Tíðargreinar


Tíðargrein 14

7. november 2019

 

Hervið formansins tíðargrein 14.

Sáttmálarnir hjá okkum á almenna arbeiðsmarknaðinum gingu, sum flestum kunnugt, út 1. oktober.
Vit høvdu sett okkum fyri, at hesaferð skuldu sáttmálarnir ikki fara út um útgongudagseting áðrenn nýggjur fyrilá. Men so kom politikkur í vegin, har val bleiv útskrivað til 3. august, og gekk tað langt inn í september, áðrenn vit høvdu eitt nýtt stýri, so her gjørdist ikki nógv.

Vit vóru gott nokk í samband við samráðingartoymini hjá bæði FMR og KAF um miðjan september fyri at lodda dýpið, men bóru tey seg undan at fara í gongd við teirri grundgeving, at tað til eina og hvørja tíð var Fíggjarmálaráðharrin sum endaliga skuldi blástempla nýggja sáttmálan, og so nyttaði tað lítið, at vit høvdu brúkt nógva tí og orku uppá nakað, sum møguliga bleiv vrakað, soleiðis at vit máttu fara undir nýggjar samráðingar.

Eftir at nýtt stýrið hevði tikið við seinast í september, settu vit okkum so í samband við tey aftur og hóast tónin var positivur, so segði Jan Mortensen, samráðingarleiðari hjá FMR, at teir helst vildu hava tey heilt stóru feløgini, tað verði seg Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og Sjúkarøktarfrøðingafelagið, avgreidd fyrst og eftir hettar vóru vit vælkomnir at seta skjøtul á samráðingarnar. Vit vóru forstáðiligir, og eftirlíkaðu ynskinum frá teimum.

Her kann sigast, at eg veit, at tað hava verið fleiri samráðingarumfør millum FMR og Starvsmannafelagið og at Lærarafelagið eisini er komið í gongd. Hvussu hesar samráðingarnar ganga, er ilt at siga, tí partarnir halda kortini tætt at kroppinum, men tó hoyrist runt umkring, at talan er um harðar samráðingar grundað á, at partarnir standa langt frá hvørjum øðrum. Soleiðis bendir alt á, at her verður talan um drúgvar samráðingar, sum gott kunnu enda úrslitaleysar.

Hvat KAF viðvíkur, so eru samráðingar byrjaðar við Føroya Handverkarafelag og Heilsuhjálparafelagið. Vit hava eisini lagt bilett inn og verður kravhandan í komandi ella í aðru viku. Her havi eg lati mær fortalt, at fjarstøðan ímillum partarnar er stór. Karmurin sum var lagdur fyri dagin av fyrrverðandi Fíggjarmálaráði, har tey sum gjørdu 3 ára sáttmála fingu í minsta lagi 2,56 % seinasta árið, sýnist veruliga at verða tódnaður markant.

Vit hava lagt stóra orku í at fyrireika okkum væl til hesar samráðingarnar, og hava brúkt nógva tíð uppá at orða krøvini. Í hesari tilgongd hava vit samskift við nógvar limir hjá okkum úti á teimum ymisku arbeiðsplássunum, sum eru fevnd av hesum sáttmálum, fyri at lodda dýpið.
Eg kann nevna, at vit hava samskift við umboð fyri bæði SEV og IRF viðvíkjandi KAF sáttmálanum, og við umboð fyri Fjarhitafelagið, Landsverk, SSL, LSH, Arbeiðseftirlitið og Vørn v. m. viðvíkjandi sáttmálunum við FMR. Soleiðis hava vit niðurfelt eina breiða viftu av krøvum, fyri at allir starvsbólkarnir kunnu kenna seg aftur. Nøkur av krøvunum eru avgjørt kardinalpunktir, meðan onnur ikki hava sama týdning. Tó er einki av hesum har, bara fyri at vera har.

Vit eru sjálvandi altráir at koma í gongd, men samstundis varnir ikki at fara alt ov skjótt fram. Vónandi náa vit væl fram á leið innan ársskifti, men sum orðatakið sigur, tað eru mangir leikir í longum talvi, og soleiðis er neyðugt at geva samráðingunum ta tíð, sum krevst.

Vit hava eisini haft fitt av øðrum virksemi nú í heyst, bæði her heima og í Danmark.
Her heima havi eg eitt nú verið á kunningarferð við pensiónsfelagnum LÍV, har teir eldru í limaskaranum fingu kunning um teirra eftirlønar- og tryggingarviðurskiftir. Fundir blivu hildnir í Leirvík og Tórshavn. Meiningin var eisini at hava ein fund í miðnámsskúlanum í Hovi, men av ymiskum orsøkum, bleiv hesin útsettur og verður hann vónandi í leypi av hesum mánaðinum.
Sum heild var talan um hampiliga góða uppmøting, hóast tað avgjørt var pláss fyri fleiri. Umboði fyri LÍV hevði eina sera einfalda og greiða framløgu um hesi viðurskiftini, har møguleiki var at seta spurningar so hvørt, og vóru tað ikki so fá sum tóku av møguleikanum. Niðurstøðan av fundunum var heilt víst, at tey møttu fingu eitt gott innlit í hesi viðurskiftini, sum annars kunnu tykjast trupul at seta seg inn í.

Dagarnar 7. - 9. oktober var stórur partur av nevndini í Keypmannahavn til 100 ára hald hjá norðurlendsku samtøkuni av maskinmeistarafeløgum NMF og á hálvárliga NMF fundinum.
100 ára haldið bleiv hildið í stásiligu hølunum hjá Danske Rederier. Har vóru fleiri maskinrelateraðar framløgur frá ymiskum aktørum og ímillum hesi var stjórin á Sjóvinnustýrinum Hans Jóhannisi á Brúgv.
Døgurði fyri luttakandi fjøldini var síðani um kvøldi.
Dagin eftir var so hálvárligi fundurin hjá NMF, sum var hildin í hølunum hjá Maskinmestrenes Forening. Fundurin var sum altíð áhugaverdur og viðkomandi, har øll londini høvdu sína framløgu, við einari støðulýsing av, hvat rørir seg í hesari vinnuni í teimum ymisku londunum.

Vit vóru eisini í Keypmannahavn í arbeiðsørindum 20. og 21. oktober. Hettar var við tí fyri eyga at fáa enda á sáttmálaósemju, sum er uppstaðin við sáttmálamótpart okkara á ávísum grønlendskum skipum. Endamálið var eisini at fáa endurnýggja ein annan grønlendskan sáttmála av eldri dato.
Fundirnir gingu sum heild væl, men tað spurdist ikki nøkur semja burturúr. Avgjørt var hinvegin at fáa sett ein gerðarrætt við trimum limum at taka støðu í málinum. Hettar arbeiði er fari í gongd og verða limirnir valdir í nærmastu framtíð. Eftir at gerðarrætturin er mannaður, hevur hann 3 vikur at koma við einum úrskurði og skuldi hettar sostatt verið komi upp á pláss innan ársskiftið. Við tað, at sáttmálin har trætan var, grípur nógv inn í tann sum skuldi dagførast, bleiv tað arbeiði parkera til trætan endaliga er loyst.
Sum sagt var samráðingarandin góður, og vóna vit eisini at fáa hettar uppá pláss innan ársskifti.

Sum eg nevndi fyrr í greinini, havi eg eisini verið á fleiri vitjanum í hesum tíðarskeiðinum, serliga hevur talan verið um vitjanir á føroyskum arbeiðsplássum, tað verði seg skip, virkir og stovnar. Eisini var eg umborð á Grønlendska nýbygninginum Polar Nattoralik, tá hesin lá á havnini. Ikki eiti á skip og er tað hugaligt at síggja tað álit, sum verður víst okkara framúrskarandi yvirmonnum, sum mannaðu bæði maskinu og brúgv á hesum stásiliga farinum.

Hettar er so nakað av tí, sum er fyrifarist síðani seinastu tíðargrein.

Fari við hesum at ynskja tykkum alt tað besta.

Vinarliga Ólavur Gunnarsson formaður.

Tíðargrein 13

23. august 2019

 

Hervið formansins tíðargrein 13.

