Maskinmeistarafelagið hevur handað krøv
28. Sept. 23.
Maskinmeistarafelagið hevur í dag handað krøv fyri sáttmálaøkið hjá Fíggjarmálaráðnum, ið fevna um Vørn, Havstovuna og Strandfaraskip Landsins.
Maskinmeistarafelagið ásannar, at hetta vera truplar samráðingar, um almennu Føroyar ikki skilja alvorin í krøvunum, tá lønin í dag er nógv minni verd, enn hon var í 2019.
Harafturat hesum krevur Maskinmeistarafelagið, at arbeiðsgevarin virður arbeiðstakaran við at geva honum virðiligar arbeiðsumstøður, tá tað kemur til arbeiðstíð og virðing fyri frítíðini.
Partarnir eru nú farnir hvør til sítt, at eftirmeta krøv og mótkrøv.
Næsti fundur er avtalaður 25. oktober 2023.

Annar kunningarfundur við Maskinmeistarar hjá SEV
26. Sept. 23.
Væleydnaður kunningarfundur 26.09.23 við Maskinmeistarar hjá SEV, ið arbeiða á Sundsverkinum. Fyrri fundur var hildin 19.09.23.
Av tíð at Maskinmeistarar á Sundsverkinum arbeiða í vaktarskiftum, var fundurin hildin í tveimum soleiðis at allir høvdu møguleikan av luttaka.
Á fundinum vóru ymisk sjónarmið havd á lofti í samband við komandi sáttmálasamráðingar.
Maskinmeistarafelagið takkar fyri góða undirtøku og gott kjak í sambandi við sáttmálakrøv, hugsanir og hugskot.
Flovisligt tá vaktarskip mugu liggja

Sept. 2023
Tað nyttar lítið at útvega nýtt vaktarskip, um tað ikki hevur ráð at loysa stóran part av árinum. Tað heldur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Hann fegnast um, at samgongan ætlar at útvega eitt meira tíðarhóskandi skip í staðin fyri næstan 50 ára gamla Tjaldrið, men hann leggur dent á, at íløgurnar geva onga meining, um ikki trygd er fyri nøktandi játtan til rakstur.
- Fiskimálaráðharrin heldur tað vera flovisligt, at vit hava eitt so gamalt og tilafturskomið vaktarskip, at Paul Watson kann vinda burtur úr tí og ótarnaður sigla heilt inn á Havnarvág, tá hann hevur hug. Tað er satt, men eg haldi tað altso vera nógv meira flovisligt, at okkara vaktar- og bjargingarskip mugu liggja svínabundin við kaj part av árinum, tí tey ikki hava ráð til olju.
Tað sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, nú arbeiðið at smíða løgtingsfíggjarlógina fyri 2024 er farið í gongd, og landsstýrisfólkini hvørt í sínum lagi skulu royna at skava sum mest til síni málsøki.
Trupult talv
Eftir er eisini at fáa sett sjøtul á tær nógvu kostnaðarmiklu ætlanirnar, sum eru stungnar út í kortið annaðhvørt í samgonguskjalinum, í fíggjarlógini fyri í ár ella í almennum politiskum fráboðanum.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur boðað frá strammari stýring, og at raðfestingar einastaðni skulu merkja sparingar aðrastaðni. So roknast kann við truplum talvi.
Á fíggjarlógini fyri í ár, sum bleiv samtykt síðst í mars, eru fýra milliónir krónur settar av í 2024 og fýra milliónir krónur í 2025 til fyrireiking og prosjektering av nýggjum vaktarskipi at koma í staðin fyri Tjaldrið, sum er 47 ára gamalt.
“Tjaldrið er eitt gamalt og ótíðarhóskandi skip”, verður staðfest í fíggjarlógartekstinum.
Flovur fiskimálaráðharri
Og tað var, eftir at Tjaldrið 9. juli til fánýtis hevði roynt at fáa skipið John Paul De Joria hjá Paul Watson aftur, at Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, alment ásannaði, at tað hevur skund at fáa annað skip fyri Tjaldrið.
Í útvarpstíðindunum 12. juli helt hann tað vera flovisligt, at vit hava eitt so gamalt vaktarskip.
“Eg haldi, tað er øgiliga flovisligt, at vit eru í teirri støðu, at vit ikki langt síðan hava skift Tjaldrið út”, segði landsstýrismaðurin millum annað.
Ov smáar játtanir
Tað heldur Arnfinn Bech eisini, men hann vísir á, at tað søguliga ongantíð er játtað nóg mikið av pengum á fíggjarlógini til at hava tey skipini, sum Vørn nú einaferð ræður yvir, í nøktandi rakstri alt árið – heldur ikki, sjálvt um játtanin til Vørn er kvinkað uppeftir á teimum seinastu fíggjarlógunum.
- Tað er fínt, at landsstýrismaðurin og samgongan hava ambisjónir um nýtt vaktar- og bjargingarskip, men fyrsta stigið má vera at syrgja fyri, at verandi og komandi skip hjá Vørn kunnu røkja vaktar- og bjargingartænastu alt árið, og at tað ongantíð verður ein ov lítil raktrarjáttan, ið forðar hesum, sigur Arnfinn Bech.
===> Sí samrøðubrot her.

Juli 2023
Tað kemur meira enn so fyri, at almennu reiðaríini ringja til Maskinmeistarafelagið at kæra sína neyð, tí tey fáa ikki maskinmeistarar, og trupulleikin er serliga eyðsýndur hjá Strandferðsluni. Tað sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Hann leggur dent á, at føroysku reiðaríini eru í einari globalari kappingarstøðu, sum tað ikki ber til at lóggeva seg burturúr – tí tað eru løn og arbeiðsumstøður, sum mugu verða kappingarfør
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, rópar nú varskó viðvíkjandi manningarstøðuni hjá skipunum hjá landinum.
- Tað er týðuligt, at tað gerst alsamt truplari at fáa nóg mikið av maskinmeistarum til skipini, og eg verði ikki kløkkur, tá tað fyrsta skipið hjá Strandferðsluni má liggja orsakað av hesum.
- Eg haldi, at tað sigur nóg mikið um støðuna, tá skiparin á Erlu Kongsdóttir ringir til mín at biðja um hjálp at fáa maskinmeistarar til skipið og enntá spyr, um eg sjálvur í ringasta føri ikki kann mynstra við, sigur Arnfinn Bech.
Týðuligast hjá SSL
Nú er feriutíð, og tá er trotið á maskinmeistarum serliga eyðsýnt.
- Trupulleikin er generellur á øllum skipunum hjá landinum, men hann merkist týðuligast hjá Strandferðsluni, tí tey hava eina fasta ferðaætlan at halda. Eg veit, at tað onkuntíð hevur verið um reppið at kunna sigla hjá onkrum av teimum skipunum, tí tað hevur verið so trupult at fáa maskinmeistarar, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.
Hann heldur tó ikki, at tað eigur at koma óvart á nakran, at støðan umborð á skipunum hjá landinum er, sum hon er, tí í áravís eru bæði løn og arbeiðsumstøður alsamt dragnað samanborið við tað, føroyskir maskinmeistarar kunnu fáa í sigling uttanlands.
Global kapping
- Almenni arbeiðsgevarin má eftirhondini fata, at tað ber ikki til framhaldandi at royna at lóggeva seg burtur úr vónleysu manningarstøðuni – og tað er heldur ikki bara í maskinrúminum, at tað er galið. Hetta snýr seg um sigling, sum er í beinleiðis kapping við allan heimin, og landið tapir ta kappingina so ruddiliga, um tey halda, at tey bara kunnu koyra sína egnu dagsskrá.
- Í nógv ár hava landsreiðaríini dúva upp á maskinmeistarar, sum eru komnir heim eftir at hava tænt fyri seg í drúgvari sigling uttanlands og ikki seta stórvegis krøv, ella nýútbúnar maskinmeistarar, sum skulu hava siglingstíð fyri at pynta upp á vinnubrøvini, áðrenn teir stinga av út í heim at sigla, og sum tí heldur ikki seta stórvegis krøv. Tann tíðin er um at verða farin, tí føroyskir maskinmeistarar vilja ikki longur finna seg í verri sømdum her heima enn aðrastaðni, sigur Arnfinn Bech.
Bróta javnan vakt
Hann vísir á, at skulu eitt nú strandfaraskipini tryggja sær, at teir altíð kunna hava lógarkravdu manningina tøka, so er ikki nóg mikið við tveimum manningum til hvørt skipið.
- Nei, tað røkkur ikki til at lofta sjúkrafráveru, feriu og aðra avloysing umframt vanligu vaktirnar. Ein maskinmeistari hjá Strandferðsluni siglir í meðal 2.366 tímar um árið. Tað er meira, enn nakar arbeiðir á landi, og teir bróta javnan vakt fyri at halda skipini siglandi, sigur Arnfinn Bech.
--
Sí videoheilsan um greinina her

Góða Ólavsøku
27.07.2023
|
Maskinmeistarafelagið ynskir hervið øllum eina góða Ólavsøku.
Vh.
Arnfinn Bech, formaður.

Juli 2023
Summarferia !
Í samband við summarferiu er skrivstovan stongd frá 24. juli til og við 11. august.
Samband kann tó fáast við felagið við at ringja á fartelefon nr. 214718. ella við at senda teldupost til: mf@mf.fo
Gott summar!

Felagið rættir hondina út til tey yngru
30.06.2023
|
Tey ungu og tey nýtútbúnu í maskinmeistarafakinum skulu kenna seg betur hoyrd og sædd í Maskinmeistarafelagnum. Fyrsta aktiva stigið at bøta um hesi viðurskiftini blivu tikin í vikuni, tá felagið bjóðaði nýútbúnum maskinmeistarum og maskinistum á gátt.
Mikudagin hevði Maskinmeistarafelagið boðið nýklaktu maskinmeistarunum og maskinistunum, sum hósdagin í síðstu viku fingu prógv síni handað, á gátt í felagshúsinum við Grønlandsvegin.
Fyrri parturin av skránni snúið seg um kunning um felagið, sáttmálaviðurskifti og onnur fakfelagsviðurskifti, og Dan Joensen frá LÍV greiddi frá eftirlønar- og tryggingarviðurskiftum. Alt saman viðurskifti, ið hava stóran týdning fyri nýútbúnar maskinmeistarar og maskinistar, nú teir skulu út á arbeiðsmarknaðin á landi og sjógvi.
Var fyrri parturin av skránni eitt sindur álvarsamur og týdningarmikil, so var seinni parturin meira sosialur og stuttligur, tí hann snúið seg um grill-hugna inni- og uttanfyri.
Uppmøtingin til tiltakið var góð, og veðrið helt sær í skinninum, so grill-hugni eisini bleiv sera væleydnað. Finnur Joensen, nýggi skrivstovuleiðarin, hevur áður arbeitt sum kokkur, og hann slapp at vísa síni evni sum bestýrari av grillini. Væl mundi roynast, tí alt bleiv etið.
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er sjálvur stak væl nøgdur við tiltakið mikudagin.
- Onkrir eru longu farnir til arbeiðis, og annars er summarferia, so vit kunnu bara fegnast um, at so nógvir av nýútbúnu maskinmeistarunum og maskinistunum kortini møttu upp. Tað boðar frá góðum, tí umframt at veita teimum neyðuga kunning, so var tað eisini við tí í huga, at vit fegin vilja aktivera okkara ungu limir, at við skipaðu fyri hesum tiltakinum, sigur hann.
Tiltakið var sostatt í góðum samsvari við tað, sum nýggi formaðurin hevur sagt um ungar og nýggjar limir, síðan hann fyrstu ferð boðaði frá, at hann fór at stilla upp.
Tá skrivaði hann á sínum Facebook-vanga, at hann sum formaður millum annað ætlaði“...aktivt møta ungum og nýggjum starvsfeløgum, og geva teimum, ið eru framtíðin, sum felagið skal byggja á, ein pall og rúm.”
Og í grein í Maskinmeistaranum í mai segði hann millum annað soleiðis:
“Vit vita, at tað er ímillum tey ungu, at tey góðu hugskotini blóma, og tey ungu eru full av orku og áræði. Tað er tey, sum framtíðin skal byggjast á, og tí hava vit brúk fyri, at tað verður skapt eitt umhvørvi í felagnum, sum lokkar tey ungu at vera aktiv og fær tey at trívast sum fakfelagslimir. Eitt gott stað at byrja er á Vinnuháskúlanum, vit skulu vera aktiv sum fakfelag har og ikki bara møta upp, tá prógvhandan er á skránni.”
Í røðu síni á hátíðarhaldinum í sambandi við prógvhandanina á Vinnuháskúlanum (røðan kann lesast aðrastaðni her á heimasíðuni) gjørdi hann nógv burtur úr at hava eitt virkið og sjónligt felag fyri tey ungu, og tað var eisini í endanum á tí røðuni, at hann formliga bjóðaði nýggju maskinmeistarunum og maskinistunum til tiltakið í Maskinmeistarafelagnum mikudagin.

juni 2023
Kunningarfundur mikudagin 28. juni kl. 16.00.-18.00.
Maskinmeistarafelagið bjóðar nýútbúnum Maskinmeistarum og Maskinistum til kunnandi fund um starvs- og setanarviðurskifti, herundir pensjónsviðurskifti.
Hvar: Grønlandsvegur 58.
Nær: 28. juni 2023.
Kl.: 16.00.
Okkurt gott verður eisini at fáa.
juni 2023
Samskiftið inn í nútíðina
Fram eftir fer Maskinmeistarafelagið í nógv størri mun enn áður at brúka tey nógvu talgildu amboðini, sum nú finnast at samskifta við – eitt nú video og sosialu miðlarnar.
Hesum greiðir Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, frá í hesi summarheilsanini. Eisini ger hann ein stuttan status upp á sáttmálasamráðingarnar. Sí videoheilsan her

Maskinistar fingið prógv.
26.06.2023
|
Maskinistar fingið handa prógv.
22. juni fingu 19 Maskinistar handa prógv á Vinnuháskúlanum.
Maskinistar: Mikkjal Símun Nielsen, Marcus Páll Ackley, Birgir Jacobsen, Eirikur M. Ellendersen, Janus Egilstoft Nielsen, Jens Kristian Ludvig Hentze, Jón Túgvustein, Jósef Annfinnsson, Kenneth Houbak, Kim Karmalsson Durhuus, Poul Jákup Thomsen, Rasmus Mohr Nielsen, Rógvi Beder, Rógvi Poulsen, Rói Birgirsson Ehlers, Sonni á Horni, Teitur Olsen, Torstein Paulason Brattaberg og Tórur Ryggshamar Nysted.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Marcus Páll Ackley fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum.
Mikkjal Símun Nielsen fekk ein kikara frá Trygd.
Maskinmeistarafelagið ynskir øllum hjartaligani tillukku við prógvnum.

Virðisløn fyri hægsta próvtal.
Maskinmeistarafelagið handar Jógvan Jóhannesson gávu frá Maskinmeistarafelagnum fyri hægstu prógvtøl.
|
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Sofus Bech fekk ein grindaknív frá S.E.V.
Jógvan Jóhannesson fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum.
Georg Jacobsen fekk ein kikara frá Norðoya Sparikassa.
Ídnisviriðslønina, eitt ur, frá A.P. Møller, fekk Sofus Bech.
Maskinmeistarafelagið ynskir Maskinmeistarum hjartaligani tillukku við prógvnum.

Virðisløn fyri hægsta próvtal hjá Maskinistunum.
26.06.2023
|
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Marcus Páll Ackley fekk handa eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum. Tað er formaðurin Arnfinn Bech ið handar gávuna til Marcus Páll Ackley.
Mikkjal Símun Nielsen fekk ein kikara frá Trygd.
Maskinmeistarafelagið ynskir báðum hjartaligani tillukku við úrslitunum.

