingum.

Tann 9. mai varð Sjóvinnuforum hildið á Vinnuháskúlanum. Talan er um kostnaðarleyst limatiltak, sum maritimu manningarfeløgini saman við Sjóvinnustýrinum og Vinnuháskúlanum skipa fyri.
Endamálið er at lýsa ymisk viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri siglandi fólkið og onnur við áhuga fyri hesum.
Aftur í ár var tiltakið væl vitjað og høvdu einir 60-70 limir leitað sær út á Vinnuháskúlan henda dagin. Hildnar blivu 6 framløgur hjá ávikavist formonnunum í teimum maritimu fakfeløgunum, stjórunum á Vinnuháskúlanum og Sjóvinnustýrinum, og Páli Weihe arbeiðsmedisinara.
Tað var eisini møguleiki hjá áhoyrarunum at koma við spurningum og viðmerkingum til tey ymisku innleggini, og vóru tað ikki so fáir, sum nýttu hendan møguleikan.
Umframt hettar var eisini ábit, har boðreitt var við fiski og kipsi.
Samanumtikið var talan um eitt framúr gott tiltak, sum avgjørt er komið fyri at blíva.

Eg havi sum formaður í Maskinmeistarafelagnum verið í einum arbeiðsbólki, hvørs arbeiði var at gera nýggja umsitingarætlan fyri botnfiskiskapin undir Føroyum.
Bólkurin var samansettur av umboðum fyri vinnuna, umboðum fyri avvarðandi fakfeløg, umframt umboðum fyri Havstovuna og Vørn.
Arbeiði byrjaði seinasta heyst og 10. mai bleiv tilmælið lagt fram í Kaffihúsinum.
Tað sum var slóðbrótandi við hesari umsitingarætlanini, var at tað var ein samdur arbeiðsbólkur sum stóð aftanfyri hana.
Alt í alt var talan um eina einfalda skipan, sum kann lesast her.
Skotsmálini hava sum heild verið positiv, og sýnast allir teir politisku flokkanir at kunna taka undir við henni.

Dagarnir 21. - 23. mai luttók Maskinmeistarafelagið á Atlantic Fair í Klaksvík. Vit høvdu bás saman við áhugafelagnum Antares og Vinnuháskúlanum.
Luttøkan var ein liður í at gera felagið meira sjónligt, og at koma út til limirnar og onnur áhugaði.
Sum heild eydnaðist hetta væl og vóru tað ikki so fá, sum løgdu leiðina framvið til eitt prát hesar dagarnar.
Harumframt fekk eg gjørt fleiri vitjanaravtalur við limir og arbeiðspláss.
Um høvið býðst, so koma vit heilt sikkurt at luttaka aftur næstu ferð.

Tann 29. mai vóru vit í Danmark fyri at fundast við umboð fyri Polar Seafood, fyri at fáa greiðu á nøkrum sáttmálaviðurskiftum. Fundurin bleiv hildin í hølum hjá danska maskinmeistarafelaginum.

Dagin eftir vóru vit sum ein av stuðlunum hjá flaggsiglingartiltakinum, bodnir at sigla við seinasta teinin suðureftir gangandi, sum var frá Helsingør til Keypmannahavnar.
Eg, John og Sjúrður valdu at taka av, nú tá ið vit vóru niðri í fundarørindum kortini.
Talan bleiv um ein sera hugaligan túr við Westward Ho, har eitt nú danski statsministarin og konan eisini vóru umborð. Harumframt var eitt stórt harmonikulið eisini við, og settu teir sín serliga hugnaliga dám á túrin, har tað bleiv sungið av lívsins kreftum.
Lagt bleiv at við Norðuratlantsbryggjuna, har tað eisini bleiv skipað fyri einari rúgvu av tiltøkum.

Vísandi til Atlantic Fair, so havi eg longu verið á onkrari av avtalaðu vitjanum.
Leiðin hesaferð gekk til Klaksvíkar har eg vitjaði Look North, har Finn Anthoniusen og Poul Heri Selfoss tóku ímóti og vístu runt. Eisini fingu vit eitt gott maskinmeistaraprát. Samanumtikið ein sera áhugaverd og gevandi vitjan.

Eg havi eisini gjørt avtalu fyri komandi viku, har eg eitt nú skal á vitjan á Landsjúkarhúsinum.

Annars verður størsta orkan í løtuni brúkt uppá, at fyrireika okkum til komandi sáttmálsamráðingar.
Tað eru ikki færri enn 5 sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum sum ganga út 1. oktober, og er tað sera umráðandi at verða væl íklæddur til hesar samráðingar.

Ætlanin er at sleppa í gongd sum skjótast eftir summarfrítíðina fyri at tryggja, at vit ikki enda í somu støðu sum seinast, har onkrir av sáttmálunum vóru yvir eitt ár í “over due”, áðrenn teir blivu endurnýggjaðir.

Vit hava gjørt greitt, at hettar fara vit ikki at lata okkum lynda einaferð aftrat, og vónandi hevur sáttmálamótparturin skilt álvaran í hesum boðskapinum.
Livst so spyrst

Hettar var so nakað av tíð, sum tikist hevur verið við seinastu vikurnar.

Alt tað besta til tykkum.

Vinarliga Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 11. (mai 2019)

3. mai 2019

 
Hervið formansins tíðargrein 11.

Nú er næstan ein mánaði liðin síðani seinasta stykkið í hesum umfarinum kom í hús.