So er summarferian væl og virðiliga farin afturum, og arbeiði koyrir aftur við fullari ferð.
Av góðum grundum hevur tíðarskeiði síðani seinastu tíðargrein verið merkt av at tað hevur verið feriutíð, men tó hevur tað verið nakað av aktiviteti.

Innan farið var í feriu tann 27. juni, var prógvahandan á Vinnuháskúlanum har 17 maskinmeistarar fingu prógv. Sum vanligt var eg við til hátíðarhaldið, har eg helt talu, og handaði virðisløn. Hettar er altíð ein hugaligur dagur við veruligum hátíðardámi.

Annars eru vit farnir í holt við at lata okkum í til komandi sáttmálasamráðingar.
Innan farið var í summarfrí, uppsøgdu vit allar sáttmálarnar við Fíggjamálaráðið umframt sáttmálan við KAF.
Arbeiðið við at orða krøv til hesar sáttmálasamráðingar var tá longu langt síðani fari ígongd, og hevur verið hildið áfram, síðani eg kom aftur á skrivstovuna beint áðrenn Ólavsøku.
Krøvini eru ikki endaliga orðað, men tó eru tey við at taka skap.
Var í samband við FMR fyrr í hesi vikuni fyri at lodda dýpið, um nær teir eru klárir til samráðingar, og eru boðini haðani, at teir einki fáa gjørt fyrr enn valið er yvirstaðið, og nýtt landsstýri, við hartil hoyrandi fíggjarmálaráðharra, hevur tikið við. Teir vóna at hetta verður um hálvan september, ella í ringasta føri í seinnu helvt av september mánað.
Vit hava gjørt okkara støðu greiða um at vit ikki fara at góðtaka, at tað gongur so rúm tíð sum seinast at fáa sáttmálarnar uppá pláss, og vónandi er hesin boðskapurin seyraður inn hjá teimum sum skulu sita hinumegin borið.

Vit hava eisini arbeitt við øðrum uppgávum eftir summarferiuna. Eitt nú, eru vit í holt við at fáa endurnýggja sáttmála við maskinmeistarar sum sigla á Grønlenskum kjøli. Talan er um gamla APK-sáttmálan, sum er dagfestur í 2005. Hóast vit áhaldandi hava roynt at fáa hetta í lag í fleiri ár, so hevur tað ikki eydnast grunda á at mótparturin, sum nú er Grønlands Erhverv, ikki hevur víst hesum áhuga.
Nú er støðan tó broytt, og hava vit endiliga fingið hol ígjøgnum. Tað hevur soleiðis verið samskifti ímillum partarnar. Ætlanin er at samráðast yvir mail, til komið er hartil, at partarnir hava nærkast hvørjum øðrum so mikið nógv, at restin av samráðingunum kann fáast uppá pláss á einum fundi, sum allarhelst verður í Danmark í leypi av heystinum.
Í hesari tilgongdini hava vit sjálvandi haft maskinmeistarar, sum sigla undir hesum sáttmálanum, inni á gólvinum, umframt at vit hava samskift við teir yvir mail og telefon.

Eisini havi eg verið á onkrari vitjan í tíðarskeiðinum síðani seinastu tíðargrein. Beint áðrenn summarferiuna var eg á Landssjúkrahúsinum og vitjaði maskinmeistarar har, og 14. august var eg og vitjaði maskinmeistararnir umborð á Polar Nanoq, meðan skipið landaði í Kollafirði.
Í báðum føri var talan um hugaliga og gevandi vitjan, har eg slapp at síggja og umrøða arbeiðsviðurskiftini hjá teimum.

Hettar var so nakað av tíð, sum tikist hevur verið við seinastu vikurnar.

Alt tað besta til tykkum.

Vinarliga Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 12

14. juni 2019

 

Hervið formansins tíðargrein 12.

So er enn eitt hendingaríkt tíðarskeið farið afturum.
Hettar tíðarskeiði var tó meira merkt av tiltøkum og fundarvirksemið, heldur enn sáttmálasamráðingum.

Tann 9. mai varð Sjóvinnuforum hildið á Vinnuháskúlanum. Talan er um kostnaðarleyst limatiltak, sum maritimu manningarfeløgini saman við Sjóvinnustýrinum og Vinnuháskúlanum skipa fyri.
Endamálið er at lýsa ymisk viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri siglandi fólkið og onnur við áhuga fyri hesum.
Aftur í ár var tiltakið væl vitjað og høvdu einir 60-70 limir leitað sær út á Vinnuháskúlan henda dagin. Hildnar blivu 6 framløgur hjá ávikavist formonnunum í teimum maritimu fakfeløgunum, stjórunum á Vinnuháskúlanum og Sjóvinnustýrinum, og Páli Weihe arbeiðsmedisinara.
Tað var eisini møguleiki hjá áhoyrarunum at koma við spurningum og viðmerkingum til tey ymisku innleggini, og vóru tað ikki so fáir, sum nýttu hendan møguleikan.
Umframt hettar var eisini ábit, har boðreitt var við fiski og kipsi.
Samanumtikið var talan um eitt framúr gott tiltak, sum avgjørt er komið fyri at blíva.

Eg havi sum formaður í Maskinmeistarafelagnum verið í einum arbeiðsbólki, hvørs arbeiði var at gera nýggja umsitingarætlan fyri botnfiskiskapin undir Føroyum.
Bólkurin var samansettur av umboðum fyri vinnuna, umboðum fyri avvarðandi fakfeløg, umframt umboðum fyri Havstovuna og Vørn.
Arbeiði byrjaði seinasta heyst og 10. mai bleiv tilmælið lagt fram í Kaffihúsinum.
Tað sum var slóðbrótandi við hesari umsitingarætlanini, var at tað var ein samdur arbeiðsbólkur sum stóð aftanfyri hana.
Alt í alt var talan um eina einfalda skipan, sum kann lesast her.
Skotsmálini hava sum heild verið positiv, og sýnast allir teir politisku flokkanir at kunna taka undir við henni.

Dagarnir 21. - 23. mai luttók Maskinmeistarafelagið á Atlantic Fair í Klaksvík. Vit høvdu bás saman við áhugafelagnum Antares og Vinnuháskúlanum.
Luttøkan var ein liður í at gera felagið meira sjónligt, og at koma út til limirnar og onnur áhugaði.
Sum heild eydnaðist hetta væl og vóru tað ikki so fá, sum løgdu leiðina framvið til eitt prát hesar dagarnar.
Harumframt fekk eg gjørt fleiri vitjanaravtalur við limir og arbeiðspláss.
Um høvið býðst, so koma vit heilt sikkurt at luttaka aftur næstu ferð.

Tann 29. mai vóru vit í Danmark fyri at fundast við umboð fyri Polar Seafood, fyri at fáa greiðu á nøkrum sáttmálaviðurskiftum. Fundurin bleiv hildin í hølum hjá danska maskinmeistarafelaginum.

Dagin eftir vóru vit sum ein av stuðlunum hjá flaggsiglingartiltakinum, bodnir at sigla við seinasta teinin suðureftir gangandi, sum var frá Helsingør til Keypmannahavnar.
Eg, John og Sjúrður valdu at taka av, nú tá ið vit vóru niðri í fundarørindum kortini.
Talan bleiv um ein sera hugaligan túr við Westward Ho, har eitt nú danski statsministarin og konan eisini vóru umborð. Harumframt var eitt stórt harmonikulið eisini við, og settu teir sín serliga hugnaliga dám á túrin, har tað bleiv sungið av lívsins kreftum.
Lagt bleiv at við Norðuratlantsbryggjuna, har tað eisini bleiv skipað fyri einari rúgvu av tiltøkum.

Vísandi til Atlantic Fair, so havi eg longu verið á onkrari av avtalaðu vitjanum.
Leiðin hesaferð gekk til Klaksvíkar har eg vitjaði Look North, har Finn Anthoniusen og Poul Heri Selfoss tóku ímóti og vístu runt. Eisini fingu vit eitt gott maskinmeistaraprát. Samanumtikið ein sera áhugaverd og gevandi vitjan.

Eg havi eisini gjørt avtalu fyri komandi viku, har eg eitt nú skal á vitjan á Landsjúkarhúsinum.