Juni 2023
Kvøða formansins til nýklaktu maskinmeistararnar og maskinistarnar
Prógvhandanin hósdagin 22. juni var tann fyrsta hjá Arnfinni Bech sum formaður í Maskinmeistarafelagnum. Ikki færri enn 10 maskinmeistarar og 20 maskinistar fingu prógv. Her er røðan, formaðurin helt fyri teimum
Verðin liggur í dag víðopin fyri tykkum. Tit eru eftirspurdir um allan heimin við tykkara førleikum og vitan.
Hetta er fyri at takka einari útbúgving, einum skúla og ikki minst lærarum í heimsflokki, sum møta inn á Vinnuháskúlanum hvønn dag fyri at geva næmingum tað allar besta.
Tit hava nomið tykkum eina útbúgving, sum avgjørt peikar beint frameftir, har bæði starvs- og útbúgvingarmøguleikar eru í eini rúkandi menning.
Virðingin fyri maskinmeistarafakinum er sera høg – serstakliga í okkara grannalondum. Har tit kunnu velja og vraka ímillum størv á sjógvi og landi.
Hetta síggja okur eisini er við at gera seg meira og meira galdandi her heima og gevur hettar tykkum frælsi at velja eina leið, fyri síðan seinni at kunna broyta kós og royna tykkum við heilt øðrum og spennandi avbjóðingum. Tit koma at standa í fremstu røð í tí grøna orkuskiftinum.
Eg veit, at tit ikki eru komnir sovandi til hetta úrslit. Vegurin til at sita her í dag krevur hart arbeiði og fokus. Har tit tey síðstu trý árini sikkurt hava prioriterað skúlan fram um sosial vinabond og familju.
Minnist til at æra tey, sum hava staðið aftanfyri og stuðlað tykkum. Og virðismetið og haldið tey vinabond, tit hava knýtt hesi skúlaárini.
Nú tit sita her við endaligum prógvi og skulu út at standa á egnum beinum, vil eg eisini heita á tykkum um ongantíð at gerast ov hástórir og altíð at fara við fólki, soleiðis sum tit sjálvir vilja verða viðfarnir. Verið heldur ikki bangnir fyri at býta út av tykkara vitan, vísið format við at bjóða tykkum fram og eisini við at tora at lova øðrum framat, tá ið loysnir skulu finnast.
Hurðin út í ta víðu verð stendur opin framman fyri tykkum.
Góðu Maskinistar, tit hava nú tikið fyrsta stig og standa við einum valið um at skulu halda áfram á til maskinmeistara ella fara at sigla. Líkamikið hvat tit velja, so gerið tað, sum er rættast fyri tykkum.
Tá eg stillaði upp sum formaður fyri felagið í mars, so var tað við einari klárari virkisskrá um at Maskinmeistarafelagið:
- søkir enn tættari samstarv við onnur fakfeløg í Føroyum
- er meira sjónligt í tí almenna rúminum
- aktivt ráðgevur og leiðbeinir limum í setanar- og sosialum viðurskiftum.
- aktivt møtir ungum og nýggjum starvsfeløgum, og skapar ein pall og rúm til tykkum ungu, sum eru okkara framtíð og tað, vit skulu byggja uppá.
- Felagið eru gott áleiðis at byggja eitt gott og varandi samstarv við hini manningarfeløgini
- Felagið arbeiðir hart uppá at vera meira virkið í tí almenna rúminum, har okur eru í ferð við at dagføraokkara heimasíðu, gera video-spots, skriva greinar og koma út til so nógv tiltøk, sum til ber.
- Felagið hevur eisini sett fólk í starv við førleika at ráðgeva og leiðbeina limum í setanar- og sosialum viðurskiftum, og í tí sambandinum vil eg bjóða tykkum maskinmeistarum og maskinistum niðan á felagið á ein kunnandi fund um, hvat tit skulu verða varugir við tá tit søkja starv.
- Felagið ætlar eisini at fáa sett á stovn eitt ungdómsfelag og harvið skapa ein pall, eitt rúm fyri tey lesandi.
Annars vil eg ynskja tykkum øllum næmingum á Vinnuháskúlanum, sum sita her við endaligum prógvi, hjartaliga til lukku og blíðan byr frameftir.
Takk fyri
Maj 2023
Vit mugu stríðast fyri samráðingarfrælsinum
Góðu limir, hetta er mín fyrsta tíðargrein á heimasíðu felagsins, og fari eg í stóran mun at endurtaka nógv úr oddagreinini, sum eg hevði í seinasta Maskinmeistaranum – tí tann boðskapurin er háaktuellur, nú vit standa á gáttini at fara undir sáttmálasamráðingarnar.
Vit skulu sum fakfelag verja vunnin rættindi og stríðast fyri nýggjum rættindum, og í Føroyum smæðast hvørki ráðandi politikarar ella arbeiðsgevarar fyri at breggja sær av, at vit eru eitt nýmótans samfelag við skipaðum viðurskiftum á øllum mótum, og at vit tískil hava ein frælsan arbeiðsmarknað.
Men hyggja vit afturlítandi at samráðingunum á tí almenna føroyska arbeiðsmarknaðinum, so má eg tíverri staðfesta, at hevur lítið og onki frælsi verið at sæð, so langt eygað røkkur.
Tí arbeiðsgevararnir eru slopnir at smoyggja ein karm oman yvir øll sáttmálaøkini, tá sáttmálin við tað fyrsta felagið í røðini verður undirskrivaður, og síðan hevur tað bara verið ”take it or leave it” hjá hinum feløgunum.
At landsins stjórn nú heldur tað vera neyðugt at lyfta ávísar lønarbólkar einsæris upp í løn – uttan um karmar og uttan um sjálvar sáttmálasamráðingarnar – tað tulki eg sum eina klokkuklára ásannan av veruleikanum, nevniliga at hesin óvikandi karmurin hevur læst alt fast og sett samráðingarnar, ið skulu eitast at vera frælsar, í ófrælsi.
Eg vil tó staðiliga gera vart við, at tað eru altso ikki bara tey fáu feløgini á heilsu- og umsorganarøkjunum, ið samgongan ætlar at lyfta upp í løn, sum eru afturúrsigld lønarliga her heima. Vit maskinmeistarar eru tað í hvussu er eisini – og tað, so tað stendur eftir.
Ikki tí, vit unna útvaldu yrkjunum tað væl, ið við beinleiðis politiskari hjálp fáa eitt lønarlyft nú. Tær krónurnar fara vit ikki at berjast um, men eg haldi, at vit so sanniliga eisini høvdu havt uppiborið somu sømiligu viðferð frá landsins leiðslu.
Vit maskinmeistarar fáa onga hjálp frá Løgtingi og landsstýri at lyfta lønarstøðið, so vit mugu royna sum frægast sjálvir. Í hvussu er ætli eg at gera alt tað, eg eri mentur, at benda sáttmálasamráðingarnar inn aftur á frælsu leiðina.
Og frælsar samráðingar merkja millum annað, at tað má og skal bera til at samráða seg til batar, har tað er eyðsýndur tørvur á tí, uttan at vera bundin niður av einum karmi, sum annar parturin einsamallur dikterar.
Fyri at fáa eitt gott úrslit er tað umráðandi, at fyrireikingararbeiðið er gott, og tí havi eg saman við nýggja skrivstovuleiðaranum gjørt nógv burtur úr at hitta okkara limir. Tað hevur næstan ikki verið dagur hesar seinastu vikurnar, at vit ikki hava verið úti á arbeiðsplássum og tosa við álitisfólk og limir annars – ella umboð fyri arbeiðspláss eru komin á gátt hjá okkum í Maskinmeistarafelagnum at tosa um tingini.
Tað eru jú maskinmeistararnir úti á teimum ymisku arbeiðsplássunum, ið best vita, hvat tørvurin er, og teir eru tí eisini teir hvassastu at seta orð á krøvini, sum vit nú eru í holtur við at gera klár at handa mótpartinum.
Formaður og nevnd fara at samráðast í felag, men leikluturin hjá tykkum limum er eisini sera týdningarmikil, tí okkara styrki liggur í tykkara undirtøku og stuðli.
Arnfinn Bech
Finnur er nýggjur skrivstovuleiðari
Grein úr Maskinmeistarablaðnum:
Maður kemur í mans stað, sigur orðatakið, og tó at tað sjálvsagt ikki ber til at pota 24 ára royndir og vitan hjá undanfarna skrivstovuleiðara inn í eitt nýtt fólk, so er Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, vísur í, at felagið í Finni Joensen hevur funnið júst tað rætta fólkið at taka við starvinum sum umsitingarleiðari.
Tað var akkurát einum sovorðnum profili, vit leitaðu eftir – ein, sum hevur førleikar og royndir at ráðgeva breitt og ikki minni evni og førleikar at ráðgeva og vegleiða limirnar í øllum teirra viðurskiftum, sigur formaðurin.
Hollar royndir. Finnur Joensen er úr Havn, 51 ára gamal og hann fevnir ógvuliga víða, tá tað ræður um førleikar og royndir frá bæði tí almenna og tí privata arbeiðsmarknaðinum og hevur eisini royndir frá fakfelagsarbeiði.
Handalagið er gott, tí sum blaðungur lærdi hann til timburmann og smíðaði hús, áðrenn hann í seinnu helvt av 1990’árunum fór til Danmarkar at útbúgva seg til sosialráðgeva. Sum sosialráðgevi arbeiddi hann eitt nú í fleiri ár sum samskipari hjá táverandi Nærverkinum, fyrst á forsorgarog pensjónsøkinum og síðan sum samskipari.
Hann sat eisini í nevndini í Sosialráðgevarafelag Føroya, bæði sum vanligur nevndarlimur og sum kassameistari og umboðaði eitt skifti felagið í norðurlendskum samstarvi.
Útbúgvingarleiðin steðgaði tó ikki har. Finnur Joensen fekk áhuga fyri fyrisiting, og í 2009 fór hann at lesa á Roskilde Universitetscenter, haðani hann í 2012 tók prógv sum cand.scient. adm í fyrisiting.
Heimafturkomin starvaðist hann sum ráðgevi í Almannamálaráðnum eitt stutt tíðarskeið og arbeiddi so sum ráðgevi og fyrisitari hjá Arbeiðsloysisskipanini, ALS, í eitt ár. Í november 2016 fór Finnur Joensen í starv sum HR- og fyrisitingarleiðari hjá stórari byggifyritøku í Føroyum og arbeiddi har í stívliga fimm ár.
Góður kokkur. Ferðin upp eftir útbúgvingarstiganum og akademiska prógvið hava tó ongantíð stygt hann frá kropsligum arbeiði ella gjørt hann bangnan fyri at dálka fingrarnar. Í tíðarbilum millum tey nevndu størvini hevur hann tískil gjørt ymiskt fyrifallandi arbeiði, bæði sum rágevi, timburmaður og sum kokkur. Á tí økinum er hann sjálvlærdur, men sambært góðum keldum, eru evnini so góð, at gravgangur er eftir at fáa hann sum kokk – bæði á landi og sjógvi.
Hann hevði ongantíð verið til skips, men júst góðu gávurnar at matgera gjørdu, at hann í vár eisini kundi seta flugubein við sjólívið í lívsrenslinum, tí tá hann sókti og fekk starvið sum skrivstovuleiðari, var hann farin at sigla sum kokkur við trolaranum Rankanum. Finnur Joensen er spentur at fara til verka í sínum nýggja starvi.
– Eg eri byrjaður, beint sum felagið stendur fyri at skula í eldin við sáttmálasamráðingum, men eg gleði meg at smoyggja upp um armar. Formaðurin er eisini nýggjur í sínum starvi, og ætlanin er, at vit báðir eisini geva okkum stundir at fara út at heilsa uppá á arbeiðsplássum, har maskinmeistarar starvast. Tann parturin – tað beinleiðis sambandið við limirnar – skal ongantíð undirmetast, sigur Finnur Joensen.
17 umsøkjarar vóru til starvið sum skrivstovuleiðari í Maskinmeistarafelagnum.

Sjúrður bleiv fagnaður
Sjúrður bleiv fagnaður
Næsta ár kundi Sjúrður Heinesen havt hátíðarhildið sín 25 ára starvsdag í Maskinmeistarafelagnum, men hann leggur ikki so nógv í merkisdagar og enn minni, at hóvasták verður gjørt burtur úr sær sjálvum.
Tí gjørdi hann tíðliga á árinum av at gevast sum skrivstovuleiðari eftir aðalfundin í ár, tí sjónin nú er vorðin so vánalig, at hann við egnum orðum illa fær arbeitt. 31. marts hevði hann sín seinasta arbeiðsdag, og tá bleiv hann fagnaður á lítlari samkomu í felagshúsinum við Grønlandsvegin og við einum betri bita á matstovu aftaná.
Við á samkomuni vóru nevnd og tey, sum húsast í felagshúsinum – umframt umsitingina hjá Maskinmeistarafelagnum, hevur Krabbameinsfelagið eisini høli og skrivstovuhald í húsunum hjá Maskinmeistarafelagnum. Vøkur orð og gávur Á samkomuni fekk Sjúrður gávur og nógv vøkur orð við sær á ferðini út í pensjónstilveruna. Hann fekk eisini nógv rósandi orð á aðalfundinum hjá Maskinmeistarafelagnum í mars og æruna fyri í síni tíð at hava fingið skil á felagnum og skrivstovurakstrinum.
Har greiddi hann eisini sjálvur eitt sindur frá tí fyrstu tíðini, tá upptakið var stórt, og tað mesta lá á sær. Tá hann byrjaði á skrivstovuni í 1999, skipaði nevndin seg sjálv við formanni og hon var ikki beinleiðis partur av umsitingini. Seinni bleiv formaðurin tó beinleiðis valdur, men formanssessurin varð í fyrstani bara roknaður sum hálvtíðarstarv. Ikki fyrr enn í 2012 bleiv formaðurin fulltíðarsettur og fastur partur av skrivstovumanningini hjá Maskinmeistarafelagnum.
Sjúrður Heinesen fylti 67 í september, so fyri aldur kundi hann lata seg pensjonera við góðari samvitsku. Men hann er væl fyri og dámdi væl sítt arbeiði, so var tað ikki fyri støðugt versnandi eyguni, hevði hann fegin hildið fram í starvinum í nøkur ár afturat. Tó at hann formliga hevur havt sín seinasta starvsdag, so hevur Sjúrður Heinesen lovað at vera tøkur hjá Maskinmeistarafelagnum í eina tíð, um tørvur onkuntíð er á hansara vitan og royndum
Lagt út 22.03.2023
Nýtt Maskinmeistarablað
Blaðið Maskinmeistarin.
Nýggj útgáva hjá maskinmeistarafelagnum er júst útkomið.
Nógvar áhugaverdar greinar eru at finna í blaðnum, m.a. ber til at lesa um seinasta aðalfundin ið var hildin á Hotel Hafnia har nýggjur formaður var valdur.
Eisini ber til at lesa um viðkomandi viðurskifti hjá limum ið arbeiða á ymiskum viðkomandi arbeiðsplássum, bæði á sjógvi og landi.
Maskinmeistarafelagið hevur haft fráfaringarløtu nú Sjúrður Heinesen er givin í sessinum sum skrivstovuleiðari og sett nýggjan skrivstovuleiðara. Hetta kanst tú lesa meira um í blaðum.
Blaðið kann síggjast her.
Góðan lesihug!