Talan er um sáttmálan við Føroya Reiðarafelagið fyri limir okkara í fiskiflotanum.
Hesin var heldur ikki lættur at fáa í hús.
Tað bleiv til í alt 3 forfundir, 5 drúgvar samráðingarfundir og eitt langt semingsumfar, sum vardi í eina viku og tvey semingsuppskot, har annað bleiv vraka, innan partarnir loksins skrivaðu undir.
Semjan var fyri so vítt einføld og ikki serliga rúgvismikil, men hinvegin var hon sera hart vunnin.
Útgangsstøðið fyri samráðingunum var sera atypiskt, serliga tí Manningarfeløgini høvdu stevnt Føroya Reiðarafelag inn fyri Fasta Gerðarrættin grundað á, at reiðarar av sínum eintingum vóru farnir at trekkja kvotukeyp av uppsjóvarfiski, keyptur á uppboðssølu, frá óbýttum.
Málið, sum bleiv latið Gerðarrættinum á sumri 2018, var framvegis langt frá at verða klárt at koma til dóms,  og ein forðing at taka hettar við í hesum samráðingunum. Soleiðis høvdu vit trý ting í at velja. Fyrsti møguleikin var at framleingja sáttmálan í tí líki hann var. Annar møguleikin var at lata verða við at samráðast um hendan partin av sáttmálanum og hin triði var at taka málið úr Fasta Gerðarrættinum fyri soleiðis at royna at samráða okkum til eina loysn.
Valið fall á triðja møguleikan, serliga tí fleiri løgfrøðingar høvdu sagt, at vit ikki høvdu ein jordiskan møguleika at vinna málið í FG.
Sáttmálakrøvini trutu ikki, men partarnir samdust um at samráðingarnar í høvuðsheitinum skuldu snúgva seg um hetta punktið, fyri síðani at kunna hava vanligar samráðingar aftur næstu ferð.
Sjálvar samráðingarnar gingu einki serligt og 28. mars bleiv Semingsstovnurin innkallaður.
Fundarvirksemið við semingsmenninar byrjaði beinan vegin og fundir vóru so at siga uttan íhald fram til leygarkvøldið 6. apríl, tá ið eitt semingsuppskot bleiv lagt fyri partarnir.
Partarnir fingu freist til mánadagin tann 8. apríl kl. 13 at taka støðu, men okkara støða var greið beinan vegin, og kundu vit á ongan hátt góðtaka tað sum fyrilá.
Partarnir møttu á skrivstovuni hjá semingsmonnunum sum avtalað og havnaðu báðir partar uppskotinum. Samstundis heittu partarnir á Semingsstovnin um at gera eina semingsroynd afturat.
Fundarvirksemi við partarnar hvør sær byrjaði beinan vegin, og tíðliga morgunin eftir bleiv hildið áfram uppi á Hotel Føroyum.  Eftir áhaldandi fundir til klokkan var farin um midnátt týsmorgunin, tá eitt nýtt uppskot til semju bleiv lagt fyri partarnar.
Sigast skal, at hettar seinna uppskotið var munandi betri enn hitt fyrra, og eftir at manningarfeløgini høvdu viðgjørt tað í umleið ein tíma, vóru vit klárir at svara. Vit máttu tó bíða í eina góða løtu, til reiðararnir vóru klárir.
Endin var tó at báðir partar svaraðu játtandi og umleið kl. 1:30 týsmorgunin 9. apríl bleiv semja um ein eitt ára sáttmála undirskrivað.
Við semjuni hava vit bundið fyri sjálvtøkuborðinum í §17. stk. 3 soleiðis, at har er útgreinað hvørji, og í hvønn mun avgjøld fyri fiskiloyvir kunnu dragast frá óbýttum. Soleiðis hava vit nú fingið avmarkað skaðan, sum henda áseting longu hevur volt til - og ikki minst kundi verið atvoldin til framyvir - niður á eitt støði, sum man onkursvegna eigur at kunna liva við.
Hetta má, í sjálvum sær, onkursvegna metast sum ein sigur.
Har eru eisini einstakar aðrar tillagingar í semjuni, eitt nú um betring av lønarviðurskiftum undir sjúkramelding og stytting av útmynstringperiodum, men tó so, høvdu vit gjarna sæð at manningar í øðrum veiðubólkum fingu meira í sín lut, men soleiðis er tað nú einaferð. Vit mugu bara gera tað betri fyri hesar í komandi samráðingum sum verða longu um eitt ár.

Av øðrum virksemi sum hevur verið síðani seinastu tíðargrein kann nevnast, at vit vóru vertir fyri NMF í døgunum 8. og 9. apríl. Hetta er eitt forum, har formenn og sekratariatsleiðarar í norðurlensku maskinmeistarafeløgunum hittast.
Hóast eg samstundis var upphongdur av seming og rann millum fundirnar, so var talan um eina sera væleyðnaða vitjan, og hava vit bara fingið positivar afturmeldingar.
Umframt vanliga fundin, sum var hildin á Hotel Hafnia, vitjaðu vit í vindmyllulundini hjá SEV, har Terji Nielsen verkfrøðingur og menningarleiðari, hevði eina sera áhugaverda framløgu um einar “grønar” Føroyar í 2030. Harumframt vitjaðu vit í Kirkjubø, har bóndin greiddi frá søguni. Vitjað varð eisini hjá Green IQ og á Gásadalsgarði. Talan um sera áhugaverdar vitjanir, hvør á sín hátt.
Mikudagin 10. apríl luttók eg við einum innleggi á temadegi um dálking av høvunum, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri. Í innlegginum umrøddi eg í høvuðsheitinum føroyska innovatión við atliti til umhvørvisvernd og umhvørvispolitikkin í breiðari merking.
Eg var eisini boðin á aðalfundin hjá Antares at halda talu, og annars umrøða ting av felags áhuga. Fundurin var hildin á Gamla hotellinum í Miðvági tann 4. mai og var talan um ein góðan og gevandi fund.
Havi eisini í tíðarskeiðinum sum farið er, nýtt høvi at vitja umborð á onkrum skipið, eitt nú Eystnes hjá Smyril Line og Niels Paula sum liggur á MEST við spælskaða.

Í hesum mánaðinum eru nøkur tiltøk, sum vit fara at luttaka í.

Sjóvinnuforum verður á Vinnuháskúlanum hósdagin 9. mai, har eg komi at hava eina hugleiðing. Somuleiðis vera vit við á Atlantic Fair í Klaksvík í døgunum 21.-23. mai, og 30. mai eru vit bodnir við til eina móttøku í samband við Flaggsiglingina við føroysku træskipunum. Hendan móttøkan verður í Keypmannahavn, og hava vit kombinera hana við annað fundarvirksemi, vit skulu har í hesum tíðarskeiðinum.

Hettar er so nakað av tí sum er fyrifarist, síðani seinastu tíðargrein, og nakað av tí sum liggur í kortinum í nærmastu framtíð.

Alt tað besta til tykkum.

Vinarliga Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 10. (mars 2019)

8. mars 2019

 
Hervið formansins tíðargrein 10.

So var hettar ikki eftir.

Eftir 12 samráðingarfundir, har vit at enda komu í tíðarneyð, og máttu leingja sáttmálan í eitt samdøgur, komu vit loksins hartil, at vit kundu skriva undir semju um nýggjan sáttmála við Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Tilgongdin hevur verið drúgv, og var tað longu innan summarfrítíðina í fjørð, at fyrireikingarnar veruliga fóru í gongd.

Vit byrjaðu við at gera eina skabelón við sáttmálakrøvum, sum bleiv ein partur av einari framløgu, sum bleiv víst fram á einum hampiliga væl vitjaðum limafundi sum bleiv hildin mánaðarskiftið august/september í fjørð.

Endamálið við limafundinum var sjálvandi at hoyra limirnar, og komu eisini fleiri góð sjónarmið fram á hesum fundinum. Út frá hesum blivu síðani endaligu krøvini orðaði.

Longu tíðliga í vetur vóru vit so klárir við okkara egna uppleggi.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip róði framímóti um talan kundi blíva um felags samráðingar saman við hinum manningarfeløgunum, og tóku vit stig til fund at lodda dýpið. Tað tyktist at verða áhugi, og tóku vit avgerð at royna hendan møguleikan.

Soleiðis fóru vit undir at samanskriva krøvini, og stutt eftir ársskiftið ella neyvari 07. Januar, vóru so krøvini handaði.

Samráðingarstevið tyktist tó at verða heldur støplut og gjørdist talan um harðar samráðingar, har bylgjurnar til tíðir brutu høgt.

Tó má man ásanna orðataki, at har tað er ein vilji er tað eisini ein vegur, og blivu ávegis semjur orðaðar so hvørt at partarnir samdust um okkurt, fyri alsamt at avmarka tað sum eftir var at samráðast um. Soleiðis arbeiddu vit okkum spakuliga rætta vegin.