Annars verður størsta orkan í løtuni brúkt uppá, at fyrireika okkum til komandi sáttmálsamráðingar.
Tað eru ikki færri enn 5 sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum sum ganga út 1. oktober, og er tað sera umráðandi at verða væl íklæddur til hesar samráðingar.

Ætlanin er at sleppa í gongd sum skjótast eftir summarfrítíðina fyri at tryggja, at vit ikki enda í somu støðu sum seinast, har onkrir av sáttmálunum vóru yvir eitt ár í “over due”, áðrenn teir blivu endurnýggjaðir.

Vit hava gjørt greitt, at hettar fara vit ikki at lata okkum lynda einaferð aftrat, og vónandi hevur sáttmálamótparturin skilt álvaran í hesum boðskapinum.
Livst so spyrst

Hettar var so nakað av tíð, sum tikist hevur verið við seinastu vikurnar.

Alt tað besta til tykkum.

Vinarliga Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 11

3. mai 2019

 

Hervið formansins tíðargrein 11.

Nú er næstan ein mánaði liðin síðani seinasta stykkið í hesum umfarinum kom í hús.

Talan er um sáttmálan við Føroya Reiðarafelagið fyri limir okkara í fiskiflotanum.
Hesin var heldur ikki lættur at fáa í hús.
Tað bleiv til í alt 3 forfundir, 5 drúgvar samráðingarfundir og eitt langt semingsumfar, sum vardi í eina viku og tvey semingsuppskot, har annað bleiv vraka, innan partarnir loksins skrivaðu undir.
Semjan var fyri so vítt einføld og ikki serliga rúgvismikil, men hinvegin var hon sera hart vunnin.
Útgangsstøðið fyri samráðingunum var sera atypiskt, serliga tí Manningarfeløgini høvdu stevnt Føroya Reiðarafelag inn fyri Fasta Gerðarrættin grundað á, at reiðarar av sínum eintingum vóru farnir at trekkja kvotukeyp av uppsjóvarfiski, keyptur á uppboðssølu, frá óbýttum.
Málið, sum bleiv latið Gerðarrættinum á sumri 2018, var framvegis langt frá at verða klárt at koma til dóms,  og ein forðing at taka hettar við í hesum samráðingunum. Soleiðis høvdu vit trý ting í at velja. Fyrsti møguleikin var at framleingja sáttmálan í tí líki hann var. Annar møguleikin var at lata verða við at samráðast um hendan partin av sáttmálanum og hin triði var at taka málið úr Fasta Gerðarrættinum fyri soleiðis at royna at samráða okkum til eina loysn.
Valið fall á triðja møguleikan, serliga tí fleiri løgfrøðingar høvdu sagt, at vit ikki høvdu ein jordiskan møguleika at vinna málið í FG.
Sáttmálakrøvini trutu ikki, men partarnir samdust um at samráðingarnar í høvuðsheitinum skuldu snúgva seg um hetta punktið, fyri síðani at kunna hava vanligar samráðingar aftur næstu ferð.
Sjálvar samráðingarnar gingu einki serligt og 28. mars bleiv Semingsstovnurin innkallaður.
Fundarvirksemið við semingsmenninar byrjaði beinan vegin og fundir vóru so at siga uttan íhald fram til leygarkvøldið 6. apríl, tá ið eitt semingsuppskot bleiv lagt fyri partarnir.
Partarnir fingu freist til mánadagin tann 8. apríl kl. 13 at taka støðu, men okkara støða var greið beinan vegin, og kundu vit á ongan hátt góðtaka tað sum fyrilá.
Partarnir møttu á skrivstovuni hjá semingsmonnunum sum avtalað og havnaðu báðir partar uppskotinum. Samstundis heittu partarnir á Semingsstovnin um at gera eina semingsroynd afturat.
Fundarvirksemi við partarnar hvør sær byrjaði beinan vegin, og tíðliga morgunin eftir bleiv hildið áfram uppi á Hotel Føroyum.  Eftir áhaldandi fundir til klokkan var farin um midnátt týsmorgunin, tá eitt nýtt uppskot til semju bleiv lagt fyri partarnar.
Sigast skal, at hettar seinna uppskotið var munandi betri enn hitt fyrra, og eftir at manningarfeløgini høvdu viðgjørt tað í umleið ein tíma, vóru vit klárir at svara. Vit máttu tó bíða í eina góða løtu, til reiðararnir vóru klárir.
Endin var tó at báðir partar svaraðu játtandi og umleið kl. 1:30 týsmorgunin 9. apríl bleiv semja um ein eitt ára sáttmála undirskrivað.
Við semjuni hava vit bundið fyri sjálvtøkuborðinum í §17. stk. 3 soleiðis, at har er útgreinað hvørji, og í hvønn mun avgjøld fyri fiskiloyvir kunnu dragast frá óbýttum. Soleiðis hava vit nú fingið avmarkað skaðan, sum henda áseting longu hevur volt til - og ikki minst kundi verið atvoldin til framyvir - niður á eitt støði, sum man onkursvegna eigur at kunna liva við.
Hetta má, í sjálvum sær, onkursvegna metast sum ein sigur.
Har eru eisini einstakar aðrar tillagingar í semjuni, eitt nú um betring av lønarviðurskiftum undir sjúkramelding og stytting av útmynstringperiodum, men tó so, høvdu vit gjarna sæð at manningar í øðrum veiðubólkum fingu meira í sín lut, men soleiðis er tað nú einaferð. Vit mugu bara gera tað betri fyri hesar í komandi samráðingum sum verða longu um eitt ár.

Av øðrum virksemi sum hevur verið síðani seinastu tíðargrein kann nevnast, at vit vóru vertir fyri NMF í døgunum 8. og 9. apríl. Hetta er eitt forum, har formenn og sekratariatsleiðarar í norðurlensku maskinmeistarafeløgunum hittast.
Hóast eg samstundis var upphongdur av seming og rann millum fundirnar, so var talan um eina sera væleyðnaða vitjan, og hava vit bara fingið positivar afturmeldingar.
Umframt vanliga fundin, sum var hildin á Hotel Hafnia, vitjaðu vit í vindmyllulundini hjá SEV, har Terji Nielsen verkfrøðingur og menningarleiðari, hevði eina sera áhugaverda framløgu um einar “grønar” Føroyar í 2030. Harumframt vitjaðu vit í Kirkjubø, har bóndin greiddi frá søguni. Vitjað varð eisini hjá Green IQ og á Gásadalsgarði. Talan um sera áhugaverdar vitjanir, hvør á sín hátt.
Mikudagin 10. apríl luttók eg við einum innleggi á temadegi um dálking av høvunum, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri. Í innlegginum umrøddi eg í høvuðsheitinum føroyska innovatión við atliti til umhvørvisvernd og umhvørvispolitikkin í breiðari merking.
Eg var eisini boðin á aðalfundin hjá Antares at halda talu, og annars umrøða ting av felags áhuga. Fundurin var hildin á Gamla hotellinum í Miðvági tann 4. mai og var talan um ein góðan og gevandi fund.
Havi eisini í tíðarskeiðinum sum farið er, nýtt høvi at vitja umborð á onkrum skipið, eitt nú Eystnes hjá Smyril Line og Niels Paula sum liggur á MEST við spælskaða.

Í hesum mánaðinum eru nøkur tiltøk, sum vit fara at luttaka í.

Sjóvinnuforum verður á Vinnuháskúlanum hósdagin 9. mai, har eg komi at hava eina hugleiðing. Somuleiðis vera vit við á Atlantic Fair í Klaksvík í døgunum 21.-23. mai, og 30. mai eru vit bodnir við til eina móttøku í samband við Flaggsiglingina við føroysku træskipunum. Hendan móttøkan verður í Keypmannahavn, og hava vit kombinera hana við annað fundarvirksemi, vit skulu har í hesum tíðarskeiðinum.

Hettar er so nakað av tí sum er fyrifarist, síðani seinastu tíðargrein, og nakað av tí sum liggur í kortinum í nærmastu framtíð.

Alt tað besta til tykkum.

Vinarliga Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 10

8. mars 2019

 

Hervið formansins tíðargrein 10.

So var hettar ikki eftir.