Lagt út 22.03.2023
NMF fundur á Svalbard
Inngangur
Meginfelagið fyri norðurlendsk maskinmeistarafeløg NMF, hevur hildið hálvárliga fundin 20.-22. mars.
Noreg var vertur hesaferð og tey høvdu valt at hava fundin á Svalbard.
Umframt vanligu dagsskránna, sum er kunning um viðurskifti í hvørjum einstøkum landi og um altjóða samstarv, var dentur lagdur á umhvørvi og trygd í arktiska økinum.
Vitjað varð eisni á Norges Arktiske Universitet í Long Year Byen.
Næsti fundur í NMF verður í Føroyum 9.-10. oktober.
Leinkja til NMF er her

15.03.2023
Formansfrágreiðing til aðalfundin 11. mars 2023
Inngangur
Fyrst av øllum vil eg bjóða tykkum øllum, hjartaliga vælkomin á aðalfundin hjá Maskinmeistarafelagnum her á Hotel Hafnia.
Í desember mánað komu tey syrgiligu boð, at nevndarlimur okkara Poul Heri Selfoss andaðist bert 34 ára gamal.
Vit fara tí at byrja fund okkara við at halda tøgn í eitt minutt til minnis um Poul Hera Selfoss.
--
Nú er ein tíð liðin, síðan eg av heilt serligum orsøkum tók við sum formaður í Maskinmeistarafelagnum tann 1. september 2022, og má eg siga, at tíðin síðan tá hevur verið sera spennandi, hendingarrík og ikki minst lærurík fyri meg persónliga.
Sum tit øll vita, valdi Ólavur at taka við øðrum starvi og fór tí frá í ótíð; hetta stillaði nevndina í eina støðu, sum mátti loysast so ella so.
Nevndin og vit øll vistu, at felagið skuldi ígjøgnum drúgvar samráðingar í oktober, so alneyðugt var at bera skjótt at, og tað var eisini í huganum at hava onkran at føra hetta víðari, sum hevði verið við til slikt áður.
Valið stóð tí ímillum:
- at hava eyka aðalfund og velja ein nýggjan formann.
- velja ein formann fyri restina av formanskeiðinum hjá Ólavi ella
- sum eg sjálvur vildi tað, ein ið skuldi sita til komandi aðalfund.
Eg helt, at ein formaður í felagnum skuldi vera ein, sum er valdur av limunum, og tí bleiv uppskot 3 valt.
Onkur mátti so taka sær av formanssessinum til komandi aðalfund, og tá næstformanninum barst frá, og eg kundi laga míni arbeiðisviðurskifti soleiðis, at tað bar til at røkja formansstarvið eisini, bleiv tað til, at eg eftir áheitan játtaði at taka við sum formaður við treytum, sum vóru, at øll viðurskifti vórðu at rokna, sum um eg var ein valdur, fulltíðarsettur formaður.
Á nevndarfundi tann 16. august bleiv eg so valdur av nevndini til fulltíðarsettan formann fram til komandi aðalfund, og annars varð eg frítt stillaður, hvussu eg skipaði arbeiðið – eisini við atliti at at vera til staðar á skrivstovuni.
Eyðbjørn Larsen advokatur metti, at omanfyri nevnda tilgongd til formansskiftið ikki er í andsøgn við galdandi lóg fyri Maskinmeistarafelagið.
Eg havi so fyri tað mesta verið á skrivstovuni hjá felagnum og tikið mær av øllum uppgávunum, sum ein formaður ger.
Og eg má siga, at tað hevur verið mær ein fragd at arbeitt saman við øllum hesu sera fittu fólkunum, ið ein javnan hittir á kontórinum.
Uppstilling
Eg var leingi ivasamur um, hvørt eg skuldi stilla upp til formann til núverandi aðalfund, tí eg havi eitt gott starv framanundan. Eg bíðaði til seinastu freist og stillaði so upp, tí eingin annar stillaði upp, hettar var fyrrapart á degi 15/12, men seinnapartin sama dag fingu vit ein teldupost, har Arnfinn Bech bjóðaði seg fram sum formansvalevni – mann kann siga, at ”mission completed”, eg siti sum formaður til tann 11. mars, og so tekur ein av limunum ”valdur formaður” við. Eg gjørdi tí av, tá eitt sindur av tíð var fráliðin, at taka meg aftur sum formansvalevni.
So eftir hendan fundin eitur formaðurin Arnfinn Bech, og eg fari í hesum sambandi at ynskja honum til lukku við starvinum og heita á hann um at røkja starvið við størstu virðing og eyðmjúkleika mótvegis øllum samstarvsfeløgum.
Samráðingar
FMR (Fíggjarmálaráðið) og KAF (Kommunala Arbeiðsgevarafelagið)
Vit hava ikki færri enn fýra sáttmálar við FMR, hesir eru fyri alment settar maskinmeistarar á landi, har eitt nú maskinmeistarar eru á Arbeiðseftirlitinum, sjúkrahúsunum og hjá Landsverki, og teir við Strandfaraskip Landsins, Vørn og Jákup Sverra.
Hesir gingu út 1. oktober í 2022, og eitt tað fyrsta, ið eg sum formaður saman við restini av nevndini fór í holt við, var at gera klárt til hesar samráðingarnar.
Tá 1. oktober kom, vóru vit klárir, og onkur feløg vóru kallað til samráðingar, og vit skuldu so koma, eftir at hesi feløgini vóru liðug.
Tíðin gongur, og vit frætta einki; men knappliga var órógv á tí politiska økinum, og val bleiv útskrivað. Hettar merkti so, at ongar samráðingar skuldu byrja, fyrrenn eitt landstýrisfólk var sett á fíggjarøkinum. Seinni var forðingin, at 37 tímar arbeiðsvika skuldi gjøgnumførast við øllum, sum tí hoyrir til, og tí mátti eg saman við nevndini bara staðfesta, at alt stóð í stað í løtuni. Møguliga verður okkurt í apríl mánað.
Samráðingar í árinum, sum fór
Samráðingar millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Reiðarafelag
Samráðingar millum Føroya Reiðarafelag og Maskinmeistarafelag byrjaðu tann 3. mars 2022.
Partarnir handaðu síni krøv tann 3. mars, og dagin eftir var næsti fundur.
Manningarfeløgini høvdu hesaferð avtalað ikki at samráðast saman, men eftir eftir ynski frá Føroya Reiðarafelag varð tó skipað fyri einum felags fundi tann 17. mars 2022.
Samráðingarnar vóru so felagssamráðingar frá hesum fundinum at rokna.
Hesar samráðingar gingu tó ongan veg, og endaðu tær við, at ein semja var gjørd tann 23. apríl 2022 um at leingja henda sáttmálan við einum ári til tann 1. apríl 2023, og semja varð eisini um at skriva eitt protokollat, ið hevði við landingarútreiðslur gera.
Privat virki á landi, FAG (Føroya Arbeiðsgevarafelag)
Her er talan um privat settar maskinmeistarar á landi, og gjørdist her, samanborið við aðrar sáttmálasamráðingar, vit høvdu í farna ári, talan um rættiliga skjótar og effektivar samráðingar.
Krøvini blivu handað 14. mai, og longu 17. juni 2022 samdust partarnir um at skriva undir nýggjan tvey ára sáttmála við einari lønarhækking uppá 3,80 prosent fyrra árið og 4,04 prosent seinna árið.
Semjan byggir á sama karm, sum bleiv lagdur, tá FAG og Føroya Arbeiðarafelag gjørdu semju herfyri.
Lønarhækkingin er 3,80 prosent 1. juni 2022 og 4,04 prosent 1. juni 2023.
Harumframt eru aðrar broytingar gjørdar. Eitt nú er lønartalvan longd við seks stigum, ásetingin um yvirtíðargjald er nágreinað, og ásetingin um avloysing í hægri starvi stytt við tveimum døgum, úr fimm niður í tríggjar dagar.
Nýggj áseting um eginavtalur er eisini við í semjuni.
RFH (Reiðarafelagið fyri Handilskip)
Á hesum økinum hava vit eisini havt samráðingar og eru nýliga komnir á mál; hetta tók langa tíð, og nógv var togað aftur og fram.
MF, FSN og FF stóðu frá byrjan av saman um, at vit skuldu hava bæði ámynstringardagin og avmynstringardagin at rokna sum +dagar. MF, FSN og FF meina, at hetta kom uppá pláss í seinastu samráðingum, men tað er tíverri staðfest av feløgunum, at RFH ikki hevur sama forstáðilsi fyri hesum, teir vísa hesum blankt aftur. Vit høvdu við í okkara uppleggi til samráðingar at fáa tekstin í sáttmálanum skrivaðan um, so eingin ivi skuldi verða um tulkingina. FSN hevði hetta sum krav til samráðingarnar og FF tað sama. Feløgini fóru so til samráðingar við tí í hyggju at fáa hetta loyst hesa ferð. Tá tosað varð um at halda uppá hetta sum felags krav, legði MF, áðrenn samráðingarnar byrjaðu, dent á, at vit ikki fóru í arbeiðssteðg fyri at fáa hendan tulkingarspurningin uppá pláss; tí tulking hoyrir til í einum gerðarrætti, so vit skuldu standa saman, til tað kom at mørkum, ella rættari sagt, at bert arbeiðsteðgur var eftir at brúka fyri at fáa hettar uppá pláss. FSN hevði ikki sagt sáttmálan upp og kundi tí ikki fara í arbeiðsteðg, og so vóru vit, FF og MF, eftir í samráðingarhølunum. Feløgini bæði valdu so at gera semju um tað, sum vit vóru samd um.
Og sáttmálin gav so fyri okkum:
Lønarhækkingin er 3,8 prosent fyrra árið, 4,05 prosent seinna árið, og yvirtíðarsatsurin bleiv broyttur frá at vera 20 prosent til at vera 25 prosent.
Eisini komu tænastuskip í alivinnuni, sum eru skrásett undir FAS, undir frálandasáttmálan, og hetta merkir eina heilt stóra hækking í grundlønini hjá okkara limum í hesi vinnuni.
Norðurlenskt samstarv NMF
Her er talan um norðurlenkst samstarv, har vit regluliga sparra við hini maskinmeistarafeløgini, og eg haldi, at hetta netverkið hevur stóran týdning fyri allar partar. Túrurin, sum eg var við á, var í Stokkholm, og eg má siga, at hetta var gevandi. Formaðurin í MF hevði eitt lítið innslag um komandi orkuskipanir umborð á skipum, og hvussu langt hesar skipanir eru komnar, og hvussu stóran týdning tær hava fyri umhvørvið.
LÍV
Her hava verið nógvir fundir, og endaðu vit við at skriva undir nýggja avtalu í desember 2022. Vil mann blíva limur í tryggingini eftir 1/1-2023, er neyðugt at útfylla eitt spurnarskema við átta spurningum fyri at blíva ein partur av hesi trygging.
Og gjaldið fór frá at vera 300 krónur til at vera 350 krónur, hetta tí at undirskotið tíverri hevur verið alt ov stórt í longri tíð; men tíbetur, flatar tann kurvan út so tað verður kanska balansi í aftur, tá ein tíð er fráliðin.
Eg vil her heita á tykkum um at tryggja tykkum, at tit eru partur av einari slíkari trygging, tí mann veit ongantíð, hvat nornan spinnur á okkara lagnutráð.
Útbúgving av maskinmeistarum
Seinasta árið eru 32 maskinmeistarar komnir út av Vinnuháskúlanum, ávikavist í juni 2022 og nú í januar 2023. Formaðurin var sum vanligt til staðar á hesum hátíðarhaldunum, har hann handaði heiðursgávu og helt røðu.
Heimasíðan
Sjøtul er settur á at fáa eina aðra og kanska meira tíðarhóskandi heimasíðu. Vit hava heinta tilboð inn, men eru so ikki enn komnir til nakra niðurstøðu um, hvat valið skal verða.
Eisini er tað at siga, at hettar nýtist ikki at gerast í skundi, tí heimasíðan, sum er, virkar væl.
Skrivstovuarbeiðið
Arbeiðið á skrivstovuni hevur gingið sera væl, fólkini á kontórinum eru góð at samstarva við og so sera dugnalig til uppgávurnar, so tað ger gerandisdagin sera hugaligan.
Vit hava havt onkur limamál í farna ári, har ymiskar útleggingar hava verið av somu søk, hetta hevur skapt spentar støður, sum hava gjørt, at felagið er komið uppí. Við felagnum sum millummanni hevur tað í nøkrum førum borið til at finna semjur, og onkur mál eru tíverri, har ikki er komið á mál enn; vónandi loysast hesi, uttan at neyðugt verður at fara víðari við málunum.
Hvat tí peningaliga viðvíkur, er felagið væl konsoliderað, sum roknskapurin eisini vísir, og við verðandi virksemi hongur raksturin væl og virðiliga saman.
Tað er umráðandi at hava nakað at standa ímóti við, og haldi eg, at vit eru rímiliga væl fyri at takla avbjóðingar, um tað skuldi gjørst neyðugt.
Hvat limatali viðvíkur, so tykist talið at vera støðugt og kanska økjandi. Soleiðis vóru tað 765 skrásettir limir pr. 23 februar 2023, harav 597 virknir og 168 hvílandi limir.
Eitt, sum gleðiligt er, er, at tað ikki er so sjáldan, at limir vitja á skrivstovuni, onkuntíð eftir avtalu, har viðkomandi vil umrøða okkurt saman við okkum, men eisini tá onkur leggur leiðina framvið til eitt óformelt maskinmeistaraprát. Hettar havi eg hildið vera sera gagnligt, og fær mann á henda hátt eisini lodda dýpið, hvussu støðan er innan fakið.
Samanumtikið tykist tað liggja í kortunum, at eftirspurningurin eftir maskinmeistarum bara fer at vaksa, serliga við tað, at eyguni veruliga eru latin upp fyri hesum fjøltáttaða multitaskaranum, og hvat hann kann brúkast til. Soleiðis er hann alt meira vanligur at síggja á nýggjum starvsøkjum her á landi, eitt nú innan prosjektleiðslu og á størri verkætlanum.
Takk fyri tíðina
At enda vil eg takka fyri, at tit lýddu á. Um so er, at tit kundu hugsað tykkum at fingið nágreinað okkurt meira, so eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við felagið, so vit kunnu avtala ein fund um tykkara viðurskifti.
Endamálið hjá felagnum er sjálvandi, sum altíð, at styrkja og verja rættindi og kor hjá limum okkara, og í hesum føri verður tað ein partvíst nýggj nevnd og nýggjur formaður, sum fara at taka sær av hesum.
Eg vil at enda hjartaliga takka nevnd, starvsfólki og limum felagsins fyri tað álit, ið varð sýnt mær, nú eg havi sitið sum fyribilsformaður síðan 1 september 2022, og starvstíðin fer altíð at hava eitt serligt pláss í mínum hjarta og minni.
Takk fyri og framhaldandi góðan fund øll somul.
Vinarliga
Tummas Eli Høj Joensen

15.03.2023
Nýggjur formaður og nýggjur nevndarlimur
Leygardagin hevði Maskinmeistarafelagið sín ársaðalfund, sum hesa ferð varð hildin á Panorama á Hotel Hafnia.
Fráfarandi formaðurin, Tummas Eli Høj Joensen, bjóðaði vælkomin, og áðrenn farið var undir skránna, segði hann nøkur orð um nevndarlimin Poul Hera Selfoss, sum so brádliga doyði 29. desember. Aðalfundurin mintist síðan Poul Hera við einari løtu í standandi tøgn.
Ársaðalfundurin hesa ferð var serligur við tað, at tað longu frammanundan var greitt, at Arnfinn Bech av Tvøroyri skuldi taka við sum nýggjur formaður. Hann var nevniliga einasta valevni, eftir at Tummas Eli Høj Joensen tók sína uppstilling aftur 9. februar. Hann sat í nevndini, men hevur verið virkandi formaður síðan 1. september, tá Ólavur Gunnarsson fór frá í ótíð vegna nýtt starv.
Í nevndini vóru Regin Olsen og Róald Johannesen uppá val. Róald Johannesen kom sum tiltakslimur í nevndina, tá Poul Heri Selfoss doyði. Poul Heri Selfoss var eisini komin í nevndina sum tiltakslimur, og tað var fyri Tummas Eli Høj Joensen, tá hesin tók við sum formaður.
Regin Olsen bleiv afturvaldur, men hvørki Tummas Eli Høj Joensen ella Róald Johannesen stillaðu uppaftur. Í staðin kom Mortan Sólheim Thomsen í nevndina sum nývaldur.
Sum tiltakslimir í eitt ár blivu teir báðir Petur Olsen og Pól Jákup Larsen valdir sum einastu valevni. Petur Olsen er fyrstvaldur.
Nevndin fer at skipa seg á sínum fyrsta fundi í næstum.
Á myndini, sum var tikin eftir aðalfundin, eru tað úr vinstru Ólavur Østerø, Regin Olsen, nýggi formaðurin Arnfinn Bech, Rógvi K. Hansen og Petur Olsen, tiltakslimur. Mortan Sólheim Thomsen, nývaldur nevndarlimur, og Pól Jákup Larsen, nývaldur tiltakslimur, vóru báðir burturstaddir.