Hósdagin í seinastu viku, var komi har til, at ein endalig ávegis semja fyrilá, tó við onkrum heingipartíi. Partarnir valdu at geva hesum eitt sindur meira tíð, og bleiv sáttmálin framlongdur við 24 tímum. Fríggjadagin seinnapartin bleiv so hildið fram, og endaði tað við at partarnir gjørdu endaliga semju, sum eftirfylgjandi bleiv undirskrivað.

Úrslitið bleiv ein lønarkarmur uppá ávikavist 3,26 % fyrra, og 2,56 % seinna árið. Hesin bleiv fordeildur soleiðis at 1 lønarprosent, svarandi til 1,25 eftirlønarprosent, bleiv lagt omaná eftirlønina hvørt árið, sum so kemur uppá 12,5 % í 2020. Eisini fingu vit vent lønartalvuni soleiðis, at hon nú er lík hinum lønartalvunum á arbeiðsmarknaðinum, har eftirlønin verður goldin av útgoldnu lønini.

Umframt hetta fingu vit eisini betringar á ymiskum økjum, eitt nú nýggjar ásetingar um starvsaldur, hýru undir sjúkramelding, barsil, betring av viðurskiftunum undir longdari útmynstring, redusering av ásetingunum um ferðadagar og útbygging av ásetingunum um møguleikarnar at sigla sær vinnubræv til.

Samanumtikið er semjan á einari góðari leið, og eru nýggi sáttmálin og lønartalvurnar eru at finna á heimasíðuna hjá okkum.

Sjálvt um hesar samráðingarnar hava fylt nógv hettar seinasta tíðarskeiði, hevur tað eisini verið tíð til annað virksemi, millum annað vitjan umborð á Smyrli, at hitta limir okkara har og til limafund fyri limir okkara í fiskiflotanum, fyri at lodda dýpið har, serliga nú tá ið viðurskiftini á ávísum økjum eru grundleggjandi broytt, orsaka av nýggju fiskivinnulógini.

Tað møtti væl av fólki á hesum fundinum, har eg hevði eina framløgu við atlitið til núverandi sáttmála, sæddan í ljósinum av broyttu lóggávuni. Hareftir var orðið frítt og gjørdist talan um ein lívligan og gevandi fund, har nógv ymisk viðurskiftir blivu umrødd.

Eftirfylgjandi hava vit orðað krøv, sum bygdu á tey sjónarmið, sum komu fram.  Her er talan um nøkur grundleggjandi krøv, til sáttmálabroytingar við atliti til lógarbroytingarnar, umframt nøkrum meira yvirskipaði krøv til aðrar ásetingar.

Nú verður so farið í holt við samráðingarnar við Føroya Reiðarafelag av álvara. Vit hava longu haft onkrar fyrireikandi fundir, eitt nú í gjár, og er hósdagurin avsettur til veruliga at koma í gongd.

Her verður uttan iva talan um sera truplar og kompliseraðar samráðingar, serliga við atlitið til allar tær lógarásetingarnar, sum onkursvegna gera inntriv í verandi sáttmálaásetingar, ella ikki eru umfataðar av sáttmálanum.

Restin av mánaðinum er so avsett, sum ein long samráðingarrøð, tó avbrotin við aðalfundinum íð, sum kunnugt verður 16. mars á Hotel Hafnia.

Tað hevði verið hugaligt um tit møttu fjølment.

Alt tað besta til tykkum.

Vinarliga Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 9. (januar 2019)

14. januar 2019

 
Hervið formansins tíðargrein 9.

Tað var líkasum eitt sindur av vakum í tilveruni, eftir at seinasti sáttmálin í ár var undirskrivaður. Men ikki meira enn tað, at arbeiði við at gera sáttmálakrøv til sáttmálarnar sum skulu endurnýggjast nú til várs, longu var fari ígongd, og var nokk at taka hond í har.

Men tað var ikki tað einasta sum skuldi fáast frá hondini.

Ímóti ársenda bleiv brádliga sera nógv fundarvirksemi í einum bólki har eg eri limur. Talan er um bólkin sum er settur av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, hvørs endamál er at viðgera eina nýggja umsitingarætlan fyri botnfiskiskap undir Føroyum.

Landsstýrismaðurin vildi hava eina kvotuskipan setta í verk, men undirtøkan var sera lítil, fyri ikki at siga slett ongin fyri hesum.

Síðani bleiv saðla um og eitt tilmæli frá Havstovuni, sum legði upp til ein niðurskurð uppá 30 % av fiskidøgunum bleiv lagt fram.

Vælvitandi at hettar ikki fór at blíva góðtikið, legði landsstýrismaðurin upp til ein 10 % niðurskurð yvir allar skipabólkar, men heldur ikki hettar vann frama ímillum limirnar í bólkinum og eftir fund 10. desember, avgjørdi landsstýrismaðurin, eftir trýsti frá bólkinum, at halda fram við verandi døgum í komandi ári (2019).

Bólkurin heldur tó áfram við at viðgera eina umsitingarætlan, og verður miðað ímóti at koma á mál við hesum í mars. Livst so spyrst.

Um høgtíðina var eisini ymiskt á skránni. Eitt nýtt manningarfelag fyri trolbátar í bólki 4T kom brádliga undan kavi. Hetta lótu verandi manningarfeløg ikki fara aftur við borðinum, og kallaðu umboð fyri hetta felagið til fundar leygardagin 29. december fyri at hoyra nærri.  Tað var tó sera avmarkað hvat vit fingu at vita frá umboðinum, men vit avgjørdu, at arbeiða víðari við at royna at fáa felagið integrerað í verandi manningarfeløg á ein ella annan hátt.

Eisini bleiv sera nógv virksemi sama dagin og dagarnir eftir, tá ið fiskiskapurin eftir makreli í ES sjógvi skuldi í gongd. Tað er soleiðis at nú fiskiloyvi er loyst frá stálinum, avger kvotuánarin sjálvur, hvør ið skal fiska kvoturnar hjá øðrum skipabólkum. Men tað fyrilá eingin avtala um hvussu hetta skuldi avroknast.

Arbeitt var bæði 29., 30. og 31. december at finna loysn, tó uttan at hendan, mær vitandi,  er endaliga staðfest til dags dato.

Manningarfeløgini hava haft fund sínámillum fyri at kannað møguleikan fyri felags samráðingum við Reiðaríið Fyri Handilskip, sum tað nú eitir, og er tað nógv sum bendir á, at tað er møguleiki fyri tí.

Vit høvdu fund aftur seinasta fríggjadag, og fara vit í holt við at samanskriva krøvini hjá feløgunum seinnapartin í dag.

Fyrsti veruligi samráðingarfundurin verður kl. 14 ímorgin, og tað eru 4 fundardagar avsettir seinni í mánaðinum og í februar.

Alt annað líka, so skuldu hesir fundirnir rokki langt undir vanligum umstøðum, men um talan verður um truplar samráðingar, so kann gott verða, at her mugu fleiri fundir til.

Eisini eru vit farnir í holt við at gjøgnumganga sáttmálarnar við Føroya Reiðarafelag, fyri at fáa gjørt sáttmálakrøv til komandi samráðingar.

Her er talan um rúgvismikið tilfar og kollveltandi broytingar, sum fiskivinnunýskipanin hevur haft við sær. So talan verður heilt víst um spennandi og allarhelst harðar samráðingar.