Eftir 12 samráðingarfundir, har vit at enda komu í tíðarneyð, og máttu leingja sáttmálan í eitt samdøgur, komu vit loksins hartil, at vit kundu skriva undir semju um nýggjan sáttmála við Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Tilgongdin hevur verið drúgv, og var tað longu innan summarfrítíðina í fjørð, at fyrireikingarnar veruliga fóru í gongd.

Vit byrjaðu við at gera eina skabelón við sáttmálakrøvum, sum bleiv ein partur av einari framløgu, sum bleiv víst fram á einum hampiliga væl vitjaðum limafundi sum bleiv hildin mánaðarskiftið august/september í fjørð.

Endamálið við limafundinum var sjálvandi at hoyra limirnar, og komu eisini fleiri góð sjónarmið fram á hesum fundinum. Út frá hesum blivu síðani endaligu krøvini orðaði.

Longu tíðliga í vetur vóru vit so klárir við okkara egna uppleggi.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip róði framímóti um talan kundi blíva um felags samráðingar saman við hinum manningarfeløgunum, og tóku vit stig til fund at lodda dýpið. Tað tyktist at verða áhugi, og tóku vit avgerð at royna hendan møguleikan.

Soleiðis fóru vit undir at samanskriva krøvini, og stutt eftir ársskiftið ella neyvari 07. Januar, vóru so krøvini handaði.

Samráðingarstevið tyktist tó at verða heldur støplut og gjørdist talan um harðar samráðingar, har bylgjurnar til tíðir brutu høgt.

Tó má man ásanna orðataki, at har tað er ein vilji er tað eisini ein vegur, og blivu ávegis semjur orðaðar so hvørt at partarnir samdust um okkurt, fyri alsamt at avmarka tað sum eftir var at samráðast um. Soleiðis arbeiddu vit okkum spakuliga rætta vegin.

Hósdagin í seinastu viku, var komi har til, at ein endalig ávegis semja fyrilá, tó við onkrum heingipartíi. Partarnir valdu at geva hesum eitt sindur meira tíð, og bleiv sáttmálin framlongdur við 24 tímum. Fríggjadagin seinnapartin bleiv so hildið fram, og endaði tað við at partarnir gjørdu endaliga semju, sum eftirfylgjandi bleiv undirskrivað.

Úrslitið bleiv ein lønarkarmur uppá ávikavist 3,26 % fyrra, og 2,56 % seinna árið. Hesin bleiv fordeildur soleiðis at 1 lønarprosent, svarandi til 1,25 eftirlønarprosent, bleiv lagt omaná eftirlønina hvørt árið, sum so kemur uppá 12,5 % í 2020. Eisini fingu vit vent lønartalvuni soleiðis, at hon nú er lík hinum lønartalvunum á arbeiðsmarknaðinum, har eftirlønin verður goldin av útgoldnu lønini.

Umframt hetta fingu vit eisini betringar á ymiskum økjum, eitt nú nýggjar ásetingar um starvsaldur, hýru undir sjúkramelding, barsil, betring av viðurskiftunum undir longdari útmynstring, redusering av ásetingunum um ferðadagar og útbygging av ásetingunum um møguleikarnar at sigla sær vinnubræv til.

Samanumtikið er semjan á einari góðari leið, og eru nýggi sáttmálin og lønartalvurnar eru at finna á heimasíðuna hjá okkum.

Sjálvt um hesar samráðingarnar hava fylt nógv hettar seinasta tíðarskeiði, hevur tað eisini verið tíð til annað virksemi, millum annað vitjan umborð á Smyrli, at hitta limir okkara har og til limafund fyri limir okkara í fiskiflotanum, fyri at lodda dýpið har, serliga nú tá ið viðurskiftini á ávísum økjum eru grundleggjandi broytt, orsaka av nýggju fiskivinnulógini.

Tað møtti væl av fólki á hesum fundinum, har eg hevði eina framløgu við atlitið til núverandi sáttmála, sæddan í ljósinum av broyttu lóggávuni. Hareftir var orðið frítt og gjørdist talan um ein lívligan og gevandi fund, har nógv ymisk viðurskiftir blivu umrødd.

Eftirfylgjandi hava vit orðað krøv, sum bygdu á tey sjónarmið, sum komu fram.  Her er talan um nøkur grundleggjandi krøv, til sáttmálabroytingar við atliti til lógarbroytingarnar, umframt nøkrum meira yvirskipaði krøv til aðrar ásetingar.

Nú verður so farið í holt við samráðingarnar við Føroya Reiðarafelag av álvara. Vit hava longu haft onkrar fyrireikandi fundir, eitt nú í gjár, og er hósdagurin avsettur til veruliga at koma í gongd.

Her verður uttan iva talan um sera truplar og kompliseraðar samráðingar, serliga við atlitið til allar tær lógarásetingarnar, sum onkursvegna gera inntriv í verandi sáttmálaásetingar, ella ikki eru umfataðar av sáttmálanum.

Restin av mánaðinum er so avsett, sum ein long samráðingarrøð, tó avbrotin við aðalfundinum íð, sum kunnugt verður 16. mars á Hotel Hafnia.

Tað hevði verið hugaligt um tit møttu fjølment.

Alt tað besta til tykkum.

 

Vinarliga Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 9

14. januar 2019

 

Hervið formansins tíðargrein 9.

Tað var líkasum eitt sindur av vakum í tilveruni, eftir at seinasti sáttmálin í ár var undirskrivaður. Men ikki meira enn tað, at arbeiði við at gera sáttmálakrøv til sáttmálarnar sum skulu endurnýggjast nú til várs, longu var fari ígongd, og var nokk at taka hond í har.

Men tað var ikki tað einasta sum skuldi fáast frá hondini.

Ímóti ársenda bleiv brádliga sera nógv fundarvirksemi í einum bólki har eg eri limur. Talan er um bólkin sum er settur av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, hvørs endamál er at viðgera eina nýggja umsitingarætlan fyri botnfiskiskap undir Føroyum.

Landsstýrismaðurin vildi hava eina kvotuskipan setta í verk, men undirtøkan var sera lítil, fyri ikki at siga slett ongin fyri hesum.

Síðani bleiv saðla um og eitt tilmæli frá Havstovuni, sum legði upp til ein niðurskurð uppá 30 % av fiskidøgunum bleiv lagt fram.

Vælvitandi at hettar ikki fór at blíva góðtikið, legði landsstýrismaðurin upp til ein 10 % niðurskurð yvir allar skipabólkar, men heldur ikki hettar vann frama ímillum limirnar í bólkinum og eftir fund 10. desember, avgjørdi landsstýrismaðurin, eftir trýsti frá bólkinum, at halda fram við verandi døgum í komandi ári (2019).

Bólkurin heldur tó áfram við at viðgera eina umsitingarætlan, og verður miðað ímóti at koma á mál við hesum í mars. Livst so spyrst.

Um høgtíðina var eisini ymiskt á skránni. Eitt nýtt manningarfelag fyri trolbátar í bólki 4T kom brádliga undan kavi. Hetta lótu verandi manningarfeløg ikki fara aftur við borðinum, og kallaðu umboð fyri hetta felagið til fundar leygardagin 29. december fyri at hoyra nærri.  Tað var tó sera avmarkað hvat vit fingu at vita frá umboðinum, men vit avgjørdu, at arbeiða víðari við at royna at fáa felagið integrerað í verandi manningarfeløg á ein ella annan hátt.

Eisini bleiv sera nógv virksemi sama dagin og dagarnir eftir, tá ið fiskiskapurin eftir makreli í ES sjógvi skuldi í gongd. Tað er soleiðis at nú fiskiloyvi er loyst frá stálinum, avger kvotuánarin sjálvur, hvør ið skal fiska kvoturnar hjá øðrum skipabólkum. Men tað fyrilá eingin avtala um hvussu hetta skuldi avroknast.

Arbeitt var bæði 29., 30. og 31. december at finna loysn, tó uttan at hendan, mær vitandi,  er endaliga staðfest til dags dato.

Manningarfeløgini hava haft fund sínámillum fyri at kannað møguleikan fyri felags samráðingum við Reiðaríið Fyri Handilskip, sum tað nú eitir, og er tað nógv sum bendir á, at tað er møguleiki fyri tí.

