Til limir


Her finnur tú ymiskar viðkomandi upplýsingar í samband við limaskap i felagnum og um hvat felagið kann hjálpa tær við. Vit greiða her frá fyrimunum við at vera limur í Maskinmeistarafelagnum og møguleiki er eisini her at melda seg inn í felagið online.

Nevndin setir støðugt fram henda spurning:
Hvat ynskja okkara limir?
Um tú hevur okkurt gott hugskot um eitt evni ella ynskir at fáa okkurt avíst mál nærri viðgjørt, er tú vælkomin at senda okkum eitt bræv til mf@mf.fo   

Løgfrøðislig tænasta

Limir eru tryggjaðir í sínari starvssetan við sáttmálum felagsins við reiðara- og arbeiðsgevarafeløg. Felagið kann altíð veita hjálp, ráð og vegleiðing í samband við ivamál um arbeiðis- og lønarviðurskifti. Felagið hevur støðugt samband við advokat og kann altíð veita løgfrøðislig hjálp, um tørvur er á tí.

Fundir

Í samband við samráðingar verður skipað fyri fundum fyri limir, innan tað ávísa sáttmálaøki, sum samráðst verður um. Her hevur tú høvi til at seta fram tíni ynski um broytingar og ábøtur.

Fakligt samskifti

Maskinmeistarafelagið fer her á síðuni at geva limum høvi til fakligt samskifti og kjak. Um tú trýstir á Innanhýsis, fær tú atgongd til beinleiðis kunning frá felagnum til limirnar og til innanhýsis kjak millum limir.

Trygging

Allir limir felagsins kunnu vera við í samlagstryggingini. Limir, ið starvast umborð á føroyskum fiskiskipum ella handilsskipum, sum eru umfataði av sáttmála við Maskinmeistarafelagið, eru tryggjaðir við einari skipan, ið er tengd at mynstringini og skulu ikki sjálvir gera meiri við hetta.

Hvat hevur týdning fyri teg?

Ein sáttmáli umfatar nógv ymisk viðurskifti, ið kunnu hava týdning fyri trivnaðin á einum arbeiðsplássi bæði á sjógvi og landi.Í høvuðsheitum er talan um setanar- og uppsagnarreglur, løn, eftirløn, frítíð og eftirútbúgving.

Afturat hesum kann ein starvsetan umfata ymiskar aðrar ágóðar sum serstakar viðbøtur, fríðan bil, teldu og teldusamband, fartelefon o. a.

Tað hevur stóran týdning fyri nevndina at kenna ynskini hjá limunum og tú er tí altíð vælkomin við at seta fram ynskir og hugsanir um øll sáttmálaviðurskifti. Hetta kann gerast við at skriva til felagið og/ella at taka málið upp á kjaktorginum.

Løn

Lønin skal nøkta fíggjarliga tørvin hjá løntakaranum og tí hevur hon sjálvandi stóran týdning.

Eftirløn

Seinastu árini hevur nógv verið tosað um eftirløn og skiftandi landsstýri hava havt tað sum mál at finna eina loysn á hesum máli, men tað hevur gingið sera striltið. Mangt bendir á, at eftirløn framhaldandi verður samansett av gjøldum frá fleiri skipanum og ein part av hesum má hvør einstakur gjalda gjøgnum egna eftirlønarskipan. Hetta er tí ofta ein partur av einum samráðingarúrsliti.

Frítíð

Tað eru í flestu førum greiðar reglur um frítíð, men viðhvørt kann frítíð gerast ein partur av einari semju. Talan kann tá vera um at skerja ella økja frítíðina.

.