Tað at vit hava eitt mál ímóti teimum í Fasta Gerðarrættinum, gerð ikki støðuna greiðari.

Vónandi fer at eydnast at koma ásamt um skilagóðar loysnir, sum allir partar kunnu liva við, uttan alt ov nógv rumbul. Sum orðatakið sigur ”har tað er ein vilji er tað eisini ein vegur”. Livst so spyrst.

Aðalfundurin verður sum lýst 16. mars á Hotel Hafnia. Tveir nevndarlimir standa fyri vali hesaferð. Tað eru Regin Olsen, sum er gamal í garði, og Hans Ingvard Joensen. Regin hevur avgjørt at stilla uppaftur, men Hans Ingvard hinvegin hevur valt at takka fyri seg.

Tann 16. desember, tá ið uppstillingarfreistin var farin, vóru tað tvey valevnir sum bjóðaðu seg fram, annað var sum áður sagt Regin Olsen og hitt er so tað fyrsta kvinnuliga valevni í søgu felagsins, nemliga Berit Hovsgarð úr Vági. Soleiðis hava vit møguleika at skriva søgu á komandi aðalfundi, um hon verður innvald.

Her skal tó viðmerkjast, at tað er møguleiki at skjóta valevnir upp á sjálvum fundinum, so her er einki avgjørt frammanundan.

Aðalfundurin verður sum kunnugt 16. mars á Hotel Hafnia, og hevði tað verið hugaligt um tit møttu fjølment. Tit eru eisini vælkomin við uppskotum til aðalfundin, og skulu hesi verða nevndini í hendi 14 dagar undan aðalfundinum.

Alt tað besta til tykkum.

Vinarliga Ólavur Gunnarsson formaður
 

Tíðargrein 8. (november 2018)

19. november 2018

 
Hervið formansins tíðargrein 8.

Sum sagt endaðu sáttmálasamráðingarnar við KAF, fyri maskinmeistararnar settir á SEV og IRF úrslitaleysar. Avgjørt var at innkalla Semingsstovnin, og høvdu vit fyrireikandi fund við hann 5. oktober. Á hesum fundinum kom tó fram, at vit máttu bíða nakrar dagar við at sleppa framat, grundað á, at teir vóru í holt við aðrar semingar.

Mánadagin 15. oktober var tað so loksins okkara túrur. Vit byrjaðu semingina í húsunum hjá KAF í R. C. Effersøesgøtu 30, kl. 10 hendan dagin. Seinni bleiv semingin flutt út í Skibsteds pakkhús í Tinganesi.

Hildið bleiv á alla vikuna, frá tíðliga á morgni til langt út á kvøldið, og hóskvøldið bleiv eitt semingsuppskot lagt fyri partarnar. Eftir at hava sitið og nágreina hettar, bóðu vit um at sleppa at sova uppá uppskotið, fyri síðani at koma við okkara svarið kl. 13 dagin eftir.

Nevndin møttist tíðliga fríggjamorgunin úti á skrivstovuni hjá okkum fyri at viðgera uppskotið, og endin á hesum fundi var, at vit kl. 10 settu okkum í samband við Terja Sigurdsson við teimum boðum, at vit ikki kundu góðtaka uppskotið sum tað fyrilá. Vit kravdu ávísar broytingar og hækkingar av onkrum satsi fyri at vit kundu ganga uppskotinum á møti. Hettar bleiv sjálvandi ikki væl móttikið, tó so vóru boðini, at um vit einki hoyrdu, skuldu vit møta í Skibsted kl. 13, sum avtalað.

Vit so gjørdu, og fingu tá eitt nýtt semingsuppskot, við teimum broytingunum sum vit høvdu kravt.

Eftir at hava tryggjað okkum at alt var sum tað skuldi, bleiv skrivað undir.

Samanumtikið er talan um ein lønarkarm, sum gevur størstu lønarhækking í nýggjari tíð. Har vóru eisini onnur ting í semjuni sum kostaðu, men liggja hesi fullkomiliga uttanfyri lønarkarmin.

Eftirfylgjandi havi eg verið á rundferð hjá limum, fyri at greiða frá semjuni og svara spurningum. Fríggjadagin  9. november gekk leiðin soleiðis til Leirvíkar at hitta maskinmeistaranar hjá IRF. Mánadagin 12. november gekk leiðin til Vágs at hitta teir á Vágsverkinum, og fríggjadagin 16. november gekk leiðin til Vestmanna at hitta teir á Fóssáverkinum.

Sum heild fínir fundir, har limirnir komu til orðanna.

Tá í farið var til Suðuroyar allíkavæl nýttu eg og Sjúrður, sum eisini var við, høvi at hava fund við Jóan Petur og Elin frá SSL, um ymisk viðurskiftir hjá okkara limum har. Talan var um góðan og gevandi fund.

Dagarnar 29. og 30. oktober vóru eg og skrivstovuleiðarin á hálvárliga NMF fundinum. Fundurin hesaferð var í Ålesund, og sum altíð var talan um ein góða og gevandi vitjan. Tað vóru fleiri mál á breddanum, sum eitt nú støðan hjá maskinmeistarum í komandi tíðum, og rekruttering av næmingum til hettar fakið. Branko Berlan sum er ITF umboð var gestaluttakari, hann hevði eina framløgu um IMO og ymiskar broytingar har sum eru ávegis.

Tann 8. november var eg innkallaður til fundar í bólkinum, sum er niðursettur at eftirmeta fiskiskapin eftir botnfiski undir Føroyum. Í hesum bólkinum sita umboð fyri reiðararnar, Havstovuna, Vørn, Fiskimálaráðið og manningarfeløgini.  Á fundinum kunnaði landstýrismaðurin um at hann hevði slept ætlanini um at leggja um til kvotuskipan fyribils, og at tað sostatt bleiv hildið áfram við fiskidagaskipanini 2019 eisini.

Skipað varð fyri einum sjovinnuseminari um sjóvinnupolitikk og FAS skipanina í Kongshøll 15. november. Eg bleiv boðin at halda eitt innlegg á seminarinum, og tók av. Innleggið hjá mær handlaði um starvsviðurskifti hjá okkara limum og støðuna hjá útlendskum sjófólki í hesari vinnuni. Umframt mítt, vóru innlegg frá Poul Michelsen landsstýrismanni, Hans Jóhannes av Brúgv stjóra í Sjóvinnustýrinum, Gunnvør Balle frá Vinnumálaráðnum, Jens Meinhard Rasmussen frá RFH, Wilhelm Petersen stjóra á Vinnuháskúlanum og Poulu av Líðarenda deildarleiðara á TAKS.

Umframt hettar hevur verið ymiskt annað virksemi seinastu tíðina, eitt nú málið viðv. avdrátti fyri kvotukeyp, sum manningarfeløgini løgdu fyri Fasta Gerðarættin. Vit hava fingið svar frá mótpartinum uppá kæruritið, og eru farnir í holt við at orða svarskriv til tað. Slíkt rættarmál er ein drúgv process, og tekur langa tíð má sigast.