Vit høvdu fund aftur seinasta fríggjadag, og fara vit í holt við at samanskriva krøvini hjá feløgunum seinnapartin í dag.

Fyrsti veruligi samráðingarfundurin verður kl. 14 ímorgin, og tað eru 4 fundardagar avsettir seinni í mánaðinum og í februar.

Alt annað líka, so skuldu hesir fundirnir rokki langt undir vanligum umstøðum, men um talan verður um truplar samráðingar, so kann gott verða, at her mugu fleiri fundir til.

Eisini eru vit farnir í holt við at gjøgnumganga sáttmálarnar við Føroya Reiðarafelag, fyri at fáa gjørt sáttmálakrøv til komandi samráðingar.

Her er talan um rúgvismikið tilfar og kollveltandi broytingar, sum fiskivinnunýskipanin hevur haft við sær. So talan verður heilt víst um spennandi og allarhelst harðar samráðingar.

Tað at vit hava eitt mál ímóti teimum í Fasta Gerðarrættinum, gerð ikki støðuna greiðari.

Vónandi fer at eydnast at koma ásamt um skilagóðar loysnir, sum allir partar kunnu liva við, uttan alt ov nógv rumbul. Sum orðatakið sigur ”har tað er ein vilji er tað eisini ein vegur”. Livst so spyrst.

Aðalfundurin verður sum lýst 16. mars á Hotel Hafnia. Tveir nevndarlimir standa fyri vali hesaferð. Tað eru Regin Olsen, sum er gamal í garði, og Hans Ingvard Joensen. Regin hevur avgjørt at stilla uppaftur, men Hans Ingvard hinvegin hevur valt at takka fyri seg.

Tann 16. desember, tá ið uppstillingarfreistin var farin, vóru tað tvey valevnir sum bjóðaðu seg fram, annað var sum áður sagt Regin Olsen og hitt er so tað fyrsta kvinnuliga valevni í søgu felagsins, nemliga Berit Hovsgarð úr Vági. Soleiðis hava vit møguleika at skriva søgu á komandi aðalfundi, um hon verður innvald.

Her skal tó viðmerkjast, at tað er møguleiki at skjóta valevnir upp á sjálvum fundinum, so her er einki avgjørt frammanundan.

Aðalfundurin verður sum kunnugt 16. mars á Hotel Hafnia, og hevði tað verið hugaligt um tit møttu fjølment. Tit eru eisini vælkomin við uppskotum til aðalfundin, og skulu hesi verða nevndini í hendi 14 dagar undan aðalfundinum.

Alt tað besta til tykkum.

 

Vinarliga Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 8

19. november 2018

 

Hervið formansins tíðargrein 8.

Sum sagt endaðu sáttmálasamráðingarnar við KAF, fyri maskinmeistararnar settir á SEV og IRF úrslitaleysar. Avgjørt var at innkalla Semingsstovnin, og høvdu vit fyrireikandi fund við hann 5. oktober. Á hesum fundinum kom tó fram, at vit máttu bíða nakrar dagar við at sleppa framat, grundað á, at teir vóru í holt við aðrar semingar.

Mánadagin 15. oktober var tað so loksins okkara túrur. Vit byrjaðu semingina í húsunum hjá KAF í R. C. Effersøesgøtu 30, kl. 10 hendan dagin. Seinni bleiv semingin flutt út í Skibsteds pakkhús í Tinganesi.

Hildið bleiv á alla vikuna, frá tíðliga á morgni til langt út á kvøldið, og hóskvøldið bleiv eitt semingsuppskot lagt fyri partarnar. Eftir at hava sitið og nágreina hettar, bóðu vit um at sleppa at sova uppá uppskotið, fyri síðani at koma við okkara svarið kl. 13 dagin eftir.

Nevndin møttist tíðliga fríggjamorgunin úti á skrivstovuni hjá okkum fyri at viðgera uppskotið, og endin á hesum fundi var, at vit kl. 10 settu okkum í samband við Terja Sigurdsson við teimum boðum, at vit ikki kundu góðtaka uppskotið sum tað fyrilá. Vit kravdu ávísar broytingar og hækkingar av onkrum satsi fyri at vit kundu ganga uppskotinum á møti. Hettar bleiv sjálvandi ikki væl móttikið, tó so vóru boðini, at um vit einki hoyrdu, skuldu vit møta í Skibsted kl. 13, sum avtalað.

Vit so gjørdu, og fingu tá eitt nýtt semingsuppskot, við teimum broytingunum sum vit høvdu kravt.

Eftir at hava tryggjað okkum at alt var sum tað skuldi, bleiv skrivað undir.

Samanumtikið er talan um ein lønarkarm, sum gevur størstu lønarhækking í nýggjari tíð. Har vóru eisini onnur ting í semjuni sum kostaðu, men liggja hesi fullkomiliga uttanfyri lønarkarmin.

Eftirfylgjandi havi eg verið á rundferð hjá limum, fyri at greiða frá semjuni og svara spurningum. Fríggjadagin  9. november gekk leiðin soleiðis til Leirvíkar at hitta maskinmeistaranar hjá IRF. Mánadagin 12. november gekk leiðin til Vágs at hitta teir á Vágsverkinum, og fríggjadagin 16. november gekk leiðin til Vestmanna at hitta teir á Fóssáverkinum.

Sum heild fínir fundir, har limirnir komu til orðanna.

Tá í farið var til Suðuroyar allíkavæl nýttu eg og Sjúrður, sum eisini var við, høvi at hava fund við Jóan Petur og Elin frá SSL, um ymisk viðurskiftir hjá okkara limum har. Talan var um góðan og gevandi fund.

Dagarnar 29. og 30. oktober vóru eg og skrivstovuleiðarin á hálvárliga NMF fundinum. Fundurin hesaferð var í Ålesund, og sum altíð var talan um ein góða og gevandi vitjan. Tað vóru fleiri mál á breddanum, sum eitt nú støðan hjá maskinmeistarum í komandi tíðum, og rekruttering av næmingum til hettar fakið. Branko Berlan sum er ITF umboð var gestaluttakari, hann hevði eina framløgu um IMO og ymiskar broytingar har sum eru ávegis.

Tann 8. november var eg innkallaður til fundar í bólkinum, sum er niðursettur at eftirmeta fiskiskapin eftir botnfiski undir Føroyum. Í hesum bólkinum sita umboð fyri reiðararnar, Havstovuna, Vørn, Fiskimálaráðið og manningarfeløgini.  Á fundinum kunnaði landstýrismaðurin um at hann hevði slept ætlanini um at leggja um til kvotuskipan fyribils, og at tað sostatt bleiv hildið áfram við fiskidagaskipanini 2019 eisini.

Skipað varð fyri einum sjovinnuseminari um sjóvinnupolitikk og FAS skipanina í Kongshøll 15. november. Eg bleiv boðin at halda eitt innlegg á seminarinum, og tók av. Innleggið hjá mær handlaði um starvsviðurskifti hjá okkara limum og støðuna hjá útlendskum sjófólki í hesari vinnuni. Umframt mítt, vóru innlegg frá Poul Michelsen landsstýrismanni, Hans Jóhannes av Brúgv stjóra í Sjóvinnustýrinum, Gunnvør Balle frá Vinnumálaráðnum, Jens Meinhard Rasmussen frá RFH, Wilhelm Petersen stjóra á Vinnuháskúlanum og Poulu av Líðarenda deildarleiðara á TAKS.

Umframt hettar hevur verið ymiskt annað virksemi seinastu tíðina, eitt nú málið viðv. avdrátti fyri kvotukeyp, sum manningarfeløgini løgdu fyri Fasta Gerðarættin. Vit hava fingið svar frá mótpartinum uppá kæruritið, og eru farnir í holt við at orða svarskriv til tað. Slíkt rættarmál er ein drúgv process, og tekur langa tíð má sigast.

Á skrivstovuni havi eg arbeitt við orðing av sáttmálakrøvum til RFF sáttmálan, og eru hettar arbeiði komi væl áleiðis. RFF hevur biðið um fund at handa krøv 6. december fyri at fáa sáttmálan uppá pláss í góðari tíð.