Semja millum RFH og MF
Seinnapartin í dag varð semja undirskrivað millum Reiðarafelagið Fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið um nýggjar sáttmálar fyri handilsskip.
Lønarhækkingin er 3,8 % fyrra árið 4,05 % seinna árið.
Harafturat eru onkrar smávegis tillagingar gjørdar.
Semjan kann lesast her

Tummas Eli tikið seg aftur
Virkandi formaður í Maskinmeistarafelagnum Tummas Eli Høj Joensen, hevur boðað frá, at hann tekur seg aftur sum valevni til formansstarvið.
Arnfinn Bech er sostatt einasta valevni til hetta starv.
Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður tann 11. mars.

Minningarorð um Poul Hera Selfoss
Minningarorð um Poul Hera Selfoss
Tað var ein sannur hvøkkur fyri okkum í Maskinmeistarafelagnum beint fyri nýggjár at frætta, at Poul Heri Selfoss, nevndarlimur okkara, brádliga var deyður 29. desember bara 34 ára gamal.
Eg kom at kenna Poul Hera ígjøgnum Maskinmeistarafelagið. Eg hitti hann á aðalfundinum í 2021, tá eg sjálvur bleiv valdur í nevndina, og hann stillaði upp sum tiltakslimur og bleiv valdur. Á aðalfundinum í fjør hitti eg hann aftur, og tá bleiv hann fyrstvaldur sum tiltakslimur, og var tí við á onkrum nevndarfundum. Men tá Ólavur Gunnarsson vegna nýtt leiðarastarv legði frá sær sum formaður seinni í fjør, og eg tók við sum formaður, fekk Poul Heri fast sæti í nevndini.
Hann var sera blíðlyntur, fyrikomandi og lættur at koma í prát við, og tí var eisini lætt at koma at kenna Poul Hera, hóast mær bert untist at kenna hann í alt ov stutta tíð.
Tá nevndin umskipaði seg eftir formansskiftið, yvirtók Poul Heri míni ábyrgdarøki í nevndini, sum vóru Handilsskip, FAS og FMU, og hann røkti hesi til lítar.
Í øllum nevndararbeiðinum var hann nærlagdur og málsøkin og vísti altíð ein vilja at finna loysnir – alt eginleikar, sum eru sera góðir at hava, tá nevndararbeiði skal gerðast í einum felag sum Maskinmeistarafelagnum, ið fevnir so vítt, tá tað ræður um starvsøki og sáttmálar hjá limunum.
Poul Heri arbeiddi hjá Look North í Klaksvík, har hann og familjan búðu, og tað var altíð spennandi at hoyra hann greiða frá sínum arbeiði og framleiðslunihar. Ein merkti beinanvegin, at hann brendi fyri sínum arbeiði og sínum arbeiðsplássi. Eisini er mær sagt, at vóru teknisk ivamál á arbeiðsplássinum, so var Poul Heri ein tann besti at loysa slíkar uppgávur.
Sum heilt ungur var Poul Heri aktivur í ítrótti í Miðvágs Bóltfelag, MB, í barndómsbygdini Miðvági. Mínar royndir eru, at ítróttarfólk ofta hava serligar og góðar arbeiðseginleikar í øðrum virksemi enn bara ítrótti. At hetta eisini galt Poul Hera, sóu vit allir í nevndini, har alt arbeiðið hjá honum var merkt av ágrýtni og eldhuga.
Vit í Maskinmeistarafelagnum hava mist ein góðan nevndarlim og ein góðan við.
Vit vóru til jarðarferina og fingu eisini har at hoyra, at Poul Heri var eitt gott og arbeiðssamt menniskja og fyri arbeiðspláss sítt ein góður maður.
Ikki minni fingu vit at hoyra, at Poul Heri var ein stak góður og stuðlandi pápi og maður.
Vit í Maskinmeistarafelagnum hava ta djúpastu samkenslu við tykkum øllum, Susan og børnini Elspa Mia og Jónhard, og mátti Várharra troysta og styrkt tykkum í tykkara stóra sakni og sorg eftir missin av ein góðum pápa og manni.
Við hesum vilja vit í Maskinmeistarafelagnum lýsa frið yvir tey góðu minnini, sum vit hava um skilamannin Poul Hera Selfoss.
Vegna nevnd og umsiting í Maskinmeistarafelagnum
Tummas Eli Høj Joensen, formaður
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Lagt út 19.01.2023
|
Tann 18. januar fingu hesir nýklaktu Maskinmeistarar síni prógv handaði:
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Annika Wolles Ljósheim fekk ein grindaknív frá S.E.V.
Hergar Torbjarnarson Hansen fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum
Daniel Friang Obradovic fekk ein kikara frá Norðoya Sparikassa
Ídnisviriðslønina, eitt ur frá A.P. Møller, fekk Magnar Andersen Hentze

16.01.2023
RFH og manningafeløgini samráðast
Í morgun var fyrsti fundur millum Reiðarafelagið Fyri Handilsskip og manningafeløgini.
Partarnir handaðu síni krøv og avtalaðu eina fundarrøð.
Miðað verður ímóti at gera nýggjar sáttmálar innan 1. mars, tá verandi sáttmálaskeið rennur út.

13.01.2023
Tvey valevni til formanssessin
Tað er nú greitt, at tvey valevni eru til formanssessin í Maskinmeistarafelagnum.
Teir uppstillaðu eru:
Tummas Eli Høj Joensen, sum er verandi formaður, og
Arnfinn Bech, sum starvast hjá Strandfaraskipum landsins.
Til nevndarval eru hesir uppstillaðir:
Regin Meyer Olsen, Klaksvík
Mortan Sólheim Thomsen, Klaksvík
Arnfinn Bech, Tvøroyri
Brævatkvøður
Fram til aðalfundin, sum verður í mars mánað, ber til at atkvøða við brævatkvøðu á skrivstovu felagsins á Grønlandsvegi 58.
Opið er mánadag til fríggjadag frá kl 9 til kl 13.

08.12.2022
Umboðsráðsval hjá LÍV
Uppstilling
Set tín dám á LÍV og stilla upp til umboðsráðið.
Øll, sum eru kundar í LÍV, kunnu stilla upp til ráðið.
Sí meira á liv.fo/val

24.11.2022
AÐALFUNDURIN 2023
Formansval og nevndarval
Ársaðalfundur Maskinmeistarafelagsins verður í mars mánað 2023. Nærri verður lýst seinni.
Á hesum aðalfundi skal formaður veljast fyri komandi trý ára skeið.
Harafturat skulu veljast tveir nevndarlimir fyri komandi tvey ára skeið.
Sambært lóg felagsins skulu uppskot til formansval og nevndarval vera felagnum í hendi í seinasta lagi 15. desember 2022.
Um formansstarvið
Í lóg felagsins er ásett:
Valdur formaður játtar at taka við starvinum sum fulltíðarsettur formaður felagsins. Formaðurin verður løntur sambært lønartalvuni fyri maskinmeistarar, sum starvast hjá tí almenna á landi, íroknað eftirløn. Harumframt fær formaðurin viðbót.
Nevndin ásetur lønarstig og viðbótarstig.
Nærri upplýsingar um formansstarvið kunnu fáast við at venda sær til felagið.

30.09.2022
Regin framvegis næstformaður
Nevndin hevur nú skipað seg aftana at Tummas Eli Høj Joensen tók við sum formaður.
Regin Olsen varð afturvaldur til starvið sum næstformaður. Hann hevur sitið í nevndini í nógv ár og meginpartin av tíðini sum næstformaður.

15.08.2022
Tummas Eli verður formaður
Í samband við, at Ólavur Gunnarsson leggur frá sær sum formaður í Maskinmeistarafelagnum tann 1. september, hevur nevndin umskipað seg soleiðis, at Regin Olsen er farin frá sum næstformaður og Tummas Eli Høj Joensen er nú næstformaður.
Tann 1. september tekur Tummas Eli Høj Joensen við starvinum sum formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Semja millum FAG og MF
Lagt út 20.06.2022
|
Tann 17. juni skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið undir semju um nýggjan 2-ára sáttmála galdandi frá 1. juni 2022.
Lønarhækkingin er 3,80 % 1. juni 2022 og 4,04 % 1. juni 2023.
Harumframt eru aðrar broytingar gjørdar. Eitt nú er lønartalvan longd við seks stigum, ásetingin um yvirtíðargjald er nágreinað, og ásetingin um avloysing í hægri starvi stytt við tveimum døgum frá fimm niður í tríggjar dagar.
Nýggj áseting um eginavtalur er eisini við í semjuni.
Semjan kannsíggjasr her

NMF-FUNDUR Í Finnlandi
Lagt út 09.05.2022
|
Hálvárligi fundurin hjá Nordisk Maskinbefelfederation NMF varð hesaferð hildin í Helsinki 2. og 3. mai.
Eitt høvuðsevni á fundinum varð komandi krøv um lækkandi CO2-útlát.
Innan sjóvinnu koma uttan iva nýggj sløg av brennievnum og tekniskum loysnum. Tí verður stórur tørvur á at gera trygdarreglur og at tillagandi útbúgving og eftirútbúgving av maskinmeistarum.
NMF fylgir væl við hesum og umboð frá felagsskapinum luttaka í altjóða felagsskapum, har hesi viðurskifti verða viðgjørd.
Eitt annað høvuðsevni á fundinum var kríggið millum Russland og Ukraina og harundir serstakliga støðan hjá sjófólki í hesum samband.
Á fundinum var gjørt tíðindaskriv, sum kann lesast her

29.03.2022
Regin framvegis næstformaður
Nevndin hevur nú skipað seg aftana aðalfundin og Regin Olsen varð afturvaldur til starvið sum næstformaður.
Regin hevur sitið í nevndini í nógv ár og meginpartin av tíðini sum næstformaður.

Tveir nýggir nevndarlimir
Lagt út 21.03.2022
|
Maskinmeistarafelagið hevði ársaðalfund seinasta leygardag.
Til nevndarvalið stóðu John Højsted og Jóhan Mørkøre fyri vali. John Højsted, sum hevur sitið leingi í nevndini, boðaði frá, at hann tók ikki við afturvali.
Í nevndina vórðu valdir Ólavur Østerø og Rógvi K. Hansen.
Teir eru báðir nývaldir.
Til tiltakslimir vóru valdir Poul Heri Selfoss og Róald Johannesen.
Á myndini:
Ólavur Østerø, Regin Olsen, Ólavur Gunnarsson, formaður, Tummas Eli Høj Joensen, Róald Johannesen og Poul Heri Selfoss.
Rógvi K. Hansen var burturstaddur.

Samráðingar millum FR og MF
Lagt út 11.03.2022
|
Samráðingar millum Føroya Reiðarafelag og Maskinmeistarafelagið eru byrjaðar.
Partarnir handaðu síni krøv tann 3. mars og í gjár var næsti fundur.
Manningarfeløgini hava hesaferð avtalað ikki at samráðast saman. Eftir ynski frá Føroya Reiðarafelag verður tó skipað fyri einum felags fundi tann 17. mars.
Sáttmálin gongur út 1. apríl.

Aðalfundurin 2022
Lagt út 14.02.2022
|
Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður
leygardagin tann 19. mars kl. 14 á Hotel Hafnia
Skráin er sambært lógini:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing formansins.
3. Leggja fram roknskap til góðkenningar.
4. Uppskot um lógarbroytingar.
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
6. Ásetan av limagjøldum
7. Velja skrásettan grannskoðara.
8. Ymiskt.
Møgulig uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera felagnum í hendi 14 dagar undan aðalfundinum.
Fyri vali til nevndina standa Jóhan Mørkøre og John Højsted. Jóhan Mørkøre tekur við afturvali, meðan John Højsted hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali.
Áðrenn freistin fyri uppstilling var úti tann 15. desember 2021 høvdu hesir stillað upp til nevndarval:
- Ólavur J. Østerø
- Rógvi K. Hansen
Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu greiða atkvøðu á skrivstovu felagsins Grønlandsvegur 58.
Fleiri uppskot til nevndarlimir kunnu skjótast upp á aðalfundinum.
Døgurði og undirhald
Aftaná aðalfundin verður boðið til døgurða við 3 rætta matskrá og tilhoyrandi drykkjuvørum. Undir borðhaldinum fer Sámal Ravnsfjall at syngja og Elisa Vang fer at undirhalda.

Aðalfundurin 2022
Lagt út 14.02.2022
|
Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður
leygardagin tann 19. mars kl. 14 á Hotel Hafnia
Skráin er sambært lógini:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing formansins.
3. Leggja fram roknskap til góðkenningar.
4. Uppskot um lógarbroytingar.
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
6. Ásetan av limagjøldum
7. Velja skrásettan grannskoðara.
8. Ymiskt.
Møgulig uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera felagnum í hendi 14 dagar undan aðalfundinum.
Fyri vali til nevndina standa Jóhan Mørkøre og John Højsted. Jóhan Mørkøre tekur við afturvali, meðan John Højsted hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali.
Áðrenn freistin fyri uppstilling var úti tann 15. desember 2021 høvdu hesir stillað upp til nevndarval:
- Ólavur J. Østerø
- Rógvi K. Hansen
Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu greiða atkvøðu á skrivstovu felagsins Grønlandsvegur 58.
Fleiri uppskot til nevndarlimir kunnu skjótast upp á aðalfundinum.
Døgurði og undirhald
Aftaná aðalfundin verður boðið til døgurða við 3 rætta matskrá og tilhoyrandi drykkjuvørum. Undir borðhaldinum fer Sámal Ravnsfjall at syngja og Elisa Vang fer at undirhalda.

Aðalfundurin 2022
Lagt út 29.11.2021
|
Maskinmeistarafelagið hevur ársaðalfund í mars mánað 2022.
Nærri verður lýst seinni.
Nevndarval
Til tess at limir, ið ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu velja við brævatkvøðu, ber til at seta fram uppskot til nevndarlimir og skulu tey vera felagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi
15. desember 2021
Tó kunnu uppskot til nevndarlimir eisini skjótast upp á sjálvum aðalfundinum.