Á skrivstovuni havi eg arbeitt við orðing av sáttmálakrøvum til RFF sáttmálan, og eru hettar arbeiði komi væl áleiðis. RFF hevur biðið um fund at handa krøv 6. december fyri at fáa sáttmálan uppá pláss í góðari tíð.

Alt í alt, so hevur tað verið væl av áhugaverdum virksemi, sum vant seinastu tíðina.

Við hesum fari eg at takka fyri hesaferð, og ynskja tykkum alt tað besta her frá.

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 7. (oktober 2018)

10. oktober 2018

 
Hervið formansins tíðargrein 7.

Sum eg segði í seinastu tíðargreinini, so skuldu eg og skrivstovuleiðarin, sum samstundis er skrivari í FMU, saman við umboðum fyri hini manningarfeløgini til Keypmannahavnar, at tingast við eitt nú ITF, í samband við ikomnu støðuna har reiðarí síggja seg noydd at flagga út fyri at fáa mannað skipini.

Hesin fundurin var í hølunum hjá 3F í Keypmannahavn. Fundurin var sum heild góður, og var niðurstøðan tann, at her átti at bera til at finna semjur. Eina á tí stutta bananum, har vit kundu fora fyri møguligari útflagging í verandi løtu, og ein á tí langa bananum, har man veruliga fær tillaga lógarverkið, soleiðis at vit koma at hava samráðingarrættin fyri manningarnar í FAS flotanum.

Men hóast tað tyktist at verða semja um at finna eina loysn, er einki hent síðani. Vit hava haft ávíst fundarvirksemi, bæði internt í FMU og saman við Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, men tykist tað sum lá í kortunum eftir danmarkarferðina ikki at verða so líkatil, tá ið til stykkis kemur.

Um tað fer at eyðnast at bloyta støðuna so mikið at hettar broytist, er ilt at siga - livst so spyrst.

Sáttmálasamráðingarnar við KAF endaðu úrslitaleysar og eftir tann 7. fundin, sum var 1. oktober, bleiv avgjørt at innkalla semingsmenninar. Vit høvdu stuttan fund við semingsmannin saman tann dagin, og seinasta fríggjadag høvdu vit so formellan fund har vit lýstu støðuna út frá okkara sjónarhorni. Hann kunnaði okkum um at teir máttu hava eina aðra seming frá hondini, innan okkara bleiv tikin upp, og at teir komu at seta seg í samband við okkum seinnapartin í hesari vikuni.

Tað verður spennandi at vita, hvat teir koma til, men vónandi verður uppskotið á einum støði, sum kann góðtakast av pørtunum.

Eg og skrivstovuleiðarin vóru í Íslandi á skeiðsferð í døgunum 17. - 20. september.

Skeiði sjálvt var fyri fakfeløg, og var tað hildið umborð á Norrønu, og bygdi tað á trý ymisk relevant evnir. 1 Reglurnar um álitisfólk, 2. Arbeiðsskaði og vinnusjúkur og 3. Sáttmálasamráðingar. Páll Nielsen var skeiðshaldari og tað kom hann framúr væl frá.

Sum vanligt havi eg eisini verið eitt sindur úti í markini fyri at vitja arbeiðspláss/reiðarí, har vit hava limir.  Eg var á einari slíkari vitjan hjá Frakt og Sand í Runavík mikudagin 3. oktober, og fekk eg eitt gott prát við Álv og Anfinn Højgaard, um teirra virksemi við serligum atliti til framtíðina. Hugaligt at síggja hvussu teir javnt og samt økja um flotan, og harvið kunnu slóða fyri at fleiri arbeiðspláss verða útvegaði, eisini til maskinmeistarar.

Fríggjadagin 5. oktober var eg og vitjaði á Landssjúkahúsinum, har eg hitti Jóan Símun Saltá leiðara á tænastudeplinum og Sæbjørn Nielsen leiðandi maskinmeistara, um virksemi har.

Nú havi eg ikki vitja har fyrr, og má eg staðfesta at talan er um eitt sera umfatandi og áhugavert arbeiðspláss, sæð frá einum tekniskum sjónarhorni.

Eisini bleiv eg kunnaður um tær útbyggingar, sum har eru í gongd, og er tað mín greiða fatan, at har fer at verða brúk fyri fleiri maskinmeistarum, tá ið komi verður á mál við útbyggingini.

Eg nýtti eisini høvi at heilsa uppá onkran annan lim, sum starvast í tekniska hópinum har úti.

Samanumtikið hevur tíðin síðani seinastu tíðargrein verið áhugaverd, og gerst man alsamt klókari uppá, hvar ið limir okkara hava sína dagligu arbeiðsgongd.

Við hesum fari eg at takka fyri hesaferð, og ynskja tykkum alt tað besta her frá.

 

10. oktober 2018

 
Hervið formansins tíðargrein 7.

Sum eg segði í seinastu tíðargreinini, so skuldu eg og skrivstovuleiðarin, sum samstundis er skrivari í FMU, saman við umboðum fyri hini manningarfeløgini til Keypmannahavnar, at tingast við eitt nú ITF, í samband við ikomnu støðuna har reiðarí síggja seg noydd at flagga út fyri at fáa mannað skipini.

Hesin fundurin var í hølunum hjá 3F í Keypmannahavn. Fundurin var sum heild góður, og var niðurstøðan tann, at her átti at bera til at finna semjur. Eina á tí stutta bananum, har vit kundu fora fyri møguligari útflagging í verandi løtu, og ein á tí langa bananum, har man veruliga fær tillaga lógarverkið, soleiðis at vit koma at hava samráðingarrættin fyri manningarnar í FAS flotanum.

Men hóast tað tyktist at verða semja um at finna eina loysn, er einki hent síðani. Vit hava haft ávíst fundarvirksemi, bæði internt í FMU og saman við Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, men tykist tað sum lá í kortunum eftir danmarkarferðina ikki at verða so líkatil, tá ið til stykkis kemur.

Um tað fer at eyðnast at bloyta støðuna so mikið at hettar broytist, er ilt at siga - livst so spyrst.

Sáttmálasamráðingarnar við KAF endaðu úrslitaleysar og eftir tann 7. fundin, sum var 1. oktober, bleiv avgjørt at innkalla semingsmenninar. Vit høvdu stuttan fund við semingsmannin saman tann dagin, og seinasta fríggjadag høvdu vit so formellan fund har vit lýstu støðuna út frá okkara sjónarhorni. Hann kunnaði okkum um at teir máttu hava eina aðra seming frá hondini, innan okkara bleiv tikin upp, og at teir komu at seta seg í samband við okkum seinnapartin í hesari vikuni.

Tað verður spennandi at vita, hvat teir koma til, men vónandi verður uppskotið á einum støði, sum kann góðtakast av pørtunum.

Eg og skrivstovuleiðarin vóru í Íslandi á skeiðsferð í døgunum 17. - 20. september.

Skeiði sjálvt var fyri fakfeløg, og var tað hildið umborð á Norrønu, og bygdi tað á trý ymisk relevant evnir. 1 Reglurnar um álitisfólk, 2. Arbeiðsskaði og vinnusjúkur og 3. Sáttmálasamráðingar. Páll Nielsen var skeiðshaldari og tað kom hann framúr væl frá.