Alt í alt, so hevur tað verið væl av áhugaverdum virksemi, sum vant seinastu tíðina.

Við hesum fari eg at takka fyri hesaferð, og ynskja tykkum alt tað besta her frá.
 

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 7

10. oktober 2018

 

Hervið formansins tíðargrein 7.

Sum eg segði í seinastu tíðargreinini, so skuldu eg og skrivstovuleiðarin, sum samstundis er skrivari í FMU, saman við umboðum fyri hini manningarfeløgini til Keypmannahavnar, at tingast við eitt nú ITF, í samband við ikomnu støðuna har reiðarí síggja seg noydd at flagga út fyri at fáa mannað skipini.

Hesin fundurin var í hølunum hjá 3F í Keypmannahavn. Fundurin var sum heild góður, og var niðurstøðan tann, at her átti at bera til at finna semjur. Eina á tí stutta bananum, har vit kundu fora fyri møguligari útflagging í verandi løtu, og ein á tí langa bananum, har man veruliga fær tillaga lógarverkið, soleiðis at vit koma at hava samráðingarrættin fyri manningarnar í FAS flotanum.

Men hóast tað tyktist at verða semja um at finna eina loysn, er einki hent síðani. Vit hava haft ávíst fundarvirksemi, bæði internt í FMU og saman við Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, men tykist tað sum lá í kortunum eftir danmarkarferðina ikki at verða so líkatil, tá ið til stykkis kemur.

Um tað fer at eyðnast at bloyta støðuna so mikið at hettar broytist, er ilt at siga - livst so spyrst.

Sáttmálasamráðingarnar við KAF endaðu úrslitaleysar og eftir tann 7. fundin, sum var 1. oktober, bleiv avgjørt at innkalla semingsmenninar. Vit høvdu stuttan fund við semingsmannin saman tann dagin, og seinasta fríggjadag høvdu vit so formellan fund har vit lýstu støðuna út frá okkara sjónarhorni. Hann kunnaði okkum um at teir máttu hava eina aðra seming frá hondini, innan okkara bleiv tikin upp, og at teir komu at seta seg í samband við okkum seinnapartin í hesari vikuni.

Tað verður spennandi at vita, hvat teir koma til, men vónandi verður uppskotið á einum støði, sum kann góðtakast av pørtunum.

Eg og skrivstovuleiðarin vóru í Íslandi á skeiðsferð í døgunum 17. - 20. september.

Skeiði sjálvt var fyri fakfeløg, og var tað hildið umborð á Norrønu, og bygdi tað á trý ymisk relevant evnir. 1 Reglurnar um álitisfólk, 2. Arbeiðsskaði og vinnusjúkur og 3. Sáttmálasamráðingar. Páll Nielsen var skeiðshaldari og tað kom hann framúr væl frá.

Sum vanligt havi eg eisini verið eitt sindur úti í markini fyri at vitja arbeiðspláss/reiðarí, har vit hava limir.  Eg var á einari slíkari vitjan hjá Frakt og Sand í Runavík mikudagin 3. oktober, og fekk eg eitt gott prát við Álv og Anfinn Højgaard, um teirra virksemi við serligum atliti til framtíðina. Hugaligt at síggja hvussu teir javnt og samt økja um flotan, og harvið kunnu slóða fyri at fleiri arbeiðspláss verða útvegaði, eisini til maskinmeistarar.

Fríggjadagin 5. oktober var eg og vitjaði á Landssjúkahúsinum, har eg hitti Jóan Símun Saltá leiðara á tænastudeplinum og Sæbjørn Nielsen leiðandi maskinmeistara, um virksemi har.

Nú havi eg ikki vitja har fyrr, og má eg staðfesta at talan er um eitt sera umfatandi og áhugavert arbeiðspláss, sæð frá einum tekniskum sjónarhorni.

Eisini bleiv eg kunnaður um tær útbyggingar, sum har eru í gongd, og er tað mín greiða fatan, at har fer at verða brúk fyri fleiri maskinmeistarum, tá ið komi verður á mál við útbyggingini.

Eg nýtti eisini høvi at heilsa uppá onkran annan lim, sum starvast í tekniska hópinum har úti.

Samanumtikið hevur tíðin síðani seinastu tíðargrein verið áhugaverd, og gerst man alsamt klókari uppá, hvar ið limir okkara hava sína dagligu arbeiðsgongd.

Við hesum fari eg at takka fyri hesaferð, og ynskja tykkum alt tað besta her frá.

 

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 6

29. august 2018

 

Hey tit

Hervið formansins tíðargrein 6

So er arbeiði veruliga komið ígongd aftur eftir feriutíðina.

Sum kunnugt bleiv blást til “time out”, í samráðingunum við KAF 28. Juni.

Orsøkin var í høvuðsheitinum, at lyklapersónar í samráðingarhópunum longu høvdu avtalaðar feriur, sum vóru torførar at broyta.

 Sjálvur var eg uttanlands frá 29. juni til 15. juli, og var á skrivstovuni aftur longu 16. Juli.

Eg nýtti stóran partin av summarinum at seta meg inn í ymisk viðurskiftir, umframt at fáa sett skjøtul á arbeiði at fáa krøvini til sáttmálan við Reiðarínum fyri Farmaskip fest á blað.

Hesin sáttmálin gongur gott nokk ikki út fyrrenn 1. mars komandi ár, men partarnir hava avtala at fara undir samráðingarnar í góðari tíð.

 Eisini var hetta arbeiði ein liður í fyrireikingunum til ein limafund, sum var settur á skrá 27. august.

Hesin fundurin var sostatt seinasta mánadag og møttu 12-14 limir, sum má sigast at verða á einari leið.

Eg hevði eina framløgu við hagtølum og samanberingum, har serligt fokus var sett á lønargongdina, bæði við atlitið til viðurskiftini her heima, men eisini við gongdina uttanlands.

Fundarfólkið bleiv síðani kunna um tey krøv sum vit, intil víðari, høvdu niðurfelt.

Eftirfylgjandi blivu ymisk viðurskiftir umrødd, og komu eisini fleiri góð uppskot til betringar í sáttmálanum undan kavi.

Samanumtikið var talan um ein sera góðan og gevandi fund fyri báðar partar, og er ætlanin at endurtaka tiltakið um einar 2-3 vikur, soleiðis at vit eisini kunnu fáa møguleikan at hitt  teir, sum av góðun grundum ikki kundu verða við hesaferð.

Hvat ið samráðingunum við KAF viðvíkir, so blivu hesar tiknar uppaftur 14. august og hava vit haft tveir fundir síðani.

Tað er synd at siga, at her er tann stóra framdriftin og standa partarnir framvegis langt frá hvørjum øðrum.

Vit eru í holt við at gera status, og um tað ikki kemur glið á rættiliga skjótt, mugu vit taka støðu til, um vit skulu hava ein triðja part inn at hjálpa okkum.

Í morgin fara eg og Sjúrður, umframt umboð fyri hini manningarfeløgini til Keypmannahavnar at fundast við ímillum annað ITF.

Endamálið við hesum fundinu, er at vita, hvat kann gerast við keðiligu gongdini, har ávíst reiðarí hevur sæð seg noytt at útflagga skip, fyri at kunna manna tey.

Orsøkin er at teir ikki fáa nokk av føroyskum dekkarum, og at okkurt av manningarfeløgunum noktar - reint prinsipielt - fyri at gera sáttmála soleiðis, at útlendingar kunnu fara í hesi størvini, óansæð hvussu hesin sær út.

Vit í MF, hava fyri so vítt í prinsippinum einki ímóti at gera slíkan sáttmála, sjálvandi við tí treyt at hann er á einum støði, sum vit kunnu góðtaka.

Vónandi kann hesin fundurin fáa glið á eina tilgongd, sum førur við sær at vit kunnu varðveita hesi skip, og harvið flestu av størvunum á føroyskum hondum.

Kæran av Reiðarafelagnum, um frádráttin av kvotukeypi, bleiv latin inn seinast í juni.

Fasti gerðarrætturin hevur nú givið Reiðarafelagnum freist fram til 20. september at koma við svari og hareftir fer veruliga viðgerðin ígongd.