Bsc í Maskinfrøði
13.07.2021
|
Í heyst verður aftur tikið upp til BSc í maskinfrøði.
Hetta er ein útbúgving, sum er skræddaraseymað til maskinmeistarar, og bert maskinmeistarar verða tiknir inn til hana.
Meira kunning um útbúgvingina er at finna her.
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
29.06.2021
|
Hósdagin 24. juni, fingu hesir nýklaktu maskinmeistarar prógv handaði:
Pætur Dahl, Oddur Fríði Joensen, Levi Anthoniussen, Jamin Linduson Zhang, Elias Fagrá, Pól Enok Hansen og Jóannes Jacobsen.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Oddur Fríði Joensen fekk ein grindaknív frá S.E.V.
Elias Fagrá fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum.
Pætur Dahl fekk ein kikara frá Norðoya Sparikassa
Ídnisviriðslønina, eitt lummaur frá Skansi Offshore, fekk Oddur Fríði Joensen

11.05.2021
Kanning av arbeiðsumhvørvi
Við stuðli frá Granskingarráðnum, Betri Stuðul og Fakfelagssamstarvinum, fer kanningin “Arbeiðið og tú” nú av bakkastokki. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fer undir hesa verkætlan, ið hevur til endamáls at kanna arbeiðsumhvørvið hjá øllum føroyingum eldri enn 18 ár.
Við verkætlanini vilja vit fegin hava svar frá øllum arbeiðstakarum í Føroyum, til tess at betra um arbeiðsumhvørvið. Úrslitini verða sostatt til gagns fyri teg, tín arbeiðsgevara og teir myndugleikar, ið hava ábyrgd fyri og eftirlit við arbeiðsumhvørvinum hjá føroyingum.
Tað tekur umleið 30 min. at svara spurningunum, ið eru at finna her.
Tíni svar eru dulnevnd og verða goymd trygt á einum ambætara í Føroyum. Tað verður sostatt ógjørligt – hjá starvsfeløgum, arbeiðsgevara ella øðrum – at síggja júst, hvat tú hevur svarað.
Um tú hevur tørv á pappírsútgávu ella á annan hátt hevur tørv á hjálp til at svara spurningunum, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við verkætlanarleiðaran.

Greinakapping
22.04.2021
|
Maskinmeistarafelagið fyllir 80 ár í ár, og í tí sambandinum fara vit at skipa fyri eini greinakapping ímillum limir felagsins.
Ætlanin er at hava tríggjar kappingar, tað í eftir er av árinum – eina kapping fyri hvørt blaðið, sum kemur út afturat í ár.
Fyri hvørja kapping verður 1., 2. og 3. virðisløn latin, og verða tær upp á ávikavist upp á 2.000, 1.000 og 500 krónur.
Vinnaragreinin verður prentað í Maskinmeistaranum og løgd á heimasíðuna, og nummar 2 og 3 verða eisini lagdar á heimasíðuna – og møguliga brúktar í blaðnum seinni, um tær hóska, í samráð við innsendaran.
Allar innsendar greinar eru meira enn vælkomnar, sama um tær eru kandidatar til virðisløn ella ikki, tí øll íkast kunnu heilt vist tæna sum íblástur til greinar til blaðredaksjónina at framleiða.
Næsta blað kemur út í endanum á mai, og longu tá er ætlanin, at fyrsti greinavinnarin verður kosin og vinnaragreinin prentað.
Tað merkir, at evstamarkið fyri innsending av greinum til kappingina er fríggjadagin 14. mai.
Einastu treytirnar fyri, at greinar verða góðkendar til kappingina, er, at tær onkursvegna snúgva seg um maskinmeistarafakið, serligar søgur um maskinur og maskinfólk, ella skrivað verður um fakfelagsviðurskifti í sambandi við maskinmeistarafakið. Greinarnar skulu ikki vera kjakgreinar í lesarabrævstíli.
Myndir skulu eisini vera til greinarnar, best er, um greinskrivarin sjálvur hevur góða mynd ella myndir at senda við, men eigur hann onga, hjálpa vit til við hesum.
Felagið tilskilar sær rættin til at rættlesa og redigera greinarnar, so tær eru málsliga og faktuelt í lagi. Hesum tekur blaðredaksjónin á Maskinmeistaranum sær av. Liðugt redigeraða greinin verður síðani send aftur til innsendaran til góðkenningar.
Evstamark til fyrstu kappingina er sum nevnt 14. mai. Ætlanin er hin bæði bløðini koma út í september og desember, og evstamark til tær kappingarnar er ávikavist 16. august og 29. november.
Greinar og annað tilfar skal sendast til mf@mf.fo

NMF FUNDUR Á NETINUM
14.04.2021
|
Eftir at regluligu fundirnir í norðurlendska felagnum fyri maskinmeistarafeløg NMF fleiri ferðir er útsettir vegna Covid 19, varð fundur hildin á netinum 13. apríl.
Á fundinum varð kunnað um støðuna hjá maskinmeistarum í limalondunum.
Koronasóttin hevur í ávísan mun ávirkað arbeiðsviðurskifti hjá maskinmeistarum, serliga við atliti til útmynstring og túralongd, men í flestu førum hevur tað borið til at finna loysnir upp á hetta.
Annars tykist tað ikki, sum norðurlendskir maskinmeistarar í størri mun hava mist arbeiði orsakað av sóttini og lønarlagi er heldur ikki skeiklað av hesari orsøk.
Eitt mál, sum varð umrøtt, var ymisk nýggj tøkni innan orkuframleiðslu.
Nógv verður hugsað um at fara yvir til sokallaða grøna orkuframleiðslu, men lítið verður hugsað um, at tað í summum førum kann vera talan um nýggjar og álvarsligar vandar fyri tey, sum virka í slíkari orkuframleiðslu.
Her er tí stórur tørvur á, at gera nýggjar reglugerðir og at tillaga útbúgvingar til nýggju tøknina.Á hesum Semja um at senda út tíðindaskriv, har víst verður á hesi viðurskifti.
Tíðindaskriv kann lesast her.
Næsti fundur hjá NMF verður í Íslandi 1. - 2. november.

Regin afturvaldur til næstformann
22.03.2021
|
Á nevndarfundi 19. mars skipaði nevndin í Maskinmeistarafelagnum seg við Regini Olsen sum næstformanni.
Býtið av málsøkjum er soleiðis:
Ólavur Gunnarsson, formaður: Samskipan, norðurlendsk/altjóða arbeiði, GA
Regin Olsen, næstformaður: SEV og IRF
John Højsted, nevndarlimur: Fiskiskip
Tummas Eli Høj Joensen, nevndarlimur: Almenn størv á sjónum og privat og alment lønt á landi
Jóhan Mørkøre, nevndarlimur: Handilsskip, FAS og FMU

Tummas Eli komin í nevndina
15.03.2021
|
Maskinmeistarafelagið hevði ársaðalfund seinasta leygardag.
Á skránni var m. a. val av formanni og tveimum nevndarlimum.
Verandi formaður Ólavur Gunnarsson var einasta valevni til formansstarvið og sostatt heldur hann fram sum formaður komandi 3 árini.
Til nevndarvalið stóðu Regin Meyer Olsen og Berit Hovsgarð fyri vali.
Regin Meyer Olsen varð afturvaldur og nývaldur í nevndina varð Tummas Eli Høj Joensen.
Til tiltakslimir vóru valdir Róald Johannesen og Poul Heri Selfoss.
A myndini
Frá vinstru John Højsted, Regin Meyer Olsen, Ólavur Gunnarsson, Jóhan Mørkøre, Tummas Eli Høj Joensen
Jóhan Magnus fekk heiðursgávu
15.03.2021
|
Í samband við, at maskinistar fingu síni prógv handaði á Vinnuháskúlanum seinasta fríggjadag, fekk Jóhan Magnus Johannesen heiðursgávu fyri besta úrslitið.
Ólavi Gunnarsson formaður í Maskinmeistarafelagnum handaði gávuna, sum er eitt mátitól.
Maskinistar fingið prógv
15.03.2021
|
Seinasta fríggjadag fingu hesir 18 nýklaktu maskinistarnir síni prógv handaði á Vinnuháskúlanum:
Marni Eyðolvsson Joensen - Eyðun Egholm - Tummas Hávard Guttesen - Heri Eli Olsen - Birni Dahl Ljósstein - Eyðun Holm - Danjal Sørensen - Jákup Drayton - Dánial Mikal Kjærbo - Jákup Egholm - Hjørtur Ellingsgaard Rasmussen - Jóhan Kallsoy - Jóan Petur Johansen - Martin Højgaard - Jógvan Atli Johansen - Snorri Petersen - Jóhan Magnus Johannesen - Kristian Johannesen

Aðalfundurin 2021
22.02.2021
|
Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður
leygardagin tann 13. mars kl. 14 á Hotel Hilton, Staravegur 13, Tórshavn
Skráin er sambært lógini:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing formansins.
3. Leggja fram roknskap til góðkenningar.
4. Uppskot um lógarbroytingar.
5. Val av formanni, nevndarlimum og tiltakslimum.
6. Ásetan av limagjøldum
7. Velja skrásettan grannskoðara.
8. Ymiskt.
Tá freistin fyri uppstilling til formans- og nevndarval var úti tann 15. desember 2020, hevði bert verandi formaður Ólavur Gunnarsson stillað upp til formansvalið.
Til nevndarvalið hevur sitandi nevndarlimur Regin Olsen boða frá, at hann tekur við afturvali.
Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu greiða atkvøðu á skrivstovu felagsins Grønlandsvegur 58.
Fleiri uppskot til nevndarlimir kunnu skjótast upp á aðalfundinum.
Aftaná aðalfundin verður borðreitt við smurdum breyði og drykkjuvørum.
Gevið gætur!
Fundurin verður skipaður samsvarandi almennu tilmælunum í samband við Koronasmittuna við atliti til frástøðu, hondreinføri o. a.

Semja um sáttmálar við handilsskipum
25.02.2021
|
Seinnapartin í gjár varð semja undirskrivað millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip øðrumegin og Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið hinumegin.
Talan er um nýggjar sáttmálar fyri navigatørar og maskinmeistarar við handilsskipum, harundir farmaskipum, ferðamannaskipum og skipum í frálandavinnu.
Sáttmálaskeiðið er tvey ár og karmurin um semjuna er 2,05 % fyrra árið og 1,25 % seinna árið.
Umframt generellu lønarhækkingina er yvirtíðargjaldið hækkað við 5 %, viðbót til einameistarar er hækkað við kr 232 og 2. stýrimaður við veitingarskipum er innplaseraður í lønartalvuna.
Nýggju sáttmálarnir koma í gildi 1. mars 2021.
Semjan kann síggjast her

Samráðingar byrjaðar
09.02.2021
|
Í morgun byrjaðu samráðingar millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og manningarfeløgini um nýggjar sáttmálar fyri handilsskip.
Verandi sáttmálar fara úr gildi 1. mars.
Samráðingarnar halda fram í komandi viku og byrjað verður mánamorgunin.
Gávuhandan
25.01.2021
|
Í samband við prógvhandan í Vinnuháskúlanum fríggjadagin 22. januar, fekk Gilli N. Lorenzen gávu handaða frá Ólavi Gunnarsson, formanni í Maskinmeistarafelagnum.
Prógvhandan
25.01.2021
|
Á hugnaligari samkomu í Vinnuháskúlanum fríggjadagin 22. januar, fingu 6 maskinmeistarar prógv handaði.
Nýklaktu maskinmeistararnir eru hesir:
Marcus Klementsen, Pól J. Justinussen, Benjamin S. Isaksen, Gilli N. Lorenzen, Johan H. Elingsson og Rói D. Wintereig.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Johan H. Erlingsson fekk ein grindaknív frá S.E.V.
Gilli N. Lorenzen fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum.
Ídnisviriðslønina, eitt lummaur frá Skansi Offshore, fekk Benjamin S. Isaksen

Ólavur heldur fram sum formaður
16.12.2020
|
|
Í gjár, tann 15. desember, var freistin úti til at stilla upp til formansval í Maskinmeistarafelagnum. Bara verandi formaður Ólavur Gunnarsson hevur stillað upp til formansvalið og hann fer sostatt at halda fram í starvinum komandi 3-ára skeið eftir aðalfundin, sum verður í mars mánað komandi ár. |

AÐALFUNDURIN 2021
|
|

Hósdagin 26. november verður skipað fyri
Sjóvinnuforum í Vinnuháskúlanum.
|
||


Semja um maskinmeistarar hjá Vørn
18.09.2020
Á middegi í dag varð semja undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið um nýggja avtalu fyri maskinmeistarar við skipum hjá Vørn.
Sáttmálaskeiðið er frá 1. oktober 2019 til 31. september 2022.
Hesir maskinmeistarar eru tænastumenn og lønarhækkingin er tann sama, sum hjá øðrum tænastumonnum.
Harafturat eru gjørdar onkrar tillagingar og dagføringar.
Semjan kann lesast her.

Semja millum FAG og MF
31.08.2020
Á middegi í dag varð semja undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið.
Talan er um sáttmála fyri maskinmeistarar í privatari tænastu á landi.
Sáttmálaskeiðið er frá 1. september 2020 til 1. juni 2022.
Lønarhækkingin er á sama støði, sum galdandi er fyri arbeiðsmarknaðin annars og harafturat eru gjørdar onkrar tillagingar og dagføringar.
Semjan kann lesast her.

FAG og MF handað krøv
21.08.2020
Í dag var fundur í Vinnuhúsinum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið, har partarnir handaðu krøv til komandi sáttmála.
Fyrr i ár varð sáttmálaskeiðið longt til og við 31. august.
Avtalað varð at hittast aftur fríggjadagin tann 28. august.

Semja millum KAF og MF
08.07.2020
Í dag varð semja undirskrivað millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið.
Talan er um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistarar í størvum hjá SEV og IRF.
Sáttmálin er galdandi í trý ár og lønarhækkingarnar eru:
1. oktober 2019 - 2,56 %
1. januar 2021 - 2,05 %
1. oktober 2021-1,25 %
Harumframt er gjørd avtala um serstaka viðbót fyri 1. vaktmeistarar.
Semjan kann lesast her

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið
06.07.2020
Seinnapartin í dag varð semja undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.
Talan er um nýggjar sáttmálar fyri maskinmeistarar í almennum størvum á landi, hjá Strandfaraskipum landsins og við skipum hjá Havstovuni.
Sáttmálarnir eru galdandi í trý ár og lønarhækkingarnar eru:
1. oktober 2019 - 2,56 %
1. januar 2021 - 2,05 %
1. oktober 2021-1,25 %
Sáttmálarnir umfata eisini nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverra og nýggju trýkiljuna hjá Strandfaraskipum landsins.
Harumframt eru gjørdar onkrar smærri broytingar og tillagingar í sáttmálunum.
Semjan kann lesast her
Virðisløn handað á Vinnuháskúlanum
26.06.2020
Í samband við prógvhandan hósdagin 25. juni fekk Jóannes Thomsen virðisløn frá Maskinmeistarafelagnum. Ólavur Gunnarsson formaður handaði virðislønina, sum er eitt mátitól.
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
26.06.2020
Hósdagin 25. juni fingu hesir nýklaktu maskinmeistarar síni prógv handaði á Vinnuháskulanum.
Eyðun Sofusson á Dalbø
Janus Jóhanson Olsen
Jóannes Thomsen
Bárður Jógvansson Hansen
Búgvi Petersen
Dávid Langgaard
Heini Aagaard Olsen
Jóhann Christiansen
Jón Áki Jacobsen
Magnus Helgi Langgaard
Martin Eliasen
Per Langgaard
Rúni Tindskarð Jacobsen
Sámal Rasmussen
Fríði Sigurðsson
Johannesn Petersen
Rasmus Mortensen Potts
Virðislønir:
1. Eyðun S. á Dalbø - Grindaknívur frá S.E.V.
2. Jóannes Thomsen - Mátitól frá Maskinmeistarafelagnum
3. Janus J. Olsen - Kikari frá Norðoya Sparikassa
Ídnisvirðisløn:
Rasmus M. Potts - Lummaur frá Skansi Offshore

Semja
02.06.2020
Leygardagin 30. juni varð semja undirskrivað millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini um nýggjan sáttmála fyri manning við fiskiskipum.
Talan hevur verið um drúgvar samráðingar, sum eisini vórðu órógvaðar av Koronasmittuni.
Tann 20. mai staðfestu partarnir, at tað bar ikki til at semjast og boð varð sent eftir semingsmanninum.
Hóast tað tóktist at vera langt millum partarnar, eydnaðist tað umsíðir at fáa eina semju um ein nýggjan tvey ára sáttmála.
Semjan kann lesast her

Aðalfundurin 2020
25.05.2020
Ársaðalfundur felagsins var upprunaliga lýstur at vera tann 28. mars, men orsakað av støðuni við koronasmttuni, mátti hann avlýsast.
Síðan hevur verið bíðað eftir, at tað aftur fór at bera til at samlast til slík tiltøk og leygardagin 23. mai varð fundurin so hildin í Smæruni.
Til nevndina stóðu verandi nevndarlimir John Højsted og Jóhan Mørkøre fyri vali og teir vórðu báðir afturvaldir.
Sum tiltakslimir vórðu valdir Andrass Poulsen og Tróndur við Á.

