Limagjald
Virknir limir undir sáttmála hjá MF: 1 % av inntøkuni - tó ikki minni enn kr. 2.880 um árið. Virknir limir yvir 60 ár: 1 % av inntøkuni – tó ikki minni enn kr. 2.160 um árið. Virknir limir uttanfyri sáttmálaøki: kr. 240 um mánaðin. Hvílandi limir og juniorlimir: kr. 210 fyri hálvárið. Óvirknir limir 67 ár og eldri: kr. 120 um árið. |
Tú kannst tekna teg sum lim her:
Melda teg inn í Maskinmeistarafelagið.
Tað eru nógvar góðar orsøkir til at gerast limur:
- Rættarhjálp
- Sáttmálar
- Lønartalvur
- Ráðgeving
- Kunning
- Trygging
Tað er lætt at gerast limur. Tú kanst avgreiða tað beinan vegin her á heimasíðuni:

Limagjald
skal flytast á konto nr.:
- 6460-1850018 í BankNordik
- 9181-1200218 í Eik banka.
Tað er av størsta týdningi, at upplýst verður á flytingarskjalinum, at talan er um limagjald, limanr. hjá viðkomandi persóni og hvat tíðarskeið goldið er fyri.
Fyri virknar limir skal arbeiðisgevarin sambært áseting í viðkomandi sáttmála draga limagjaldið frá lønini og senda tað til Maskinmeistarafelagið.
Tá ið goldið verður fyri fleiri persónar í einum, mugu hesar upplýsingar útgreinast á skjal soleiðis, at til ber at síggja, hvussu nógv er goldið fyri hvønn einstakan persón. Hetta kann sendast okkum sum vanligur postur, teldupostur ella telefaks.