Sum vanligt havi eg eisini verið eitt sindur úti í markini fyri at vitja arbeiðspláss/reiðarí, har vit hava limir.  Eg var á einari slíkari vitjan hjá Frakt og Sand í Runavík mikudagin 3. oktober, og fekk eg eitt gott prát við Álv og Anfinn Højgaard, um teirra virksemi við serligum atliti til framtíðina. Hugaligt at síggja hvussu teir javnt og samt økja um flotan, og harvið kunnu slóða fyri at fleiri arbeiðspláss verða útvegaði, eisini til maskinmeistarar.

Fríggjadagin 5. oktober var eg og vitjaði á Landssjúkahúsinum, har eg hitti Jóan Símun Saltá leiðara á tænastudeplinum og Sæbjørn Nielsen leiðandi maskinmeistara, um virksemi har.

Nú havi eg ikki vitja har fyrr, og má eg staðfesta at talan er um eitt sera umfatandi og áhugavert arbeiðspláss, sæð frá einum tekniskum sjónarhorni.

Eisini bleiv eg kunnaður um tær útbyggingar, sum har eru í gongd, og er tað mín greiða fatan, at har fer at verða brúk fyri fleiri maskinmeistarum, tá ið komi verður á mál við útbyggingini.

Eg nýtti eisini høvi at heilsa uppá onkran annan lim, sum starvast í tekniska hópinum har úti.

Samanumtikið hevur tíðin síðani seinastu tíðargrein verið áhugaverd, og gerst man alsamt klókari uppá, hvar ið limir okkara hava sína dagligu arbeiðsgongd.

Við hesum fari eg at takka fyri hesaferð, og ynskja tykkum alt tað besta her frá.

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 6. (august 2018)

29. august 2018

 
Hey tit

Hervið formansins tíðargrein 6

So er arbeiði veruliga komið ígongd aftur eftir feriutíðina.

Sum kunnugt bleiv blást til “time out”, í samráðingunum við KAF 28. Juni.

Orsøkin var í høvuðsheitinum, at lyklapersónar í samráðingarhópunum longu høvdu avtalaðar feriur, sum vóru torførar at broyta.

 Sjálvur var eg uttanlands frá 29. juni til 15. juli, og var á skrivstovuni aftur longu 16. Juli.

Eg nýtti stóran partin av summarinum at seta meg inn í ymisk viðurskiftir, umframt at fáa sett skjøtul á arbeiði at fáa krøvini til sáttmálan við Reiðarínum fyri Farmaskip fest á blað.

Hesin sáttmálin gongur gott nokk ikki út fyrrenn 1. mars komandi ár, men partarnir hava avtala at fara undir samráðingarnar í góðari tíð.

 Eisini var hetta arbeiði ein liður í fyrireikingunum til ein limafund, sum var settur á skrá 27. august.

Hesin fundurin var sostatt seinasta mánadag og møttu 12-14 limir, sum má sigast at verða á einari leið.

Eg hevði eina framløgu við hagtølum og samanberingum, har serligt fokus var sett á lønargongdina, bæði við atlitið til viðurskiftini her heima, men eisini við gongdina uttanlands.

Fundarfólkið bleiv síðani kunna um tey krøv sum vit, intil víðari, høvdu niðurfelt.

Eftirfylgjandi blivu ymisk viðurskiftir umrødd, og komu eisini fleiri góð uppskot til betringar í sáttmálanum undan kavi.

Samanumtikið var talan um ein sera góðan og gevandi fund fyri báðar partar, og er ætlanin at endurtaka tiltakið um einar 2-3 vikur, soleiðis at vit eisini kunnu fáa møguleikan at hitt  teir, sum av góðun grundum ikki kundu verða við hesaferð.

Hvat ið samráðingunum við KAF viðvíkir, so blivu hesar tiknar uppaftur 14. august og hava vit haft tveir fundir síðani.

Tað er synd at siga, at her er tann stóra framdriftin og standa partarnir framvegis langt frá hvørjum øðrum.

Vit eru í holt við at gera status, og um tað ikki kemur glið á rættiliga skjótt, mugu vit taka støðu til, um vit skulu hava ein triðja part inn at hjálpa okkum.

Í morgin fara eg og Sjúrður, umframt umboð fyri hini manningarfeløgini til Keypmannahavnar at fundast við ímillum annað ITF.

Endamálið við hesum fundinu, er at vita, hvat kann gerast við keðiligu gongdini, har ávíst reiðarí hevur sæð seg noytt at útflagga skip, fyri at kunna manna tey.

Orsøkin er at teir ikki fáa nokk av føroyskum dekkarum, og at okkurt av manningarfeløgunum noktar - reint prinsipielt - fyri at gera sáttmála soleiðis, at útlendingar kunnu fara í hesi størvini, óansæð hvussu hesin sær út.

Vit í MF, hava fyri so vítt í prinsippinum einki ímóti at gera slíkan sáttmála, sjálvandi við tí treyt at hann er á einum støði, sum vit kunnu góðtaka.

Vónandi kann hesin fundurin fáa glið á eina tilgongd, sum førur við sær at vit kunnu varðveita hesi skip, og harvið flestu av størvunum á føroyskum hondum.

Kæran av Reiðarafelagnum, um frádráttin av kvotukeypi, bleiv latin inn seinast í juni.

Fasti gerðarrætturin hevur nú givið Reiðarafelagnum freist fram til 20. september at koma við svari og hareftir fer veruliga viðgerðin ígongd.

Tað verður sostatt eitt sera spennandi heyst hesum viðvíkjandi, og eru vónirnar góðar, til at vit fara at fáa viðhald.

Vit hava sjálvandi longu avgjørt at siga sáttmálan við Reiðarafelagið upp, og sæð í bakspeglið, var tað ikki rætt at framleingja hann seinast. Men hettar er farið og nú mugu vit veruliga í holt við at gjøgnumganga verandi sáttmálar við atlitið til allar tær broytingar, sum hava verið í hesari vinnuni fyri at verða so væl íklæddir sum gjørligt at koma við sáttmálakrøvum.

Vit koma heilt víst at hava ein limafund í hesum høpi seint í heyst ella tíðliga í vetur, fyri at tryggja okkum, at áskoðanirnar hjá hesum parti av limaskaranum, verða endurspeglaðar í teimum krøvunum, sum vit koma at leggja fyri mótpartin.

Sum tit síggja so er nógv ymiskt spennandi at tríva í her á frontinum.

Alt tað besta til tykkum her frá.

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 5. (juli 2018)

20. juli 2018

 
Hey tit 

Hervið formannsins tíðargrein 5

Fyri at byrja við sáttmálasamráðingunum við KAF um sáttmálarnir hjá kommunalt settum maskinmeistarum, eitt nú hjá SEV og IRF. So kann í stuttum sigast at vit hava haft 4 fundir, uttan at nakað sum helst er komið burturúr. Partarnir standa langt frá hvørjum øðrum, og tað er ikki nøkur semja í eygsjón. Vit avgjørdu at leggja samráðingarnar niður í summarfrítíðini og taka tær uppaftur 14. august. Vónandi gagnnýtur mótparturin steðgin til at koma uppá aðrar tankar, soleiðis at til ber at fáa eina semju, uttan uppílegging frá semingsstovni. Um ikki, so mugu vit taka tað við. Livst so spyrst.