Tað verður sostatt eitt sera spennandi heyst hesum viðvíkjandi, og eru vónirnar góðar, til at vit fara at fáa viðhald.

Vit hava sjálvandi longu avgjørt at siga sáttmálan við Reiðarafelagið upp, og sæð í bakspeglið, var tað ikki rætt at framleingja hann seinast. Men hettar er farið og nú mugu vit veruliga í holt við at gjøgnumganga verandi sáttmálar við atlitið til allar tær broytingar, sum hava verið í hesari vinnuni fyri at verða so væl íklæddir sum gjørligt at koma við sáttmálakrøvum.

Vit koma heilt víst at hava ein limafund í hesum høpi seint í heyst ella tíðliga í vetur, fyri at tryggja okkum, at áskoðanirnar hjá hesum parti av limaskaranum, verða endurspeglaðar í teimum krøvunum, sum vit koma at leggja fyri mótpartin.

Sum tit síggja so er nógv ymiskt spennandi at tríva í her á frontinum.

 

 Alt tað besta til tykkum her frá.

 

 

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 5

20. juli 2018

 

Hey tit 

Hervið formannsins tíðargrein 5

Fyri at byrja við sáttmálasamráðingunum við KAF um sáttmálarnir hjá kommunalt settum maskinmeistarum, eitt nú hjá SEV og IRF. So kann í stuttum sigast at vit hava haft 4 fundir, uttan at nakað sum helst er komið burturúr. Partarnir standa langt frá hvørjum øðrum, og tað er ikki nøkur semja í eygsjón. Vit avgjørdu at leggja samráðingarnar niður í summarfrítíðini og taka tær uppaftur 14. august. Vónandi gagnnýtur mótparturin steðgin til at koma uppá aðrar tankar, soleiðis at til ber at fáa eina semju, uttan uppílegging frá semingsstovni. Um ikki, so mugu vit taka tað við. Livst so spyrst.

Viðvíkjandi fiskiflotanum, og frádráttinum av kvotukeypi, so bleiv kæruskrivið, sum vit hava arbeitt saman við hinum manningarfeløgunum og løgfrøðingi, loksins latið inn í hesi vikuni.
Arbeiðið hevur verið sera umfatandi, hettar fyri at undirbyggja sak okkara so gott sum gjørligt. Sjálvt kæruritið er uppá 14 síður, men eru harumframt tilvísingar til áleið 50 ymisk viðheft skjøl. Málið er ikki at rokna sum eitt skundmál, og tí fer tað helst at ganga út á heystið, áðrenn nakar úrskurður fyriliggur.

Vit fingu eisini blaðið Maskinmeistaran út fyrr í mánaðinum, hettar er fyrsta útgávan við mær sum formanni, og havur tað verið sera spennandi at verið við í hesari processini.

Eg havi eisini verið og vitja okkurt arbeiðspláss, har limir hjá okkum starvast, og var tað fyrrverandi arbeiðsplássi hjá mær Bakkafrost, har eg starvaðist frá 1985 til 1999 og eisini í 2002, sum valið fall á hesaferð.
Fundurin har var ikki so nógv við limirnar, men heldur við starvsfólkaleiðsluna, fyri at fáa teirra vinkul uppá okkum sum viðspælara. Fundurin var sera positivur, og skuldi avgjørt verði gróðrarbotnur fyri, at vit í framtíðini koma at síggja fleiri maskinmeistarar í starvi har, og at hesir sum sjálvfylgja koma at verða í okkara limaskara.

Annars eru vit so smátt farnir í holt við at fyrireika okkum til samráðingarnar við Vinnuhúsið um RFF sáttmálarnar. Hesir fara úr gildi 1. mars komandi ár, men hevur mótparturin, á vitjan her í húsinum, róð framundir at fara í gongd í góðari tíð. Vit hava ikki tikið støðu til um vit skulu fara undir hesar samráðingarnar saman við hinum manningarfeløgunum, ella ikki. 
Nú havi eg sítið í sessinum í 4 mánaðir, og sigast má at hettar hevur verið ein spennandi og hendingarík tíð.

Eg fari nýta høvi at ynskja tykkum eitt gott summar.

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 4

22. juni 2018

 

Hey tit

Hervið formannsins tíðargrein 4

Eftir at hava fingið sáttmálarnar við Fíggjarmálaráði frá hondini, fóru vit viðari við arbeiðinnum at fáa aðrar sáttmálar í hús.

Fyrst fyri tørni stóð Vinnuhúsið, har við fóru undir samráðingarnar fyri privat settar á landi. Talan er í høvuðsheitinum um maskinmeistarar starvssettir í ymiskum vinnufyritøkum, og eisini um ein økjandi skara, av maskinmeistarum í byggivinnuni.

Vit lótu hvørjum øðrum krøvini 14. mai og var ætlanin at byrja samráðingarnar 16. mai, men orsakað av sáttmálastøðuni ímillum FAG og FA, bleiv hettar útsett.

Soleiðis vóru vit komnir inn í juni mánað innan samráðingarnar byrjaðu. Her er talan um ein sokallaðan minimums sáttmála, og fáa flestu limirnir væl omanfyri sáttmála lønina.

Samráðingarnar gingu sum heild væl, og mikudagin 6. juni bleiv semja undirskrivað.

Semjan inniber at 1. juni 2018 hækkar lønin 3,26 % og 1. juni 2019 hækkar lønin 2,56 %. Eisini hækkar 1. viðbótartrin við góðum 4,76 % frá 1050 til 1100 kr og eftirfylgjandi trinini við góðum 9% frá 550 til 600 kr.

Eisini hava vit fingið orðing inn sum inniber, at tað ber til at fáa yvirtíðarsamsýning, hóast viðkomandi fær viðbót, um tað verður álagt arbeiði út yvir tað avtalaða.

Eftir hettar var so farið í holt við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, har sáttmálin fyri maskinmeistarum á SEV og IRF, sum gekk út 1. oktober 2017, bíðaði eftir pørtunum.

 Krøvini blivu handaði og umrødd á fundi 11.mai, og bleiv ein samráðingar tilgongd somuleiðis avtalað.

 Næsti fundur var so 18. mai, og 3. fundurin var so í gjár 21. mai.

Fundur verður so aftur týsdagin í komandi viku, og verður allarhelst ein fundur aftrat í tí vikuni.

Talan er um truplar samráðingar har partarnir, eins og tilfeldi var í samráðingunum við FMR, standa langt frá hvørjum øðrum.

Hvussu gangast fer at finna semju, vil bara tíðin vísa, men vónandi kemur glið á, soleiðis at partarnir finna eina semju, sum teir kunnu liva við.

Av øðrum virksemi hesa tíðina kann nevnast alt tað fundarvirksemi, frádrátturin hjá reiðarunum hevur haft við sær.

Vit hava líka síðani vit varnaðust hettar, arbeitt við at fáa málið lýst, soleiðis at vit kundu taka tey røttu stigini, fyri at sleppa limum okkara, sum eru raktir av hesum, undan at verða fyri hesum fíggjarliga missinum.

Vit hava nú avgjørt at fara í Fasta Gerðarrættin við málinum, og eru nærum komnir á mál við at gerða kæruritið saman við løgfrøðinginum hjá okkum.

Málið verður klárt at senda Fasta Gerðarrættinum seinast í hesi, ella fyrst í komandi vikuni.

Hvussu langa tíð Fasta Gerðarrættinum tørvar, innan ein úrskurður fyriliggur, er ringt at fáa nakað svar uppá, men vónandi gongur ikki alt ov leingi.

Eisini havi eg verið á fundi í Maritima útbúgvingar ráðnum. Har henda eisini spennandi ting, og var tað serliga nýggir frameftirlítandi útbúgvingarhættir, sum blivu umrøddir.

Eg kann nevna møguleikan hjá maskinmeistarum at gerast bachelorar á Vinnuháskúlanum í samarbeiði við Setrið, og nýggja leistin at gerast maskinmeistari uppá, har tann praktiski parturin verður flættaður inn í sjálva útbúgvingina.