Samráðast nú aftur
07.05.2020
Samráðingar millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini eru tiknar upp aftur í dag og hildið verður fram týsdagin og hósdagin í komandi viku.
Partarnir hava avtalað at longja verandi sáttmála til 20. mai.
Fundirnir verða hildnir á Hotel Føroyum.

Aðalfundurin verður 23. mai
01.05.2020
Tann 30 apríl varð kunngjørt, at almenna tilmælið um, at bert 10 fólk kunnu savnast, verður broytt soleiðis, at markið er økt til 50 fólk.
Nevndin hevur tí samtykt at aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður
leygardagin tann 23. mai kl. 13 í Smæruni,
J. H. Schrøtersgøta 7
Skráin er sambært lógini:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing formansins.
3. Leggja fram roknskap til góðkenningar.
4. Uppskot um lógarbroytingar.
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
6. Ásetan av limagjøldum
7. Velja skrásettan grannskoðara.
8. Ymiskt.
Tá freistin fyri uppstilling til nevndarval var úti tann 15. desember 2019, vóru tvey valevni uppstillaði.
Tey eru verandi nevndarlimirnir John Højsted, Hoyvík og Jóhan Mørkøre, Leirvík.
Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu greiða atkvøðu á skrivstovu felagsins Grønlandsvegur 58.
Uppskot til nevndarlimir kunnu eisini skjótast upp á aðalfundinum.
Gevið gætur!
Fundurin verður skipaður samsvarandi almennu tilmælunum í samband við Koronasmittuna við atliti til frástøðu, hondreinføri o. a.
Av somu orsøk verður ikki borðreitt við mati, men til ber at fáa vatn í fløskum.

Leiðbeining til sjófólk um Corona-smittu
17.03.2020
Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu hevur sent út hesa vegleiðing
|
|
Leiðbeining til sjófólk um Corona-smittu
Tá um Corona-smittu ræður eru sjófólk í serstøðu, tí tey starvast saman leingi í senn á avmarkaðum plássi.
Á teimum stóru førunum t.d. fraktskipum ber til at skipa seg við frástøðu bæði á brúnni, í maskinuni og í messuni, men á einum lítlum fiskiskipi, har lutfalsliga nógvir menn arbeiða har trongt er, kann hetta vera trupult.
Tað, sum er til ráða at taka fyri at minka um sannlíkindini fyri smittu, er grundleggjandi tað sama sum í landi. Vit skulu hava gott handreinføri og tað merkir, at vit skulu vaska okkum um hendurnar við sápu og um møguligt eisini við spritti. Um tað ber til, skulu vit ikki sita tætt saman og har, sum lutir eru, sum menn nerta við eftir vaktarskifti er rímiligt at desinfisera teir við spritti. Annar møguleiki er eisni at vera í einnýtishanskum.
Annar trupulleiki er, at tá menn fara nýggjan túr, skulu teir vera saman frá fáum døgum og upp í fleiri vikur. Onkur teirra hevur kansk verið í samband við ein smittaðan persón, meðan teir vóru í landi. Tá má eftir galdandi reglum landslæknin taka støðu til, um viðkomandi skal í karantenu. Skal hann ikki í karantenu, er meginreglan tann, at hann kann mynstra.
onkur gerst sjúkur á túrinum og hevur sjúkueyðkenni uppá krím, so eigur viðkomandi í tann mun tað ber til at vera avbyrgdur, t.v.s. halda seg í sínari kahútt og fáa matin bornan. Hetta fyri at ikki fleiri gerast sjúk í senn, meðan skipið er til havs.
Vinarliga
Pál Weihe
yvirlækni

Kanning av sálarheilsu
15.04.2020
Fakfelagssamstarvið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava tikið stig til at lýsa, hvussu frástøðan og avbyrgingin í samband við COVID-19 ávirkar sálarliga arbeiðsumhvørvið og sálarheilsuna hjá løntakarum.
Í hesum sambandi er gjørt eitt spurnarblað, ið heitt verður á limir felagsins at fylla út.
Spurnarblaðið er at finna her

Sáttmálin framlongdur
20.03.2020
Føroya Reiðarafelag og manningafeløgini skrivaðu í gjár undir avtalu um at framleingja verandi sáttmálar í ein mánað soleiðis, at teir fara úr gildi 1. mai.

Sjófólk í sóttarhaldi
17.03.2020
Vit hava fingið upplýst frá Almannaverkinum at sjófólk við fiskiskipum, sum eru sett í sóttarhald vegna smittuvanda og sostatt ikki kunnu mynstra, hava rætt til sjúkradagpening.
Umsóknarblað til dagpening er at finna her
Læknaváttan skal fylgja við umsóknini.

Aðalfundurin, sum skuldi vera 28. mars er fyribils útsettur
11.03.2020

Samráðing við FR byrjað
06.03.2020
Føroya Reiðarafelag og manningafeløgini hittust í dag á fyrsta samráðingarfundi um nýggjan sáttmála fyri manning við fiskiskipum.
Partarnir handaðu krøvini og greiddu í stuttum frá teimum.
Avtalað varð at hittast aftur hósdagin 12. mars.

Samráðing við FMR byrjað
06.03.2020
Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið hittust í gjár á fyrsta samráðingarfundi um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistarar, sum starvast hjá tí almenna, t. v. s. Strandfaraskipum landsins, havrannsóknarskipunum, Vørn og í størvum á landi.
Partarnir handaðu krøvini og greiddi í stuttum frá teimum.
Fundarrøð er avtalað og partarnir hittast aftur 19. mars.

Samráðing við KAF byrjað
24.02.2020
Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið hittust í dag á fyrsta samráðingarfundi um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistarar, sum starvast hjá SEV og IRF.
Partarnir handaðu krøvini og greiddi í stuttum frá teimum.
Fundarrøð er avtalað partanna millum, og hittast partarnir aftur 11.03.2020.
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
24.01.2020
Í dag fingu hesir maskinmeistarar prógv handað á Vinnuháskúlanum:
Jafet Signar Rasmussen
Bjarni Hentze
Jósef Magni Heinesen
Gunnar Joensen
Kaj Johannesen
Sámal Einarsson
Kjartan Bech
Tóki Hjartarson
Odd Andreassen
Tóki Thorsteinsson
Oddmar Nielsen
Virðislønir:
- Gunnar Joensen
Grindaknívur frá S.E.V. - Tóki Thorsteinsson
Mátitól frá Maskinmeistarafelagnum - Jósef Magni Heinesen
Kikari frá Norðoya Sparikassa
Ídnisvirðisløn:
Jósef Magni Heinesen
Lummaur frá Skansi Offshore

Aðalfundurin 2020
18.11.2019
Maskinmeistarafelagið hevur ársaðalfund í mars mánað 2020.
Nærri verður lýst seinni.
Nevndarval
Til tess at limir, ið ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu velja við brævatkvøðu, ber til at seta fram uppskot til nevndarlimir og skulu tey vera felagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi
15. desember 2019
Tó kunnu uppskot til nevndarlimir eisini skjótast upp á sjálvum aðalfundinum.
Nevndin

Fundur við Polar Seafood og Grønlands Erhverv
28.10.2019
Hósdagin og fríggjadagin í farnu viku vóru fundir í Keypmannahavn millum Polar Seafood og Grønlands Erhverv øðrumegin og Maskinmeistarafelagið hinumegin.
Ósemja hevur tikið seg upp millum Polar Seafood og Maskinmeistarafelagið um, hvussu bonus o. a. skal avroknast eftir sáttmálanum fyri Polar Nanoq og Polar Princess og endamálið við hesum fundum var, at royna at fáa semju í lag, um hetta.
Ætlanin var eisini at fáa dagført sáttmálan sum var gjørdur við APK við gildi frá 1. Januar 2006. Reiðarafelagið APK er ikki til longur og nú er tað Grønlands Erhverv, sum varar av hesum sáttmála.
Tað eydnaðist ikki at semjast um avrokningarháttin og í staðin samdust partarnir um at royna málið í einum gerðarrætti soleiðis, sum tað er ásett í høvuðsavtalu millum partarnar.
Gerðarrætturin verður settur skjótast gjørligt og hann fær 3 vikur til at koma til eina niðurstøðu.
Sáttmálin fyri Polar Princess/Polar Nanoq og APK líkjast nógv og av tí, at semja ikki fekst um avrokningarháttin, var semja um at bíða við dagføring av APK-sáttmálanum til ein niðurstøða er komin í trætumálinum.
Á fundunum lóttóku Henrik Leth, Karsten Lyberth-Klausen og Henrik Krogh vegna GE og Polar Seafood og Ólavur Gunnarsson, Regin Olsen og Sjúrður Heinesen vegna Maskinmeistarafelagið.

NMF fundur
15.10.2019
Norðurlendski felagsskapurin fyri maskinmeistarafeløg NMF hevði regluligan fund í Keypmannahavn tann 8. oktober.
Tíðindaskriv frá fundinum kann lesast her

NMF 100 ár
15.10.2019
Í samband við, at Norðurlendski felagsskapurin fyri maskinmeistarafeløg NMF fylti 100 ár, var ein ráðstevna hildin í Keypmannahavn tann 7. oktober.
Millum fyrilestrarhaldararnar var Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.
Frágreiðing um ráðstevnuna kann lesast her

B. Sc. í maskinfrøði
14.06.2019
Nýggj bachelor útbúgving í maskinfrøði er nú veruleiki.
Talan er um bachelorútbúgving í maskinfrøði, ið kann byggjast oman á verandi maskinmeistaraútbúgving.
Vinnuháskúlin og Fróðskaparsetrið hava í felag lagt útbúgvingina til rættis, og nú landsstýriskvnnnan í mentamálum - Hanna Jensen - hevur góðkent útbúgvingarprofilin, kann BSC útbúgvingin í maskinfrøði verða boðin út á Fróðskaparsetrinum.
Nýggja útbúgvingin er skipað í samsvari við Bologna-leistin.
Í fyrireikingararbeiðinum hava Fróðskaparsetrið og Vinnuháskúlin millum annað samskift við Danmarks Tekniske Universitet um innihaldið og um framhaldsmøguleikar eftir lokið prógv í maskinfrøði.
Lýsing av útbúgvingini finst her

Pensión
11.06.2019
Framløgan um pensión, sum Jan Otto S. Holm hevði á ársaðalfundi felagsins kann nú síggjast her

Sjóvinnuforum
29.04.2019
Afrur í ár verður skipað fyri Sjóvinnuforum.
Tiltakið verður hósdagin tann 9. mai å Vinnuháskúlanum,
Talan er um felags tiltak hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagnum og Sjóvinnustýrinum.
Høvuðsevnini í ár verða heilsuviðurskifti hjá sjófólki og týdningurn av at vera skipaður í fakfeløg.
Vónandi møta limir fjølmentir til hetta forvitnisliga tiltak.
Tiltakið er ókeypis og tilmelding fer fram við at senda teldupost til mf@mf.fo ella at ringja til okkum á tlf.: 314718

NMF-fundur í Føroyum
16.04.2019
Hálvárligi fundurin hjá Nordisk Maskinbefelfederation NMF varð hesaferð hildin í Føroyum.
Umframt sjálvan fundin varð vitjað í vindmyllulundini í Húsahaga, har Terji Nielsen, verkfrøðingur, helt sera áhugaverdan fyrilestur um SEV og herundir eisini um framtíðar ætlanir og visiónir viðvíkjandi orkuframleiðslu.
Vitjað varð eisini hjá Green IQ í Gásadali, har arbeitt verður við tóli til oljureinsing
Sjálvt um vit samstundis eisini vóru upptiknir av semingsroynd, fingu vit ein góðan og gevandi fund og gestirnir vóru sera væl nøgdir við vitjanina her hjá okkum.
Tíðindaskriv frá NMF kann lesast her

Semja
10.04.2019
Í nátt varð semja undirskrivað millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini.
Semjan kann lesast her

Regin framvegis næstformaður
01.04.2019
Á nevndarfundi tann 29. mars skipaði nýggja nevndin seg.
Regin Olsen, sum hevur verið næstformaður í nógv ár, heldur fram í starvinum.
Nevndin er nú soleiðis mannað:
Ólavur Gunnarsson, formaður
Regin Olsen, næstformaður
John Højsted, nevndarlimur
Jóhan Mørkøre, nevndarlimur
Berit Hovsgarð, nevndarlimur

Eingin semja í eygsjón
28.03.2019
Í dag máttu manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag ásanna, at so langt er millum partarnar, at tað ikki ber til at fáa eina semju í lag.
Sostatt hava partarnir í dag kallað inn Semingsstovnin.
Komandi dagarnar fæst so at síggja, hvussu leikur fer.

Berit komin í nevndina
18.03.2019
Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund leygardagin tann 16. mars.
Fyri vali til nevndina stóðu Regin Olsen og Hans Ingvard Joensen. Regin Olsen varð afturvaldur og nývald í nevndina varð Berit Hovsgarð.
Til tiltakslimir vórðu valdir Daniel Nielsen og Tróndur við Á.
Í nevndini sita nú:
- Ólavur Gunnarsson, formaður
- Regin Olsen
- John Højsted
- Jóhan Mørkøre og
- Berit Hovsgarð.
Nevndin fer at skipa seg við næstformanni á komandi nevndarfundi.
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
15.03.2019
Virðislønir:
1: Grettir Hammer
mátitól frá Maskinmeistarafelagnum
2: Hilmar Joensen
Kikari frá Trygd
3: Torbjørn Torsteinsson Lútzen
Lummaur frá Antares
Ársaðalfundurin 2019
01.03.2019
Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður
leygardagin tann 16. mars kl. 14 á hotel Hafnia
Skráin er sambært lógini hendan:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing formansins.
3. Leggja fram roknskap til góðkenningar.
4. Uppskot um lógarbroytingar.
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
6. Ásetan av limagjøldum
7. Velja skrásettan grannskoðara.
8. Ymiskt.
Á aðalfundinum verður fyrilestur hildin um eftirlønarviðurskifti og høvi verður at seta spurningar í hesum sambandi.
Tá freistin fyri uppstilling til nevndarval var úti tann 15. desember, vóru tvey valevni uppstillaði.
Tey eru verandi nevndarlimur og næstformaður Regin Olsen, sum starvast á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Berit Hovsgarð, sum starvast hjá SEV á Vágsverkinum.
Verandi nevndarlimur Hans Ingvard Joensen hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur til nevndarval.
Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum tann 16. mars, kunnu greiða atkvøðu á skrivstovu felagsins Grønlandsvegur 58.
Uppskot til nevndarlimir kunnu eisini skjótast upp á sjálvum aðalfundinum.

Semja
01.03.2019
Friggjadagin 1. mars varð semja undirskrivað millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og manningarfeløgini um sáttmálar fyri handilsskip og skip í frálandavinnu.
Talan er um lønarhækkingar sum svara til karmin á privata arbeiðsmarknaðinum.
Harafturat eru gjørdar nakrar broytingar og tillagingar í sáttmálunum.
Semjan kann lesast her

Sáttmálin longdur eitt samdøgur
28.02.2019
Á samráðingarfundi í dag var semja um at leingja sáttmálafreistina í eitt samdøgur, meðan hildið verður á við samráðingunum.
Arbeitt verður við at gera semjuskjal og væntandi verður tað greitt í morgin, um hetta fer at eydnast.