Viðvíkjandi fiskiflotanum, og frádráttinum av kvotukeypi, so bleiv kæruskrivið, sum vit hava arbeitt saman við hinum manningarfeløgunum og løgfrøðingi, loksins latið inn í hesi vikuni.
Arbeiðið hevur verið sera umfatandi, hettar fyri at undirbyggja sak okkara so gott sum gjørligt. Sjálvt kæruritið er uppá 14 síður, men eru harumframt tilvísingar til áleið 50 ymisk viðheft skjøl. Málið er ikki at rokna sum eitt skundmál, og tí fer tað helst at ganga út á heystið, áðrenn nakar úrskurður fyriliggur.

Vit fingu eisini blaðið Maskinmeistaran út fyrr í mánaðinum, hettar er fyrsta útgávan við mær sum formanni, og havur tað verið sera spennandi at verið við í hesari processini.

Eg havi eisini verið og vitja okkurt arbeiðspláss, har limir hjá okkum starvast, og var tað fyrrverandi arbeiðsplássi hjá mær Bakkafrost, har eg starvaðist frá 1985 til 1999 og eisini í 2002, sum valið fall á hesaferð.
Fundurin har var ikki so nógv við limirnar, men heldur við starvsfólkaleiðsluna, fyri at fáa teirra vinkul uppá okkum sum viðspælara. Fundurin var sera positivur, og skuldi avgjørt verði gróðrarbotnur fyri, at vit í framtíðini koma at síggja fleiri maskinmeistarar í starvi har, og at hesir sum sjálvfylgja koma at verða í okkara limaskara.

Annars eru vit so smátt farnir í holt við at fyrireika okkum til samráðingarnar við Vinnuhúsið um RFF sáttmálarnar. Hesir fara úr gildi 1. mars komandi ár, men hevur mótparturin, á vitjan her í húsinum, róð framundir at fara í gongd í góðari tíð. Vit hava ikki tikið støðu til um vit skulu fara undir hesar samráðingarnar saman við hinum manningarfeløgunum, ella ikki. 
Nú havi eg sítið í sessinum í 4 mánaðir, og sigast má at hettar hevur verið ein spennandi og hendingarík tíð.

Eg fari nýta høvi at ynskja tykkum eitt gott summar.

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 4. (juni 2018)

22. juni 2018

 
Hey tit

Hervið formannsins tíðargrein 4

Eftir at hava fingið sáttmálarnar við Fíggjarmálaráði frá hondini, fóru vit viðari við arbeiðinnum at fáa aðrar sáttmálar í hús.

Fyrst fyri tørni stóð Vinnuhúsið, har við fóru undir samráðingarnar fyri privat settar á landi. Talan er í høvuðsheitinum um maskinmeistarar starvssettir í ymiskum vinnufyritøkum, og eisini um ein økjandi skara, av maskinmeistarum í byggivinnuni.

Vit lótu hvørjum øðrum krøvini 14. mai og var ætlanin at byrja samráðingarnar 16. mai, men orsakað av sáttmálastøðuni ímillum FAG og FA, bleiv hettar útsett.

Soleiðis vóru vit komnir inn í juni mánað innan samráðingarnar byrjaðu. Her er talan um ein sokallaðan minimums sáttmála, og fáa flestu limirnir væl omanfyri sáttmála lønina.

Samráðingarnar gingu sum heild væl, og mikudagin 6. juni bleiv semja undirskrivað.

Semjan inniber at 1. juni 2018 hækkar lønin 3,26 % og 1. juni 2019 hækkar lønin 2,56 %. Eisini hækkar 1. viðbótartrin við góðum 4,76 % frá 1050 til 1100 kr og eftirfylgjandi trinini við góðum 9% frá 550 til 600 kr.

Eisini hava vit fingið orðing inn sum inniber, at tað ber til at fáa yvirtíðarsamsýning, hóast viðkomandi fær viðbót, um tað verður álagt arbeiði út yvir tað avtalaða.

Eftir hettar var so farið í holt við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, har sáttmálin fyri maskinmeistarum á SEV og IRF, sum gekk út 1. oktober 2017, bíðaði eftir pørtunum.

 Krøvini blivu handaði og umrødd á fundi 11.mai, og bleiv ein samráðingar tilgongd somuleiðis avtalað.

 Næsti fundur var so 18. mai, og 3. fundurin var so í gjár 21. mai.

Fundur verður so aftur týsdagin í komandi viku, og verður allarhelst ein fundur aftrat í tí vikuni.

Talan er um truplar samráðingar har partarnir, eins og tilfeldi var í samráðingunum við FMR, standa langt frá hvørjum øðrum.

Hvussu gangast fer at finna semju, vil bara tíðin vísa, men vónandi kemur glið á, soleiðis at partarnir finna eina semju, sum teir kunnu liva við.

Av øðrum virksemi hesa tíðina kann nevnast alt tað fundarvirksemi, frádrátturin hjá reiðarunum hevur haft við sær.

Vit hava líka síðani vit varnaðust hettar, arbeitt við at fáa málið lýst, soleiðis at vit kundu taka tey røttu stigini, fyri at sleppa limum okkara, sum eru raktir av hesum, undan at verða fyri hesum fíggjarliga missinum.

Vit hava nú avgjørt at fara í Fasta Gerðarrættin við málinum, og eru nærum komnir á mál við at gerða kæruritið saman við løgfrøðinginum hjá okkum.

Málið verður klárt at senda Fasta Gerðarrættinum seinast í hesi, ella fyrst í komandi vikuni.

Hvussu langa tíð Fasta Gerðarrættinum tørvar, innan ein úrskurður fyriliggur, er ringt at fáa nakað svar uppá, men vónandi gongur ikki alt ov leingi.

Eisini havi eg verið á fundi í Maritima útbúgvingar ráðnum. Har henda eisini spennandi ting, og var tað serliga nýggir frameftirlítandi útbúgvingarhættir, sum blivu umrøddir.

Eg kann nevna møguleikan hjá maskinmeistarum at gerast bachelorar á Vinnuháskúlanum í samarbeiði við Setrið, og nýggja leistin at gerast maskinmeistari uppá, har tann praktiski parturin verður flættaður inn í sjálva útbúgvingina.

Eisini var meiningin at eg skuldi vitja okkurt arbeiðspláss, men grundað á samráðingarnar, noyddist eg at útseta vitjanina á Bakkafrost.
Hendan vitjan verður komandi týsmorgun í staðin.

Annars eri eg júst afturkomin frá prógvahandan á Vinnuháskúlanum, har eg havi hildið røðu og handa virðisløn felagsins vegna, nú 17 nýggir maskinmeistarar vóru klaktir.

Samanumtikið hevur tað verið talan um 3 hendingaríkar vikur.

Vónandi fer tað at bera okkum til at fáa seinastu sáttmálarnar í hús, innan summarferiuna.

Livst so spyrst.

Alt tað besta og gott vikuskifti til tykkum.

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður
 

Tíðargrein 3. (juni 2018)

2. juni 2018

 
Hey tit

Hervið formannsins tíðargrein 3.

Eftir eitt ordiligt tørn við samráðingum, seming og hartilhoyrandi semingsuppskoti er tíð aftur til at skriva eina tíðargrein.