Eisini var meiningin at eg skuldi vitja okkurt arbeiðspláss, men grundað á samráðingarnar, noyddist eg at útseta vitjanina á Bakkafrost.
Hendan vitjan verður komandi týsmorgun í staðin.

Annars eri eg júst afturkomin frá prógvahandan á Vinnuháskúlanum, har eg havi hildið røðu og handa virðisløn felagsins vegna, nú 17 nýggir maskinmeistarar vóru klaktir.

Samanumtikið hevur tað verið talan um 3 hendingaríkar vikur.

Vónandi fer tað at bera okkum til at fáa seinastu sáttmálarnar í hús, innan summarferiuna.

Livst so spyrst.

Alt tað besta og gott vikuskifti til tykkum.

 

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður

Tíðargrein 3

2. juni 2018

 

Hey tit

Hervið formannsins tíðargrein 3.

Eftir eitt ordiligt tørn við samráðingum, seming og hartilhoyrandi semingsuppskoti er tíð aftur til at skriva eina tíðargrein.

Tíðin frá tí seinastu greinini er í stóran mun nýtt til samráðingar við FMR um sáttmálarnar hjá Alment settum á landi, SSL, Magnusi Heinason og Vørn.
 

Vit høvdu fyrst 5 fundir har tað stórt sæð ikki bleiv flutt eitt komma. Fíggjarmálaráði helt fast við kravið um at eingin fekk Eina lønarhækkan sum var størri enn 696 kr, fyrra árið og 754 kr seinna. Talan var nógv meira um eitt diktat enn um samráðingar. Sostatt var brúk fyri semingstovninum, og komu hesir inn.

Eftir at hava haft fleiri innleiðandi fundir við teir byrjaði verðuliga semingin seinasta týsdag. Soleiðis sótu vit týsdagin, mikudagin og hósdagin og royndu at finna loysnir, uttan at hettar eyðnaðist.

Fríggjadagin 1. juni kom so semingsuppskotið frá Semingstovninum, og endaði tað við at partarnir báðir góðtóku tað.

Má siga sum er, at eg hevði ynskt at vit kundu fingið eitt betri úrslit fyri tykkum, men tá ið vit settu uppskotið upp ímóti einum verkfalli við øllum sum hartil hoyrir, so føldu vit at rættast var at taka av.

Uppskotið, serliga fyri Alment settar á landi er eitt nýbrot, har vit fáa verðulig aldurstrin inn, við at hesi hækka frá áleið 200 kr til 480 kr árliga.

Ásannandi at flestu limirnir eru á høgum trinum, vældu vit at leggja størstu hækkingina har, og verður úrslitið 5%+ yvir tvey ár, sum er nakað frægari enn tær 695/754 kr sum ætlaðar vóru okkum. 

Hjá SSL fingu vit tillaga lønartalvuna soleiðis at trinini blíva størri og at ein skjótari keumu ígøgnum stigini. 

Magnus heinason fær 2,3 % fyrra árið og 2,5% seinna, og er hettar nakað betri enn tað sum lá á borinum, har bert var talan um tør 695/754 kr.

Samanumtikið eitt úrslit sum eg hóvast eg ikki eri heilt nøgdur, meti at vit kunnu liva við, fyri at nýta aðra talu so vil eg siga at vit vóru "underdogs" men fingu javnleik.

Av øðrum sum hevur fylt seinastu tíðina er tað serliga støðan við frádráttinum av kvotakeypi, sum hevur verið á breddanum.

Vit hava saman við hinum manningarfeløgunum haft fleiri fundir, bæði við Reiðarafelagið, Felagið nótaskip og løgfrøðingar fyri at loysa ósemjuna, og koma vit í nærmastu framtíð at takað verðulig stig, í royndini at sleppa okkara limum undan hesum stóra lønarniðurskurði. Vit meta at vit hava Eina góða søk, og sostatt koma sigrandi út úr hesari knýpuni.

Sjóvinnuforum var á vinnuháskúlanum seinasta hósdag, og har hevði formaður felagsins eina framløgu, sum vit hava fingið positivar afturmeldingar fyri.

Annars havi eg eisini hildi orð hesuferð, hvat ið vitjanum viðvíkur. Hesuferð gekk leiðin inn til Leirvíkar har vitja var á IRF.

Tað gjørdist ein sera góður og gevandi fundur við maskinmanningina har.
`komandi viku verður skjøtil settur á samráðingarnar við FAG um sáttmálan hjá privat settum á landi, og miða vit ímóti at fáa hesar avgreiddar í leypi av vikuni.

Vantandi fara vit at handa krøvini til KAF fyri maskinmeistarar á SEV og IRF í komandi viku, soleiðis at hesar samráðingar fara ígongd í aðru viku.

Samanumtikið ein hendingarík tið, og tað sær eisini spennandi út fyri framtíðina.

Alt tað besta og gott vikuskifti til tykkum.
 

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður

 

Tíðargrein 2

23. mai 2018

 

Hey tit.

Hervið formannsins tíðargrein 2.

Vit hava ikki ligið á lætu síðuni, hesar 14 dagarnar síðani at seinasta tíðargrein bleiv skriva. Tó so er størsti parturin av orkuni farin til hesar ólukku samráðingarnar, sum tó endaðu úrslitaleysar, og endin var at semingstovnurin bleiv boðsendur.

Vit hava eftirfylgjandi haft tveir fundir við teir, annar heilt óformellur, og hin meira formellur. Tó so eru vit eitt ella annað stað settir í eina bíðirøð, tí teir eru snøgt sagt ovbyrjaðir sum er. Vit hava tó fingið vissu fyri at vit sleppa framat innan 14 dagar, og eitt ella annað stað, so kunnu vit sagtans liva við tí. Hvussu hendan semingin fer at ganga, vil bara tíðin vísa, men vit eru til reiðar at fara allan vegin, um tað er tað sum skal til.

Í komandi viku fara vit so til samráðingar aftur. Hesuferð um sáttmálan við privat settum á landi. Vit hava arbeitt við at fínpussa sáttmálakrøvini, og halda at tey eru á einari góðari leið. Tey verða send mótpartinum, sum í hesum føri er FAG mánadagin, og fara vit til samráðingar mikudagin.  KAF sáttmálasamráðingarnar, fyri okkara limir hjá eitt nú SEV og IRF liggja framvegis á láni.  Tað hevur ikki verið nakað nevnivert samskifti ímillum partarna hvat sáttmálasamráðingum viðvíkjur, men er ætlanin at taka hettar upp í komandi viku, soleiðis at vit koma í gongd við hesar samráðingarnar. Sáttmálin gekk út í oktober seinasta ár, so tað er sanniliga uppá hægstu tíð. 

Eisini her eru vit holt við fínpussa krøvini, og tað verður spennandi at koma ígongd. Av øðrum virksemi kann nevnast at eg havi hildi orð og vitja okkurt arbeiðspláss, har limir okkara starvast, hesuferð gekk leiðin oman á Arbeiðseftirlitið, har eg hevði ein sera hugaligan fund við makinmeistaranar har.

Eg havi higartil bert vitja almenn arbeiðspláss, men eri í holt við at gerða avtalur við tey privatu eisini, og tá ið næsta grein kemur, vóni eg at kunna siga frá onkrari svornari eisini. Kundi so gott hugsa mær at vitja umborð á fiskiskipum eisini, fyri at vita hvat rørist har, So um tit vilja hava meg á vitjan, góði kunnu tit kontakta meg, so finna vit heilt sikkurt eitt tíðspunkt. So líka nakað um tað sum fram er farist við uppsølum seinastu tíðina, Eg harmist allmikið at tað hevur verið sjón fyri søgn at kvotukeyp kann dragast frá søluvirðinum, og limir okkara soleiðis missa ein stóran part av inntøkuni.

Maskinmeistarafelagið arbeiðir sjálvandi fyri allar sínar limir, og fara eg at gerða mítt ítarsta til, at fáa rætta hettar, soleiðis at teir sum keypa, sjálvir rinda fyri tað, ístaðin fyri at senda rokningina víðari.

Alt í alt 14 hendingaríkir dagar hjá felagnum, og verða komandi dagarnir ikki minni spennandi.

Vh. Ólavur Gunnarsson formaður

 

Ólavur

Skriva tíðargreinar