Samráðing RFH-manningafeløgini
08.02.2019
Í dag var 6. samráðingarfundur millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og manningafeløgini.
Partarnir eru samdir um nøkur mál, men enn restar nakað í at fáa eina semju, sum allir partar kunnu góðtaka.
Næsti fundur verður mánadagin og síðani hittast partarnir aftur fríggjadagin.
Limafundur
01.02.2019
Fundur verður fyri limir okkara í fiskiflotanum
týsdagin 12. februar kl 13.
Á skránni verða komandi sáttmálasamráðingar.
Fundurin verður hildin í hølunum hjá okkum, á Grønlandsvegi 58.
Virðislønarhandan
28.01.2019
Í samband við próvhandanir á Vinnuháskúlanum fríggjadagin, 25. jan. 2019, lat Maskinmeistarafelagið eisini eina virðisløn og tað var Jacob Guttesen, sum fekk hesa gávu handaða frá formanninum Ólavi Gunnarsson
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
28.01.2019
Fríggjadagin, 25. jan. 2019 var hátíðarhald á Vinnuháskúlanum, tá 16 maskinmeistarar, 12 skipsførarar og 3 skiparar fingu handað prógv.
Nýklaktu maskinmeistararnir eru:
Sonny Hansen, Olaf Fossdal Guttesen, Sámal Jákup Joensen, Kai Petersen, Bárður Hjaltalin Ellingsgaard, Dávid Thomsen, Magnus Fríði á Rógvi Simonsen,Jóhannus Hansen, Jógvan Sivar Edvardsson, Martin Poulsen, Jón Súni Christiansen, Ári Hansen, Jón Dahl-Olsen, Jesar Joensen, Áki Ellendsgaard og Jacob Guttesen.
Hesir fingu virðislønir:
1: Jesar Joensen
Grindaknívur frá SEV
2: Jacob Guttesen
Mátitól frá Maskinmeistarafelagnum
3: Áki Ellendersen
Kikari frá Norðoya Sparikassa
Ídnisvirðisløn: Jesar Joensen
Gullur frá Skansi Offshore

Sáttmálar uppsagdir
20.12.2018
Sáttmálarnir fyri siglandi maskinmeistarar eru sagdir upp.
Sáttmálarnir við Reiðarafelagið fyri Handilsskip fara úr gildi tann 1. mars. Her er talan um sáttmálar fyri maskinmanning við farmaskipum, ferðamannaskipum og skipum í frálandavinnu.
Sáttmálin við Føroya Reiðarafelag, sum umfatar maskinmanning við øllum sløgum av fiskiskipum, fer úr gildi tann 1. apríl.

Berit og Regin uppstillaði
Tá freistin fyri uppstilling til nevndarval var úti tann 15. desember, vóru tvey valevni uppstillaði.
Tey eru verandi nevndarlimur og næstformaður Regin Olsen, sum starvast á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Berit Hovsgarð, sum starvast hjá SEV á Vágsverkinum.
Verandi nevndarlimur Hans Ingvard Joensen hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur til nevndarval.
Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum tann 16. mars, kunnu greiða atkvøðu á skrivstovu felagsins Grønlandsvegur 58.
Uppskot til nevndarlimir kunnu eisini skjótast upp á sjálvum aðalfundinum.
Ársaðalfundurin 2019
Maskinmeistarafelagið hevur ársaðalfund tann
16. mars 2019
á Hotel Hafnia. Nærri verður lýst seinni.
Nevndarval
Til tess, at virknir limir, ið ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu velja við brævatkvøðu, ber til at seta fram uppskot til nevndarlimir og skulu tey vera felagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi
15. desember 2018
Tó kunnu uppskot til nevndarlimir eisini skjótast upp á sjálvum aðalfundinum.
Nevndin

NMF fundur í Ålesund
Tann 29. og 30. oktober var hálvárligi fundurin í norðurlendska felagnum fyri maskinmeistarafeløg NMF hildin í Ålesund.
Á fundinum varð kunnað um støðuna hjá maskinmeistarum í limalondunum við atliti til arbeiði og útbúgvning. Kunnað varð eisini um arbeiði í altjóða felagsskapum og hesaferð var Branco Berlan, sum er ITF-umboð í IMO, og greiddi frá, hvussu arbeiðið er skipað hjá hesum báðum felagsskapum.
Vitjað varð eisini á tí sera framkomna útbúgvar- og skeiðsmiðdeplinum Norsk Maritimt Kompetansesenter AS.
Tíðindaskriv frá hesum fundi í NMF kann lesast her.
Næsti fundur hjá NMF verður í Tórshavn 8. - 9. apríl 2019.

Semja millum KAF og MF
Í dag varð semja undirskrivað millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistarar, sum starvast hjá SEV og IRF.
Semjuskjalið kann lesast her
Limafundur
Í gjár varð skipað fyri limafundi fyri maskinmeistarar við handilsskipum.
Formaðurin hevði eina framløgu um sáttmálaviðurskiftini hjá hesum starvsbólki og orðaskifti var um hvørji ynski um broytingar og tillagingar limirnir hava til ein nýggjan sáttmála.
.

Limafundur
Skipað verður fyri limafundi fyri maskinmeistarar við handilsskipum
mánadagin 27. august kl. 14
á skrivstovu felagsins Grønlandsvegur 58
Til umrøðu verða sáttmálarnir fyri farma- og ferðamannaskip og fyri skip í frálandavinnu.

Kvotukeyp farið í Fasta Gerðarrættin
17. juli 2018
Kærurit er nú latið Fasta Gerðarrætti í trætuni millum Føroya Reiðarafelag og manningafeløgini um rættin til at draga gjald fyri keyp av kvotum frá avrokningini til manningina.
Tað eru tey trý manningarfeløgini sum í felag hava tikið stig til at leggja málið fyri Fasta Gerðarrættin.
Væntandi verður úrskurður í málinum sagdur í heyst.

VAKMYNDATÓL UMBORÐ Á FØROYSKUM FISKISKIPUM
10. juli 2018
Dátueftirlitið hevur sent okkum hesa fráboðan:
Dátueftirlitið er vorðið varugt við, at nýtsla av vakmyndatólum so at siga er vanlig umborð á føroyskum fiskiskipum. Eftirlitið metir tað tískil vera neyðugt at koma við hesum kunningarskrivi til føroysk reiðarí, manningarfeløg og onnur, soleiðis at allir áhugapartar hava møguleika at kenna mørkini fyri lógligari vakmyndatólsnýtslu.
Sambært reglu 5, kapittul VI, í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum E, sum hevur heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, er tað í ávísum førum krav, at tað eru vakmyndatól umborð á fiskiskipum, ið er 15 metrar og longri:
“Hvor det ikke er teknisk muligt at sikre direkte udsyn fra skibets manøvreplads til alle arbejdspladser på vejrdækket, jf. regel 5.1, skal der monteres videoovervågning med et system, der er egnet til maritimt brug, og hvor placeringen af kameraet og monitoren er godkendt af Administrationen.”
Endamálið við regluni er at tryggja, at tað frá brúnni altíð er møguligt at hava yvirlit yvir øll arbeiðspláss á opnum dekki. Reglan er sostatt grundað á atlitið til trygdina hjá arbeiðsfólki umborð á fiskiskipum.
Tað er Sjóvinnustýrið, ið varðar av lóg um trygd á sjónum, og tað er sostatt eisini Sjóvinnustýrið, sum í fyrstu atløgu ger av, hvørt eitt vakmyndatól kann sigast vera fevnt av regluni omanfyri. Givið er tó, at reglan bara fevnir um vakmyndatól á opnum dekki, staðsett soleiðis, at myndirnar í høvuðsheitum bara fevna um arbeiðspláss á hesum dekki.
Sambært § 2, stk. 3, í kunngerð nr. 124 frá 19. september 2011 er fráboðanarskylda, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar við vakmyndatóli; hetta til tess at Dátueftirlitið skal hava møguleika at meta um, hvørt tólini kunnu rúmast innan § 9, stk. 1, nr. 6, í persónsupplýsingarlógini, t.e. løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum.
Dátueftirlitið hevur tó tikið avgerð um, at í tann mun vakmyndatól greitt kunnu sigast vera fevnd av regluni omanfyri, er ikki neyðugt at senda eftirlitinum slíka fráboðan.
Fyri øll onnur vakmyndatól umborð á fiskiskipum er meginreglan um fráboðanarskyldu tó enn galdandi. Vakmyndatól kunnu fráboðast við at senda Dátueftirlitinum elektroniskt fráboðanarskjal, ið er at finna á hesi leinkju: http://dat.fo/documents/DC7F8072-9103-47F2-82D9-3B45802F27C5.pdf
Dátueftirlitið vil at enda nýta høvið til at gera greitt, at vakmyndatól bara kunnu verða brúkt til lóglig og saklig endamál, sbr. § 8, stk. 1, nr. 1-2, í persónsupplýsingarlógini, og at Dátueftirlitið ongantíð góðtekur, at vakmyndatól verða brúkt til at hava starvsfólk undir støðugum eftirliti.
Víst verður í hesum sambandi til persónsupplýsingarlógarinnar § 30, har møguleikin hjá skrásettum at kæra til Dátueftirlitið verður staðfestur.

Steðgur í samráðingum
29. juni 2018
Á samráðingarfundi í gjár varð avtalað, at hava ein steðg í samráðingunum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið um sáttmála fyri maskinmeistarar hjá SEV og IRF.
Næsti fundur millum partarnar verður tann 14. august.
Virðislønir
22. juni 2018
Í samband við próvhandan á Vinnuháskúlanum í dag, vóru hesar virðislønir lætnar:
1: Grímur Rasmussen
Grindaknívur frá SEV
2: Benjamin Leo Nikulásson
Mátitól frá Maskinistarafelagnum
3: Jim á Horni
Kikari frá Norðoya Sparikassa
Ídnisvirðisløn: Regin Lindenskov
Gullur frá Skansi Offshore
Á myndini fær Benjamin Leo Nikulásson gávu handaða frá Ólavi Gunnarsson formanni í Maskinmeistarafelagnum.
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
22. juni 2018
Í dagfingu hesir maskinmeistarar prógv á Vinnuháskúlanum:
Hans Joensen, Tórarin Hansen, Torleif Thomassen, Róaldur Jakobsen, Regin Lindenskov, Hilmar Súni Bech, Grímur Rasmussen, Benjamin Leo Nikulásson, Jim á Horni, Bárður Johnsson Heinesen, Svenning Winther Hansen, Jens Tummas Næss, Bárður Jacksson Toftegaard, Bogi Alvason Justinussen, Leo Joensen, Torvald Steingrímsson

Kvotukeyp í Fasta Gerðarrættin
13. juni 2018
Maskinmeistarafelagið fer í komandi viku at leggja spurningin um gjald fyri kvotukeyp fyri Fasta Gerðarrættin
Ásetngini í § 17, stk. 3 í sáttmálanum millum Føroya Reiðarafelag og Maskinmeistarafelagið er soljóðandi:
"Stk. 3. Avgjøld fyri fiskiloyvir av einum og hvørjum slag ganga av óbýttum, tó er keyp av føroyskum kvotum og/ella fiskidøgum millum føroysk skip ikki loyvdur frádráttur."
Rætturin skal taka støðu til, hvussu henda áseting skal tulkast.

Semja millum FAG og MF
7. juni 2018
Í gjár varð semja undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið um nýggjar 2-ára sáttmálar fyri maskinmeistarar í privatum størvum á landi.
Fyrsta árið verður lønarhækkingin 3,26 % og seinna árið 2,56 %.
Semjuskjalið kann lesast her

Semja millum FMR og MF
1. juni 2018
Eftir drúgva samráðing og eftirfylgjandi semingsroynd varð semja í gjár undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið um nýggjar 2-ára sáttmálar fyri maskinmeistarar í almennum størvum á landi, við Strandfaraskipum Landsins og við Magnusi Heinason.
Fyrsta árið verður lønarhækkingin 2,3 %
Seinna árið verður viðvíkjandi strandfaraskipum talan um at hækka lønartalvuna við 1,5 %. Harafturat verður munurin øktur millum aldursstigini og nakrar hækkingar vera eisini av endalønum.
Maskinmeistarar á landi verða seinna árið fluttir yvir í nýggja lønartalvu, har longri verður millum aldursstigini og sostatt verða endalønirnar eisini nakað hægri. Hækkingin verður eitt sindur ymisk eftir hvønn lønarbólk, talan er um.
Fyri Magnus Heinason verður lønarhækkingin seinna árið 2,5 %.

Kunning
16. mai 2018
Vísandi til aktuellu støðuna hjá fiskiflotanum, har Føroya Reiðarafelag hevur gjørt greitt at kvotukeyp á uppboðssølu, eftir teirra uppfatan er góðkendur frádráttur av søluvirðinum.
Avgerðin er tikin við støði í einum gerðarrættardómi frá 2013, har Fiskimannafelagið tapti sakarmál móti Føroya Reiðarafelag/Felagnum Nótaskip, vegna ávís reiðarí.
Maskinmeistarafelagið hevur, síðan hettar kom fram, verið aktivt at finna útav hvussu málið kann loysast soleiðis, at manningin ikki kemur at hefta fyri hesum gjaldinum.
Vit høvdu ávíst fundarvirksemi fríggjadagin, eins og tað var fitt av telefonvirksemi í vikuskiftinum.
Í gjár høvdu manningarfeløgini felags fund saman við løgfrøðingi, fyri at lýsa støðuna frá tí sjónarhorninum, og er Føroya Reiðarafelag boðsent til fundar seinni í vikuni, fyri at hoyra teirra sjónarmið, andlit til andlits.
Í verandi løtu, hava vit ikki sæð nakra avrokning har tað framgongur, at Reiðarafelagið hevur gjørt álvara av tí, teir frambóru fríggjadagin.
Vit ásanna, at støðan er álvarslig, og fara vit at gera alt vit kunnu, at forða fyri at manningarnar koma at bera kostnaðin av kvotukeypi, og harvið fáa ein sera ógvusligan lønarniðurskurð.

Sjóvinnuforum
18. apríl 2018
Tann 24. mai verður skipað fyri tiltaki fyri sjófólk á Vinnuháskúlanum.
Talan er um felags tiltak hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagnum og Sjóvinnustýrinum.
Endamálið er at lýsa støðuna hjá sófólki við atliti til vinnumøguleikar, útbúgving o. a.
Tiltakið verður á Vinnuháskúlanum og vónandi møta limir fjølmentir til hetta forvitnisliga tiltak.
Tiltakið er ókeypis og tilmelding fer fram við at senda teldupost til mf@mf.fo ella at ringja til okkum á tlf.: 314718

11.04.2018
NMF-fundur í Keypmannahavn
Hálvárligi fundurin í norðurlendska meginfelagnum fyri maskinmeistafafeløg NMF, varð hildin í Keypmannahavn 9. - 10. apríl.
Á hesum fundum kunna feløgini hvørt annað um mál av felags týdningi, serliga við atliti til sáttmálaviðurskifti, arbeiðsmøguleikar og útbúgving.

26.03.2018
Ólavur tikið við sum formaður
Á aðalfundinum hjá Maskinmeistarafelagnum seinasta leygardag tók Ólavur Gunnarsson við sum formaður aftan á Páll Hansen, sum hevur verið formaður felagsins seinastu 11 árini.
Á nevndarvalinum varð John Højsted afturvaldur.
Nývaldur í nevndina varð Jóhan Mørkøre og hann tekur sæti hjá Jóan Petur Patursson, sum ikki stillaði upp aftur.
Í nevnd felagsins sita nú Ólavur Gunnarsson, Regin Olsen, Hans Ingvard Joensen, John Højsted og Jóhan Mørkøre.
Tiltakslimir eru Daniel Nielsen og Róald Johannesen.

08.03.2018
Aðalfundurin 2018
Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður leygardagin tann 24. mars kl. 14 hjá Öström, inngongd frá Sigmundargøtu.
Skráin er sambært lógini hendan:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing formansins.
3. Leggja fram roknskap til góðkenningar.
4. Uppskot um lógarbroytingar.
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
6. Ásetan av limagjøldum
7. Velja skrásettan grannskoðara.
8. Ymiskt.
Aftaná aðalfundin verður smyrjibreyð og okkurt drekkandi at fáa.
Møgulig uppskot at leggja fyri aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan aðalfundinum.
Formansskeiðið er av í ár, men tá ið freistin fyri uppstilling var farin tann 15. desember 2017 hevði bara Ólavur Gunnarsson stillað upp til valið og verður hann sostatt formaður komandi 3 árini.
Til nevndarval hava Daniel Nielsen, Jóhan Mørkøre og Hans Henrik Stenberg boðað frá innan 15. desember 2017, at teir stilla upp til nevndarval.
Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu koma á skrivstovuna at velja við brævatkvøðu.
Á aðalfundinum ber til at koma við fleiri uppskotum til nevndarval.

06.03.2018
Virðislønir
Í samband við próvhandan mánadagin tann 5. mars vóru lætnar hesar virðislønir:
1: Jóannes Weihe
Mátitól frá Maskinmeistarafelagnum
2: Rógvi Joensen
Kikara frá Betri Banka
3: Jóhann Heðinsson
Lummaur frá Antares

06.03.2018
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Mánadagin tann 5. mars fingu hesir14 maskinistar prógv handað á Vinnuháskúlanum:
Bárður Poulsen, Gunnar Már Hjaltason, Hans Petur Sólheyg, Gunnfríður Dahl-Olsen, Heðin Hanusson, Hans Áki Dal Christiansen, Jóannes Weihe, Jógvan Hendrik Sigurstein, Jóhann Heðinsson, Leif Arni Lervig, Rógvi Joensen, Magni Magnussarson Jacobsen, Steinar Jacobsen, Tróndur Djurhuus.

29.01.2018
Nýggjur sáttmáli við Polar Seafood Greenland A/S
Í dag varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður í Aalborg millum Polar Seafood Greenland A/S og Maskinmeistarafelagið.
Sáttmálin er galdandi fyri maskinmeistarar við skipunum "Polar Princess" og "Polar Nanoq".
Talan er ikki um stórvegis broytingar í verandi sáttmála, men tó er garantihýran hækkað nakað.
Sáttmálin kemur í gildi tann 1. mars 2018 og kann sigast upp aftan á tvey ár.
Nýggi sáttmálin kann síggjast undir SÁTTMÁLAR/GRØNLENDSK SKIP.
22.01.2018
Gávuhandan
Í samband við prógvhandan fríggjadagin, 19. jan. 2018, fekk Fróði Hammer gávu handaða frá Páll Hansen, formanni í Maskinmeistarafelagnum.
22.01.2018
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Fríggjadagin, 19. jan. 2018, fingu hesir maskinmeistaraprógv handað á Vinnuháskúlanum:
Martin Debes Nielsen, Bogi Tróndheim, Ólavur H. G. Christiansen, Dávid Petersen, Ari Sakarisson, Fróði Hammer, Dávur Berg, Símun Festurstein Andreasen, Sunleif Joensen, Terji Hammer, Hilmar Sveinbjørnsson

03.01.2018
Brævatkvøður til nevndarval
Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum tann 24. mars, kunnu koma á skrivstovu felagsins at velja við brævatkvøðu.
Opið er allar gerandisdagar frá kl. 9 til kl. 16

23.12.2017
Gleðilig jól og gott nýggjár
Maskinmeistarafelagið ynskir limum felagsins og teirra familjum, sáttmálapørtum og samstarvsfelagum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

21.12.2017
Maskinmeistarafelagið fær nýggjan formann
Tað er nú greitt, at tað verður Ólavur Gunnarsson, ið fer at taka við sum formaður í Maskinmeistarafelagnum, tá Páll Hansen leggur frá sær á komandi aðalfundi, sum verður tann 24. mars 2018.
Ólavur var tann einasti, ið hevði stilla upp til formansvalið, tá freistin fyri uppstilling var úti tann 15. desember 2017.
Ólavur hevur áður sitið í nevndini hjá Maskinmeistarafelagnum. Seinastu árini hevur hann annars starvast sum tekniskur leiðari hjá Smyril Line.

19.12.2017
Pensión og samlagstrygging
Í dag var nýggj avtala um pensión og samlagstrygging undirskrivað millum yvirmannafeløgini og LÍV.
Avtalan fær gildi 1. januar 2018
Millum annað verður dekningur í samband við deyða hækkaður úr kr. 700.000 til kr. 800.000 upp til 50-ára aldur.
Dekningur fyri hættisligar sjúkur hjá limum og børnum teirra undir 18 ár er hækkaður úr kr 125.000 til kr 150.000.
Gjaldið fyri samlagstrygging verður lækka úr kr. 350 um mánaðin til kr. 300 um mánaðin

06.11.2017
Aðalfundurin 2018
Formansval og nevndarval
Ársaðalfundur Maskinmeistarafelagsins verður í mars mánað 2018.
Á hesum aðalfundi skal formaður veljast fyri komandi trý ára skeið. Harafturat skulu veljast tveir nevndarlimir fyri komandi tvey ára skeið.
Verandi formaður Páll Hansen hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvalið til formansstarvið. Tað er sostatt greitt, at nýggjur formaður skal veljast.
Sambært lóg felagsins skulu uppskot til formansval og nevndarval vera felagnum í hendi í seinasta lagi 15. desember 2017.
Um formansstarvið
Í lóg felagsins er ásett:
Valdur formaður játtar at taka við starvinum sum fulltíðarsettur formaður felagsins. Formaðurin verður løntur sambært lønartalvuni fyri maskinmeistarar, sum starvast hjá tí almenna á landi, íroknað eftirløn. Harumframt fær formaðurin viðbót.
Nevndin ásetur lønarstig og viðbótarstig.

03.11.2017
NMF fundur í Svøríki
Hálvárligi fundurin í norðurlendska meginfelagnum fyri maskinmeistarafeløg NMF var hesuferð hildin í Nynæshamn sunnan fyri Stockholm.
Støðan hjá maskinmeistarum í øllum londunum verður lýst á slíkum fundum, bæði við atliti til arbeiði og útbúgving.
Sum heild tykist tað at vera stórur og økjandi eftirspurningi eftir væl útbúnum maskinmeistarum bæði á sjógvi og landi.
Á hesum fundum verður eisini kunnað um arbeiði innan ymiskar altjóða felagsskapir t. d. við atliti til komandi reglur innan fakøkið hjá maskinmeistarum.
Tíðindaskriv frá fundinum verður lagt út í næstum.
03.07.2017
Gávuhandan
Í samband við, at maskinmeistarar fingu prógvini handaði leygardagin tann 23. juni, fekk Sreintór Fagradal gávu handaða frá Maskinmeistarafelagnum fyri at hava fingið besta úrslitið til próvtøkuna.
03.07.2017
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Tann 23. juni fingu hesir handað maskinmeistaraprógv:
Torkil Sørensen, Rúnar Strøm Debes, Pól Norðberg, Eyðun Ólavur Sørensen,
Sverri Anbjørnsson, Guttormur Jóan Petursson Olsen, Jógvan Jacobsen, Fríði Magnusson Olsen, Steintór Fagradal, Stefan Martin Viderø Poulsson,
Trygvi Ljósá Østerø, Ólavur Dam Haraldsen, Kári Skála, Vilhelm Gustav Hentze, Rógvi Berg, Rani Mikkelsen, Signar í Frammistovu, Pætur Nielsen, og Robert Sørensen.

24.05.2017
Avtala fyri Norðhavið
Í dag var undirskrivað avtala millum Pf. Ocean Croup Faroes Ltd. og Maskinmeistarafelagið fyri maskinmeistarar við M/S Norðhavinum.

26.04.2017
NMF fundur í Helsinki
Fundur í norðurlendska felagsskapinum fyri maskinmeistarafeløg varð hesaferð hildin í Helsinki.
Høvuðmálið við hesum fundum er at kunna hvønn annan um støðuna hjá maskinmeistarum í teimum ymsu londunum við atliti til sáttmálaviðurskifti, útbúgving o. a.
Altjóða samstarv av ymsum slagi, sum hevur týdning fyri maskinmeistarar og har NMF hevur umboðan, verður eisini viðgjørt á hesum fundum.

06.04.2017
Regin næstformaður
Nevndin í Maskinmeistarafelagnum hevur nú skipað seg við Regini Olsen sum næstformanni.
Býtið av málsøkjum er soleiðis:
Páll Hansen, formaður: Samskipan, norðurlendsk/altjóða arbeiði, GA
Regin Olsen, næstformaður: SEV og IRF
John Højsted, nevndarlimur: Fiskiskip
Jóan Petur Patursson, nevndarlimur: Almenn størv á sjónum og privat og alment lønt á landi
Hans Ingvard Joensen, nevndarlimur: Handilsskip, FAS og FMU

30.03.2017
Lækking av limagjaldi
Á aðalfundinum tann 18. mars varð samtykt at lækka limagjaldið hjá virknum limum til 1 % av inntøkuni.
Henda broyting kemur í gildi 1. apríl 2017

29.03.2017
Fiskivinnunýskipan
Maskinmeistarafelagið hevur sent soljóðandi hoyringsskriv til Fiskimálaráðið:
Nevndin hevur viðgjørt uppskotið til nýskipan av fiskivinnuni.
Talan er eftir felagsins tykki um rættiliga umfatandi bygnaðarligar broytingar í fiskivinnuni og í viðgerðini av málinum varð staðfest, at tað eru ymiskar áskoðanir á teir flestu tættirnar í uppskotinum.
Maskinmeistarafelagið hevur ein breiðan hóp av limum innan ymiskar geirar á arbeiðsmarknaðinum, bæði á sjógvi og landi og tað er tí ikki lætt hjá felagnum, at hava eina felags støðu til slíkar grundleggjandi broytingar innan eitt ávíst vinnuøki.
Hinvegin so meta vit, at um allar tær ætlaðu broytingarnar innan fiskivinnuna verða framdar, so kunnu tær í longdini føra til versnandi sáttmálaviðurskifti hjá limum felagsins innan fiskivinnu og við atliti til hetta, er Maskinmeistarafelagið komið til ta niðurstøðu, at mælt verður frá at samtykkja uppskotið soleiðis, sum tað fyriliggur.

21.02.2017
Semja millum RfF og MF
Í gjár varð semja undirskrivað millum Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Maskinmeistarafelagið.
Sambært semjuni hækkar bruttohýran tann 1. mars 2017 við 2,2 % og 1. mars 2018 við 2,3 %.
Avtalað er eisini, at eftirlønargjaldið sum fer av hýruni, verður 9 % tann 1. mars 2017 og 10 % tann 1. mars 2018.
07.02.2017
Aðalfundurin 2017
Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður
leygardagin tann 18. mars kl. 14 á Hotel Hafnia.
Skráin er sambært lógini hendan:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing formansins.
3. Leggja fram roknskap til góðkenningar.
4. Uppskot um lógarbroytingar.
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
6. Ásetan av limagjøldum
7. Velja skrásettan grannskoðara.
8. Ymiskt.
Aftaná aðalfundin verður smyrjibreyð og okkurt drekkandi at fáa.
Møgulig uppskot at leggja fyri aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan aðalfundinum.
Regin Olsen og Jóhan Weihe standa fyri vali til nevndina.
24.01.2017
Gávuhandan
Í samband við, at maskinmeistarar fingu prógvini handaði leygardagin tann 20. februar, fekk Finn Danberg gávu handaða frá Maskinmeistarafelagnum fyri at hava fingið besta úrslitið til próvtøkuna.

23.01.2017
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Tann 20. februar fingu hesir handað maskinmeistaprógv:
Finn Danberg, Reindolf Yao Delasi Deku, Jens Jón Andreasen, Róin Erlandsson Simonsen, John Rúnason Nielsen, Mats Andrias Poulsen, Niklas Pætur Weihe, Regin Slættanes, Sigmundur Nolsøe, Rókur Johannesen, Herbjørn Lava, Jákup Sjúrðason Ejdesgaard og John Høj Johannesen

30.11.2016
Aðalfundurin 2017
Maskinmeistarafelagið hevur aðalfund í mars mánaða 2017.
Nærri verður lýst seinni.
Nevndarval
Til tess, at virknir limir, ið ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu velja við brævatkvøðu, ber til at seta fram uppskot til nevndarlimir og skulu tey vera felagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi
15. desember 2016.

24.10.2016
NMF fundur í Reykjavík
Á NMF-fundinum í Reykjavík 24. oktober varð Guðmundur Ragnarsson úr Íslandi valdur til nýggjan forseta í NMF eftir Páll Hansen.
Formansskeiðið í NMF er 3 ár og skiftast londini um at hava formannin.

10.10.2016
Samráðing byrjað
Samráðing millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistarar við Strandfaraskipum Landsins eru byrjaðar.
Fyrsti fundur millum partarnar var tann 5. oktober og næsti fundur verður 17. oktober

26.09.2016
Fígging av felagshúsum
Í samband við keyp og umbygging av Smæruni, hevur formaðurin í Starvsmannafelagnum skrivað eina almenna frágreiðing, har hann m. a. sigur soleiðis:
“Íløgan í Smæruna er fíggjað við peningi úr verkfalsgrunni felagsins. Hetta er vanligur fíggingarháttur millum fakfeløg.”
Í hesum sambandi skal við hesum verða upplýst, at hús og ognir hjá Maskinmeistarafelagnum eru ikki fíggjaðar við peningi úr verkfalsgrunni felagsins.

08.07.2016
Kommunuval - Brævatkvøður
Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent út kunningarskriv viðvíkjandi kommunuvalinum, sum verður í november.
Í skrivinum verður greitt frá mannagongdum í samband við brævatkøður.
Skrivið kann lesast her

05.07.2016
Endurnýggið sjóvinnubræv áðrenn 1. september 2016
Sjóvinnustýrið hevur í miðlunum kunnað um, at tey sjófólk, sum skulu endurnýggja sjóvinnubrøvini áðrenn 1. januar 2017, mugu søkja Sjóvinnustýrið áðrenn 1. september 2016.
Tey sjófólk, sum ynskja at tryggja sær, at sjóvinnubrævið verður útskrivað áðrenn 1. januar 2017 sambært STCW 2010, mugu søkja um sjóvinnubræv áðrenn 1. september 2016, annars kann Sjóvinnustýrið ikki tryggja, at sjófólk fáa sjóvinnubrævið áðrenn 1. januar 2017.
Navigatørar við handilsskipum og øll maskinmeistarar eru fevnd av krøvunum sambært STCW 2010.

27.06.2016
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Seinasta fríggjadag fingu 10 nýggir maskinmeistarar pogv handaði á Vinnuháskúlanum.
Tey 10 eru:
Elisabet Dalsgaard, Frank Højbjerg Poulsen, Erling Jacobsen, Jógvan Pauli Kristiansen, Kjartan Jørgensen, Sigurd Jónsson Nielsen, Teinar Mohr Hentze, Christian Petur Djurhuus, Óla Jákup Dahl, Søren Djurhuus Clementsen
Formannsins tíðargrein
Maskinmeistarin

Sjóvinnuforum

Tíðindaskriv