Tíðin frá tí seinastu greinini er í stóran mun nýtt til samráðingar við FMR um sáttmálarnar hjá Alment settum á landi, SSL, Magnusi Heinason og Vørn.
 

Vit høvdu fyrst 5 fundir har tað stórt sæð ikki bleiv flutt eitt komma. Fíggjarmálaráði helt fast við kravið um at eingin fekk Eina lønarhækkan sum var størri enn 696 kr, fyrra árið og 754 kr seinna. Talan var nógv meira um eitt diktat enn um samráðingar. Sostatt var brúk fyri semingstovninum, og komu hesir inn.

Eftir at hava haft fleiri innleiðandi fundir við teir byrjaði verðuliga semingin seinasta týsdag. Soleiðis sótu vit týsdagin, mikudagin og hósdagin og royndu at finna loysnir, uttan at hettar eyðnaðist.

Fríggjadagin 1. juni kom so semingsuppskotið frá Semingstovninum, og endaði tað við at partarnir báðir góðtóku tað.

Má siga sum er, at eg hevði ynskt at vit kundu fingið eitt betri úrslit fyri tykkum, men tá ið vit settu uppskotið upp ímóti einum verkfalli við øllum sum hartil hoyrir, so føldu vit at rættast var at taka av.

Uppskotið, serliga fyri Alment settar á landi er eitt nýbrot, har vit fáa verðulig aldurstrin inn, við at hesi hækka frá áleið 200 kr til 480 kr árliga.

Ásannandi at flestu limirnir eru á høgum trinum, vældu vit at leggja størstu hækkingina har, og verður úrslitið 5%+ yvir tvey ár, sum er nakað frægari enn tær 695/754 kr sum ætlaðar vóru okkum. 

Hjá SSL fingu vit tillaga lønartalvuna soleiðis at trinini blíva størri og at ein skjótari keumu ígøgnum stigini. 

Magnus heinason fær 2,3 % fyrra árið og 2,5% seinna, og er hettar nakað betri enn tað sum lá á borinum, har bert var talan um tør 695/754 kr.

Samanumtikið eitt úrslit sum eg hóvast eg ikki eri heilt nøgdur, meti at vit kunnu liva við, fyri at nýta aðra talu so vil eg siga at vit vóru "underdogs" men fingu javnleik.

Av øðrum sum hevur fylt seinastu tíðina er tað serliga støðan við frádráttinum av kvotakeypi, sum hevur verið á breddanum.

Vit hava saman við hinum manningarfeløgunum haft fleiri fundir, bæði við Reiðarafelagið, Felagið nótaskip og løgfrøðingar fyri at loysa ósemjuna, og koma vit í nærmastu framtíð at takað verðulig stig, í royndini at sleppa okkara limum undan hesum stóra lønarniðurskurði. Vit meta at vit hava Eina góða søk, og sostatt koma sigrandi út úr hesari knýpuni.

Sjóvinnuforum var á vinnuháskúlanum seinasta hósdag, og har hevði formaður felagsins eina framløgu, sum vit hava fingið positivar afturmeldingar fyri.

Annars havi eg eisini hildi orð hesuferð, hvat ið vitjanum viðvíkur. Hesuferð gekk leiðin inn til Leirvíkar har vitja var á IRF.

Tað gjørdist ein sera góður og gevandi fundur við maskinmanningina har.
`komandi viku verður skjøtil settur á samráðingarnar við FAG um sáttmálan hjá privat settum á landi, og miða vit ímóti at fáa hesar avgreiddar í leypi av vikuni.

Vantandi fara vit at handa krøvini til KAF fyri maskinmeistarar á SEV og IRF í komandi viku, soleiðis at hesar samráðingar fara ígongd í aðru viku.

Samanumtikið ein hendingarík tið, og tað sær eisini spennandi út fyri framtíðina.

Alt tað besta og gott vikuskifti til tykkum.

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 2. (mai 2018)

23. mai 2018

 
Hey tit.

Hervið formannsins tíðargrein 2.

Vit hava ikki ligið á lætu síðuni, hesar 14 dagarnar síðani at seinasta tíðargrein bleiv skriva. Tó so er størsti parturin av orkuni farin til hesar ólukku samráðingarnar, sum tó endaðu úrslitaleysar, og endin var at semingstovnurin bleiv boðsendur.

Vit hava eftirfylgjandi haft tveir fundir við teir, annar heilt óformellur, og hin meira formellur. Tó so eru vit eitt ella annað stað settir í eina bíðirøð, tí teir eru snøgt sagt ovbyrjaðir sum er. Vit hava tó fingið vissu fyri at vit sleppa framat innan 14 dagar, og eitt ella annað stað, so kunnu vit sagtans liva við tí. Hvussu hendan semingin fer at ganga, vil bara tíðin vísa, men vit eru til reiðar at fara allan vegin, um tað er tað sum skal til.

Í komandi viku fara vit so til samráðingar aftur. Hesuferð um sáttmálan við privat settum á landi. Vit hava arbeitt við at fínpussa sáttmálakrøvini, og halda at tey eru á einari góðari leið. Tey verða send mótpartinum, sum í hesum føri er FAG mánadagin, og fara vit til samráðingar mikudagin.  KAF sáttmálasamráðingarnar, fyri okkara limir hjá eitt nú SEV og IRF liggja framvegis á láni.  Tað hevur ikki verið nakað nevnivert samskifti ímillum partarna hvat sáttmálasamráðingum viðvíkjur, men er ætlanin at taka hettar upp í komandi viku, soleiðis at vit koma í gongd við hesar samráðingarnar. Sáttmálin gekk út í oktober seinasta ár, so tað er sanniliga uppá hægstu tíð. 

Eisini her eru vit holt við fínpussa krøvini, og tað verður spennandi at koma ígongd. Av øðrum virksemi kann nevnast at eg havi hildi orð og vitja okkurt arbeiðspláss, har limir okkara starvast, hesuferð gekk leiðin oman á Arbeiðseftirlitið, har eg hevði ein sera hugaligan fund við makinmeistaranar har.

Eg havi higartil bert vitja almenn arbeiðspláss, men eri í holt við at gerða avtalur við tey privatu eisini, og tá ið næsta grein kemur, vóni eg at kunna siga frá onkrari svornari eisini. Kundi so gott hugsa mær at vitja umborð á fiskiskipum eisini, fyri at vita hvat rørist har, So um tit vilja hava meg á vitjan, góði kunnu tit kontakta meg, so finna vit heilt sikkurt eitt tíðspunkt. So líka nakað um tað sum fram er farist við uppsølum seinastu tíðina, Eg harmist allmikið at tað hevur verið sjón fyri søgn at kvotukeyp kann dragast frá søluvirðinum, og limir okkara soleiðis missa ein stóran part av inntøkuni.

Maskinmeistarafelagið arbeiðir sjálvandi fyri allar sínar limir, og fara eg at gerða mítt ítarsta til, at fáa rætta hettar, soleiðis at teir sum keypa, sjálvir rinda fyri tað, ístaðin fyri at senda rokningina víðari.

Alt í alt 14 hendingaríkir dagar hjá felagnum, og verða komandi dagarnir ikki minni spennandi.

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður